hósdagur 19. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 113 - 19. juni 2003
Nr. 113 - 19. juni 2003
13
TÍÐINDASKRIV
Heimarøktin
verður
víðkað til at fevna um
samdøgursrøkt. Hendan
ætlanin er partur av
stavnhaldinum hjá sit-
andi samgongu, og nú
verður farið frá orði til
gerð.
Landsstðrismaðurin í
almannamálum, Páll á
Reynatúgvu, hevur av-
gjørt at seta á stovn
samdøgursrøkt, sum um
stutta tíð verður partur
av teimum tilboðum, ið
verandi Heimarøkt kann
veita.
Umframt samdøgurs-
røktina verður økisterapi
eisini at finna millum
tænastutilboðini
hjá
Heimarøktini í næstum.
Samdøgursrøkt
Í dag kunnu okkara
eldru og onnur við tørvi
á hjálp fáa vitjan av
Heimarøktini um dagin
og um kvøldið. At eingin
hjálp fæst um náttina
man vera til miklan
ampa fyri nógv fólk,
bæði tey eldru og teirra
avvarðandi, sum mugu
liva við tilvitanini um, at
næturnar eru merktar av
ótryggleika.
Við teirri komandi
samdøgursrøktini vónar
landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, at hesin
ótryggleikin fæst burtur
við tað, at okkara eldru
kunnu koma í samband
við fólk við heilsu-út-
búgving alt samdøgrið.
Samdøgursrøktin fer
at gera umstøðurnar hjá
heimabúgvandi
eldri
fólki tryggari, og fer
eisini at geva teimum,
sum hava tørv á røkt alt
samdøgrið, ein møgu-
leika at velja at verða
heima heldur enn at vera
á stovni.
Økisterapi
Økisterapi skal setast í
verk í teimum 6 heima-
røktarøkjunum
kring
landið. Talan verður um
ergo- ella fysioterapeut-
ar, sum fáa í uppgávu at
skipa fyri uppvenjing og
framhaldandi at røkja
vunnan
førleika
hjá
teimum, sum einhvørs-
vegna tørva viðgerð,
eftirviðgerð ella fyri-
byrgjandi tiltøk. Ætlanin
er eisini, at økisterapeut-
arnir fáa týdningarmikl-
an leiklut í nýskipanini
av hjálpartólaøkinum.
At Heimarøktin verð-
ur styrkt við fysio- og
ergoterapeutum, merkir
eina munandi betraða
tænastu til borgaran. Við
hvørjum
einstøkum
brúkara í huga skulu
økisterapeutarnir betra
um møguleikarnar hjá
fólki at vera verðandi í
egnum heimi, tá heilsan
bilar teimum. Eisini
skulu økisterapeutarnir
virka sum millumlið
millum sjúkrahús og
heim, tá ein sjúklingur
er útskrivaður av sjúkra-
húsi.
Tað slepst soleiðis
undan
óneyðugt
at
leggja fólk inn av nýggj-
um
til
eftirviðgerð.
Økisterapeutarnir geva
ráð og fyribyrgjandi
viðgerð, antin heima hjá
sjúklingunum ella aðra-
staðni í nærumhvørvin-
um.
Sum longst í egnum
heimi
Ynski hjá nógvum eldri
fólki um at vera sum
longst í egnum heimi er
ein av orsøkinum til, at
landsstðrismaðurin í al-
mannamálum
hevur
gjørt av at styrkja tæn-
astuútboðið frá Heima-
røktini við økisterapi og
samdøgursrøkt. ”Summi
av okkara eldru halda
seg kanska ikki til at
búgva fyri seg sjálvi, og
onnur kunnu vera ov illa
fyri likamliga til at vera
einsamøll undir lonini.
Við møguleika at fáa
røkt alt samdøgrið verða
umstøðurnar hjá teimum
tryggari”, sigur Páll á
Reynatúgvu, landsstýr-
ismaður í almannamál-
um.
Lýsingarnar
eftir
starvsfólki
koma
í
bløðini fyrst í næstu
viku, og so skuldi ikki
long tíð gingið, áðrenn
Heimarøktin fer í holt
við at veita hesi tilboð til
allar borgarar í Føroy-
um.
Heimarøktin styrkjast
við samdøgursrøkt og
økisterapi
Pól á Kletti
blaðmaður
Baksíðuteigur Dimmalætt-
ingar, Hinvegin, er – sum
navnið sigur – ein stutt-
orðað øðrvísi hugsan um
dagsins viðurskifti ymsar
vegir. Í so máta átti við-
merking mín viðv. val-
dømisskipanini
ikki
at
staðið í hesum teigi, men í
kjak-
og
meiningateigi
Dimmalættingar. Tí hon
viðmælti sjónarmiðinum
hjá Jákup Sverra Kass um
at skipa Føroyar sum eitt
valdømi.
