fríggjadagur 18. februar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr.34
Fríggjadagin kl. 19.00:
Barnaløtan
Martin Andrias — blaðmaður ein dag
Martin Andrias, 9 år, er blaðmaður á Sosi-
alinum. Hann er við á redaktiónsfundi og
skal síðani út at skriva um okkurt, sum
hendir. Vit síggja eisini, hvussu blaðið
verður sett og prentað, og so løgid tað ljóð-
ar, kemur postboðið fram við hjá Anniku
við Sosialinum…
Søgan í kveld er um teir báðar dreingir-
nar Timmur og Tummas. Teimum dámar
væl at ímynda sær óhugnaligar søgur. Helst
um spøkilsi og tílíkt.
Fríggjadagin kl. 19.25:
Bernini í Dundurdali
—1:7
Tove Edføldt
Svensk raðsending grundað á barnabøkur-
nar eftir Astrid Lindgren. Summar er í
Dundurdali, og børnini hava nógv at gera.
Tey skulu taka burtur ímillum rgtur, so tey
hava bara tann stuttleika, tey gera sær sjálv.
T.d. at fara upp um náttina at vita, um tað er
satt, at nykurin situr á einum steini í ánni og
spælir.
Stuttligt er í Dundurdali
— 18. FEBRUAR 1994
Sunnudagin kl. 15.00;
Muppurnar taka
New York
Muppurnar
Kermit, Miss Piggy og hini kendu muppu-
fólkini hava stórar ætlanir. Tey hava gjørt
eitt Muppu-show, og tað ætla tey at fram-
føra á Broadway. Men at sleppa á Broad-
way er ikki bara sum at siga tað...
Sunnudagin kl. 19.00:
Sára úr Avonlea
— 11:13 (ft)
Sára hevur eitt systkinabarn, sum er sjón-
leikari. Hon kemur til Avonlea, og Sára
verður undirvíst í drama. Men hon verður
bæði kedd og stúrin, tá hon uppdagar, at ein
av bøndrunum í býnum hevur stórri áhuga
fyri systkinabarninum enn fyri henni, hann
- er forlovaður við ...
Barnasendingin
Vit fara at síggja tvey ævintýr — fyrst ævin-
týrið um hin klóka kongin. Klóki Sálomon
kongur skal dóma í einum truplum máli:
Allir ungarnir hjá ísfuglinum eru deyðir. Ís-
fuglurin hevur bidid rottuna ansað eftir
teimum, men rottan hevur eina aðra søgu at
siga um hendingina… Og síðani skulu vit
síggja ævintýrið um gentuna Katuru.
Katura hevur lovað ommu síni, sum júst er
deyð, at fara á eina grýluveitslu á slottinum
hinumegin skógin. Inni í skóginum metir
hon eini gamlari konu, sum vil vísa henni
leiðina til slottið. Katura veit ikki, at hetta er
hin ónda skógvargívurin... Eftir sum vit
eisini skulu síggja ein film um ein pappírs-
bát, fer Katrin at vísa tykkum, hvussu tit
gera ein pappírsbát...
Mikudagin kl. 19.00;
Heidi og fjallaabbin
— 16:26 (ft)
Heidi verður vakt á miðjari nátt og fær at
vita, at hon sleppur heim. Gleðin er ovur-
stór, tá hon við lyfti um, at Klára fer at vitja
hana, sigur farvæl saman við Sebastian,
sum skal fylgja henni tann langa vegin. Og
umsíðir sær hon fjøllini aftur.
Fríggjadagin kl. 12.20:
Unnatural Causes
Hetta er søgan um nakrar Vietnamveter-
anar, sum siga seg hava fingið krabbamein,
tí teir vóru í nánd av »Agent Orange< evn-
um.
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1985.
Eríggjadagin kl. 21.30:
Red Shoe Diaries
Hin itlaska Daria fær arbeidi sum arbeids-
kona hjå einum forelskadum pari. Men tad
enska hjá Dariu er iki so gott, og hon skilir
tey illa…
Leygardagin k. 11.55:
Matine: »Otrugvur
móti sínum vilja
Amerikanskur filmur frá 1984 við Cybill
Shepherd í einum av høvudsleiklutunum.
Chris er ein tilkomin maður, sumgongur og
vitjar skøkjur. Her metir hann Elaine, og tey
verða nær knýtt at hvørjum ødrum. Jesse er
narkohandlari, og hann leggur trýst á Chris
saman við Elaine.
