Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 33 — 17. FEBRUAR 1994 Sjålvhjålparbélkuri Kvinnuhúsinum um incest: Tað burturtagda fram Tað er ikki bert í ødrum londum, at småbørn verða sexuelt misbrúkt. Hetta fer eisini fram á okkara leiðum, og hevur helst allar dagar verið til, hóast taðikki hevur verið tosað um tað. Í Kvinnuhúsinum í Havn, hava tær júst stovnað sjálv- hjálparbólk fyri kvinnur, sum hava verið fyri kynslig- um ágangi. Hetta er annar sjálvhjálp- arbólkur av sínum slag í Føroyum. Anna Debes Hentze, sålarfrødingur og leiðari í hesum bólkum, sigur, át hetta er ein hjálp til sjálvhjálp, sum heitið sigur. - Bert tað at koma saman við ødrum kvinnum, sum hava verið fyri somu hend- ingum, tosa um sínar upp- livingar, og hoyra hvat aðr- ar hava at siga, kann vera ein hjálp hjá tí einstøku, at koma sær víðari. Eisini kynsligan ágang Orsøkin til, at hetta burtur- tagda fyribrigdi nú kemur fram í ljósmála, kemst av, at nógvar kvinnur, sum leita sær hjálp ella ráðgev- ing í Kvinnuhúsinum, hava verið fyri kynsligum ágangi í barnadøgunum. Anna Debes Hentze sig- ur, at kanningar aðrastaðni vísa, at kynsligur ágangur móti småbørnum oftari fer fram í bygdasamfeløgum enn í stórbýum. Eisini vísa kanningar, at umleið 4 pst av gllum kvinnum, hava verið fyri kynsligum ágangi av ymsum slag, frá at menn hava verið ónæriligir móti smágentum til grovari til- burdir sum incest (blóð- skemd) millum foreldur og børn. Tølini verda bytt sundur soleiðis, at 2 pst. av tilburð- unum eru millum foreldur, systkin, påpabeiggja 0.s.fr., sum eru tey nærmastu, og hini 2 prosentini er ágang- urin framdur av vinfólkum í húsinum og grannum og fólki annars, sum børnini kenna Fleiri hundrað tilburðir i Føroyum - Eftir ti, sum vit plaga at samanbera okkum við grannalondini, so havaleys- liga mett, eini 800 konufólk í Føroyum verið fyri onkr- um slag av kynsligum á- gangi, sigur Anna Debes Hentze. - Tølini fyri at pápan fremja grovan ágang móti dóttur, eru best kend, men talan kann eisini vera um misbrúk, har pápin ger seg inn á sonin, ella at mamman ger seg inn á dóttur ella son O.s.fr.. - Hvussu gomul eru børn- ini, og hverjir tilburðir av slíkum slag eru? - Tað kann verða alt frá at ein tilkomin persónur er 6- næriligur móti barninum, til samlegu. Dømi eru um børn heilt frá fimm ára aldri og uppeftir, hava verið mis- brúkt til tey gerast tilkomin. Eru kensluliga brekað - Fólk, sum fremja ágangin eru ikki í ávísum sosialum stættum. Tey kunnu vera vanlig fólk, við útbúgving og í góðum korum. Tey kunnu vera andaliga væl fyri, men kensluliga duga tey ikki at hava samband við fólk, sigur Anna Debes Hentze. Bert fyri at nevna dómi, so kann talan vera um mann, sum roynir at søkja sær kærleika, men kemur til at misbrúka álitið hjá barni- num, fyri at nøkta sín sexu- ella tørv. - Kenslur hansara fyri barninum verða til sexuella trongd, tí hann ikki megnar at svara barninum við nátt- úrligum kenslum. Ofta eru tey sum fremja kynsligan ágang foreldur, sum krevja nógv av barni- num, men ikki duga at geva tí kærleika. Hetta er barni- num til stóran skaða seinni í lívinum. Verður ikki avdúkað - Ger pápin ella annar í familjuni seg inn á dóttur, hvussu kann tað so gerast uttan so at mamman varn- ast tað? - Tað er kanska ti pápin og mamman líkjast kenslu- liga, og tí tey ikki eiga evni til náttúrligan kærleika. - Kansk finna eisini slík foreldur saman, tí tey líkjast ella hava somu menniskjan- slig brek. Tað kann saman- berast við, at ein kvinna, sum hevur verið gift við al- koholikara, finnur saman við ødrum alkoholikara, um hon giftist aftur - bert fyri at lýsa kensluliga sambandið. - Við ødrum orðum, fólk hava avlagað kenslulív, og verða drigin at hverjum Tíðindablaðið ødrum, júst tí tey kensluliga líkjast. - Slíkar kvinnur eru oftani eisini sjálvar misbrúktar í bamadøgunum. Í kjalarvørrinum av kynsliga áganginum kemur eisini hóttanin frá tí tilkom- na, um barnið sigur nakað um tilburðin fyri øðrum. - Barnið verður hótt við einum og ødrum, eitt nú at pápin verður koyrdur í geg- lið, ella at barnið verður revsa og koyrt á banaheim. Tilikt, sum fær bamid at halda, at tað hevur skyldina. Tí kemur kynsligi ágang- urin ikki fram í ljósmála. Hetta eru tey mest van- ligu dómini um misbrúk av børnum, men umframt tað, eru eisini sinnissjúku til- burðirnir, har harðskapur og valdaligar gerðir verða framdar móti bórnum. Bern verða eisini líkamliga meislað - Demi eru eisini um for- eldur, sum beinleiðis hava meiðslað børn so illa, at tað er meldað til løgregluna, sigur Anna Debes Hentze. Seinastu 25 árini hava 10 tilburðir í Føroyum verið í rættinum, harav onkur er Kanningar í grannalondum okkara vísa, at fýra prosent onkuntíð hava verið fyri kynsligum ágangi. Eftir hesum hava fleiri hundrað gentur og dreingir tíðliga í barnaárum verið fyri slíkum tilburðum í Føroyum. Kvinnuhúsið hevur nú á gørum sinni stovnað sjálvhjálparbólk fyri sexuelt misbrúktar kvinnur dømdur. Eisini eru nógv dómi um at slík sakarmál eru fráfallin, tí málið hevur verið ov gamalt. Líðingar í tøgn - Í slíkum samfelag sum okkara, har øll kenna hvort annað, hevur tað helst verið tilburðir, har barnið órætt- víst ikki hevur fingið við- hald, tí dómsvaldið hevur hvept seg við at fella dóm í so eymum máli. Tað eru git- ingar, men óivað hevur tað ikki verið lætt hjá teimum, sum hava verið fyri sexu- ellum ágangi at standa fram og ákæra misbrúkaran. - Nógv hava tí ivaleyst liðið undir slíkum ágangi í tøgn, sigur Anna Debes Hentze. - Hvussu sleppa misbrúkt børn frá slíkum ágangi, tá tey verða tilkomin? - Tað setur síni spor á vaksnamannatilveruna, og kemur til sjóndar seinni, sum sálarligir veikleikar av ávísum slag. Tó skal við- merkjast, at ungfólk, sum ikki hava verið fyri kynslig- um ágangi, eisini kunnu fáa somu brek, sum her verður greitt frá.