Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SHU Verður næsta útgjald úr ALS seinkað, noyðast fólk at venda sær til bankan um at sleppa at tala pening út, hóast kontoin er tóm. Almannastovan hevur ikki heimild at veita fólki bráðfeingishjálp Um útgjaldið frá ALS ikki verður útgoldið rættstundis: Folk mugu venda sær til bankan Ongin heimild er at veita fólki bráðfeingis hjálp, um Arbeiðsloysisskipanin ikki rættstundis fær útgoldið stuðul, sigur Bergur Berg, deildarleiðari á forsorgar- deildini á Almannastovuni Seinasta útgjaldið í ALS hevði við sær, at nú var kassin tómur. ALS fær ikki útgoldi arbeiðsleysum stuðul fyrr enn 3. mars, um einki annað hendir. -Taðer ikki uppgávan hjá Almannastovuni at hjálpa teimum arbeiðsleysu, um útgjaldið hjá ALS íkki verður útgoldið rættstund- is, og fólk tí einki hava at liva av, sigur Bergur Berg, deildarleiðari á forsorgar- deildini á Almannastovuni. Sama ískoyti sum seinast Tó skal viðmerkjast, at tey, sum fáa ískoyti frá Almann- astovuni, fáa sama útgjald, sum seinast. - Tey arbeiðsleysu eru í somu stóðu sum t.d. fólk í arbeiði, ið ikki fáa løn, og sjómenn, sum noyðast at bíða eftir hýruni. - Fyri tað um arbeiðsge- varin ikki rindar tær lønina rættstundis, ið er tað, sum tú hevur at breydføda teg við, so hava fólk ikki rætt til for- sorgarhjálp. - Í hesum føri er ALS at sammeta við ein arbeiðs- gevara. Venda fólk sær til okkara, tí tey ikki hava fingið løn, biðja vit tey fáa eina avtalu í lag við bankan, um at sleppa at taka pening út, hóast eingin peningur er á kontoini, sigur Bergur Berg. Almannastovan hevur ikki gjørt nakrar reglur fyri, hvussu stovnurin skal skipa seg, um ALS ikki fær út- goldið stuðul. Tá tað var í uppskoti at lækka tíðina í arbeiðsloysis- skipanini úr tveimum árum í hálvtannað år, kanraði Al- mannastovan, hvussu nógv tað fór at tyngja forsorgar- lógina. Mett var, at Al- mannastovan fekk brúk fyri 30 mió. krónum eyka, um tíðin í ALS varð stytt. Játtanin til forsorgarhjálp í árer sett til 87 mió. krónur. Um Arbeiðsloysisskipanin heldur fram, fer játtanin at halda, sigur Bergur Berg. Bankin metir um Føroya Banki hevur ikki fingið áheitan fráalmennari síðu um at veita fólki hesa tænastu. Tage Benjaminsen, stjóri sigur, at hann bert hevur hoyrt um ALS í tíðindu- num. - Um so er, at fólk venda sær til okkara, so fara vit at meta um hvort viðskifta- fólk sær. Taðer greitt, at vit í summum fórum fara at jåtta hesum, og í ødrum føri eis- ini, at vit fara at nokta ti. - Viðskiftafólkini mugu bert seta seg í samband við okkum, sigur Tage Benja- minsen. Tað hevur eisini ljóðað, at Arbeiðsloysisskipanin skal royna at fáa føroysku pen- ingastovnarnar at lána skip- anini pening, men hetta hevur bankastjórin íkki fingið fyrispurning um, og vil ikki heldur ikki gera við- merkingar til. Dagny Føroya størs Urval av musikk- instru- mentum groya lægstu | arstein Aarvegur - Tlf. 11305 Nr. 32 — 16. FEBRUAR 1994 Sida 7 „BRÚKTBILA UTSØLA hesa vikuna | ranesgøta 5 - Tlf. 138