hósdagur 19. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 113 - 19. juni 2003
Nr. 113 - 19. juni 2003
9
Tíðliga stígur Janus av tí
traðkaðu gøtuni. Næstra-
fólkið man onkuntíð ilskast
um hansara eginsinni. Men
har hjálpa hvørki blíð ella
bonsk orð. Eg giti, hann
gongur og reikar, smá-
drongur, millum skøltarnar
úti í Bakka ella fram við
Eystaruvág, har bryggja
verður bygd, og onkur týsk-
ur myntur, kanska frá
Wallensteins tíð, glitrar í
móruni.
Seinni er greitt, at hann
longu tá hevði eyguni við
sær. Hann fer út í heimin,
slítur fjøtur og verður lista-
maður. Og tó er hann kunn-
ugur við hitt siðbundna.
Slekt, dans og vertskap.
Hann, tann víðfarni, dugir
sum fáur at tosa við heima-
fólkið, skyldfólk úr Skúgvi
ella Húsavík, miðamannin í
Havn. Sum er hann dømi
um ein dialektikk, har
frástøðan førir teg nærri tí
sædda og útlegdin nærri tí
heimliga.
Í høggmyndini býr and-
søgn. Filmur er rørslunnar
miðil
fram
um
aðrar.
Høggmyndin kveikir lív í
eina mentan ella eitt tíðar-
hvarv. Janus evnar til út-
róðrarmannin við teggjuni,
andbráðan, seyðamannin,
fundvísan, Gøtutrónd, skip-
andi fyri Føroya fyrstu
próvtøku. Men steinur ella
bronsa hýsa eisini rørslu og
fanga viðhvørt, neyvari enn
filmur, núið. Og tí myndar
Janus eisini dansiringin.
Kvøðing og stev savna seg
um tað fynduga ørindið,
skipari og síðumaður eru
sjóleysir, blunda, verða
burtur í tamdari bergtøku,
riptir úr tíð og stað:
Onkuntíð á Blálondum
tá leikti betur í horni.
Listin er bærilig, strong,
stílførd. Men eystanfyri
verður talað um yin og
yang. Eisini í grafikki og
litprenti sæst tann fasta,
reina strikan. Men í tema,
litfarra og tolking livnar eitt
lýriskt bragd, ein mildleiki,
ið er sjónskur, tí hann er
óvæntaður, sum bros frá
einum orðfáum sjógarpi.
Hondin, sum tamdi tær
mongu
rørslurnar
til
sublima einfeldi, fegnast nú
um mjúkan pollamjørka,
gula sólar-renning, krok-
andi seyð.
Narcissos man vera tíðar-
innar merki. Hvør sætar
sær og sær seg sjálvan.
Men Janus, sum býr í
einingi, lurtar, vísir áhuga,
gongur sínum næsta á møti
uttan fordómar og fær tí
vinir víða hvar og langt frá
síni starvsgrein. Eisini sín-
um starvsfeløgum vísir
hann áhuga, hóast hansara
bersøgnu - men altíð kur-
teisligu - viðmerkingar
neyvan altíð eru væl dámd-
ar. Hann røkir teirra felag
og teirra skála. Hann nemur
av sínum eintingum kunn-
leika um list, mentunar-
søgu og søgu, um mál og
fornfrøði. Hann lærir seg
franskt, so hann kann lesa
Daudet, France, Camus og
Sartre á teirra móðurmáli.
Hann ger ferðir til París,
Rómaborgar og Akropolis.
Og alt hetta, og mangt
annað, verður til eina
goymslu, har mong anek-
dotan - fynduga søgd -
bíðar eftir barnferð. Hvar
finst tað góða lívið? Ikki,
mælti Fromm gamli, í ogn,
men í veran.
Havnin 1913 og Havnin
2003 eru ikki sami býur. Í
tíðarslóð daga varðar, av
mentunarligum, politiskum
og vinnuligum slag. Teirra
millum sæst Janusar fatti
auto-grafur:
relieff
og
høggmyndir á húsum og
torgum. Sum ein heilsan úr
Europa. Ella Hellas.
Sum hevur Praxiteles,
ella kanska Feidias, biðið
ein av sínum næmingum
givið høvuðsstaðnum í
okkara váta, mjørkasveipta
Ultima Thule eitt sindur
tignarligari høvuðburð.
Hanus Kamban
Janus Kamban
listamaður
myndahøggari og grafikari
Føddur í Tórshavn 10. september 1913
Útbúgvin á listaakademiinum í Keypmannahavn
1932-35 og 1938-40,
sum
næmingur
hjá
Einari
Utzon-Frank,
professara.
