Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. februar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994 Teir fimm, sum hesi seinastu árini hava mannað målnevndina og har gjørt eitt stórt og gott arbeiði. Fv. Jóhan Hendrik W. Poulsen, Svenning Tausen, Jeffrei Henriksen, Peter J. Sigvardsen og Sigurð Joensen, sáli. Mynd Kalmar Málvinir um Sigurð Joensen: Ein ómetaligur stuð- ul og lærumeistari “Orðafar" , bræv frá målnevndini nr. 37 er júst útkomið. Fremst í hesum lítla men forvitnisliga blað eru nøkur góð og mergjað orð um Sigurð Joensen, sála. Sigurð var limur í målnevndini frá byrjan av í 1985, til hann andaðist í fjór. Hann var hinum limunum í nevndini ein ómetaligur stuðul og lærumeistari verður m.a. skrivað í Orðafar. Um Sigurð stendur: 1. oktober í fjør andaðist Sigurð Joensen, ið hevur verið limur í målnevndini, síðan hon varð sett á stovn í september 1985. Hann sat í nevndini eftir tilmæli frå Føroya rithøvundafelag. Við sínum dygga målkunn- leika — alt frá góðum bygd- armáli úr heimbygdini við Gjógv til fornu mentaðu tungur teirra Homerosar og Ársaðalfundur Deyvafelagsins verður í Deyvahúsinum »EFFATA« í Tórshavn Leygardagin 23. apríl, 1994 kl. 14 Dagsskrá eftir vidtøkum felagsins. Uppskotini skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. apríl 1994. 5 Deyvafelag Føroya Ciceros — var hann okkum nevndarmonnum ómetalig- ur studul og lærumeistari. Við sínum greiða hugsanar- lagi og síni ramligu rødd — hann hoyrdist, har ið hann var — kundi hann sum Alexandros á sinni við sín- um bitra brandi høgga á onkun knútin, ið komin var á í kjaki okkara um eitthvørt málsligt tortøki, og alt lá greitt fyri. Allar rættingar og ábendingar hansara í uppkøstum til Orðafar vóru fyrndargóðar og til umbót- ar. Sum målrøktarmann minnast vit hann serstakliga fyri tað, ið hann gjørdi við at skapa frødigrein síni, løg- frødini, bæriligan føroysk- an málbúna. Tað var honum beisktat svølgja, at føroyskt mål, sum hann håmetti og elskadi, ikki hevdi enn vunnið fullan og óskerdan rætt á hesum høvudsøki. Tað eigur at vera nýggju målnevndini kær skylda at fáa út á prent í ritrgð síni løgfrødiordalista hansara, sum í høvudsheitum lá lið- ugur frá hansara hond. Góð- an grip hevur hann lagt eftir seg í ritverkum sínum, ið savnað eru í bókunum >Ég stoyti heitt«, og øllum teim- um dygdargóðum bama- békunum. Hann bar høvd og herdar yvir mangan mann. Vit goyma minni hansara f takklæti. BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666 | Tíðindablaðið (5711) Tóroddur Tóroddur Poulsen, nývaldur limur í málneyndini. . Øroyska målnevndin hev- ur fingid ein nyggjan lim. Tað er rithøvundin Tór- oddur Poulsen, sum tekur við eftir Sigurð Joensen, sála. Annað fýra ára skeiðið hjá målnevndini var úti síðsta september í fjór. Í seinasta nummarinum av Orðafar verður víst á, at tað hevur verið drigført at fáa skipað nýggja nevnd, men um miðjan januarmánað setti landsstýrið hana umsíðir. Limirnir eru: Petur J. Sigvardsen eftir tilmæli frá Landsskúlafyrisiting- ini, Jeffrei Henriksen eftir tilmæli frá Móðurmálslær- arafelagnumn, Tóroddur Poulsen eftir tilmæli frá Rithøvundafelagnum, Svenning Tausen eftir til- mæli frá Blaðmannafel- agnum og Jóhan Hendrik W. Poulsen eftir tilmæli frá Føroyamålsdeildini. Nevndin hevur skipað seg við Jóhan Hendriki sum formanni og Jeffrei sum næstformanni. jan Mynd kalmar