fríggjadagur 18. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Stýrisskipanin
Åiitid um nýggja stýrisskipan
er nú almannakunngjørt, men
enn hevur lítið alment orðaskifti
verið um hetta álit. Talan er um
sera drugvt og vittfevnandi
uppskot og tekur tað drúgva tíð
at seta seg inn í hetta stóra til-
far, Vit vóna, at hetta drúgva álit
fer at verða væl og virðiliga við-
gjørt á ellum samfelagsins stig-
um. Álitið eigur at koma undir
orðaskifti í fjølmidlunum, í polit-
isku skipanini, í yrkis- og vinnu-
feløgum og ikki minst millum
manna. Hetta snýr seg jú ikki
um eina vanliga legtingslóg,
men um eina lóggávu, sum er
meira principiell og meira
grundleggjandi enn lógir flest-
ar.
Álitið við uppskotum til nýggja
stýrisskipan átti at veið sent í
hvert hús í Føroym, so allir før-
oyingar fingu høvi at kunna seg
um hvørjar ætlanir politikkarar-
nir hava vid framtidar politisku
skipan Føroya. Vit eiga heldur
ikki at gloyma, at álitið er eitt
embætismannaálit evnað til av
legfraðingum, ið mugu haldast
at vera okkara fremsti serkunn-
leiki í stýrisskipanarspurning-
um. Alt gott um hetta, men eitt
slíkt tilfar eigur eisini at fáa sera
Lesarabrøv
Viðmerking til kjakið um
føroyskt og nordurlendskt i nyggju
studentaskulaskipanini
Evnið i fimmaranum 9. februar
1994 var nýggja studentaskúla-
skipanin. Tað, sum hevur Móð-
urmálslærarafelagsins áhuga, er
spurningurin féroyskt/norður-
lendskt. Við spenningi hevur
verið bíðað eftir, at nýggja
studentaskúlaskipanin skuldi
koma í ljósmála, tí nú fekk før-
oyskt umsíðir tann sess, tað
langt síðani átti at havt fingið
Sjálvandi.
Við spenningi varð eisini bíð-
að eftir teimum sjónarmiðum í
útvarpssendingini, ið fegnaðust
um, at lynt varð so væl fyri før-
oyskum í nýggja uppskotinum,
og at uppskotssmiðirnir gera vat
við, at annað Norðurland er til
enn Danmørk. Ivadust ikki í, at
hver fór at leggja annan eftir at
sleppa framat; ið hvussu er lær-
ararnir í føroyskum á studenta-
skúlanum. Ikki hvønn dag, at
so gott høvi býðst.
At onkur slapp framat við
klassisku grundgevingini, at nú
var synd í Føroya ungdómi, at
hann var ov illa kålvføddur við
donskum máli og mentan, og
tískil fór at hava ilt við at fóta
sær, tá ið hann skuldi av land-
inum at lesa, var altíð væntandi.
Hatta er hundrað ára gamalt,
stívliga tað. Lat fara. Men áðr-
enn nakran vardi, var fimmarin
av, tíðin runnin, og einki menn-
iskja hevði gjørt vart við, at tikið
verður undir við tí, sum víkur at
føroyskum og nofðurlendskum
í nýggja uppskotinum fyri stu-
dentaskúla í Føroyum. Ikki orð
talað um, at hetta var vísa og
greiða gøtan, vit áttu at ganga
Ótrúligt. Ti at ikki hildu vit
klassísku grundgevingina um-
boða almannahugsanina innan
skúlaverkið.
Tað ber íkki til, at nakað
menniskja í álvara meinar, at
hatta náttúrliga og „meinaleysa“
uppskotið skal bera danskt fyri
bakka her á landi
Tí at líta vit fyrst at fólka-
skúlanum. læra føroysk børn eitt
nú í Mikladali og í Húsavík
danskt úr donskum kenslubók-
um, ætlaðar donskum børnum
t.d. á Nørrubriu, frá tí at barnið
dugir at lesa. og til farið verður
úr skúlanum
Mong børn hava harafturat
danskar bøkur i landalæru. liv-
frødi og kristni í barnaskúla-
num
Taka vit sjeynda flokk og
uppeftir, læra føroyskir skúla-
næmingar enskt og týskt um
dansk. Landalæra, søga, sam-
tíðarkunning. kristni umframt
alis-/evnafrødi — í støddfrødi er
málið næstan rokkið. tíbetur -
dastið lisið á donskum máli, ætl-
að donskum næmingum og vitu-
liga samanborið við donsk við-
urskifti. Hetta var fólkaskúlin
Um miðnámsskúlarnar og
flestu hægri skúlar er bara at
siga, at teir eru fleiri bátslongdir
fremri. hvat donskum viðvíkur
Hava eisini hópin av danskt-
mæltum kennarum.
Og vit gráta, tí at danskt verð-
ur forðað í Føroyum
Men enn er hundur ikki hålv-
bardur. Meginparturin av út-
lendsku sendingunum í Sjón-
varpi Føroya hevur danskan
tekst ella danska talu, sjálvt
barnaløtan verður ikki eird.
