fríggjadagur 18. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 34 — 18. FEBRUAR 1994
Síða 9
Friggjadagin kl. 23.30:
Iiltonktur
Jane Tennison og Oscar Bream
Enskt kriminaldrama f tveimum pørtum.
tørurin Jane Tennison, sum skal royna at
koma til botns í einum dråpsmåli. Líkið av
eini ungari gentu verður funnið niðurgriv-
ið í einum garði í einum býarparti, har tey
flestu eru svørt. Torført er at staðfesta, hvør
hon er, og tað bøtir ikki um, at álvarsligir
rasutrupulleikar eru í býarpartinum.
Leygardagin kl. 20.35:
Á ævintýrferð
í heimshevunum
-1:5
Saman við kavaranum Michael DeGruy og
Marthu Holmes fara vit á ævintýrferð í
heimshøvunum. Í tí fyrstu sendingini
gongur ferðin til havið kring Galapagos-
oyggjarnar, har hávar, sjóljón, havskjald-
bøkur og leguanar búleikast lið um lið.
Hetta er møguligt, av tí at bæði heitir og
kaldir streymar eru í sjónum har.
Sunnudagin kl. 17.45:
Um Aladdin
hjå Disney
Genie, Aladdin og Jasmin prinsessa
Tann nýggi Aladdin-teknifilmurin hjá
Disney hevur fingið sera góð ummæli.
Jacob Stegelmann hevur sæð filmin og
tosar við nøkur av teimum, sum hava verið
við til at gjørt hann — vaksin fólk, sum brúka
alla sína tíð upp á teknifilmar.
Sunnudagin kl. 21.10;
>Land og fólk<
Sjónvarpið fer nú undir at senda eitt nýtt
umfar av >Land og fólk< — spurnarkapping-
ini um Føroyar og føroyingar.
Kappingin er eitt sindur broytt f mun til
seinast. Høvudsbroytingin er, at nú verður
sami spurningur settur báðum liðum — og so
ræður um at vera fyrri at svara.
Annars eru sendingarnar skipaðar eins
og seinast við tveimum innleiðandi umfør-
um og einumfinaluumfari. 72 spurningar
hoyra til hvørja sending, 24 í hvørjum um-
fari. Spurt verður um alt millumhimmal og
jørð.
»Livandi« føroyskur tónleikur fer eisini
at seta dám á sendingarnar hesa ferð. Fyrsti
tónleikagesturin verður vestmenningurin
Martin Joensen.
Í hinum sendingunum fara vit at síggja og
hoyra Maluna Thomsen og Finn Hansen,
Regin Jacobsen og Karli Djurhuus, Ingun
og Óla Jákup Joensen og M. C. Restorff og
Regin Guttesen.
Sendingarnar verða eins og seinast fimm
í tali og verða á skránni komandi fimm leyg-
arkvøldini.
Vinnararnir í fýra teimumfyrstu send-
ingunum fara í fimtu og seinastu sendingini
at kappast um eina vikuskiftisferð fyri tvey
til Keypmannahavnar við 4.000 kr. í
lummapeningi.
Tilsamans 32 fólk úr øllum landinum eru
við í spurnarkappingini, átta í hvørji send-
ing.
Leivur Hansen leggur sendingarnar til
rættis. Upptøkurnar eru gjørdar í Norður-
landahúsinum.
Luttakararnir í fyrstu sendingini eru:
Eirikur Simonsen, Bergur Danielsen,
Ruben Andrésen, Árant Hansen, Tóri
Midjord, Steinbjørn Zachariassen, Súsanna
og Levi Niclasen.
Mánadagin kl. 19.40;
Hedwig - 2:2
Seinni partur av hollendskari stuttrgð í
tveimum pørtum. Hjúnalagið hjá Hedwig
og Gerard er deydadømt. Hon er ógvuliga
tunglynt og fer út til havið at ferðast, har hon
hittir konsertpianistin Ritsaart Delmonte.
Saman við honum upplivir hon fyrstu ferð
ektaðan kærleika og ást. Men Ritsaart er
bohemi og troyttast skjótt av tí friðarliga
lívinum saman við Hedwig.
Frekari enn
politiid loyvir — II
Judge Reinhold, John Ashton
og Eddie Murphy
Eddie Murphy spælir aftur tann kjaftfimi
kriminalpolitisturin Alex Foley, sum eins
og í tí fyrra filminum vitjar í Beverly Hills.
Men rikidømid og yvirflóðin blinda hann
ikki, tvørturim6ti.
Anno 2002 — eiga Før-
oyar eina framtíð —1:3
Før. sendingar, sum Tréndur Djurhuus hev-
ur lagt til rættis.
Vendir búskaparliga gongdin ikki í bræði,
er vandi fyri, at Føroyar um nøkur ár gerast
eitt samfelag, har fjórði hvør er pensionist-
ur, har bert annarhvør hevur støðugt ar-
beiði, har stórir stættamunir eru millum
vanlig fólk, og har summi liva í veruligum
fåtækradømi.
Kann verða, at føroyska uttanlands-
skuldin um nøkur få år er farin frá 8 milli-
ardum niður í einar 2-3 milliardir. Men
talan er um netto-tøl. Tað almenna fer at
skylda dønum 8 milliardir, meðan nyggi
bankin fer at eiga meira enn 5 milliardir til
góðar uttanlands.
Megna vit at gjalda almennu skuldina?
Megna vit at venda búskaparligu gongdini?
Sjónvarpið viðger spurningarnar í trimum
sendingum.
Tysdagin kl. 21.20:
Eitt land, tvey fólk
-4:4
Sending um DDR 4 ár eftir sameiningina.
Vesturtýskarar sita í øllum lyklastørvum
bæði innan umsiting og handil. Í Sachsen
eru 700 dómarar, og næstan allir eru vestur-
týskarar. Men búgva í Sachsen vilja teir ikki
— so heldur ferðast aftur og fram. Eystur-
týskarar siga, at teir hava fingið kolonistýri.
Tysdagin kl. 22.40:
Ansið eftir,
hermenn!
Bop Hope og Mickey Rooney
Am. skemtifilmur frá 52 við Bob Hope og
Mickey Rooney í høvudsleiklutunum.
Wally Hogan skipar fyri boksing, og nú
hevur hann endiliga funnið ein boksara,
sum kann vinna honum bæði pening og
mæti. Men tá alt sær ljósast út, verður hesin
boksarin kallaður inn til hertænastu.