Síðani havi eg fingið eitt
aftursvar frá Jógvani við
Keldu,
løgtingsmanni,
Klaksvík. Hann biður meg
svara seks spurningum frá
sær. Tað fari eg ikki at gera
– ið hvussu er ikki sum
hann biður. Í fyrra lagi tí, at
eg í viðmerkingum mínum
ikki nevndi nakað ávíst øki
í landinum, tá eg umrøddi
heimabeitispolitikk og ør-
vitisprojekt, men nevndi
viðurskiftini í síni heild. Í
øðrum lagi tí, at eg haldi, at
tal- og valkøn og búskapar-
køn kunnu svara mongum
av hasum spurningunum
betur enn eg. Og haraftrat
fyrikoma
spurningarnir
mær sum ein avhoyring. At
eg skal standa skúlarætt.
Tað ætli eg mær ikki.
Men eg skal í stuttum
lýsa støðu mína gjøllari.
Fyrst valdømisskipanin:
Vit eru einki millióna-
samfelag, men einans uml.
48.000 fólk. Tess færri vit
eru, tess meiri áneyðir eru,
at vit standa saman og lyfta
í felag. Eitt valdømi hevði
sjóðað okkum meira saman
sum fólk. Sigi fyri meg, at
eg – hóast eg búgvi í Havn
– nógv heldur hevði valt
ein skilagóðan klaksvíking
á ting enn ein minni skila-
góðan havnarmann. Tað er
kapasiteturin í knokkinum
og hegnið at reka politikk,
ið umræður. Tað var Janus
skald Djurhuus, sum eina-
ferð tók soleiðis til, at
Føroyar vóru ikki eitt land,
men seytjan oyggjar, hvør
móti aðrari. Og á oyggj-
unum vóru tað aftur komm-
unurnar, bygdirnar og bý-
lingarnir, sum sínámillum
stríddust og royndu at
krøkja hvør til sín. Talað
varð aldrin um føroyingar í
síni heild. Slíkt skapar
sundurlyndi. Kommunu-
samanleggingin nú er eitt
stig á leiðini at koma
hesum sundurlyndi til lívs.
Næsta stigið eigur at verða
valdømini.
Og hvat útbygging í
samfelagnum
viðvíkur
kann eg siga, at hon eigur at
verða raðfest samsvarandi
kostnaðarnyttukanningum
og samfelagsbúskapinum í
síni heild. Vit hava uppliv-
að – enntá í sváru kreppuni
fyrra helming av 1990-
árunum tá føroyska samfe-
lagið ók á knøunum – at
tingmaður/menn í ávísum
valdømi hóttu við sam-
gongusliti, um ikki ávís
kostnaðarmikil berghols-
ætlan varð sett í verk.
Er skil í hesum, at ávísir
tingmenn skulu sleppa at
trumfa sítt ígjøgnum sam-
stundis sum øll hini skulu
spenna lívreimarnar?
Í góðum tíðum er gaman
í at rista breiðar álir. Eg
ivist ikki í, at bæði undir-
sjóvartunnilin millum Vág-
ar og Streymoy og ein
komandi millum Eysturoy
og Norðoyar fer at skapa
trivnað í hesum økjum, tí
talan er um øki, har nógv
vinnuvirksemi er framman-
undan. Men vit hava sæð
milliónaupphæddir blak-
aðar burtur til onga nyttu.
Til projekt, sum ein helt
fóru at geva mennandi
úrslit, men ikki gjørdu tað.
Í tveimum førum er talan
um avtofting.
Valdømi, útbyggingar o.a.
Ein viðmerking til Jógvan við Keldu
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Norðoya Fornminnafelag
Skótaliðini í Klaksvík
Aftur í ár, fimtanda árið á
rað, verður miðsummar-
haldið ”náttúran og menn-
iskja” í Klaksvík. Haldið
verður nú leygardagin 21.
juni, og eru tað skótaliðini í
Klaksvík og Norðoya Forn-
minnafelag, sum skipa fyri
tiltakinum við stuðli frá
Klaksvíkar kommunu.
Sum vanligt tendra skót-
arnir eldarnar kl. 14 í
Grøvini, har høvi verður
hjá børnum og vaksnum at
hugna sær til kvøldið
kemur. Kl. 19 verður mið-
summarrøðan, og í ár
verður tað Jórun Høgnesen,
mentanarnevndarformaður
í Klaksvíkar bðráð, ið
kemur at halda røðuna.
Eisini verður sungið úr
sangheftinum við stuðli frá
Hans Michael Christiansen
og øðrum. Aftaná tendra
skótarnir bál niðri í fjøruni.
Sum siður er verður at
enda farið ein gongutúr út í
náttúruna. Í ár er ætlanin at
ganga úr Grøvini niðan á
Myrkjanoyarfjall,
sum
skuldi verið ein hampuliga
lættur túrur hjá teimum
flestu.
