Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994 Síða7 Føroyskar flakakvinnur: Nógv herverk Politiið í Havn sigur frá nógvum herverki í bý- num um vikuskiftið. Ser- liga í miðbýnum, men eisini onkra aðrastaðni. Tilsamans 10 herverk og tvey innbrot vórðu frá- boðað, og í tí sambandi vórðu tveir ungir menn, 190g 21 ára gamlir, tiknir og skuldsettir. Herverkini vóru serliga at knúsa rútar við gróti. Í nøkrum fórum er her- verk gjørt móti bilum, rúturin knústur, ella lakk- ið skøvad. Kyndu bál í býnum Vandi kann standast av, at børn spæla við eld. Leygardagin hævdu nakrir smádreingir kynt bál millum arbeiðsskúr- arnar við sjúkrahúsið á Tvøroyri. Tíbetur varn- aðust vaksin fólk eldin, sum varð sløktur og tí ongan skaða gjørði. Fullur og illur Sunnumorgunin klokkan hálvgum fimm tók poli- tiið á Tvøroyri ein mann ttanfyri høllina í Trong- Dansur var í høllini, og har vóru 400 fólk inni, tá tey fingu trupulleikar av hesum manninum, sum var fullur og púra ørur og vildi berjast. Teir fingu hann út, og politiið tók síðan mannin og hevði hann í sínum varðhaldi, til hann var sissadur aftur. randi Koyrdu Ov skjótt litið í Havn sjey bilfør- arar upp fyri brot á ferðslulógina, og teir kunnu vænta sær bót. Fimm av hesum bilfør- arunum brutu ferðslulóg- ina við at koyra ov skjótt. Hjá hinum báðum hevði bilurin slík brek, at hann ikki leyk treytimar. Arbeiði í Íslandi Nøkrum royndum føroyskum flakakvinn- um stendur í boði at fara til Islands at arbeiða eitt hálut ár tt) R Arbeiðsávísingin hjá Ar- beiðsloysisskipanini hevur nú aftur frætt frá einum ís- tørvar roynd flakavirkis- fólk. Virkið er á oynni Hrisey á - Eyðafirði, norðanfyri Ak- ureyri. KEA nevnist útgerðar- felagið, sum søkir eftir fólki til flakavirkið. Tey vilja fegin hava 8-10 royndar føroyskar flakavkinnur at koma yvir at arbeiða - fyribils eitt hálvt ár. Tær, sum binda seg til at arbeiða hålvt ár, fáa fría ferð aftur og fram. Arbeiðsplássið | útvegar teimum eisini ókeypis bú- stað. Tær verða tryggjaðar 40 at arbeiða meira. Er fiskur, verður arbeitt dag og nátt á virkinum. Á tann hátt ber til at fáa væl burtur úr, sjálvt um lønin er nógv lægri enn í Føroyum. Flakakvinnurnar fåa løn sambært galdandi sáttmála í Íslandi. Umleið 300 fólk búgva á oynni Hrisey. Oyggin hevur tó ferjusamband annan hvønn tíma við meginland- ið. Tann ferðin tekur bara 12 minuttir, og tað er bara hálvur tími at koyra til Ak- ureyri. Tær, sum hava hug at fara til Íslands at arbeiða, kunnu ringja til arbeiðsgevaran, sum eitur Ari Þ. Þorsteins- son, tlf. 96-61707 ella 96- 61728. Tað ber eisini til at spyrja seg fyri á arbeiðs- ávísingini hjá Arbeiðsloys- Tjóøf Oyggin Hrisey liggur á Eyðafirði, har tað ber orð fyri at vera sera vakurt, reint og nossligt * isskipanini, tlf. 19356. Men tað ræður um at bera skjótt at, tí virki vil hava tær at koma yvir longu í hesi vikuni. randi Pallborðsfundur í Leirvík: Hugskot meira enn vælkomin Fleiri, sum seinastu árini hava havt nakad við vinnulivid í bygdini, sita í kvøld við pallborðið í Leirvík Sjálvt um Leirvíkar komm- una er bundin á hond og fót av skuld, so má okkurt ger- ast, helt bygdarrådid og skipaði tí fyri stórum pall- borðsfundi. Fundurin verð- ur í kveld kl. 19.30 í fim- leikarhøllini í Leirvíkar skúla. Bygdarráðið vónar við fundinum, at fólk fáa hug- skot til sjálv at fara undir okkurt tiltakið, ella at nøkur hava hug at taka seg saman at gera nakað, sigur Jákup Tróndheim, bygdarráðs- limur í Leirvík. Umframt fundarstjóran fara sjey fólk at sita við pall- borðið. Har verður Randi í Jógvanstovu, Ingvar Joen- sen fráP/F Tavuni, Osmund Justinussen frá P/F Trol- fisk, Poul A. Joensen frá IRF, Kári í Garði frá P/F Føroya Fiskairking, umboð fyri Leirvíkar Útróðrarfel- ag og bygdarráðsformað- urin Sjúrður Eliasen. IRF er boðið við, tí tað kundi hugsast, at avlops- hitin frå brennistødini kundi brúkst til okkurt skilagott. Fiskavirking er boðið við, tí móðurfelagið eigur nú flakavirkið og allar mask- inumar. Tavan leigar virkið og ætlar at arbeiða gullaks. Arbeiðsloysið er