hósdagur 17. februar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
300 leirvíkingar á vinnufundi:
Stríðsfúsir
Ef
Tíðindabiaðið (50. 4,
Mynin er tikin nakað áðrenn fundurin var settur. Seinni var høllin stúgvað. Mynd .: Jens Chr. Vang
Eftir Jústinus Eidesgaard
Leirvíkingar hava ongan hug at gevast á hondum. Hetta kom fram á bygdarfundinum
tyskvøldid har yvir 300 leirvikingar viðgjórdu hvørjir framtidarmøguleikar finnast
Í Leirvik búgva 764 fólk.
Av hesum eru 409 í ar-
beidsførum aldri og av
hesum 409 ganga 109 ar-
beiðsleys. Fjórði hver leir-
víkingur tú metir er ar-
beiðsleysur, vælat merkja
talmyndaliga roknað. Í
fjør fluttu 58 leir víkingar
avlandinum. Men leir vík-
ingar hava ongar ætlanir
um at gevast á hondum.
Hetta kom tíðuliga fram á
bygdarfundi, sum varð
hildin í fimleikarhøllini
tyskvøldid.
Dagur og Vika ella annað
lokkandi kláraði ikki at
halda leirvíkingar burtur frá
fundinum, sum byrjaði
klokkan 19:45, Nakað áð-
renn klokkan hålvgum átta
sást fólk koma titandi úr
øllum ættum. Skjótt var
fimleikarhøllin fullsett,
fólk stóðu og eisini var fólk
íumklæðingarrúminum og í
ganginum. Øll vóru spent.
Leirvíkingar bera orð fyri at
vera sera góðir við heim-
bygdina, lokalpatriotar
burturav og tað prógvaðu
teir tyskvøldid.
Palibordid varð mannað
av næstan bara leirvíking-
um. Har sat Osmund Justin-
ussen, lokalur vinnulivs-
maður, búsitandi í Havn.
Virkið hjá Osmund gongur
út frá Leirvík. Hansara skip
eru skrásett í Leirvík og
hann hevur eitt trolvirki í
bygdini.
Næstur honum sat bygd-
arráðsformaðurin. | Hann
eitur Sjúrður Eliasen og er
kendur útróðrarmaður. Síð-
an skuldi útróðrarfeiagið í
bygdini verða umboðað.
Men teir fáu leirvíkingar
sum enn rógva út, høvdu
ikki tíð at vera komnir aftur
av Norðhavinum, tá leir-
víkingar fundaðust.
Fyri Arbeiðarafelagið í
Leirvík var Randi í Jógvan-
stovu møtt. Hon hevur sínar
røtur í Leirvík. Hon er fødd
og uppvaksin í Danmark,
men seinastu 20 árini hevur
hon búð í Leirvík, har hon er
gift.
Fyri IRF var stjórin Poul
Andrias Joensen møttur.
Hann er leirvikingum við
stórum L og hann hevur
nakrar flógvar ætlanir um,
hvussu leirvíkingar kunnu
gera nýtslu av øllum hitan-
um frá brennistgðini á
Hagaleiti.
Tá leirvíkingar tosa um
fiskaarbeiði í dag, so verður
navnið Ingvar nevnt í
hvgrjum setningi. Ingvar
hevur seinastu árini verið
stjóri á flakavirkinum í
bygdini. Hann er ein av
oddamonnunum til nýggja
felagid i bygdini, Tavan,
sum hevur leiga flakavirkið
Frost frå Fiskavirking til
gullaksavirking. Ingvard
Joensen var heilt sjålvskriv-
aður við pallborðið.
Bert cin sat í pallborðin-
um, sum ikki kundi ætt
leiðast beinleiðis til Leir-
vík. Tað var umboðið hjá
Føroya Fiskavirking, Kári í
Garði. Sum umboð fyri
móðurfelagið var hann eitt
upplagt evni sum skálkur,
ið leirvíkingar kundu tveita
síni rættvisis illsinnisgleps
móti. Leirvíkingar vita, at
síðan Føroya Fiskavirking
keypti flakavirkið í bygdini
hevur ikki ein króna verið at
vunnið hagani Hann er
-
Osmund var ålvarsamur, men hevði ikki mist mótið.