hósdagur 19. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 113 - 19. juni 2003
Nr. 113 - 19. juni 2003
17
TÍÐINDASKRIV
frá Útoyggjafelagnum
Útoyggjastevnan í Kals-
oynni 14. juni, eydnaðist
sera væl.
Nógv útoyggjafólk hitt-
ust til gaman og álvara, og
væl var fyriskipað. Bygdar-
fólk, fólk við tilknýti til
bygdirnar og feløg í bygd-
unum løgdu stóra orku í, at
alt skuldi ganga so væl,
sum til bar. Ein tøkk til øll
hesi fyri tað. Eisini ein tøkk
til tey sum stuðlaðu tiltakið
fíggjarliga.
Øll, sum komu í oynna,
vóru væl móttikin, har treyt
einki, og blíðskapurin var
sera stórur. Tá stevnan var
av, og útoyggjafólk fóru
hvør til sítt, vóru ung sum
gomul samd um at hittast
fjølment á Útoyggjastevnu í
Hesti næsta summar.
Útoyggjafelagið hevur nú
uml. 200 limir. Felagið fær
góða undirtøku frá fólki í
øllum landinum, eins og
fleiri kommunur og stovnar
eru ímillum tey, ið stuðla
felagið.
Ársaðalfundur felagsins
var hildin í Mikladali leyg-
ardagin. Nývalda umboðs-
ráðið avgjørdi einmælt at
velja tey somu í starvs-
nevndina komandi skeið
fram til næsta aðalfund.
Í umboðsráðnum hjá Út-
oyggjafelagnum sita hesi:
Laura í Frammistovu um-
boð fyri Kirkju og Hattar-
vík, Óli á Geilini fyri Svín-
oy, Signhild Joensen fyri
Trøllanes, Ragna Glerfoss
fyri Mikladal, Fríða Isak-
sen fyri Húsar, Poulina
Eliasen
fyri
Syðradal,
Katrina Johannesen fyri
Mykines, Bjørn Patursson
fyri Koltur, Sanna Silvur-
stein fyri Hest, Harry Jen-
sen fyri Skúgvi, Jógvan Jón
Petersen fyri Stóru Dímun.
Signhild Joensen, Trølla-
nes, er formaður í umboðs-
ráðnum og Harry Jensen,
Skúgvi, er næstformaður.
Í starvsnevndini sita:
Óla Jákup úr Dímun,
Stóru Dímun, formaður,
Esbern úr Eyðansstovu,
Mykines, og Olga Biskop-
stø, Klaksvík.
Útoyggjaskrivstova
Nógv umrødda útoyggja-
skrivstovan sær nú dagsins
ljós, men tað verður ikki
við fullum seglum, sum
felagið hevur lagt upp til.
Landsstýrismaðurin í út-
jaðaramálum, Eyðun Eltør,
hevur
játtað
felagnum
100.000 kr. at arbeiða við í
ár. Peningurin verður nýttur
til at løna einum samskip-
ara at arbeiða uml. hálva
tíð, umframt til rakstur, so
langt sum peningurin røkk-
ur.
Hesin stuðul er kærkom-
in, tí felagið hevur nógvar
arbeiðsuppgávur, umframt
at fleiri verkætlanir eru
undir fyrireiking. Hetta er
tíðarkrevjandi arbeiði, sum
má gerast í vanligari ar-
beiðstíð, og kann tí ikki
bara byggjast á sjálvboðið
arbeiði.
Aðalfundurin
staðfesti
hesa virkisætlan:
Mál at taka upp við av-
varðandi myndugleikar:
• Farmaflutningurin (betur
skipan)
• GSM-samskifti (at virka
á øllum útoyggjum)
• Oljuspurningurin (virkin
luttøka saman við komm-
ununum á útoyggj, um at
fáa skipan við oljuveit-
ing)
• Samferðsla (framhald-
andi samstarv við SL og
virka fyri betri tyrlu-
sambandi v.m)
• Samstarv við Heilsu-
málaráðið um ábøtur á
heilsuskipanirnar
Byrja fyrireikan av størri
verkætlanum:
• Framleiðsluhús (saman
við m.a. Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni)
• Mentanarsøgulig lands-
løg (framhald av verk-
ætlan)
• Bygdarhús verkætlan.
Væleydnað útoyggjastevna
Leygardagin skipar
Svínoyar bygd fyri
eini lítlari stevnu, har
ymisk tiltøk verða á
skránni. Rulliskoytu-
kapping, gongutúrur í
bygdini, hugnaløta og
skúlabørnini fara at
hava eina kiosk
STEVNA
Solby A. Eliasen
Enn einaferð verður ein
roynd gjørd at seta ljós-
kastaran á eina útoyggj.
Hesaferð er tað Svínoy,
sum skal setast á kortið -
um ikki annað fyri eitt
vikuskifti. Hugskotið til at
skipa fyri einum og hvørj-
um eigur tilflytarin Ás-
mundur Guðjónsson, men
hann leggur eina við, at tað
eru nógv fólk uppií fyri-
reikingunum. Øll bygdin so
gott sum er í gongd við at
fyrireika alt til leygardagin,
so at tey, sum koma út,
kunnu fáa ein so hugna-
ligan og stuttligan dag sum
gjørligt.
Skráin er øðrvísi enn til
eina vanliga bygdastevnu,
sum vit kanska kenna hana
í dag. Har verður ongin
kappróður ella fótbóltur.