stórt í Leirvík, og fólkatalið mink- ar í hvørjum. Tað eru nøkur fá arbeiðspláss umframt tey aalmennu, skúlan, heilsu- røktina og IRF. Útróðrar- bygd er, men lítil útróður. Tá gullaksavirkið byrjar, verða tó nøkur arbeiðspláss. Bygdarráðið torir ikki at vænta nakað ítgkiligt úrslit burturúr fundinum. Tað er tó vert at royna at geva fólki høvi til at hittast og práta um vidurskiftini - og kanska kemur onkur nýggjur tanki fram, vónar bygdarráðið. randi Vikan 18 Randi Jacobsen skrivar EIN VIKA AFTRAT fór aftur um bak, og vit vita framvegis líka lítið um, hvussu framtíð okkara í hesum landinum sær út. HANDILSK VOTUR ELLA UMSETILIGAR kvot- ur. Áhugavert var sunnudagin at hoyra útvarpssend- ingina "Føroyar ein ræðumynd" hjá Karolinu Hansen, sum tosaði við ein íslendskan antropolog. Íslendingar hava ikki so góðar royndir av handilskvotum. Antropo- logurin vildi vera við, at tað eru nakrir danskir embæt- ismenn, sum vilja trumfa igjøgnum at fáa skipanina í Føroyum, og hann helt tað ikki vera serliga skilagott soleiðis at gera beint ímóti fólksins vilja. Hvat man fara at henda, um landsstýri fer at síga donsku stjórnini sum er, at poltiskur meirluti ikki fæst fyri júst tí skipan, sum álagt er okkum at seta í gildi? Ella hvat hendir heima hjá okkum sjålvum, um semingsloysnin, sum fiskivinnan ikki tekur undir við, verður samtykt í løgtinginum? ÍSLENDSKI ANTROPOLOGURIN KOM eisini við tí pástandi, at korruptión ofta kemur í kjalarvørr- inum av hjálandaveldi. Nógv dømi hava verið um hetta í fyrrverandi hjálondum. Korruptión er kortini neyvan tað, ið sermerkt hevur hetta landið, men meira og meira kemur til sjóndar, hvussu ófullfíggjað okkara stýris- skipan hevur verið og er, og avgerðir tí nógvar tilvildarliga tiknar. DAG OG DAGLIGA fáa vit at vita, hvussu illa stendur til hjá fólki og landi, kommunum og fyritøkum. Tað átti at verið ein áhugaverd uppgáva fyri onkran folkalivsfrøding at sett seg inn í, hvat rørir seg í hesum fólkinum. Hvussu åvirkast hugaheimurin hjá øllum teimum, sum velja at flýggja, og hjá teimum, sum missa arbeiði og alt annað? Og ikki minst hjá øllum hinum, sum samstundis hava fingið stórri og størri arbeiðsbyrð- ur, eru við at fella um av ovbyrjan og nú hava næstan ringa samvitsku, júst tí tey hava arbeiði. ARBEIÐSLOYSI ELLA IKKI, tað vilja allar dagar vera ungdómar, sum av ymiskum orsøkum ikki skilja ímillum títt og mítt, gera seg inn á annan mans ognir og virða ikki gvrigheit ella allar lógir. Eitt revsimál av slíkum slag var fyri í Føroya Rætti í vikuni, ið fór, móti tveimum ungum monnum. Teir vóru åkærdir fyri eina langa rød av smærri lógarbotum. Frágreiðingarnar í rættinum søgdu okkum áhoyrar- um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava eitt trygt heim, sum gevur tær gott í beinið og eitt mál í lívinum. Tað ræður eisini um at hava tey røttu vinfólkini. Hóast hesir ungu menninir játtaðu seg sekar í fleiri ákærum um stuldur og herverk, valdi dómarin ikki at seta teir aftanfyri rimarnar. Teir skulu hava fleiri kansir at koma aftur á rættkjøl. Tað kom fram, at roynt verður at útvega í hvussu er ødrum manninum kans við skipi. Hart arbeiði og annað umhvørvi plagar at vera frægasti heilivágurin. Hóast stórt arbeiðsloysi er alt tílíkt ikki dottið niðurfyri. Tað eru framvegis fleiri skiparar, sum vilja taka slíkar ótangar við og royna at fáa teir til fólk. Tað eydnast vidhvørt, men garvaðir sjómenn, sum altíð hava hildið rætta kós, hava ilt við at skilja, at teir skulu verða tilsíðissettir fyri slíkar. VIT BÍÐA FRAMVEGIS eftir at frætta, hvussu verður við Arbeiðsloyisskipanini. Ikki er tað nøkur løtt upp- gáva, Jóannes Eidesgaard hevur fingið, at skula greiða ta fløkjuna. Helena Dam á Neystabø heldur, at tað ber til at hækka inngjaldið, men tað orka neyvan onnur enn tey, sum hava fleiri inntøkur. So er bara at vóna, at samgongan ikki skrædnar orsaka av Arbeiðsloysisskip- anini og kvotunum, tí so verður sum skilst í hvussu er seinur dagur, at danska stjórnin vil hoyra um nakra umfigging av føroysku uttanlandsskuldini.