Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Tað er ikki altíð, at Líkningarráðið fær réttu upplýsingarnar at seta fólk í skatt eftir, og hetta kann hava við sær, at tey seinni fáa eykaskatt, sum tey av onkrari orsøk ikki eru før fyri at gjalda Landsstýrið: Torfert at fáa skatt strikaðan Tað er bara í hendinga fórum, at landsstýrið gongur við til at strika skatt og rentur, og nú verður lítið og einki strikad Sosialurin visti leygardagin at siga frá einum "serkgn- um“, at ein orsøkin til tær stóru skattaeftirstødurnar hjá tíalmenna er, at tað er ov lætt hjá fólki at fáa strikad skatt og rentur. - Hatta er púra burturvið, og hevði tað verið so lætt, vóru skattæftirstøðurnar ikki so stórar. sigur Reidar Nónfjall, fulltrúi á fíggjar- og búskapardeildini í lands- stýrinum. Hann umsitur m.a. skattæftirstøðurnar hjá landinum. Lítið eftirgivið Hann vísir á, hvussu lítið eftirgivið av skatti og rent- um hjá fólki. Øll árini frå 1984 og fram til 1990 vórðu tilsamans eftirgivnar og strikaðar 7 mið. krónur í skatti og rentum, og tað er ikki meira enn 150 krónur fyri hvert fólk í Føroyum. 7 mió. krónur svara til 2,6% av samlaðu eftirstødunum alt tíðarskeiðið. Yvirliúið hjá Líkningar- ráðnum vísir, at upphædd- imar fyri stríkaðan ella eftirgivnan skatt eru mink- aðar fyri hvert ár síðan 1986. Í 1990 vórðu bara 52.000 krónur av rentum strikadar, og upphæddirnar eru minkaðar síðn, sigur Reidar Nónfjall. Greldar reglur greiðar reglur fyri manna- gongdina, tá umsóknir koma inn um at fáa strik- aðan ella eftirgivnan skatt. Fyri tað fyrsta skulu fólk koma við alskyns upplýs- ingum um síni fíggjarligu viðurskifti, inntøku, skuld, ognarvidurskifti 0.s.v. Tey skulu grundgeva, hví tey søkja um eftirgeving, um tey hava børn 0.s.v. Hetta skal alt skrivast á oyðublað, sum landsstýrið skal hava aftur útfylt og undirskrivað. arin geva landsstýrinum og kommuni heimild til at kanna øll inntøku- og ogn- arvidurskifti sini. Krevja nógvar upplysingar Tað kunnu vera ymsar or- søkir til, at fólk koma so fyri, at tey skylda skatt. Inn- tøkan kann knappliga minka td. av arbeiðsloysi ella sjúku. Hesi kunnu søkja um eftirgeving, men skattin fáa tey ikki eftirgivnan, um tey eiga stór hús, dýran bil, um hjúnarfelagin ella onkur annar í húsunum hevur inntøku ella eigur nógv á bók. Fólkini skulu eisini uppgeva p-talið, tí aldurin telur eisini við, tá umsóknin arheimild til at eftirgeva skatt hjá hesum. Hópað seg upp Ein partur av skattaeft- irstøduni er B-skattur. Or- søkin er ofta, at skatturin hevur verið mettur, tí års- roknskapurin ikki hevur verið lagdur inn, og kanska hevur skattgjaldarin so at enda mist arbeiði ella er farin nógv niður í inntøku. Tá kann eftirstødan hava hópað seg upp. hjá fólki er í morgum fórum, at tey eru komin í eftirtødu, tí fyribilsskattaskráin ikki hevur verið nóg røtt, td. at rentufráðrátturin hevur ver- ið ov heggur. Tey hava tå fingið eykaskatt, sum tey ikki orka at gajlda, um tey til Ld. hava mist arbeiði. - Viðurskiftini er tað øv- ugta av tí, sum tann serkøni segði við Sosialin. Lands- stýrið eftirgevur bara í teim- um førum, tá fólk sosialt eru sera illa fyri og ongan møg- uleika havaat gjaldaskattin, sigur Reidar Nónfjall. - Haraftrat kann eg leggja aftrat, at sjey milliónur krónur ikki eru nógvir peng- ar, tá hugsað verður um, at hetta er fyri 10 ár - frá 1984 til nú. Nr. 34 — 18. FEBRUAR 1994 Síða3 Teknikarafelagið er nú áhugafelag Teknikarafelagið er ikki longur fakfelag. Á aðal- fundi hefyri varð sam- tykt at fara uppí Starvs- mannafelagið, sum her- eftir hevur samráðing- arrættin teknikara vegna. Sáttmálin við Føroya Landsstýri gekk út 1. februar 1994, og Starvs- mannafelagið = hevur biðið um tingingar hes- um viðvíkjandi. Sam- ráðingarnar byrja vænt- andi ein av fyrstu døg- unum. Teknikarafelagið verður kortini ikki nið- urlagt. Felagið verður nú Landsskúlaráðið við- gjørdi á fundi sínum mikudagin ikki álitið um nýggja studentaskúla- og HF-skipan. Tað vóru so nógv onnur mál á skránni, og álitið bíðar tí til næsta fund, sum verð- ur mikudagin í næstu viku. Landsskúlaráðið skal TØindaskri Bíðar til mikudagin áhugafelag burturav. Teknikarafelagið valdi á aðalafundinum hesa nevnd: Súsanna Joensen, formaður, Heini Joensen, næstfor- maður og skrivari, og Gunnleivur Dalsgard, nevndarlimur. Tiltaks- limir eru Leon Andre- asen og Kajfinn Ham- mer. Teknikarafelagið er eitt av feløgunum, sum veruliga er merkt av ar- beiðsloysinum. Hesi seinastu árini er lima- talið farið úr 170 niður í 70. gera sína tilråding til álitið at senda landsstýr- inum, sum síðan viðger málið alt og ger neyðugu lógaruppskotini at leggja fyri tingið. Ætlanin er, at nýggja studenta- og HF-skip- anin skal koma i gildi longu næsta skúlaár. randi Manskór í Norðurstreymoy? Ofta hevur verið talað um at seta manskór á stovn í Norðurstreymoy. Mær vitandi hevur ongin rættilig roynd verið gjørd. Vit eru nakrir mans mest úr Kvívík og Vestmanna, sum av og á til serlig høvi hava tikið okkum saman og sungið, men onki fast er tað bliv- ið til. Í hesum sambandi hava vit tosa um, at tað hevði verið áhugavert at savna menn úr allar Norðurstreymoy og vestursíðuni í Eysturoy til at syngja saman. Venjingarnar = kundu verið skipaðar soleiðis, at vit skiftust millum bygdirnar, í fyrstuni aðru hverja viku. »s| Lýsið í sosialinum Vit ætla nú at gera eina roynd at vita um åhugio er fyri slílum tiltaki. Hevur tú hug, so er bara at koma í Kollafjarðar skúla sunnudagin 20. februar kl. 15.30. Tað er ongin treyt at hava sung- ið í kóri fyrr. Allir eru vælkomnir! Um onkur er, sum ikki fær komid nå sunnudag- in, men annars ætlar at vera vid, kann hann ringja til min og siga frå (tlf. 21214), so vit vita umleið hvussu nógvir, ið ætla sær at koma. Vegna stigtakararnar Kári Bæk