Veðurvánirnar
fyri
leygardagin eru hampuliga
góðar, útnyðringur við sól,
9-11 stig, lítil vindur og
kanska okkurt æl, so veðrið
til at halda tiltakið verður
ivaleyst gott.
Vælkomin
til
mið-
summarhaldið í Klaksvík.
Miðsummarhald í Klaksvík
TÍÐINDASKRIV
frá Gøtu Sløkkiliði
Tann 16. juni kl. 6 um
kvøldið var hildin ein
ófráboðað venjing í Gøtu.
Sløkkiliðsleiðslan
hevði
fyrireikað eina hending á
Gøtu Fiskavirki, har nøkur
starvsfólk vóru komin til
skaða. Kl 17.58 kom frá-
boðan um hendingina inn
til alarmsentralin og eitt
lítið bil eftir hetta hevði
manningin hjá sløkkiliðun-
um í Gøtu, Lorvík og
Fuglafirði fingið boðini.
Alarmeringin gekk væl, og
boðini sum manningarnar
fingu vóru skillig og greið.
Manningin greiddi upp-
gávuna
undir
"kønari
leiðslu" av brunaumsjónar-
manninum Sørini Djur-
huus. Tá venjingin var av
møttist manningarnar sam-
an við politinum og bruna-
umsjónini á brandstøðini til
ein kaffimunn og fyri at
gera eina sokallaða eftir-
meting. Samanum tikið var
semja um, at endamálið við
tiltakinum hevði eydnast,
og at tað er mennandi at
hava venjingar av og á, -
eisini at hava smáar venj-
ingar sum hesa.
Sløkkiliðsleiðslan takkar
við hesum øllum teimum
luttakandi.
Sløkkiliðsvenjing í Gøtu
TÍÐINDASKRIV
Fríggjakvøldið 20. juni
verður rockkonsert við
bólkunum
Gestir
og
Makrel. Dyrnar lata upp kl.
22. Kostnaður 80 kr (limir í
Grót 50 kr).
Prix vinnararnir Gestir
vóru bodnir at spæla á Nibe
Festival í Norður-Jyllandi
27 juni, og í tí sambandi
hava teir gjørt nokkso fitt
av nýggjum tilfari. Nú
verður høvi hjá føroyingum
at fáa ein lítlan forsmakk í
Losjuni.
Makrel góvu út fløguna
"Makrel Stinkar" herfyri og
bæði Gestir og Makrel eru
aktuellir á nýggju "Prix
Krem" fløguni.
Tað er Tónleikasamtakið
Grót ið skipar fyri.
Rock konsert í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið
Ávaringin er ógildað.
Ta avleiðingina hevur
rektarin á Fróð-
skaparsetri Føroya
tikið, eftir at Menta-
málaráðið kolldømdi
álvarsligu ávaringina,
sum setursráðið gav
Jógvani Mørkøre,
adjunkti, tí hann
úttalaði seg kritiskt
um sonevndu Menas-
frágreiðingina
SETRIÐ
Ingi Rasmussen
– Vit hava tikið niðurstøð-
una hjá Mentamálaráðnum
til eftirtektar og hava gjørt,
sum vit eru biðin um, sigur
Malan Marnersdóttir, rekt-
ari á Fróðskaparsetri Før-
oya.
Sostatt er álvarsliga ávar-
ingin, sum samfelagsfrøð-
ingurin Jógvan Mørkøre
fekk fyri at úttala seg um
viðurskifti á Fróðskap-
arsetrinum, ógildað.
Sum Sosialurin skrivaði í
gjár, so er Mentamálaráðið
komið til ta niðurstøðu, at
ein ávaring, sum Jógvan
Mørkøre,
adjunktur
á
Søgu- og samfelagsdeild-
ini, fekk frá setursráðnum
hin 22. februar í fjør, varð
givin á skeivum grundar-
lagi.
Jógvan
Mørkøre
tók
blaðið frá munninum í sam-
bandi við sokallaðu Menas-
frágreiðingina, sum varð
reist sum fyrispurningur í
Løgtinginum. Kanningin
skuldi útgreina avleiðing-
arnar av einari føroyskari
oljuvinnu og var fíggjað av
BP. Jógvan Mørkøre fanst
at tilgongdini til verkætl-
anina og helt ikki, at tað
sømdi Fróðskaparsetrinum
at leggja navn til frágreið-
ingina, sum spurdist burtur-
úr.
Orðini tók setursráðið so
illa upp, at Jógvan Mørkøre
fekk eina ávaring og varð
biðin um ikki at úttala seg
meira í málinum. Tað fær
Mentamálaráðið at siga í
sínari niðurstøðu, sum er
fráboðað 5. mai 2003, at
hansara framsøgufrælsið er
skert í óneyðugan mun í
málinum. Harafturat vóru
fleiri málsviðgerðarfeilir
framdir, tá hann fekk ávar-
ingina, og tí varð hon ó-
gildað.