Heldur onki tivoli. Men
hinvegin so skipa tey fyri
eini
rulluskoytukapping,
sum hevur fingið heitið
Svínoy Open.
Ongin handil er í Svínoy,
men skúlabørnini fara at
hava eina kiosk, har eitt
sindur av vanligum kiosk-
vørum verða at fáa, so sum
sodavatn, slikk og franskar
hot-dogs, so langt sum tað
røkkur. Frá fyrireikarunum
verður tí sagt, at tað er gott
at hugsa um at hava okkurt
við at grilla og mat annars.
Kioskin verður gjørt sum
ein verkætlan í skúlanum.
Tey hava bílagt vøru út,
sum tey fáa í dag ella í
morgin. Skúlabørnini hava
sjálvi gjørt alt arbeiði og
roknað út prísir og annað,
sum skal gerast fyri at fáa
eina tílíka kiosk at mala
runt.
Skráin
Rulliskoytukappingin Svín-
oy Open byrjar leygar-
morgunin klokkan 11. Tað
eru Gulin og Føroya Bjór,
sum stuðla kappingini. Lut-
takararnir verða bólkaðir
eftir kyni og aldri. Skoytað
verður
einaferð
runt
nýggjaveg, sum er ein
teinur upp á 1150 metrar.
Kappingin verður skipað
eftir
cup-leistinum,
og
heiðursmerki verða latin.
Somuleiðis verður ein
forðakapping á rulliskoyt-
um, har forðingar verða
lagdar út á útvalda vega-
teinin. Kappast verður upp
á tíð. Tekning fer fram við
Klingrugarðin, tá Másin er
komin.
Klokkan 16 leygardagin
verður
ein
gongutúru
gjøgnum bygdina, har Óli í
Geil fer at greiða frá ym-
iskum. Fyrireikararnir siga,
at tað er so nógv áhugavert
í sjálvari bygdini, sum flest
fólk ikki vita so nógv um.
So hetta varð mett at vera
eitt gott høvi at kunna fáa
eitt sindur av søguligari og
siðsøguligari
vitan
um
Svínoyar bygd.
Og klokkan 18 verður so
ein grill tendrað, sum øll
kunnu nýta. Hon kemur at
standa uppi á Fløtti við
akkerið.
Seinni um kvøldið um
tíggjutíðina
verður
ein
hugnaløta niðri á Helluni.
Har verður felagssangur,
har Sámal Ravnsfjall lut-
tekur. Ólavur Waag Høgne-
sen frá Granskingardepl-
inum í Klaksvík fer at flyta
fram hásummarrøðu, og
hásummarbál verður tendr-
að.
Klokkan 00:30 verður
ein gongutúrur niðan á
Keldufjall, um veður og
hugur er til tess.
Másin eykatúr
Fyrireikararnir
siga,
at
Másin ger tveir eykatúrar
hendan dagin í sambandi
við tiltakið. Ein verður
klokkan 13:30 av Hvanna-
sundi og ein av aftur Svínoy
klokkan 1:30 um náttina.
– Hetta hava vit gjørt
fyri,at um tað eru fólk, ið
ikki ynskja at yvirnátta, so
hava tey møguleika til at
sleppa aftur til Klaksvíkar.
Og tað var ongin trupulleiki
at fáa Másan at sigla.
Strandferðslan játtaði okk-
um
hetta
beinanvegin,
greiðir Rakul Guðjónsson
frá.
Hon sigur, at um børn
ella vaksin eiga rulliskoytir,
men ikki ætla at luttaka í
sjálvari kappingini, so er
bara at taka tær við kortini,
tí umstøðurnar at standa á
rulluskoytum í Svínoy sera
góðar, og hon væntar, at tað
fer at verða nógv gjørt av tí.
Eisini eftir kappingina.
Tá tað kemur til innivist,
sigur Rakul, at hon væntar,
at tey flestu húsini, sum
vanliga standa tóm, verða
full hetta vikuskiftið, tí tað
kann væntast, at nógv, sum
hava tilknýti til bygdina,
fara at koma út hetta
vikuskiftið.
– Men um man eigur
tjald og hevur hug at liggja
í tí, so er bara at taka tað
við, sigur hon. Veðurlíkind-
ini lata til at fara at verða
góð, so fyrireikararnir vóna
tað besta.
Fyrireikararnir hava sent
tíðindaskriv út, har tey
millum annað siga at, hetta
verður fyrst og fremst gjørt
fyri at savna svínoyingar og
fólk annars við tilknýti til
bygdina. Men vit vóna so
sanniliga, at onnur eisini
leggja sær leiðina út leygar-
dagin.
- So eftir hjá okkum svín-
oyingum er bert eftir føri-
muni at sýna blíðskap og
vera í góðum hýri, soleiðis
at dagurin og tiltøkini
hepnast, verður sagt at enda
í tíðindaskrivinum.
Svínoyingar bjóða nú til hásummarhald í bygdini sjálvan longsta dag á árinum, leygardagin 21.06.2003. Har verður millum annað ein rulluskoytukapping á
skránni, har skoytað verður eftir nýggja vegi runt um bygdina
Mynd: Álvur Haraldsen
Hásummar í Svínoy
Ongin handil er í Svínoy, men skúlabørnini fara at hava eina kiosk við vanligum vørum, so
sum sodavatn, slikk og franskar hot-dogs
Mynd: Jógvan Edmund á Geilini
C
M
Y
K
17
16