hósdagur 17. februar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÁÐRENN
FOSTUR-
TØKA
VERDUR
VALD
Felagsskapurin Pro Vita,
ið arbeiðir móti fostur-
tøku, hevur ætlanir um at
fáa endurprentað faldaran
>Áðrenn tú velur fostur-
tøku«, ið vísir seg at hava
fingið stak góða móttøku.
Faldarin varð uppruna-
liga prentaður í 11.000
eintøkum, og er hann at
finna á fleiri almennum
stóðum, so sum á hægri
skúlum, békasøvnum, hjá
heilsu- og skúlasjúkra-
systrum, á apotekum, í
bíðirúmum hjá læknum, á
sjúkrahúsunum og aðra-
staðni
Boðskapurin í faldaran-
um gongur uppá, at aðrar
og betri loysnir finnast til
teirra, sum komin eru í
trongstødu vegna barns-
burð, enn at fáa fostur-
tøku.
KEYPA
PAKNING
SAMAN
Fimm feløg, ið øll hava til
felags, at tey arbeiða við
ymsum føroyskum mat-
véruútflutningi, hava nú
stovnað eitt nýtt innkeyps-
felag, Farpack Sp/t.
Felggini, ið hava stovn-
að innkeypsfelagið, eru
Pf. Føroya Fiskasøla, Pf.
Faroe Seafood, Pf. Kósin,
Pf. Havsbrún og Pf. Fóm.
Nýggja felagið avloysir
Pf. Faroe Seafood Supply
Lid., id Lf. Føroya Fiska-
søla åtti. Felagid skal taka
sær av innkeypi av pakn-
ingi og gørum, sum náttúr-
liga hoyrir til matvøru-
framleiðslu í Føroyum.
Nøkur av teimum, sum
áður starvaðust í Pf. Faroe
Seafood Lid, verða fram-
haldandi í starvi og reka
nýggja felagið. Hesi fimm
fólkini eru Líggjas Joen-
sen, stjóri, Páll Kjærbo,
innkeyps- og sølustjóri,
Poulina Djurhuus, skráset-
ing av keyp og sølu, Sól-
eyg Grunnveit, avgreiðsla
og bókhald og Steingrím
Vang, avgreiðsla.
Nú Sp/t Farpack yvir-
tekur, hevur Pf. Faroe
Seafood Supply Ltd. trý år
á baki. Nýggja felagið fer
at hava somu adressu sum
gamla felagið, men tele-
fonnummarið 14295 er
nýtt.
hj.
søsialurin
BILIGARI
HEILI-
VAGUR
ER BETRI
FYRI ØLL
Sama skipan, sum í longri
tíð hevur verið galdandi í
danmark viðvíkjandi heili-
vági, ið fæst við resept, skal
nú eisini standa sína roynd í
Føroyum.
Hendan skipan eigur at
tryggja at sjúklingurin altíð
hevur møguleika at fáa ein
bíligari heilivág, har tað let-
ur seg gera. Ofta vísir tað
seg, at heilivágur kann vera
sera ymiskur í kostnaði, hó-
ast endamálið við honum er
tað sama.
Einstøk dómi finnast um
heilivág, har fleiri hundrað
krónur eru á muni, tá talan
er um ta bíligastu og ta dýr-
astu loysnina.
Skipanin verður kallað
generisk substitiuén, sigur
landsapotekarin Heri Mørk
øre.
— Tá læknin skrivar sjúk-
linginum resept, kann hann
viðmerkja við einum »G«
viðmerkja, at her er talan
um, at veljast kann millum
bíligari og dýrari heilivág.
Við at seta eitt >G< á resept-
ina, gevur hann apotekinum
heimild at geva sjúklingin-
um tann bíligasta heilivág-
in.
Landsapotekarin sigur, at
talan er um fastar bólkar av
heilivági, ið kunnu verða
umfataðir av generiskari
substititión, meðan aðrir
ikki eru tað.
- Í Danmark er farið eitt
stig víðari, td har gevur
sjúkratryggingin bert stuð-
ul til keyp av tí bíligasta
heiliváginum, sigur hann
- Tað vil siga, at um sjúk-
lingurin kortini vil hava eitt
dýrari slag, so má hann
sjálvur rinda munin
Ikki eftirspurdir
Torbjørn Mikkelsen, for-
maður í meginfelagnum hjá
føroysku sjúkrakassunum
og formaður í Havnar
Sjúkrakassa, heldur hetta
vera eina góða loysn, at tað
nú ber úl at fáa bíligari
heilivág
— Tað sigur seg sjálvt, at
øll koma at spara við hes-
um, sigur hann.
