týsdagur 15. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (INF
Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994
Síða 9
Fiskivinnuloysnir:
Sum brikkar
fra ymiskum
puslispølum
Innan fiskivinnuna er enn nógu ógreitt.
Ikki ber til at loysa teir ymisku tættirnar
einsæris. Allir tættir i fiskivinnuni mugu
hanga saman. Annars fåa føroyingar eina
høvudsvinnu sum hongur eins illa saman
sum brikkar frå ymiskum puslispølum,
sigur Lise Lyck, danskur buskaparfrød-
ingur
-Eg komi ikki til Føroya við
fremstafingri å lofti. Eg
komi heldur ikki fyri at siga
føroyingum hvat teir skulu
gera og hvussu vinnast kann
á kreppuni. Men nú eg
dagliga arbeiði eitt nú við
viðurskiftum aðrastaðni,
sum kunnu samanberast við
tey í Føroyum, hevur tað
mín áhuga aftur at koma
higar,- partvíst at greiða frá
215 er heimsins mest tygdarlás
FE 055
h kg
325-0,65- kWh -
hystorka: 36 kg
so
År put od
7 MØGU standa í eini hverjari
hk + hdi uttan at fara aftur termometur, ið er lætt
Kandtakið hevur innbygt lesa av og bamatry
SE 215. Støt vid Á
| Tr
25% marstein
Aarvegur - TI 11300 - 11305
hvussu ávísar búskapar-
ligar meginreglur eru, og
partvíst at tosa við fólk um
hvat tey halda.
Hetta sigur Lise Lyck,
sum er biiskaparfrødingur,
og arbeiðir sum lektari á
Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn.
Á Føroyaferdini fer hon
at halda fyrilestrar, tosa vid
myndugleikar og feløg å
an termostalknøt.
arbeidsmarknadinum.
Fyrsta fyrilesturin helt
hon á Fróðskaparsetrinum í
gjårkvøldid.
Ørkymlandi
Lise Lyck heldur ikki, at tad
er so sera umráðandi nú at
tosa um tað var beint at
bjarga bankunum í oktober í
fyrraárið. Men sera umráð-
andi heldur hon tað vera, at
tá politisku myndugleikar-
nir valdu hesa loysn, so er at
halda fast, og ikki nú fara at
ivast í, hvat rættast hevði
verið. Og tess meira, ið
politisku myndugleikarnir
koma inn í búskaparligu
myndina, tess týdningar-
miklari er tað at skapt
verður ein heildarloysn, og
at fólkið verður sannført
um, at politisku myndug-
leikarnir arbeiða miðvíst.
Annars verða fólk ørkyml-
aði, og missa trúnna á
politisku skipanina.
Lise Lyck heldur, at
torført er at fáa eitt samfelag
at virka, so leingi so nógvir
óloystir spurningar eru,
sum talan er um í Føroyum í
dag. Millum annað viðvíkj-
andi sethúsamarknaðinum
og kommunuskuldini.
Puslispælið sum
Ikki gongur upp
Danski biskaparfrødingur-
in heldur, at enn er nógv
Ógreitt innan fiskivinnuna.
-Tað tykist sum teir
ymisku tættirnir innan
høvudsvinnuna verða við-
gjørdir hvør sær, uttan at
neyðuga samanhangið er
til. Millum annað spurning-
urin um kvotumar, upp-
bodssølu og Fiskavirking.
Hesir ymisku tættirnir í
somu vinnu verða viðgjørd-
ir út frá ti, ymiskir serfrød-
ingabólkar eru komnir til,
uttan at hesar loysnir hóska
serliga væl saman. Hetta er
sum at royna at seta brikk-
amar frá ymiskum pusli-
spólum saman, sigur Lise
Lyck.
At høvudsdenturin skal
leggjast å at loysa allar
tættimar í fiskivinnuni í
vidastu merking ivast Lise
Lyck ikki i. Utgangsstødi
skal takast í hvussu nógvur
fiskur er á føroysku grunn-
unum, og síðani má ein
heildarloysn gerast Lise
Lyck heldur tað hevði verið
beint at sett ein serligan
ráðgevingarbólk at funni
fram til hesa heildarloysn-
ina.
-Lítið er at ivast í, at ein
orsøk til kreppuna og tað, at
fólk eru ørkymladi, er
Heimastýrislógin, og hon
má broytast, heldur danski
búskaparfréðingurin. Ikki
móti amtinum aftur og
heldur ikki til fult sjálvstýri.
Heimastýrislógin er ov 6-
greið í mongum fórum, sig-
ur Lise Lyck.
-Tað kann vera, at teir,
sum gjørdu heimastýrislóg-
ina fyri stívliga 45 árum
síðani hava hildið, at fyri-
munur var ikki at læsa alt ov
fast. Men tá vit hava so
stórar trupulleikar sum nú er
av týdningi, at karmarnir,
arbeitt verður innan fyri, eru
so greiðir sum gjørligt,
heldur Lise Lyck.
-Tað var eisini nógv uppi í
teirri tíðini tá Heimastýris-
lógin varð gjørd, at tílíkir
landspartar skuldu skipast
eftir sama leisti, sum var
galdandi í tí landi, sum
landsparturin var knýttur at.
Men tílíkar hugsanir eru
slepetar fyri mongum árum
síðani í altjóða høpi. Men
ikki í Føroyum. At til dømis
ein sjúkrahússkipan, sum er
góð í Danmark, tí eisini er
góð i Føroyum er ikki vist,
heldur Lise Lyck, sum ávar-
ar ímóti at skera føroyskar
loysnir eftir donskum leisti.
Hon heldur, at blokkskip-
anin er eitt stig á beinari
leið. Við blokkinum fáa før-
oyingar stórri møguleika at
skipa viðurskifti, sum hóska
seg best í Føroyum heldur
enn aðrastaðni.
Berið skjótt at
Men hóast mangt kundi
verið ødrvisi heldur Lise
-Tað hevur skund at loysa
føroysku kreppuna eftir
eini heildarætlan. Tað
sum kann gerast í dag
eigur ikki at bíða til í
morgin, sigur Lise Lyck,
danskur
búskaparfréðingur.
Mynd: Kalmar
Lyck, at tað eigur at bera til
at fáa føroyska búskapin á
rættkjøl aftur.
-Tit hava dygdir. Her er
eitt fólk sum dugir at hugsa
og sum er vant til at taka tók.
Tað er tydningarmikid, og
tit hava nakað at byggja á.
Men nú ræður um at gera
eina heildarloysn fyri allar
tættir í samfelagnum. Fyrst
og fremst innan fiskivinn-
una. Men nú fer tíðin at
ganga undan. Tað sum kann
gerast í dag, eigur ikki at
bíða til í morgin. Kann vera,
at valini í Danmark og í
Føroyum í ár gera sítt til, at
loysnir verða seinkaðar,
men tí hava vit ikki ráð til at
bíða eftir, sigur Lise Lyck.
tór.-
Kvinnuráðstevnan
FORUM94
ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettusiovu Í
sambandi við fyrireikingar til Kvinnuráðsteynuna
FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1994. Opið er hvert
mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og
faks: 12545.