Fyristøðumaður í Listaskálanum 1970-1978
Meginverk, sum myndahøggari:
Móðurmálið, minnisvarði fyri
V.U. Hammeshaimb, Tórshavn 1948
Minnisvarði fyri J.P. Gregoriussen, Kvívík 1951
Kvøðarin, andlitsmynd 1951
Minnisvarði fyri teir sjólátnu, Skopun 1954
Søgumaðurin, Kommunuskúlin, Tórshavn 1957
Útróðrarmaðurin, minnisvarði í Vestmanna 1961
Maður og kona, Tórshavn 1972
Tróndur gamli, Gøtu skúli 1976
Jákup Dahl, Vágur 1978
Drongur tekur seyð, Eysturskúlin, Tórshavn 1981
Menn og bátar, Lágargarður, Tórshavn 1988
Fakta
LISTASAVN FØROYA
21. juni til 13. juli 2003
Janus Kamban er miðdepilin í føroyskari myndandi list
eftir seinna heimsbardaga. Hann skipaði fyri fram-
sýningum, eggjaði øðrum til, var vegleiðarin og álitið hjá
heilum ættarliði av listafólki í Føroyum, altíð sannur, altíð
høviskur og við tyngd í sínum orðum.
Í øllum verkum hevur Janus Kamban leitað eftir skapi,
sum er sterkt og einfalt í senn. Hansara mynda-evni fram
um annað er tað vanliga fólkið og gerandislívið, lítillátað
og uttan nakran háva, kortini við duldari megi og stórari
fynd. Hansara verk er úrslit av drúgvum og áhaldandi vilja
at finna inn til tað, sum er føroysk roynd og kensla, og at
bera tað fram í myndum loystar úr tíð.
Listasavn Føroya vil takka Janusi Kamban fyri hans-ara
stóra og áhaldandi arbeiði føroysku listini at frama.
Listasavn Føroya
Janus Kamban
afturlítandi framsýning
Hondin úr Hellas
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hóast eg væl visti, at Anker
hevði verið rættiliga sjúkur ta
seinastu tíðina, fekk eg ein
rættiligan hvøkk, tá eg fekk at
vita, at hann var farin, ikki vardi
meg, at tað skuldi henda so
knappliga, nú hann kendi seg
betur, eftir at hava verið inn-
lagdur á Landssjúkrahúsið í
nakrar dagar. Tað er torført at
ímynda sær, at hann ikki er
ímillum okkum longur, tóm-
rúmið er ásýniligt, og saknurin
er stórur, fyrst og fremst sjálv-
andi hjá Rosu, børnunum og
abbabørnunum, men eisini hjá
okkum øðrum, sum kendu hann
og á ymsar mátar høvdu eitt
tilknýti til hansara, tí øll vistu
vit, at Anker, ja, hann var har,
sum hann átti at vera, og hóast
tað var ótilvitað, varð hann altíð
sjónligur, har hann var, og dugdi
at verða skemtingarsamur á sín
egna, sermerkta hátt.
Anker var rituvíkingur, sonur
Marius og Katrinu Petersen,
bæði sonn skilafólk í orðsins
rætta týdningi. At Anker var
stoltur av sínum uppruna, duldi
hann ongantíð fyri. Hann var
bersøgin maður og var ikki
bangin fyri at siga sínar mein-
ingar bart út og at kalla lutirnar
við sínum rætta navni. Hetta
kundi stundum fella onkrum
fyri brósti, men aftur fyri kundi
tú verða vísur í, at tú visti, hvar
tú hevði hann, har var einki fals,
einki, ið varð krógvað undir
borðinum. Soleiðis var Anker,
og eg komi í hesum sambandi at
hugsa um orðatakið, ið sigur, at
tað, sum tú ikki vilt hoyra frá
tínum vinum, mást tú hoyra frá
tínum óvinum.
Eg minnist væl, fyrstu ferð, eg
sá Anker, mundi vera eini 8-9
ára gamal. Tað var eitt kvøldið,
eg kom heim, at eg sá Rosu
standa uttan fyri húsini undir
liðini á einum heldur høgum,
breiðvaksnum manni í yvir-
frakka og hatti. Ein hábærsligur
maður, ið hesin smádrongurin
alt fyri eitt fekk virðing fyri, ein
virðing, ið ikki gjørdist minni, tá
hann seinni, eftir at verða blivin
meira húsvandur í heiminum hjá
okkum, við hvørt plagdi at
koma á motorsúkklu. Eisini
minnist ein dagin nøkur ár
seinni, tá hann kom at biðja meg
hjálpa sær við onkrum í húsun-
um, sum hann tá var í ferð við at
byggja, hvussu stoltur eg gjørd-
ist av, at hann metti mína hjálp
verða verda at biða um.
