Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 19. juni 2003 15 14 Nr. 113 - 19. juni 2003 TÍÐINDASKRIV Leygardagin 17. mai var barnasjónleikarastevna í Havn. Eitt sera spennandi tiltak og eitt sera spenn- andi upplivilsi. 160 børn úr ymsum skúlum í Føroyum og ein gestaleikur úr Scalloway skúla í Hetlandi spældu tilsamans 12 sjónleikir. kl. 9 varð stevnan sett í í Sjónleikarhúsinum - og fram til kl. 15 seinna- partin vóru áskoðararnir leiddir úr Sjónleikarhús- inum - oman í Grasagarð - oman á Meiaríið - niðan aftur í Sjónleikarhúsið o.s.fr. Frá einum sjónleiki til tann annan. Frá einum upplivilsi til annað. Í Sjónleikarhúsinum vórðu hesir leikir spældir: Skipið Útsynningur: Sjónleikar-skúli Havnar Sjónleikarfelags Tryms Kvæði: Sjónleikar-skúli Havnar Sjónleikarfelags Caged Dreams: Scalloway Skúli, Hetland Happing: Sjónleikar- skúli Havnar Sjónleikarfelags Í Grasagarði: Risans Klóta: Nólsoyar Skúli Øskufía: Stranda Skúli At sita á kjørbreyt: Kvívíkar Skúli Eg átti mær eina húgvu: Eysturskúlin Á Meiarínum: Jørðina runt í 80 dagar: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Snjóhvíta: Dramaverkstaðið í Havn At tora: Kommunuskúlin í Havn Ikki eitt orð um morð: Dramaverkstaðið í Havn Ein breið vifta av ymsum sjónleikum. Nýtt lív varð blást í gomul ævintýr, sagnir og skjaldur, ein sera spennandi krimi- leikur, ein áhugaverdur søguligur leikur, leikur úr nørrønu gudalæruni, leik- ir, sum børnini sjálvi høvdu gjørt, og sum snúði seg um teirra egna veruleika, og ein leikur um menniskju í krígs- støðu. Fyri okkum vaksnu var hetta ein ógvuliga hend- ingaríkur og positivur dagur, at síggja øll hesi børnini á palli, har tey góvu alt, sum tey áttu, fyri at framførslan skuldi verða so áhugaverd og góð sum gjørligt. Og tey høvdu tikið hesa uppgávu uppá seg í størsta álvara. Og luttakararnir, børn- ini, høvdu umframt tað at spæla sjálvir eisini høvi til at síggja flestar av hinum leikunum, sum spældir vórðu - og hevur hetta uttan iva givið teim- um íblástur til at luttaka aftur á eina barnasjón- leikarastevnu. Og tó at treytin fyri luttøku á slíkari stevnu er, at pallmynd og annar útbúnaður skal vera ein- faldur, so skjótt er at skifta millum leikirnar, so bilti ikki við hugflognum til at finna einfaldar og góðar loysnir til pallmynd og búnar. Stóra tøkk øll tit, sum spældu og hjálptu til, og eisini ein stór tøkk til tykkum lærarar, sum skipaðu fyri. Vit vóna, at slíkar stevnur eggja fleiri lær- arum kring landið til at brúka sjónleik sum ein part av undirvísingini. Tað er MáF, sum skipar fyri Barnasjónleikar- stevnuni, og verður hon hildin annaðhvørt ár. Børn fyltu miðbýin í Havn við sjónleiki Leygardagin 17. mai skip- aði MáF fyri Barna-sjón- leikarstevnu í Havn. Stevn- an var sett um morgunin, og var tað Hilmar Joensen formaður í MáF sum setti stevnuna. Hetta var í Sjónleikarhúsinum og øll børn og vaksin sum luttóku vóru tilstaðar. Umframt 12 bólkar úr Føroyum var eisini ein bólkur frá Het- landi komin til stevnuna. Leikt var