hósdagur 17. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 33 — 17. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið CD
Tað var við spenningi, at nakrir av stigtakararunum leitaðu
sær nidan í Norðurlandahúsið, har felagið fyri sethúsaeig-
Landsfelag fyri sethúsaeigarar (LFS) stovnað:
hverjari SÝSIU
Tað var ikki júst uppreistrarsinnaðir
fundarluttakarar, sum tyskvøldid stoun-
aðu Landsfelag fyri sethúsaeigarar, men
nú fer felagið so til verka. Limatalid er
higartil eini 700 fólk
Tá tað fyri góðum mánaða
síðan kom upp á tal at
stovna landsfelag fyri set-
húsaeigarar, varð roknað
við, at so nógv fólk fóru at
meta upp til stovnanadi
fundin, at bert Norður-
landahúsið kundi hýsa so
nógvum fólki.
Júst tað, at Norðurlanda-
húsið ikki var tøkt fyrr enn
nú 15. februar, var kanska
orsøkin til, at bert 220 fólk
hittust á fundi tyskvøldid
Í longri tíð hava stigtakar-
arnir til sethúsafelagið ferð-
ast kring oyggjarnar og
fundast um trupulleikarnir
hjá sethåsaeigarunum.
Fólk fingið luft
á lokalfundunum
Kanska hava fólk í lokal-
samfeløgunum lagt síni
sjónarmið fram, og fingið
luft fyri síni vreiði og 6-
nøgd, í samband við ar-
beiðsloysi og kreppurakta
samfelag okkara, so einki
var eftir at føra fram í Norð-
urlandahúsinum.Einki kom
fram á fundinum, sum ikki
hevur verið tugt og tanlað
áður.
Ein máttloysisdámur var
tí yvir fundinum, sum
gjørdi, at hann ongantíð
gjørdist rættiliga viðkom-
andi, og kanska eisini vón-
aðu, at har fór okkurt muna-
gott uppskotið fór at verða
lagt fram.
Fyrireikarnir høvdu skip-
að fyri pallborði, har umboð
fyri Sethúsafelagið, Al-
mannastovuna og Arbeiðs-
loysisskipanina greiddu
frá, hvussu hesir stovnar
virka.
Eisini sat Heri Krage-
steen, sålarfrødingur við
pallborðið, og hann greiddi
fundarfólkinum frá, hvussu
kreppustødan ávirkar børn
og familjuna sum heild.
Alt gott at siga um åhuga-
verdu upplysandi tiltøkini,
men tå umboðini í pall-
bordinum hevdi sagt sitt,
var eins og evnid, hvat kann
gerast fyri at bøta um stød-
una hjá sethúsæigarum í
trongstødu, trokað burtur úr
huganum.
Kviklig stovnsetan
Julianna Klett, advokatur
var fundarstjóri. Hon legði
fyri við at lesa uppskotið til
reglugerð hjá Landsfelag-
num fyri sethúsaeigarar. Tá
hetta var gjørt, bað hon
fundarfólkið rætta hondina
upp, um áhugi var fyri at
stovna hetta felag.
Tey flestu í salinum góvu
seg til kennis, og síðani varð
farið yvir til at tosa um val
av nevndarlimum og til-
takslimum.
Síðani varð fundarfólkið
spurt um uppskot til val av
nevnd, men eingin gav seg
til kennis. Bert eitt bil
seinni, læs fundarstjórin
uppskot um val av nevndar-
limum, sum fyrireikarnir
høvdu gjørt, fyri fundin.
Julianna Klett bað fólk
rætta hondina upp, sum
góðtóku nevndarvalið, og
enn eina ferð góvu fólk seg
til kennis, tó ikki so nógv
sum fyrru ferðina. Góðan
tíma eftir at fundurin varð
settur, var Landsfelagið fyri
sethúsaeigarar veruleiki.
Limagjaldið er 100 krón-
ur, og gll yvir 18 ár kunnu
gerast limir.
Ov leingi at bíða
Fundarstjórin upplýsti, at
árligi aðalfundurin er settur
at verða í september mána-
Bi.
Tað fekk onkran at taka
orðið og fýltast á, at tað var
altov seint. Til ta tíðeru fólk
so illa fyri, at tað neyvan er
gjørligt at bóta um støduna
hjá fólki. Hesin helt eisini,
at tað hevdi verið ein hjálp,
um eitt fólk burturav varð
sett - ein sosialráðgeva ella
við somu royndum - sum
kundi veitt fólki ráðgeving.
Annar helt, at reglugerðin
hjá felagnum var alt ov veikt
orðað, og at hon ikki bar
dám av, at nakað itøkiligt
arbeiði kundi gerast í fel-
agnum.
Mugu hava felagsmál
at ganga eftir
Síðani tók annar luttakari
orðið. Hann fýltist á, at ein
nevnd varð vald, sum ikki
hevði nakran ávísan ar-
beiðssetning at ganga eftir.
Hann helt, at rørslur av
slíkum slag sum hesum,
arar varð stovnað
mugu finna fram til, hvat
limirnir eru felags um, ann-
ars dettur felagið niðurfyri
áðrenn september mánaði
kemur.
Hann skeyt upp, at nevnd-
in skuldi koma við skrá fyri
arbeiðssetningin í felagn-
um.
Við pallborðið síggjast vinstrumegin: Hilmar Gaardbo,
Heri Kragesteen, Bergur Berg, Tórgerð Nielsen, Súsanna
Dam og Julianna Klett
hetta, so tað var kanska heldur ikki neyðugt
Einki hóvasták var gjørt burturúr endamálinum við at stovna Sethúsafelagið, men nógv hevur verið sagt og skriva
Síðani varð avgjørt, at
nevndin skuldi leggja fram
arbeiðssetning á fundi 15.
apríl í ár.
Fólk høvdu møguleika at
tekna seg sum lím á fundi-
num, men limalistin er ikki
upptaldur enn, sigur Sú-
sanna Dam, nevndarlimur.
Umframt hesir limir, hava
fólk eisini meldað seg inn í
sethúsafelagið, á fundun-
um, sum hava verið kring
landið. Leysliga mettt eru
nú eini 700 limir í Sethúsa-
felagnum.
Í nevndina vórðu vald eitt
umboð fyri hvørja sýslu:
Súsanna Dam, Tórshavn,
Sofus Hansen, Kollafriði,
Jóannes Dam Hansen, Mið-
vág, Hilmar Gaardbo, Toft-
ir, Magne Fles, Klaksvík og
Annvør Petersen, Sandur.
Nevndin skipar seg seinni
f vikuni.
Mynd. Kalmar
es