Mong ár seinni, tá Anker aftan
á eitt langt tíðarskeið á sjónum,
legðist upp á land, gjørdust vit
báðir arbeiðsfelagar, og hetta er
annað av teimum báðum tíðar-
skeiðum, eg kom at kenna hann
serliga væl. Í hesum arbeiðinum
kom hann at ferðast nógv út til
tey ymsu arbeiðsplássini, og
hann gjørdist skjótt ein føst
mynd í tí dagliga virkseminum,
eitt slag av felagsnevnara fyri øll
arbeiðsplássini, sum ofta vóru
spjødd víða um. Arbeiðssamur
var hann sum fáur, vildi hava
arbeiðið frá hondini bæði skjótt
og brátt, onkur mundi halda
hann vera í so framfýsnan við
hvørt, tá hann hevði hug til at
hurta undir, um hann helt tað
ganga ov seint fyri seg. Men
mangan mundi Anker vera
hentur, tá okkurt væntaði, ella
amboð og tilfar skuldi flytast
ímillum, og ikki var altíð so
gott, um ikki fekst fatur á hon-
um, tí hann var upptikin aðra
staðni.
Tað seinna tíðaskeiðið, tá vit
báðir komu at hava eitt serligt
samband við hvønn annan, vóru
tey árini, tá hann saman við
Rosu tók sær so væl av mammu,
eftir at hon var blivin so veik, at
hon mátti hava onkran at verða
um seg. Tá vísti Anker sítt sanna
hjartalag, og ongantíð gloymi
eg, hvussu góður hann var við
hana, og tað tolsemi, hann sýndi
henni. Vit systkini koma altíð at
minnast Anker hetta við takk-
semi, at hann á henda hátt var
við til at lætta um hjá mammu,
tey seinastu árini, hon livdi, og
ikki minst hetta: at uppfylla
hennara stóra ynski um at kunna
verða verandi hjá einum av sín-
um børnum. Hesa tíðina fekk eg
mangt prátið við Anker, tá eg
støkk inn á gólvið, og nú aftaná
kennist tað, sum at tá kom eg
veruliga at kenna hansara trú-
festi og hjartagóðsku, eginleik-
ar, ið hann á ongan hátt royndi at
rósa sær av ella at gera sjónligar,
men tvørtur ímóti vildi gera so
lítið burturúr, sum gjørligt. Hesi
minnini liva, og tí brúkti Anker
lív sítt væl.
Nú okkara stutta summar er í
hondum, er Anker farin inn í
ævinleikan, har altíð er summar.
Hvíl í friði.
Kristian
Minningarorð um Anker Petersen
f. 18. februar 1926 - d. 14. mai 2003
Í sambandi við Sunda-
lagsstevuna sum verður í
Kollafirði komandi viku-
skifti skipa Kollafjarðar
Bátafelag og Kollafjarðar
Bjargingarfelag fyri báta-
stevnu í Kollafirði fríggja-
kvøldið 20 juni.
Stevnan byrjar kl. 20.00
við bátahylin við Sjógv.
Húsini hjá Kollafjarðar
Bátafelag og Kollafjarðar
Bjargingarfelag hava opið
við matsølu og øðrum. Kl.
22.00 verður stevnan sett
av Øssuri av Steinum, lær-
ara, í Kollafirði.
Frá kl. 23.00 til 04.00
verður dansur í teltinum
við bátahylin, har LM-
Band spæla, teir eru kendir
frá øðrum tiktøkum, t.d. tá
Bátafelagið í Havn skipa
fyri bryggjudansi í Vágs-
botni. Í samband við dansin
koyrir bussur úr Vágsbotni
kl. 23.00. Busstúrurin er
ókeypis, men dansibilettin
verður goldin í bussinum,
sum koyrir aftur í Vágsbotn
eftir dansin.
Bátastevna
í Kollafirði
fríggja-
kvøldið
Dagurin
19. juni. Gervasius, deyður í umleið 300. Gervasius og bróðirin Protasius vórðu
tiknir av døgum í Milano.
C
M
Y
K
9
8