- Sjúklingarnir kunnu fáa
bíligari heilivág, og minni
verður eisini hjá sjúkra-
køssunum at rinda í studuli.
Men eg skilji bara ikki, hvi
stigid ikki eisini verður fult
út í Føroyum, so vit bert
skulu lata stuðul til tann bíl-
igasta heilivågin. So spardu
fólk uppaftur meira, og tå
virkaði hendan skipanin
enn betur
Torbjørn Mikkelsen sig-
ur annars, at tað fyri sjúkra-
kassarnar er eitt sindur hug-
stoytt, at teir ongantíð verða
Nr. 33 — 17. FEBRUAR 1994
eftirspurdir, tå sovordid skal
setast í verk, tí tað eru jú hó-
ast alt sjúkrakassarnir, sum í
flestu førunum skulu rinda
50 ella 75% í stuðuli.
— Vit verða yvirhøvur ikki
kunnaðir um nakað sum
helst av landsstýrinum, og
tað ger tað heila munandi
strævnari, sigur hann.
Sjúkrakassarnir hava
tað jú ikki ov gott í Føroyum
í dag frammanundan. Hetta
eru sera truplar tíðir at koma
fgjøgnum — eisini hjá okk-
um.
hj.
KFUM-SKOTARNIR FINGID
jo" 4 :
NYGGJA LANDSNE
VND
Á landsfundi í Fuglafirði
leygardagin 5. februar varð
nýggj landsnevnd vald fyri
KFUM-skótarnar í Føroy-
um.
Nýggja nevndin hevur
skipað seg soleiðis: Palli
Mortensen, Tórshavn, for-
maður og skótaovasti, Thor-
formaður, Kjartan Dals-
gaard, Tórshavn, kassa-
meistari, Sólbjørn Jensen,
Fuglafirði, Kirsten Daniel-
sen, Leirvík, Benjamin
Gøre, Leirvík og Marna Is-
aksen, Kvívík.
hj.
Nýggja landsnevndin
hjá KFUM-skótunum
Síða 5
BARNA-
BLAÐIÐ
KOMIÐ
Fyrsta útgávan í hesum ár-
inum av tí vælumtókta
Barnablaðnum er komin
út.
Í blaðnum eru sum van-
ligt nógvar søgur og frå-
greiðingar av ymsum slag.
Mong børn hava eisini
skrivað inn til Barnablað-
ið, og teirra smáu søgur
eru komnar á prent.
Ein opna snýr seg um
teir báðar íspeglarnar, ið
tey flestu kenna undir
navninum Gøg á Gokke.
Eisini eru teknirødir og
uppgávur av ymsum slag í
blaðnum.
POLIO
GER NU
AFTUR
UM SEG
Ein sjúka, ið fyrr gjørdi
nógv um seg, var virus-
sjúkan polio. Fólk vórðu
koppsett í stórum tali, og
nógv varð gjørt fyri at
fyribyrgja, at sjúkan fekk
breitt seg
Fyri nógvum árum síð-
ani kundi verða staðfest, at
sjúkan polio ikki longur
var at finna um okkara
leiðir, og síðani hevur at
kalla púra einki verið at
hoyrt um hesa sjúku, ið
setir seg Í ryggin og drepur
nervasellumar, so vødd-
arnir ikki fáa virka, sum
teir skulu.
Nú er aftur líkt til, at po-
lio er um at koma fyri seg
aftur í vesturheiminum.
Orsøkin úl hesi tíðindi eru
tey mongu flóttafólkini, ið
koma úr londunum, har
kríggj, svongd og annar
vesaldómur oydileggur
lív teirra.
Av tí sama er eisini
vantandi eftirlit við,
hvørjari heilsuligari støðu
flóttafólkini eru í. Tað ber
snøgt sagt ikki til at halda
eyguni við gllum, ið royna
at finna sær eitt nýtt lív
vestanfyri, tí at so mong
koma hendanvegin.
Tað, sum nú av álvara
hevur fingið reyðu lamp-
urnar at lýsa, er at ikki
færri enn tvinnir tilburðir
av polio eru staðfestir í
Hollandi. Vandin fyri, at
sjúkan sleppur at spreiða
seg, gerst ikki minni av, at
tað als ikki allastaðni er
eftirlit við polio, tí eingin
roknar við sjúkuni longur,
hóast eini 250.000 menn-
iskju kring allan heimin
hava polio
hj.