Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 32 — 16. FEBRUAR 1994 HL Studentaskúlarnir og HF-skeiðini: Nýggja skipan næsta skúlaár Endamálið við broytingunum er m.a. at laga útbúgving- arnar eftir upptøkutreytunum til hægri útbúgvingar í Danmark Seinnapartin í dag fer Landsskúlaráðið á fundi at viðgera álitið um nýggja studentaskúla- og HF-skip- an. Málið fer úr Landsskúla- ráðnum í landsstýrið, sum síðan leggur fyri tingið upp- skot um neyðugar lógar- broytingar fyri at seta nýggju skipanina í gildi. Ikki broytt í áravís Í Danmark er studenta- skúla- og HF-skipanin fleiri ferðir broytt seinastu árini, men føroyska skipanin er ikki stórvegis broytt síðan einaferð í sjeyti-árunum. Hetta ber ikki til, føroyska skipanin má eisini broytast, tí sum er geva prógvini úr Føroyum ikki atgongd til allar hægri útbúgvingar í danmark, hagar tey flestu fara at útbúgva seg víðari. Klaus Reistrup, formaður í arbeiðsbólkinum, sum evur uppskotið hevur 4 nevnir sum dómi, at ein ma- tematiskur studentur úr Før- oyum ikki sleppur beinleið- is inn at lesa humaniora, tí hann hevur ikki lært nóg nógv enskt. Ein matemat- iskt-samfelagsligur = stu- dentur sleppur heldur ikki beinleiðis at lesa samfelags- fróði av somu orsøk. Føroyskir HF-arar hava heldur ikki atgongd javn- bjóðis donskum HF-arum til allar útbúgvingar. Hetta ger, at hesi fólkini noyðast at taka nøkur eyka skeið, áðrenn tey kunnu fara í ta útbúgving, tey hava valt sær. Laga okkum - Endamálið við teimum broytingum, vit mæla til at gera, er tí at laga skipanina eftir teimum upptøkutreyt- um, sum eru til hægri út- búgvingarnar í Danmark, sigur Klaus Reistrur Mæl råur tørt smærri broytingar. T.d. skulu næmingarnir á studentaskúlanum hava fleiri tímar í føroyskum og færri í donskum, meira søgu, og matematikararnir skulu hava líka nógvar tím- ar í enskum tvey tey sein- astu árini sum málsligu stu- dentarnir. Hinvegin skulu málsligu studentarnir fáa stórri innlit í náttúrvísindina. Tað verður ikki neyðugt at hava lært týskt fyri at sleppa inn á matematisku deild. Fomaldarfrødi hvørvur sum sjålvstødug lærugrein. HF-skipanin Broytingar skulu eisini ger- ast í HF-skipanini, og ein tann størsta verður, at um- søkjararnir skulu verða fylt- ir 19 ár fyri 31. desember í tí ári, teir byrja á HF. HF var upprunaliga ætlað á einari ella aðrari orsøk komu seint í gongd við at útbúgva seg, men tað hevur verið vanligt at farið beint úr framhaldsdeilini á HF. Nú verður vent aftur til upp- runaligu ætlanina við HF, ið framvegis verður tvey ára útbúgving HF-ararnir skulu hava færri tímar í donskum enn nú, og allir næmingar skulu hava enskt bæði árini. Samlestur Ætlanin er at samskipa studentaskúla-, HF- og aðr- ar miðnámsútbúgvingar, soleiðis at samlestur kann vera í ávísum lærugreinum. Hetta skuldi verið ein spar- ing, ið ikki nervar ella broytir nakað í tí, næm- ingarnir læra. Nú studentaskúla- og HF- skipanin verður broytt, verður eisini tey ymisku HF-skeiðini endurskoðað. K Tidindabladid arbeitt vid spurninginum um HF í Suðuroynni, og skotið er upp, at broyta HF- skeiðið í Suðuroynni til studentaskúlaútbúgving. Nóg nógvir næmingar Næmingagrundarlagið er nóg stórt fyri studentaskúla í oynni, og royndirnar vísa, at flestu næmingarnir á HF eru komnir beint av fram- haldsdeildini. Síðan HF kom í Suðuroynni hava teir Tað er ein stór fjøld av fólki, sum nú antin tekur studentaskúla- ella HF-prógv. Í fjør byrjaðu 250 fólk í fyrsta 2, og 117 á HF. Aftrat koma tey, sum byrjaðu staklærugreinir á HF. Ætlanin við nýggju skipani er at geva fólki møguleika at taka staklærugreinir eisini í studentaskúla fægstu suðuroyingarnir valt at farið í studentaskúla í Havn. Hvussu verður við HF í Klaksvík er ikki greitt enn. Ein annar arbeiðsbólkur ar beiðir við tí málinum Ætlanin er at fáa nýggju skipanina fyri studenta- skúlan og HF-skeiðið setta í gildi, tá nýtt skúlaár byrjar í august mánaði í ár. randi Tvangsauktion Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 10. marts 1994 kl. 10.40 tvangsauktion, (AS 613/93) over matr. nr.673b, Tórshavn íbúð 26 beliggende Tórshavn Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 37004) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 69 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 69 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 11.02.94 Mette Søgaard-Nielsen dím SME AD