Malan
Marnersdóttir,
rektari, sum var burtur-
stadd, tá Sosialurin fekk
orðið á hana, sigur seg ikki
hava pappírini framman
fyri sær, men hon heldur
ikki, at skerda talufrælsið
er høvuðsboðskapurin í
niðurstøðuni hjá Menta-
málaráðnum.
– Í høvuðsheitum hava
vit fingið at vita, at manna-
gongdin ikki var røtt í
málinum, og tí hava vit
fingið eina átalu, og hana
hava vit tikið til eftirtektar,
sigur Malan Marnersdóttir.
Spurd, um tað fær nakrar
avleiðingar, at framferðin
hjá rektara og setursráði
ikki varð røtt, tá ávaringin
fall, sigur hon:
– Fróðskaparsetrið leggur
seg altíð eftir at fylgja gald-
andi mannagongdum, men
kortini hendir tað, at tað
gleppur, og tað hava vit so
rættað, sigur Malan Marn-
ersdóttir.
Sambært rektaranum er
sjógvurin slættaður. Sam-
starvið við Mentamálaráðið
er gott, sigur hon, og tað
sama er galdandi innan-
hýsis á Setrinum.
Rektarin:
Ábreiðsla tikin
til eftirtektar
Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur ógildað ávaringina, sum Jógvan
Mørkøre fekk fyri at geva fólkum uttan fyri Setrið innlit í ivasama vísindaliga arbeiðið við
Menas-frágreiðingini
Mynd: Jens K. Vang
Partafelagið Atlantic
Seafarm, ið rekur
sjógvalibrúk í Suður-
oy, hevur fingið
nýggja leiðslu, sum
arbeiðir við at um-
skipa virksemið og
útvega fyritøkuni
nýggjan kapital
TÍÐINDASKRIV
Á eykaaðalfundi í P/F
Atlantic Seafarm fríggja-
dagin 13. juni 2003 er
avgerð tikin um at fremja
broytingar í leiðsluni hjá
fyritøkuni.
Christian Andreasen og
Kári Nielsen eru nýggir
nevndarlimir. Heri Hjelm
heldur fram sum nevndar-
limur,
meðan
Gudmun
Strømsnes og Amy Bech
eru farin úr nevndini. Amy
Bech var nevndarformaður.
Nýggja nevndin er ein
fyribilsnevnd, og hon hevur
skipað seg við Christiani
Andreasen sum formanni.
Stjórin hjá P/F Atlantic
Seafarm, Heri Hjelm, er
farin frá. Kortini ynskir
hann framvegis at vera
partur av fyritøkuni, og tí er
hann framhaldandi við í
nevndini. Sum fyribilsstjóri
er settur Páll Leo úr Vági.
P/F
Hovsá
og
P/F
Suðurlaks eru knýtt at
virkseminum
hjá
P/F
Atlantic Seafarm. Nevndin
í P/F Hovsá er farin frá og
er nú mannað við somu
fólkum sum nevndin í P/F
Atlantic Seafarm. Í P/F
Suðurlaks, har slaktið fer
fram, eru øll starvsfólk
søgd upp til 1. juli. Arbeitt
verður í løtuni við at fá
gongd aftur á sláturvirk-
semið í Vági. Væntandi fer
virksemið í gongd aftur á
virkinum um mánaðarskifti
juni/juli.
Prísgongdin á marknað-
inum hevur saman við ILA-
sjúkuni elvt til kreppu í
føroysku alivinnuni sum
heild, og tað hevur eisini
sett sítt merki á virksemið
hjá P/F Atlantic Seafarm, ið
rekur sjógvalibrúk í Suður-
oy. Stór tap eru staðfest, og
eginpeingurin er burtur.
Henda støða er høvuðs-
orsøkin til, at broytingar nú
eru gjørdar í P/F Atlantic
Seafarm.
Høvuðsuppgávan
hjá
nýggju leiðsluni er at
endurskipa virksemið og
royna at útvega fyritøkuni
nýggjan kapital til tess, at
virksemið skal halda fram.
Nýggja nevndin er farin
til verka, og starvsfólkini
hjá P/F Atlantic Seafarm,
P/F Hovsá og P/F Suður-
laks eru kunnað um støð-
una og broytingarnar í
fyritøkuni.
Tíðindaskrivið er undir-
skrivað
av
Christian
Andreasen,
nevndarfor-
maður, P/F Atlantic Sea-
farm og P/F Hovsá
Nýggj leiðsla í P/f Atlantic Seafarm
Heri Hjelm
Christian Andreasen
C
M
Y
K
13
12