Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 113 - 19. juni 2003 Fyrsta Føroyakvøldið í summar: Stúgvandi fult Sjónleikarhús Skráin til Føroya- kvøldini er fjøllbroytt og spennandi, og við hjálp av royndum sjónleikarum, bendir nóg á, at Føroya- kvøldini hjá Havnar Sjónleikarfelag fara at verða væl móttikin í ár. FØROYAKVØLD Páll Holm Johannesen Týskvøldið varð skipað fyri fyrsta Føroyakvøldinum í summar. Føroyakvøld er eitt tiltak, sum Havnar Sjónleikarfelag saman við Kunningarstovuni í Havn fyriskipar fyri okkara út- lendsku gestum og føroy- ingum við, sum vilja upp- liva føroyska mentan og mat. Sum undanfarin ár er tað Sjónleikarhúsið, sum hýsir tiltakinum. Tey vitjandi kunnu gleða seg til eina fjøllbroytta og spennandi skrá. Skráin rúmar sjónleik, tónleik, dans, sang, søgur, sagnir, yrkingar og skjald- ur. Umframt fjølbroyttu skránna, so fáa gestirnir eisini høvi at royna før- oyskan mat. Føroyakvøldini í Sjón- leikarahúsinum verða hvørt týskvøld í summar, og hild- ið verður á til týskvøldið 26. august. Týskvøldið var so fyrsta almenna Føroya- kvøldið í summar, og fyri- reikararnir kunnu fegnast um, at tiltakið var útselt. Serliga útlendingar høvdu leitað sær í Sjónleikar- húsið, men eisini vóru før- oyskir gestir at síggja. Úr Havnar Sjónleikarfel- ag siga tey, at Føroyakvøld- ini verða ár eftir ár betri og betri vitjað, og serliga hava tey varnast, at føroyingar eisini eru farnir at taka tiltakið til sín. Góðar framførslur Tað eru sjónleikarar úr Havnar Sjónleikarfelag, sum framføra. Sjónleikar- arnir eru royndir, og tað sæst eisini aftur á fram- førslunum, sum eru sann- førandi. Birita Mohr og Egi Dam, sum bæði hava drúgvar royndir, standa fyri uppsetingini. Hon er fjøll- broytt, alt frá sagnum til yrkingar av okkara fremstu yrkjarum eru á skránni. Framførslurnar fara fram á enskum og skandinavisk- um, og eisini sleppa út- lendingar at hoyra tað føroyska málið. Áskoðararnir týskvøldið sóu til hugnaðu sær eisini óført. Søgnin um Sørinar Pól og Huldugentuna, og framførslan av yrkingini hjá William Heinesen um "Det muntre Nord" vóru hæddarpunktini á kvøld- inum. Útlendsku gestirnir vóru sera hugtiknir av frá- líku framførslunum, og ikki sørt av látri var at hoyra í salinum til framførsluna av yrkingini um "Det muntre Nord. Sangur og upplestur vóru eisini væleydnað. Evnaríki, Uni Debes, stóð fyri tónleikinum, og við góðum gittarspælið hugtók hann eisini gestir- nar í salinum í Sjónleikar- húsinum. Eftir væleydnaðar fram- førslur var at enda farið upp á gólv. Føroyingar løgdu fyri við sýna fram vanligan føroyskan dans, gomlu ketu, sandoyardans og bandadans. Eftir, at gest- irnir høvdu roynt føroyskan mat, fingu teir eisini høvi at royna seg í føroyskum dansi. Nógv nýttu møgu- leikan at sleppa upp á gólv, sum var endabresturin á einum væleydnaðum Føroyakvøldi hjá Havnar Sjónleikarfelag. Endabresturin á Føroya- kvøldinum var føroyskur dansur. Tiltakið týskvøldið var útselt, og sum sæst á myndini, so nýttu gestirnir høvið at royna seg í føroyskum dansi. Mynd: Jens Kristian Vang Hóast einki ítøkiligt er komið burtur úr, so eru føroyingar áhugaðir at samstarva við hetlendingar. MENTANARSAM- STARV Páll Holm Johannesen Shetland Council, sum er ovasti politiski myndug- leiki í Hetlandi, hevur sett fram ynski um eitt mentan- arsamstarv við føroyingar. Serliga eru teir áhugaðir í at samstarva um ítrótt, gransking og list. Virkandi landsstýrismaður í menta- málum, Høgni