á trimum støð- um í býnum. Í Sjónleikar- húsinum, á Meiarínum og í Grasagarði. Veðrið var gott, og úti- leikirnir eyðnaðust sera væl. Ikki bar til at hyggja at øllum leikunum, summir vóru spældir samstundis í ymsum støðum. Komm- unuskúlin í Havn framførdi "At tora" á Meiarínum, Kvívíkar skúli "At sita á Kjørbreyt" í Grasagarði, Sjónleikarhúsið "Hjálp", "Skógvarnir", "Tryms kvæði" og "Skipið Útsyn- ingur" í Sjónleikarhúsin- um, Scalloway skúli "Cag- ed Dreams" í Sjónleikar- húsinum, Stranda skúli " Øskufía" í Grasagarði, Nólsoyar skúli "Risans klóta" í Grasagarði, Eystur- skúlin "Eg átti mær eina húgvu" í Grasagarði og Dramaverkstaðið "Snjó- hvíta" og " Ikki eitt orð um morð" á Meiarínum og Fuglafjarðar skúli " Jørðina runt í 80 dagar" á Meia- rínum. Sjálv sá eg fýra av leik- unum, tveir á Meiarínum og vóru teir "Snjóhvíta" og "Ikki eitt orð um morð", sum børn frá Drama- verkstaðnum í Havn fram- førdu og tveir í Grasagarðið og tað vóru "Eg átti mær eina húgvu" sum børn út Eysturskúlanum framførdu og "Risans klóta" sum børn úr Nólsoyar skúla fram- førdu. Um leikin „Risans klóta", í grasagarði "Risans klóta" var fyrsti útileikur hendan dagin, tað var illsligt veður beint tá, vindur og kalt, men har var kortini fitt av folki komi at hyggja at leikinum. 10 børn úr Nólsoyar skúla fram- førdu søgnina. Útileikir kunnu vera torførir at Leygarmorgunin 17. mai fór eg saman við einum flokki til Havnar á barna- sjónleikarastevnu. Børn og ung úr øllum landinum skuldu henda dagin spæla sjónleik, sum tey høvdu arbeitt við ta seinastu tíð- ina. Flokkurin skuldi fram- føra leikin "Øskufíu" í Grasagarði, so spenning- urin var stórur. Eisini fingu næmingarnir høvi at síggja sjónleikir, sum onnur børn og ung skuldu framføra. Stuttligt og hugvekjandi var at síggja, hvussu ymiskar framførslurnar vóru, allar góðar á hvør sín hátt! Framførslurnar eru "tann lidna vøran". Ein sjónleikur er eitt úrslit av eini longri ella styttri arbeiðsgongd. Tá ein lærari velur at nýta fleiri skúlatímar til at seta ein leik upp, er tað ikki av tilvild. Í arbeiðsgongdini er lættari at fáa næmingarnar við í alla arbeiðsgongdina. Næmingarnir eru allir á jøvnum føti, tann fakligi førleikin hevur ikki størsta týdning - her er tørvur á øllum næmingum. Arbeitt verður fram móti einum felags úrsliti, har allir næm- ingar mugu gera sítt til, at felags úrslitið kann gerast so gott sum gjørligt. Her mugu allir næmingarnir samstarva, bæði frammi á pallinum og aftanfyri pallin. Næmingarnir fáa møguleikan at fáa sínar sterku síður fram, eitt nú við dansi, livandi tónleiki, drama o.