Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 113 - 19. juni 2003 Nr. 113 - 19. juni 2003 11 Fullkomuliga óneyðuga støðan við hóttan um streymslit er nú av. Vit føroyingar kunnu gleðast um, at ein praktisk loysn er fingin á hesum trupulleika ikki vegna, men hóast okkara fíggjarmálaráðharra. Hvussu man enn pakkar tað inn í kreativari prosentrokning, so verður vøksturin hjá Maskinmeistarnum næstu tvey árini tað sama, ið sáttmálin, ið var undirskrivaður herfyri, men sum Karsten Hansen ikki vildi góðkenna. Hækkaninar av lønini verða akkurát somu tíð, sum ásett var í vrakaða sáttmálanum, so at árinið á inflatiónina, ið helst er tað, ið Karsten Hansen er eymur um, verður akkurát tað sama komandi tvey árini. Tað nýggja í semjuni, ið var gjørd er, at Maskinmeistarnir hjá SEV hava gingið við til tað, ið reint faktisk er ein lønarsteðgur í 4 mánaðir um tvey ár. Hetta er fyri at, Karsten kundi fáa sín prosent- vísa meðalvøkstur. Við tíðarvirðinum á pengum í huga, so hava Maskinmeistarnir, hóast hetta, trekt longra stráið, tí teir fáa eina stóra hækkan nú, og eina afturat um eitt knapt ár. Maskimeistarafelagið skal hava rós fyri at hava víst so góðan vilja við ikki bert einum, men tveimum neyð- semjuuppskotum. Teir hava helst hugsað praktiskt og hugt at alternativinum, ið var alt annað enn pent. Karsten Hansen megnaði ikki at loysa trupulleikan, hann sjálvur hevði skapt, og tí mátti Tingið kallast saman. Tað, ið man ikki hevði politiskt høvd til at loysa, mátti nú loysast við politiskum musklum. Lagt var upp til at leingja gamla sáttmálan, ið heldur ikki var góðkendur av Karsteni Hansen, og tosað var enntá um at senda fólkum rokning. Við hesari hóttan yvir høvdinum, so er tað ikki so løgið, at ein slík neyðsemja var gjørd, og eigur Maskinmeistarfelagið rós uppiborið fyri hesa loysn, og at teir hava funnið seg í alt annað enn góðu viðferðini frá landsins myndugleikum, hóast trupul- leikin lá aðrasteðs. Tað mest margháttliga við støðuni, har Karsten Hansen tvíheldur um sama miðalprosentvøkstur yvir eitt tíðar- skeið fyri maskinmeistarnar hjá SEV, sum fyri ar- beiðarfeløgini, er, at hann við hesum gevur øllum øðrum fakfeløgum argumentir í hondina fyri at krevja sama prosentvísa vøkstur sum arbeiðarafeløgini. Hetta er í andsøgn við tað, hann sjálvur áður hevur sagt um, at tað ikki er sjálvsagt, at øll fakfeløg fáa sama prosentvísa lønarhækkan. Eftirspurningur, starvstrygd, samfelags- bygnaður og annað eiga sjálvandi at verða faktorar, ið ávirka samráðingarnar. Eisini eigur at verða borið so í bandi, at gjógvin millum láglønt og hálønt ikki verður ov stór. Tó má man ikki verða so dogmatiskur, at variatiónir ikki kunnu verða millum ymsar sáttmálar, tí tað vilja altíð verða ymisk viðurskifti ymisk ár fyri ymisk fakfeløg. Okkum tørvar eitt generelt kjak um, hvørjir faktorar spæla inn í lønarspurningar og hvat fyri samfelag, man ynskir. Eitt slíkt kjak krevur eitt opið sinni hjá øllum pørtum og eina politiska leiðslu, ið hevur hugflog og innlit í slík ting. Kanska hetta verður møguligt eftir næsta val. DAGSINS MEINING Sosialurin Tá politiska høvdið ikki røkkur, mugu politiskir musklar til VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jan Christiansen Borgarstjóri Eg má siga, at ein gjørdist rættuliga skakkur, tá Beate L. Samulesen fyri opnum skermi í Dagi og Viku fríggjakvøldið tosaði um ætlaðu byggingina av eldraíbúðum í Tórshavn. Beate er formaður í sosialu nevnd í býráðnum. Hon er í meirilutanum í býráðnum og er vald fyri sambands- flokkin. Beate