Hoydal, sigur við Sosialin, at før- oyskir myndugleikar av- gjørt eru áhugaðir i at samstarva við hetlendingar. – Landsstýrið hevur sam- tykt, at vit skulu samstarva meir við okkara grannar í Norðuratlantshavið, og eitt mentanarsamstarv við Het- land hevur avgjørt áhuga, sigur Høgni Hoydal. Tað er ikki komið nakað ítøkiligt á borðið, hvussu samstarvið skal skipast, men sum skilst fara Shet- land Council og Mentamálaráðið at seta seg saman um kanna møguleik- arnar við samstarvi millum londini bæði. Hetlendingar ynskja mentanar- samstarv VW eru komnir á marknaðin við einum nýggjum MPV. Talan er um VW Touran, sum er bygdur yvir nýggja Golf platt- formin. Touran fæst sum fimm og sjey persónabilur BILAR Magnus Gunnarsson VW Touran er ein rúmligur MPV við nógvum ymisk- um møguleikum til inn- rætting. Í standard útgávuni hevur Touran fimm siti- pláss, men hann fæst eisini við sjey sitiplássum. Tey aftaru setrini kunnu flytast eftir ynski ella takast úr bilinum, um brúk er fyri stórum viðførisrúmi. Við fimm sitiplássum er við- førisrúmið 695 litrar. Mitt- asta baksetrið í mittastu rekkju kann gerast um til eitt borð. Nógv er gjørt fyri at bilurin skal verða ar- beiðsligur og lættur at koma úr og í, og lessi- hæddin er lág. Eisini er nógv gjørt burtur úr trygdini, bilurin hevur fýra airbag framman og høvuðairbag framman og aftan. Nakkastútturnar framman eru aktivar, hetta fyri at verja háls og nakka undir einum samanstoyti. Basis, Trendline og Highline Touran verður gjørdur í trimum útgávum, hvat útgerð viðvíkur: Basis, Trendline og Highline. Í Basis útgávuni er bilurin útgjørdur við t.d. Climatic, hátrýstspularum á forlykt- unum, el-rútum framman, el-síðuspeglum við hita, fjarstýrdum sentrallási, hita í setrunum og radio við fløguspælara. Trendline út- gávan hevur eisini el-rútar aftan, fartpilot, koyriteldu og flúgvaraborð til tey ferðandi á baksetrunum. Highline er tann fínasta út- gávan við sportsetrum framman, leðurratti, leður- girknøtti og 16" alufelgum. Í fyrstu atløgu kemur Touran við tveimum TDI dieselmotorum og einum FSI bensinmotori við bein- leiðis innspræning. TDI motorarnir eru ávikavist 1,9 litur við 101 hk og 2,0 litur við 136 hk. FSI bensinmotorurin ein 1,6 litur við 115 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna. Allar útgávurnar hava 6-trins girkassa sum standard. Touran hevur eina nýggja fjaðraskipan, sum gevur bilinum góðar koyriegin- leikar og gott vegtak. Bilur- in er eisini tann fyrsti VW við elektromekaniskari servostýring sum standard. Servostýringin tilpassar seg automatiskt eftir koyrium- støðunum. Bilurin er lættur at stýra við lítlari ferð, tá man t.d. skal parkera, men stýringin blívur meira føst og beinleiðis, so hvørt sum ferðin veksur. Nr. 113 • hósdagur • 19. juni 2003 • 77. árg. VW Touran 1,6 FSI Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin 115 hk 0-100 km/t 11,9 sek Bensinnýtsla 13,4 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 439,1 cm Breidd 179,4 cm Hædd 167,0 cm Eginvekt 1425 kg Viðførisrúm 695 / 1989 litrar Prísur kr. 255.000,- Søluumboð Bilasølan v/ Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík 315354 www.audi-vw.net VW Touran - upp til sjey sitipláss VW Touran 1,6 FSI. Hesin bilurin hevur 7 sitipláss VW Touran innan. Bilurin er eisini tann fyrsti VW við elektro- mekaniskari servostýring sum standard VW Touran er ein rúmligur MPV við nógvum ymiskum møguleikum til inn- rætting C M Y K 19 18