týsdagur 15. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
— Tógvhandilin i9lo0 GIRRU
Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994
keypt handilshús
Eftir at hava húsast í kjallara í 17 ár, fær tógvhandilin Igloo nú
”
rúmari ræsur. et verður latið upp i Sverrisgøtu 19 i
Havn
Tógvhandilin Igloo varð
stovnaður fyri sløkum 17
árum síðan. Hann hevur
higartil hildið til í leigaðum
hólum, men nú tíðirnar eru
so nógv broyttar, helt Mar-
ita Thorsteinsson, sum eig-
ur Igloo, at nú var húsa-
leigan so høg og sethúsa-
prísirnir so nógv lækkaðir,
at tað betur kundi løna seg
at keypa handilshús í mið-
býnum.
P/F Tráður hevur keypt
gamla Zanzibar í Sverris-
gøtu 19, har Igloo letur upp
leygardagin. Tað er har P/f
Sóljan hevði til húsa áður.
Handilshúsini eru umleið
120 fermetrar til støddar.
Slíkur handil sum Igloo
hevur brúk fyri nógvum
plássi, og nú verður eisini
møguleiki at fáa innvist fyri
stórri vøruúrvali.
Marita Thorsteinsson
sigur, at tey sum frálíður,
fara at víðka um vørusløgini
soleiðis, at alt innan handar-
beiði og ítriv, verður at fáa í
Igloo.
- Hóast sølan er minni enn
fyri fáum árum síðan, so ber
til at hava hampuligt úrval,
eisini tí at tógv er vorðið
væl bíligari, síðani tollurin
varð avtikin og MVG sett í
gildi.
- Í dag fæst tógv til eina
troyggju til tilkomin fyri
200 krónur, sigur Marita
Thorsteinsson.
- Serliga gongur Gjerstad
tógvið úr Noregi væl, men
vit ætla okkum annars at
gera meir burtur úr tí føroy-
ska tógvinum.
Eisini verður vevtógv at
fáa í Igloo, umframt alt sum
hoyrir til broderí.
- Tað gongur nógv fólk
Uppskot um farloyvisskipan í ALS:
Kundi spart um
hjá skipanini
Eitt uppskot, sum Kristian Magnussen,
sosialráðgevi á Sosialu deild Býráðsins,
hevur gjørt, kann møguliga spara
Arbeiðsloysisskipanini millum eina og
tvær mió. krónur um mánaðin.
Nógv dómi eru um, at upp-
hæddin, sum fólk fáa frá Ar-
beiðsloysisskipanini er so
lítil, at hon einki munar.
Demi eru um, at fólk fáa
frá 50 til 300 krónur útgold-
ið úr ALS. Slíkar upphædd-
ir gera hvorki frá ella til, og
tí skulu fólk eisini hava í-
skoyti frá Sosialu deild Bý-
ráðsins ella Almannastovu-
ni.
Kristian Magnussen, sos-
ialráðgevi á Sosialu deild
býráðsins, hevur gjørt upp-
skot, ið kundi bøtt um stød-
una hjá teimum arbeiðs-
leysu, sum hava verið í
skipanini í longri tíð.
Hava fólk verið í Ar-
beiðsloysisskipanini, og út-
gjaldið er farið niður um
eitt ávíst stødi, kundu tey
fingið farloyvi úr skipanini,
men tó verið skrásett í ar-
beiðsávísingini,
skotið.
Bett um
inntskugrundarlagið
Í hesum tíðarskeiði kundu
fólk fingið forsorgarhjálp.
Fáa tey arbeiði hetta árið,
fellur stuðulin burtur, um-
framt at inntøkugrundar-
lagið at fáa stuðul úr ALS,
hevði verið hægri, um tey
aftur gerast arbeiðsleys.
- Tað hevði givið arbeiðs-
leysum betri tilknýti til
skipanina, sigur Kristian
Magnussen.
- Sum nú er, kunnu fólk
verða í skipanini, til tey at
kalla enda á nul krónum.
Leysliga verður mett, at
eini 800 - 1000 fólk fáa í-
skoyti frá Sosialu deild og
Almannastovuni, tí ov lítið
verður útgoldið úr ALS.
er upp-
- Ein vansi við hesum
uppskoti er, at ikki øll fólk,
sum fáa stuðul úr ALS,
kunnu væntast at hava rætt
til at fáa forsorgarhjálp.
- Eitt nú hjún, har annar
hjúnaðarfelagin vinnur
meir enn ávísa upphædd,
hava ikki rætt til at fáa for-
sorgarhjálp, ella um fólk
eiga pening á bók.
- Tað eru ivaleyst ikki
mong, sum hava verið í
ALS síðani byrjanina, ið
eiga pening á bók, og tí
kann hetta uppskotið nýtast,
hóast tað ikki kann nøkta
allan tørv. Við hesum upp-
skoti verður mett, at ALS
kundi spart umleið eina til
tvær mió. krónur um
mánaðin. sigur Kristian
Magnussen.
Dagny
inn á gólvið í Igloo um
dagarnar. Hóast vit ikki
selja eins nógv og í tí góðu
tidini, so ber til at reka slik-
an handil, um bert tú lagar
teg eftir tíðunum, og keypir
inn við skili, sigur Marita
Thorsteinsson.
Fríggjadagin verður
gamli Igloo handilin latin
aftur, og leygardagin letur
nýggi handilin upp í Sverr-
isgøtu 19.
Dagny
Mikudagin og hósdagin í
hesu viku, verður hárfram-
sýning á Hotel Hafnia, har
umboð fyri L'Oreal fyritøk-
una, sum selur alt til hárvið-
gerð, fara at sýna vármótan
innan hárviðgerð fram..
Tað er Eina Stróm, um-
boð fyri L'Oreal í Føroyum,
sum skipar fyri skeiðnum.
Sean Philippe, stjóri í
fyritøkuni, Bjarne Nielsen,
tekniskur stjóri og eitt hár-
fríðkanarfólk fara at kunna
føroysku starvsfelagarnar
um tad seinasta nyggja inn-
an permanent, klipping og
liting.
Umleið 60 luttakarar
Tíðindablaðið CS
8
Í Vit vera í ítróttarhellini í; |
—
KLAKSVIK månad. 21/2
RUNAVIK tysd. 22/2
TVØROYRI mikud. 23/2
HAVN/A Hålsi hósd. 24/2
Byrja ALLAR DAGAR kl. 20 |
Atgongumerki
fåast í høllini frå kl. 18.00
Børn kr. 80,- Vaksin kr. 100,-
— ARTISTAR
Í HEIMSFLOKKI
presenteraðir av
PJERROT frá BAKKANUM
Danmarks største Cirkus
hava teknad seg til luttøku å
Hotel Hafnia, men enn eru
tó nøkur pláss eftir, um á-
hugi er fyri tí, sigur Elna
Strøm.
Tað kostar 350 krónur at
luttaka á L'Oreal skeiðnum.
Dagny