ø. Næmingarnir fáa avbjóðingar, sum teir ikki fáa í tí vanligu undir- vísingini, t.d. at ein bólkur fær ta uppgávu at gera eina pallmynd til ásetta tíð. At framføra eitthvørt, sum næmingarnir sjálvir hava evnað til, hevur stóran týdning. Hjá nøkrum næm- ingum er tað ein stór av- bjóðing. Teir bróta egin mørk, men í bólki megna tey at standa á palli framman fyri hópin av fólki og føra fram teirra leiklut. Hetta kemur til góðar í gerandisdegnum í skúl- anum, har tey javnan leggja fram ymisk arbeiði og verkætlanir. Umframt hetta verður arbeitt við øðrum, sum er grundleggjandi í all- ari undirvísing. Her hugsi eg t.d. um at tosa hart og týðiligt, at lurta, meðan onnar tosa, hugsa fjølbroytt og at samstarva. Sum lærari møtir tú næmingunum á øðrvísi hátt enn í vanligari undirvísing. Lærarin ar- beiðir millum næming- arnar, og hugskot og ynski hjá næmingunum koma sjónligari fram. Samanumtikið eitt sera gott og væl skipað tiltak. Vit takka fyri, at vit fingu møguleikan at luttaka. Tóra Joensen Stuttligt og hugvekjandi Ummælið av 4 leikum á Barnasjónleikarstevnuni spæla, tí oftast hoyrist illa hvat leikarirnir siga, men hesi børnini kláraðu væl at tosa nóg hart. Framførðslan var sera væleyðna og skemtiligt spæld. Um leikin "Snjóhvíta", á Meiarínum 22 børn frá Dramaverk- staðnum í Havn høvdu arbeitt saman við hesi ný- mótans útgávu av "Snjó- hvítu". Framførslurnar eyðnað- ust sera væl, børnini vóru so leikandi løtt og glað, hóast eitt sindur av nervum, so kláraðu tey uppgávuna strálandi, og leikurin gekk sum smurt og var sera stuttligur eisini. Um „Eg átti mær eina húgvu", í Grasagarði Í allarfagrasta veðrið fram- førdu 22 børn úr Eystur- skúlanum "Eg átti mær eina húgvu". Hetta var gjørt sum sangleikur, og betri hevði verið um tað vóru sangarar á pallinum sum høvdu sungið, tí áskoðarnir hoydu ikki sangin nóg væl. Hetta sá út til at ørkymla børnini á pallinum nakað, men tey kláraðu at framføra í øllum góðum. Stuttligt at síggja skjaldur framført soleiðis. Um leikin „Ikki eitt orð um morð", á Meiarínum 11 børn frá Dramaverk- staðnum í Havn høvdu arbeitt við hesum leiki. Ikki eitt orð um morð er ein krimi og skemtileikur, og tað var sera flott spæl børnini sýndu, tí hetta slagi av sjónleiki er sera svert at spæla. Børnini vóru bæði stuttlig, álvarsom og arg- andi, og tað var ferð á leik- inum. Av tí at hetta var síðsta sýning á Barnasjón- leikarstevnuni, vóru tað sera nógv fólk og hugdu - ja fólk sótu og stóðu alla- staðnar, og hetta var sjálv- andi eitt sindur ræðandi fyri leikararnar, summi av teimum høvdu ongantíð roynt seg á palli fyrr, men hóast nervar so kláraðu tey at halda tráðin og fram- førdu leikin frálíkt . Hetta at hava Barna- sjónleikarastevnur er sera gott og stuttligt tiltak. Síðan 2000 hava tað verið stevnur hvørt ár, men framyvir vera stevnurnar annaðhvørt ár, so tann næsta verður í 2005. Vónandi vera tað eins nógvir bólkar við næstu fer um ikki fleiri. Ein ógloymandi dagur og takk fyri tit sum skipaðu fyri í MáF ! ES Ástarflóð Eg gloymi teg tú smíltist til mín sum ung tey føgru minni goymi. Bláu eygu tíni sum havið djúpa hárið fleyt yvir akslar sum búnaður akur. Við angandi blómum í fangi tú teskaði til mín við ástardragandi hita. Føgur sum fjallabrúður kærleiki tín sum kínandi sól á døggdryppandi rósu. Lat meg fáa ein koss góða so eg kann verða glaður stroy sólgull á lívsins veg tøkk eg aldri gloymi teg. Viggo Olsen C M Y K 14