Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CSE »Klappjaktin« i Trongisvági i vanda fyri at detta niðurfyri Aðrir hava keypt tveir av teimum fýra haruhøg- unum, ið síðstu meira enn 60 árini hava hýst sokallaðu klappjaktini hjá trongisvágsmonnum Vandi er nú fyri, at ein yvir 60 ára gomul tradition í Trongisvági er við at detta niðurfyri. Hetta er tann sokallaða klappjaktin eftir haru, ið trongisvågsmenn hava havt ' í fýra høgum, ið ganga úr Trongisvági og heilt vestur til tunnilsmunnan fram við PS markinum til Hvalbiar. Tå grannastevna var síðst, varð fyri fyrstu ferð øll hesi árini bjóðað ímóti, tá menn- inir úr Trongisvági ætlaðu at keypa tríggjar av teimum fýra høgunum. Endin varð, at prísurin gjørdist so mikið høgur, at trongisvågsmenn- inir bert keyptu ein av teim- um trimum hagunum, Hús- garðshaga. Hinar báðar Riddalshaga og Líðarhaga, keyptu tveir menn hvør sær. Fjórði og minsti hagin, hagin hjá Eli- esari, teir kalla, plagar van- liga ikki at verða keyptur, tí eigarin sjálvur plagar at vera við í klappjaktini. At grannastevnan endaði soleiðis, gjørdi sitt til, at , ikki ber til hjå trongisvågs- monnum at fara eftir harum å sama hått, sum teir hava gjørt hini árini, ti teir nú ikki hava tveir samanliggjandi hagar at ráða yvir. Hetta høvdu trongisvågs- menn als ikki roknað við, tí vanliga plagar sum sagt eingin at bjóða ímóti, og tað hevur mestsum bert verið ein sjarmerandi formalitet- ur at keypa hagarnar á grannastevnu. Seytjan mans vid klapparum Tilsamans eru teir fýra hagarnir seytjan merkur, og plagar ein maður at vera upp á mørkina. Aftrat sær plagdi so hvør maður at hava ein drong við sum »klappara«, hvørs uppgáva var at klappa harurnar fram. Síðstu árini hava dreingimir tó bert verið við sum berar- ar, tí ikki hevur verið hildið, at so skilagott er at klappa, men heldur at fara friðarliga fram. Nr. 32 — 16. FEBRUAR 1994 Síða 5 Byrjað hevur vanliga ver- ið í haganum hjá Eliesari og so hevur leiðin ligið gjøgn- um allar fýra hagarnar heilt vestur á Nakk, og síðani hevur verið gingið aftur sama veg. Tann, ið flestar harur hev- ur fingið, hevur á hvørjum ári verið útnevndur haru- kongur. Men nú sær so út til, at hesin síður stórt sæð dettur niðurfyri. Hvussu trongis- vágsmenn nú fara at bera seg at, tá harutíðin verður aftur við mánaðarbyrjan í november, er ikki greitt, men í hvussu er hava teir tveir av høgunum framveg- is, so heilt eingin klappjakt verður tað neyvan. bj. Tað sær nú út til, at yvir 60 ára gamli siðurin við sokallaðari klappjakt eftir haru, ið trongis- vågsmenn plaga at hava á hverjum ári í fýra høgum á markinum millum Trongisvåg og Hvalba, er við at detta niðurfyri Mynd: Kalmar + Oljan verður biligari Síðstu tíðina hevur javnan verið at hoyrt um fallandi prísir á ráolju, og tað síðsta er, at prísurin er fallin heilt niður á 13 dollarar fyri tunnuna, ið er tað lægsta í langar tíðir. Hesi tíðindi fáa sjálvandi fólk at fregnast eftir, nær tað merkist her heima, at rá- oljan hevur sovorðið fall í prísinum. Tíðindablaðið Sosialurin hevur latið spurningin fara víðari til tvey av oljufeløg- unum, Føroya Shell og Før- oya Oljufelag. — Tað, sum vit selja, er alt samalt oljuúrdráttir av yms- um slagi, so tað hevur ikki altíð við sær, at prísirnir í Føroyum falla, hóast ráolju- prísurin er fallandi, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í Føroya Shell. — Sjálvandi vil tað hava sína ávirkan, um ráoljuprís- urin framhaldandi er lágur ella fallandi, og tá vil tað hava við sær, at eisini olju- prísirnir her heima falla. Tó eru tað eisini onnur ting, ið hava ávirkan á hetta, eitt nú um eftirspurningurin eftir oljuúrdráttunum er stórur, tí vithavaein kaldan vetur. Tá kann tað jú henda, at meðan ráoljan er lág í prísi, so er eftirspurningurin eftir olju- úrdráttunum so stórur, at prísurin á oljuni til brúkaran kanska enntá fer upp. Sjúrður Gorm Petersen, stjóri í Føroya Oljufelag, er av somu áskoðan, tá tað snýr seg um ein kaldan vet- ur, og hann nevnir eitt nú tann øgiliga kuldan, ið hev- ur verið í USA, og sum hev- ur ført við sær sera stóra oljunytslu. — Tað åvirkar sjálvandi prisin upp á eitt nú gassolju, men annars er prisurin f Føroyum farin nidur. I okt- ober mánaði fall gassolju- prísurin úr 1,62 krónum fyri liturin niður í 1,55 krónur, og aftur síðst í januar mán- aði fall hann við seks oyrum aftrat niður í 1,49 krónur, sigur stjórin í Føroya Olju- felag. — Samstundis er prísurin í Danmark farin upp. Fyrst fall hann við sjey oyrum síðst í januar mánaði, men fór upp við fýra oyrum fyrst í februar mánaði. Men sam- stundis standa eitt nú ben- sinprísirnir í stað. Sjúrður Gorm Petersen væntar annars, at prísurin á gassolju fer at falla við ein- um seks oyrum aftrat innan fyri kanska tvær vikur. — Ta tíðina, vit hava verið á føroyska marknaðinum, hava vit alla tíðina verið við til at trýsta prísin. Vóru bert Føroya Shell og Statoil, var prisurin å gassolju kanska 22-23 oyru dyrari fyri litur- in, enn hann er í dag, sigur hann. hj. Bensinstødin i Øravikarlid er nú Statoil