segði, at býráðs- limir, væl at merka allir uttan hon sjálv, bert hugs- aðu um asfalt, vegir, havna- løg og líknandi, og at tá talan var um tey "bleytu" virðini, stóð hon einsamøll. Har var einki "forstáilsi" at finna frá hinum býráðslim- unum. Slík ósannindi eru tíbetur ikki vanlig, og tá slett ikki frá einum samgongufelagi, sum er í meirilutanum, og sostatt beinleiðis hevur verið við til at leggja fíggj- arætlanina fyri kommun- una. Eg kann bara koma til tvær niðurstøður, hví Beate úttalar seg, sum hon gjørdi í SVF. 1. At hon veit als ikki, hvat hon tosar um. Tvs. hon fylgir ikki við, hvat hon sjálv hevur sam- tykt, og at hon uttan himpr sleingir um seg við beinleiðis ósann- indum, av tí at hon ikki veit betur. 2. At hon er byrja uppá valstríðið til komandi býráðsval, og at hon niðurger sínar egnu samgongulimir og po- litisku partamenn fyri sjálv at koma framat. Báðir av omanfyri nevndu møguleikum eru ikki til sóma fyri Beatu, og vónandi er eisin ein triði møguleiki, sum eg ikki kann koma til hugs. Fyri at afturvísa útsagn- ini hjá Beatu, skal eg bert vísa á, hvussu íløgurnar fyri 2003 síggja út. Hesar íløgur eru samtyktar av Tórshavnar Býráð, eisini av Beatu L. Samuelsen. Ein og hvør kann so hava eina meining, um tey bleytu virðini eru høgt nokk pri- oriterað á verandi fíggjar- ætlan, men tú skalt leita minst tjúgu ella tríati ár aftur í tíðina fyri at finna eina fíggjarætlan, har tey bleytu virðini eru sett so ovarliga á ynskilistanum hjá okkum politikarum. Av íløgum uppá 87 mió. kr. (Rundað tøl) eru 58.4 mio.kr. sett av til tey so- kallaðu bleytu virðini. Tølini vísa, at vit í ár hava sett 67 % av íløgunum til tað "bleyta", ímeðan tað "harða" bert hevur fingið 33%. Áhugavert kundi verið, um Beate kundi víst á nakað undanfarið býráð, sum hevur verið í nær- heitini av at hava sett so stóran part av íløgunum til júst tey bleytu virðini. Lat meg enda við, at tað er sera hugstoytandi at verða soleiðis viðfarin av einum samgongupartnara. Verri má kenslan verða hjá Beatu´sa partamonnum, so- leiðis at fáa knívin í ryggin, best sum ein veruliga royn- ir at loysa nøkur sera átrokandi kommunal mál, har sum sambandsflokk- urin hevur formannin í nevndumum. Beate og tey bleytu virðini Byggibúning, útstykkingar o.a. 0,5 mió. kr. Vegir 12.0 mió. kr. Kloakkir 2.0 mió. kr Renovatión 8.0 mió. kr Sløkkiliðið/verkstaðið 3.3 mió. kr Kirkjugarðar 1.0 mió. kr Fríðkan av býnum 1.0 mió. kr. Ítróttur og frítíðarvirksemi 0.5 mió. kr. Barnaansing 39,0 mió. kr. Skúlar 12.5 mió. kr. Eldrarøkt * 6.8 mió. kr Íløgur í alt 86.7 mió. kr. * Eldrarøkt er eitt 100 % landsmál Á Sundalagstevnuni, sum verður hildin næsta viku- skifti verður ein heldur øðrvísi kapping, ein gongu- kapping frá Royndarstøðini í Kollfjarðadali niðan á Sátuna. Hetta er ein túrur, sum vanliga tekur umleið ein tíma, men kann gerast væl skjótari. Lendið er gott at ganga í, ikki so øgiliga bratt, og leiðin verður væl avmerkt, soleiðis at eingin kann villast. Harumframt standa fólk á leiðini niðan at ansa eftir. Vit vilja eggja seyða- monnum, ítróttarfólki og gongufólki til at taka kappingina upp, men vóna eisini at nógv onnur, sum ikki eru so skjót á fótum fara at luttaka, tí hesin túrurin er ikki so torførur at ganga. Tað er jú altíð sálarbót at sleppa í hagan, og fyri tey, sum ikki hætta sær undir allan teinin, hava vit gjørt ein minni túr niðan á Skælingstjørn Byrjað og endað verður við Royndarstøðina, har málið er. Allir luttakarar fáa skreytblað. Steyp og heiðursmerki verða latin til skjótastu kvinnurnar