Leygardagin kl. 19.00:
In Country
Amerikanskur filmur frå 1989 vid Bruce
Willie í høvudsleiklutinum. Ein ung genta
roynir at finna út av, hví påpin doyði í
Vietnamkrígnum. Pápabeiggi hennara,
sum eisini er vietnamveteranur, hjálpir
henni...
Leygardagin kl. 21.10:
Midnight Cowboy
Amerikanskur filmur frå 1969 vid John
Voigt og Dustin Hoffman í
høvudsleiklutunum. Í 1968 fekk
leikstjórin, John Schlesinger ein Oscar fyri
filmin. Eingin hevði væntað, at henda
søgan um ein »gigolo« frá Texas skuldi
gerast so væl umtókt. Tónleikurin í
filminum er eisini framúr góður, og tað er
John Barry og Toots Theileman, sum
standa fyri honum.
The hard Way
Bretskur filmur frå 1979 við Patrick
McGoohn og Lee Van Clæf í
høvudsleiklutunum. John Connor er írskur
og hann dugir sera væl at skjóta. Men
Connor er móður av at skjóta fólk, og hann
hevur gjørt seinasta arbeiði sítt — heldur
hann. Hann ætlar at búseta seg í Írlandi og
royna at bjarga hjúnalagi sínum. Men
okkurt arbeiði er eftir...
Sunnudagin kl. 21.30;
Arachnophobia
Canaima, California, tykist at vera rætta
staðið hjá dr. Ross Jennings og konu hans-
ara og báðum børnum teirra. Langt burturi
frá vandum og stórbýnum við útsýni móti
Stillahavinum liggur framtíðin ljós fyri
teimum. Men tey uppdaga skjótt, at tey íkki
Tíðindablaðið
eru tey einastu, ið flutt eru hagar...
Filmurin er frá 1990.
Sunnudagin kl. 23.20:
Sleeper
Amerikanskur filmur frå 1973 um eigaran
av einum heilsuhandli, sum vaknar aftur
200 ár eftir eina skurðviðgerð.
Leikarar: Woody Allen, Diane Keaton,
John Beck, Mary Gregory 0.0.
Mánadagin kl. 19.00:
Switched at Birth
Filmurin er í tveimu mpørtum og bygdur á
eina sanna søgu um tvær Florida-gentur,
sum vórðu umbýttar, tá ið tær vóru føddar
og vuksu upp í 10 ár hjá »skeivum« foreldr-
um. Søgan um Kimberly Mays og Arlenu
Twigg, sum genturnar eita, kom alment
fram í 1988, tá ið ein gen-roynd prógvaði, at
Arlena, sum doyði av hjartasjúku, ikki var
dóttir teirra, hon búði hjá. Hetta vakti ans í
heimspressuni...
Mánadagin kl. 20.45:
I'm gonna Git
you Sucka
Amerikanskur filmur frá 1988. Eftir 10 ár í
hertænastu, kemur Jack Spade heim aftur
og frættir at beiggi hansara, Junebug, er
deyður. Mamma hansara, Ma Bell, sigur
honum, at nå herjar nakað aftur har um leið-
ir. Men tað er sum so ikki nøkur sjúka — tað
er gull! Mr. Big, sum er hálvkriminellur,
hevur savnað saman ungar menn, sum allir
fegnir vilja hava gull, og nú kemur Mr. Big
at tosa við familjuna Spade um tað, sum
Junebug skyldar honum. men Ma Bell gev-
ur honum frammaná, og Jack fer til løgregl-
una við málinum...
Mánadagin kl. 22.15:
The Misfits
Amerikanskur filmur frá 1961 — bygdur á
myndarit hjá Arthur Miller (táverandi
manninum hjá Marilyn Monroe). Hesin
filmurin gjørdist tann seinasti hjá Clark
Gable og Marilyn Monroe. Søgan fer fram í
Nevada, har Roslyn Taber kemur at fáa
hjúnaskilnað. Á eini barr hittir hon Gary
Langland, ein mann, sum, elskar frælsið.
Hannercowboy og tey verða væl. Gary tek-
ur Roslyn og onnur vinfólk við sær at fanga
villar hestar, og hetta fær avleiðingar...
Týsdagin kl. 20.45;
Hollywood Shuffle
Amerikanskur filmur frá 1987 umein ung-
an, óroyndan sjónleikara, sum roynir at
sleppa upp í part í Hollywood. Men tað er
trupult...
Týsdagin kl. 22.15;
Birdman of Alcatraz
Amerikanskur filmur frá 1962 við Burt
Lancaster í høvudsleiklutinum. Søgan er
um ein fanga, Robert Stroud, sum eftir
mong ár í fongsli á Alcatraz gjørdist heims-
kendur. Framhald á síðu 15 til