Allar sjónbandabúðir leiga út
filmar við donskum teksti ella
talu. Allar marglætis- og blað-
búðir kjokkfullar av donskum
tíðarritum og dagbløðum, næst-
an hvor hill í bókabúðunum
stúvað við donskum bókum,
bókasevnini rokað av donskum
bókum, mong heim gilt av
donskum bókum, vit lesa heims-
bókmentirnar á donskum. Um-
framt øll tey, sum hava verið og
nomið sær útbúgving og kunn-
leika i Danmørk og koma aftur
higar ávirkað av donskum viður-
skiftum, hugburði og máli
Og vit gráta, tí at danskt verð-
ur kúgað í Føroyum.
Í umsiting. í rættarmålum, á
fíggjarstovnum, í krambúðum
o.s.fr. danskt mål allastaðni
Og vit gráta. tí at danskt verð-
ur týnt í Féroyum
Ein og hver sær, at danskt
hevur onga neyð í Føroyum,
men tá ið fremmant mál hevur
vunnið sær sess á so mongum
rókum, „svíður tað onkrans
búgv.“
Okkara áheitan á allar mynd-
ugleikar. ið hava við hetta
álvarsmál at gera, er tí: Væl-
signaðir leggið doyin á, at hetta
fær tær sømdir, tað hevur uppi-
borið, og at lærugreinirnar før-
oyskt og norðurlendskt vera i
samsvari við ynski læraranna í
føroyskum og nordurlendskum,
at føroyskt fær 12 tímar, og norð-
urlendskt við skrivligum donsk-
um fær 6 tímar. Føroya ung-
dómur hevur tað uppiborið. Tað
er sjálvsagdur rættur og sømir
seg tjóð, ið sigur seg vera fram-
takssinnað mentað. Hetta má
ikki lókast burtur og fara aftur
um døv orðaleyst. Ti so gerast
vit barbarar í orðsins uppruna-
ligu merking.
At dansktmæltir kennarar og
føroyskir fylgisneytar royna at
loypa brongul í og ræða okkum
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl. -
14.30-16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni. + fe
någreiniliga og drugva politiska
viðgerð. Tað skal tí vera okkara
vón at politikkararnir geva sær
góðar stundir at viðgera allan
spurningin um nýggja stýris-
skipan. Vit eiga at minnast til, at
tað fara at ganga nógv ár, áðr-
enn tann stýrisskipan, sum
kemur í gildi við nýggju lógini,
fer at vera broytt aftur.
Vit her á blaðnum fara at royna
at birta upp undir eitt breitt
orðaskifti um nýggju stýris-
skipanina og bjóða vit ollum, id
hava ahuga fyri hesum spurn-
ingi at siga sína meining. Eisini
fer blaðið at venda sær bein-
leiðis til løgfrødingar, søgu-
Frá
Eysturoyar
frødingar, samfelagsfreðingar
og politikkarar við áheitan um at
viðgera uppskotið í blaðnum.
Vit fara eisini at bjóða politisku
ungmannafeløgunum upp í
hetta orðaskifti og vóna vit at tey
fara at taka væl móti innbjóð-
ingini, tí tað er jú hóast alt tey,
sum nú eru ung, ið koma at liva
undir nýggju skipanini. Tað er
púrt eingin ivi um, at stórur tørv-
ur er á nýggjari stýrisskipan,
men tað stendur samstundis
fast, at vit íkki eiga at seta eina
heilt nýggja skipan í verk, sum á
mongum økjum er nakað av
eini kollvelting uttan eitt breitt
og sakliga vælgrundad orða-
soslalurin
Javnaðarfelag
við klassísku grundgevingini,
nervar okkum ikki. Latið bara
teir knarra og físa. Var eisini
ført fram einaferð. at vit liðu
mentanardeyðan, slapp føroyskt
mál inn um kirkjugátt, gjørdist
móðurmálið kenslumál,
TV-avísin danska avtikin. Nú
hugsa vit ikki um tað. Og somu
leiðis er hetta uppskotið eitt
týðandi kapittul í stríðinum
fram á mál
Móðurmálslærarafelagið tek
ur fult og heilt undir við tí, sum
víkur at føroyskum og donskum
í nýggja uppskotinum til stu-
dentaskúlan. Høggid nú ikki av
hæli og sneiðið av tá. Tær av-
leiðingarnar eru alkendar
vare
ES
Halda tað ikki vera neyðugt at
blanda upp í kjakið. at øll frå-
læra á móðurmálinum gevur
bestu úrslit, og eingin kann læra
fremmant mál væl, fyrr enn
hann dugir sítt egna væl og virði-
liga. Lítið meir enn gonguvit
man krevjast at skilja tað
Vegna Móðurmálslærarafelag
Foroya
Magni Joensen
Rúni Bjarkhamar
Herver Jergensen
Rannveig Hovgaard
Bjarki B. Skaale
Frá
Hvalbiar Sóknar
Javnadarfelag
Adalfundur
Adalfundur
og 1. uppstillingarfundur
verdur å
Runavikar Sjémansheimi
i kvøld 18. februar kl. 19.30
Skrá samb. lógini.
Marita løgmadur greiðir frá politisku
støduni.
Nevndin
verður í
GAMLA SKÚLA
fríggjadagin 18. februar,
kl. 20.30
Skrá samb. lógini. Harumframt til við-
gerðar:
Landsfundurin
Handilskvoturnar
8 onnur politisk mál
Við á fndinum verður Sverre Midjord,
tingmaður.
Nevndin