og skjótastu menninar. Tilmelding verður á Royndarstøðini áðren kappingina. Byrjað verður sunnudagin kl. 14,00. Sundalagstevnan 20-22 juni 2003 Gongukapping niðan á Sátuna Árni Rein Góða Beata. »Jeg har i dag læst Deres uhøjtidelige brev« um byggimálið í Vallalíð. Undirritaði er nærmasti granni til umrødda byggi- øki. Umframt at vera havnar- maður og tjóðveldismaður, so havi eg saman við grannunum roynt at fingið meirilutan í Tórshavnar Býráð til at hildið sínar EGNU samtyktir. Í staðin fyri at lurta og møguliga hjálpa okkum, hevur meiri- lutin valt at fara í stríð við sínar egnu borgarar. Tað minsta, ið ein kann krevja av tær, er, at tá tú endiliga kemur undan kavi, er at tú heldur teg til sann- leikan. Í staðin velur tú at vaska tínar hendur við at kasta lort eftir Oljumálastýrin- um, landsins leiðslu og grannunum. Tú veit væl, at tú sum formaður í sosialu nevnd hevur eina stóra ábyrgd av, at hetta mál er endað, sum tað er. Sosiala nevnd tók okkara vegna eina almenna uppgávu uppá seg, har ætlanin var at gera eitt heim til minnisveik. Alt gott um tað. Men tit tóku eisini av tí dýrastu loysnini. Minnist meg rætt komu fýra tilboð inn til at gera nevnda byggjarí. Tykkara loysn kostaði uml. 16 mill. kr. meðan tann bíligasta loysn- in kostaði uml. 10 mill. kr. Tit valdu at leggja heimið í Vallalíð. Mær vitandi var trøðin nevnd Madsa trøð. Tit hava so uttan iva fingið at vita frá fyrisitingini, at alt var í lagi til at byggja. Men so var ikki. Fyrisiting- in hevur als ikki gjørt sítt arbeiði til lítar. Síggi nú í fjølmiðlunum, at tit hava sett nýggjan býararkitekt. Fái samstund- is at vita, at hesin nú í eina tíð hevur arbeitt við byggi- planlegging í kommununi. Eg meini tað. Tú sum gomul havnar- kvinna, og altíð væl samfe- lagsorienterað, átti at vitað, at økið ið byggjast skuldi á, var lagt av sum fríøki. Tú eigur at minnast longu taluna hjá Ólavi Michelsen, sála, tá ein geiri frá J. Paturssonargøtu niðan til Marknagilsvegin á býráðsfundi varð avlagdur til fríøki. Tú átti eisini at vitað, at P/F Wenzel Peter- sen keypti trøðna frá Mads spinnaranum. Tú átti eisini at vitað, at P/F Wenzel Pet- ersen royndi at fáa byggi- loyvi á trøðni til maskin- verkstað. Eisini kann eg fortelja tær, at táverandi stjórin hjá W.P. Hjalgrím Hentze søkti um at byggja sær og sínum sethús á trøðni. Báðar umsóknirnar vóru noktaðar við tí grund- geving, at byggjast kundi ikki á fríøki. Tú átti eisini at vitað, at P/F W.P. noyddi Tórshavnar kommunu at keypa økið í 1986, tí ognin, sum so, onki virði hevði fyri fyritøkuna, av tí at ognin var fríøki. Harumframt eigur tú at vita, at E. Thomasen búði í einum smáum húsum á trøðni í nógv ár. Eg kann fortelja tær, at E.T. spurdi kommununa um loyvi til at byggja sær hjall, og at fáa koyriveg til sethúsini. Men hetta varð honum noktað, av tí at økið var fríøki. Stutt eftir at E.T. var deyður, var vegur gjørdur til sethúsini, húsini tikin niður og síðan vóru eini stór sethús bygd á fríøkin- um. Hetta undraði meg sum granna, men valdi ikki at gera nakað við hetta mál, orsakað av, at hetta vóru privatfólk. Um tú ikki veit tað omanfyri nevnda, so veit eg, at partamaður tín í Sosialu nevnd, Heðin Mort- ensen, ið hevur verið bý- ráðslimur í 30 ár, ið eisini lærdi í smiðjuni hjá W.P. veit alt um hesi viðurskifti. Tórshavnar kommuna hevur sum so fingið fatur á einum øki, ið privat ikki kundu byggja á, men 10 ár seinni kunna onnur og nú kommunan byggja, uttan nøkur broyting er gjørd fyri økið. Hetta kalli eg ikki fyri góðan moral. Tú tosar um