mikudagur 16. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 32 — 16. FEBRUAR 1994
Helgi Fossadal, um Skuldarafelagið:
Einki at vinna
við ikki at gjalda
- Búgvið hevur ráð at bíða, men tað hava lánararnir
ikki, sigur Helgi Fossadal í viðmerking til áheitanina til
limirnar í Skuldarafelagnum, um ikki at halda lániav-
talurnar, sum tey gjørdu í síni tíð við Fossbankan
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 10. marts 1994 kl. 13.40
tvangsauktion, (AS 453/93) over matr.
nr. 383 c, Vågur beliggende Vågur.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930583) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er en handelsbygning på
en 53 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 50 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 11.02.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 10. marts 1994 kl. 13.30
tvangsauktion, (AS 587/93) over matr.
nr. 159 h, Kirkjubøur beliggende Argir.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs-
havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 37001) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 276 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 73 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 11.02.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.
Leingi hevur verid tøgn um
arbeiðið hjá bústjórunum
viðvíkjandi trotabúnum hjá
Fossbankanum.
Hesa tíðina hevur Felag
Skuldara Fossbankans í
konkursi, gjórt ymsar
royndir til tess at veita li mu-
num ráðgeving og leiðbei-
ning, hvussu hvgr einstakur
skal fyrihalda sær mótvegis
búnum, um ikki at gjalda
rentur og avdrátt.
Nú hava bústjórar Foss-
bankans sent tíðindaskriv
út, har greitt verður frá,
hvussu arbeiðið gongur, og
hvørjar skyldur fólk hava,
sum høvdu lán í bankanum.
Samstundis hava limirnir
í Skuldarafelagnum fingið
bræv frá felagnum, sum
mælir teimum til - ikki at
gjalda lánini, sum tey ann-
ars hava bundið seg til at
gjalda aftur.
Bústjórarnir góðtaka ikki
Skuldarafelagið og vilja
einki hava við tað at gera.
Fær Ikki verið gørvísi
Ført verður fram, at trota-
búgvið ikki kann umrøda
viðurskiftini hjá kundum
við onnur enn kundan sjålv-
an, at trotabúgvið ikki kann
ganga undir almennar regl-
ur fyri "virði" av lánum, og
at høvudsregaln fær ikki
verið onnur enn tann, at lán-
ini skulu gjaldast aftur.
Hetta hava bústjórarnir
eisini gjørt Skuldarafelag-
num greitt á tveimum fund-
um. Teir meta, at tað er
ábyrgdarleyst av felagnum
at mótarbeiða viðskifta-
fólkunum í at halda sínar
lániskyldur.
Skuldarafelagið = sigur
hinvegin í skrivi til limirnar
nakrar dagar seinni, at lim-
irnir skulu geva tol og halda
seg passivar fyribils. Hetta
er galdandi bæði viðvíkjan-
di at fáa nýggja gjaldsavtalu
við bústjóramar, og at
gjalda eftir upprunaliga av-
taluni.
Felagið sigur, attað ræður
um at standa fast við sítt, og
at limirnir standa sterkari
fyri hvgnn dag sum gongur
- við ikki at gjalda.
Biður um samstarv við
kreditornevndina
At enda hevur Skuldarafel-
agið sent skriv til kreditor-
nevndina, við áheitan um
samstarv.
Kreditornevndin er um-
boð fyri spararnar í Foss-
bankanum. Tað eru tey,
sum áttu pening í banka-
num, og sum nú missa hann,
av tí at Fossbankin fór á
húsagang.
Skuldarafelagið sigur
m.a. í brævinum til kredi-
tornevndina, at limirnir eru
á einum máli um, at besta
loysnin er at fáa búgvið av-
greitt sum skjótast, og at ein
langtíðar gjaldsskipan, sum
bústjórarnir hava víst á,
neyvan verður til fyrimuns
fyri nakran, stendur m.a. í
brævinum frá Skuldarafel-
agnum til kreditornevndi-
na.
Tað kann vera torført hjá
vanligum fólki at skilja,
hvussu best er at gera. Tað
ger tað ikki lættari, at hvor
parturin - Skuldarafelagið
ødrumegin og bústjórarnir
fyri trotabúgvið hinumeg-
Tidindabladid (5311)
in, eru so ósamdir.
Sosialurin spurdi tí Helga
Fossadal, stjóra í fyrrveran-
di Fossbankanum, hvat
hann helt tænti viðskifta-
fólkunum best?
- Sjálvandi skulu fólk
gjalda, men tað tykist ør-
kymlandi, at Skuldarafel-
agið gevur slík ráð.
Best at fáa avtalu í lag
- Tað tænir altíð við-
skiftafólkunum best at
koma inn at tosa við bú-
stjórarnir. Nógv fólk hava
eisini gjørt tað, og um við-
urskifti teirra eru nógv
broytt, síðani lánini vóru
undirskrivað, ber til at fáa
nýggja gjaldsavtalu í lag.
- Hvørji ráð vildi tú givið
fyrrverandi viðskiftafólku-
num í Fossbankanum?
- Tey skulu venda sær til
lánideildina í Fossbanka-
num og avtala tíð, so tey
kunnu tosa við bústjórarnar
um síni viðurskifti.
Við sær skulu tey hava
ognaruppgerð, yvirlit yvir
lønarinntøkur, skuld í set-
húsum og útreiðslur annars.
Helgi Fossadal: - Tað
tænir viðskiftafólkunum
best at gera avtalu við
bústjórarnar. Búgvið
hevur ráð at bíða, men
tað hava lánararnir ikki
- Tað lønar seg eisini at
gera tað, tí bert rentulækk-
ingin gevur munandi bata.
- Hvat hendir, um fólk
ikki gjalda og heldur ikki
lata hoyra frá sær?
- So verður pantið inn-
drigið, t.v.s. í flestu fórum,
at sethús verða kravd á
tvingsilssølu.
- Hvi bidjur Skuldara-
felagid um samstarv vid
kreditornevndina?
- Tad skilji eg ikki rætti-
liga. Av ti at kreditornevnd-
in umboðar viðskiftafólk-
ini, sum áttu pening í Foss-
bankanum, og sum eisini
eru tey sum missa, er 6-
greitt, hvussu henda áheit-
anin skal skiljast. Um fólk
ikki gjalda síni lán aftur,
missa spararnir enn meira.
Lånararnir hava
Ikki tíð at bíða
At enda sigur Helgi Fossa-
dal, at hóvuðsendamálið hjá
bústjórunum er at fáa sum
mest burturúr búnum, og at
tað gongur framá við
hesum.
- Búgvið hevur ráð at bíða
hava lánarnir ikki. Tí er tað
eini góð ráð til lánarnir, at
fáa avtalu í lag við búgvið,
sigur Helgi Fossadal.
Dagny
Skuldarafelagið heitir í
skrivi á limirnar um at
geva tol „verða passivir
fyribils og ikki gjalda
lánini. Limirnir skulu ikki
ræðast, tí stóða teirra
verður sterkari og sterkari
fyri hvønn dag, sigur
felagið