moral. Ikki haldi eg, at tín moralur er á einum serliga høgum støði, tá tú ístaðin fyri at siga sannleikan, miskunnar okk- um borgarar. Borgmeistarin, og nú tú, brúka fjølmiðlarnar, eftir mínum tykki, til at seta aðrar borgarar og felags- skapir upp ímóti okkum grannum. Mín metan er, at hetta er gjørt tilvitað og í óndari trúgv. Hetta, sum eg her havi nevnt, er mín meining, og tað, sum eg minnist, og sum eg havi spurt fólk um. Tí valdu vit grannar um at søkja Tórshavnar Býráð um skjalainnlit, so vit kundu fáa greitt at vita, um vit mintust skeivt ella høvdu fingið skeivar upp- lýsingar. Vit fingu eitt sokallað skjalainnlit. Hesi vóru als ikki nøktandi, so vit bóðu um meir. Men hvat hendi, kommunan kann als ikki finna nøkur viðkomandi skjøl??? Eg veit, at síðan vit bóðu um skjalainnlit 17. des. 2002, so hava tit funn- ið viðkomandi skjøl, men vit hava so ikki sæð hesi enn. Ístaðin fyri at hjálpa grannunum, og harvið tykkum sjálvum, velja tit at trýsta tykkara ígjøgnum. Tá var einasti møguleiki hjá okkum at kæra tykkara byggimál. Vit grannar hava víst tolsemi og góðan vilja til at loysa málið. Nú leggur tú grannarnar undir avtalubrot. Hetta er álvarsamt. Tú fortelur Før- oya fólki, at tú var við til at samtykkja, at lækka nevnda bygning 1,5 m, og harvið átaka tykkum eina meirút- reiðslu á 1 mill. kr. eftir semju við grannarnar. Hetta er ikki satt. Undir- ritaði hevði saman við grannum verið á tveimum fundum saman við borg- meistaranum. Á tí eina fundinum var Schumann Hjaltalin við. Borgmeist- arin hevði lagt tvey uppskot fyri okkum, fyrst at lækka bygningin við 0,70 m og síðan 1,5 m. Bæði upp- skotini vórðu blankt avvíst. Hetta bara tí, at vit hildu fast við at byggjaríið var ólógligt. Um vit gjørdu semju við borgmeistaran, so vóru vit eisini samsek í broti í byggisamtyktini. Hetta fekk borgmeistarin eisini at vita. Eg var sjálvur á býráðs- fundi hin 30. jan. í ár, har meirilutin játtaði 800.000 kr. til nevndu lækking. Bý- ráðsformaðurin, Jan C. greiddi frá, áðrenn at- kvøðugreiðsluna, at fyri- sitingarlógin ikki var hildin í hesum máli, grannarnir vóru ikki kunnaðir, og at bygt var á fríøki. Hóast hesa kunning, tók tú ikki orðið, men atkvøddi fyri eykajáttanini. Eftir fundin handaði undirritaði Jan C. eitt skriv, harí eg blankt avvísti, at nøkur semja var gjørd millum grannarnar og bý- ráðið um at lækka nevnda bygning. Tú gloymir at siga frá, at meirilutin eisini var í ferð við at byggja ein barnagarð í sama øki til 180 børn. Tú roynir at siga, at vit grannar eru ímóti teimum minnisveiku. Tú veit, at so er ikki. Tú veit eisini, at ein av okkara góðu grannum er Heimið í Skrivaragøtu. Tú veit eisini, at eitt nýtt heim er opnað í Torfinnsgøtu. Tú tosar eisini um »rúm«. Sjálvur eri eg ikki arkitektur ella politikari, men um ætlanin við A1 økinum var, sum tit ynskja tað í hesum førinum, so var økið sett ístaðin fyri »rúm«. Eg kjann bara siga tær eitt, at eg havi búð í einum sethúsaøki knapt 20 ár. Um tú og tín samgonga fær vald, so búgvi eg í einum stovnsøki uttan at vera kunnaður um hetta á lóg- ligan hátt. Mín familja gjørdi eina stóra íløgu í eini sethús í einum sethúsaøki. Hvar er nú okkara rættartrygd? Veruleikin er tann, at tit í meirilutanum hava greitt brotið byggisamtyktina fyri Tórshavnar Kommunu. Ístaðin fyri at góðtaka hetta, velja tit enn at berjast ímóti veruleikanum. Tú sjálv goymir teg aftan fyri tín góða moral og so »góða mamma, tað var ikki eg.« Vónandi verður Sosiala nevnd ikki aftur byggiharri her í býnum. Tú leggur eftir landsins myndugleikum. Spurning- urin er bara, um tit ikki hava fingið tað almenna, at játta helvtina av kostnaðin- um, uppá skeivar fortreytir. Tit hava ikki sagt sannleik- an fyri myndugleikunum, men tit hava fyribils mót- tikið 2,7 mill. kr. frá hesum. Var tað nakar, ið tosaði um moral? Tú roynir eisini at tosa um ta fíggjarligu ábyrgd- ina. Eitt kann eg siga tær, at um tit ikki fáa endaligt byggiloyvi til tey minnis- veiku í Vallalíð, so hava tit í meirilutanum álagt okkum borgarum eina eykaút- reiðslu uppá 10-12 mill. kr. Hvør skal tá ábyrgdast? Sjálvandi tit í meirilutan- um. Eg trúgvi ikki, at Olju- málastýrið fer at góðtaka tykkara broytingaruppskot. Ein kann ikki broyta alla byggisamtyktina fyri Tórs- havnar Kommunu, bert út frá einum byggimáli. Tá verður í hvussu so er, lítil ella ongin munur á A1 og A3 øki. Um so verður, vil eg meta, at okkara rættartrygd er fokin. Eitt gott ráð: Halt teg til sannleikan, kosta hvat tað kosta vil. P.S: Tað harmar meg per- sónliga, at Jan møguliga hevur mist sítt politiska lív framyvir, bara tí, at hann var so bláoygdur, at hann uttan himpr fór at verja mistøkini hjá tær og Heðin Mortensen. Beata og súpuskeiðin Í hesi vikuni kemur tann fyrsti bókling- urin í eini røð um fiskivinnu í breiðari merking, sum er fyrsta stigið á leiðini at fara undir útgávu av heftum, sum veita kunnleika og upp- lýsingar um høvuðs- vinnuna. TÍÐINDASKRIV Tað er Gunvør Hoydal, sum hevur fingið hugskotið at fara undir at gera tilfar um føroyska fiskivinnu í einum líki, so øll kunnu skilja tað. Verkætlanin ber heiti "KELV", og er stuðlað av Fiskivinnuroyndum 2002 fyri at fáa gongd á arbeiðið. Ætlanin er at geva út eina røð av heftum, sum verða skipað í 10 ymsar partar. Ein partur fer t.d. at snúgva seg um fiskifrøði og ein annar um aling. Tað fyrsta heftið, sum kemur í vikuni, er skipað undir partinum um vistfrøði, og fer at snúgva seg um grundar- lagið fyri fiskaríkidømin- um í havinum. Tilfarið er serliga ætlað fólki, sum hava áhuga fyri havum- hvørvinum í einum at- komiligum líki. Men tað skal eisini kunna brúkast sum undirvísingartilfar á miðnámsstigi og í fólka- skúlanum. Tað finst nógv tilfar á føroyskum um fiskivinnu, men ofta er tað skrivað av serkønum til onnur serkøn. Tí er ætlanin við hesi nðggju røðini at umskriva tilfarið soleiðis, at øll kunnu lesa tað. Tað fyrsta heftið verður sent skipum, skúlum, feløgum, virkjum o.ø. Heftið fæst eisini til keyps í bókabúðunum kring landið. Heiti og uppbygging Heitið á verkætlanini er Kelv, og hvørt høvuðsøki, sum tilfarið er bðtt sundur í, verður merkt við einum bókstavi. Høvuðsøkini fáa eisini sín egna lit: reytt, grønt, blátt, gult, grátt o.s.fr. Tey einstøku heftini fáa hvørt sítt tal, og tey kallast Kelvingar. Eitt bú- merki verður uttan á hvørjum kelvingi. Hví "KELV"? Kelv er felagsheiti fyri yngulin hjá fleiri bólkum av ryggleysum djórum, so sum krabbadjórum, lindjór- um, tindadjórum, hvalspýggjum og øðrum. Tað er smátt, men nógv er til av tí. Nógv verður etið, men nðtt kemur í staðin. Samanberingin við hesa nðggju verkætlanina er, at tilfarið lættliga kann "tak- ast inn", "sodna" og verða grundar-lag fyri, at hav- tilfeingið verður gagnnýtt á skilabesta hátt. Tað, sum ikki kann nýtast, verður koyrt út sum skarn, sum síðani kann umgerast og koma aftur í øðrum líki. Ein ritstjórn er sett at skipa útgávuna av heftun- um. Í stjórnini eru: Gunvør Hoydal, Thomas Arabo, Martin Joensen, Jákup Andreasen og Valdemar Dalsgaard. Nú kunnu øll skilja føroyska fiskivinnu VIÐMERKINGAR C M Y K 11 10