fríggjadagur 18. februar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Verksmiðjubrek |
Nr. 34 — 18. FEBRUAR 1994
við ventilinum
kundi verið dýrt
— Tað var ein defektur ventilur,
so hann neyvan
gummibátinum,
andi leingi aftrat, ko
sigur Johan Gaard Joe
Óhappið hjá Tórhalli Andr-
easen av Argjum og Finni
Bærentsen úr Havn, tá teir
noyddust í gummibátin, tá
glastrevjabátur teirra, Ze-
nith, sakk suðureystur úr
Borðuni seinnapartin miku-
dagin, gjørdist tvífalt Ó-
heppið.
Fyrst mistu teir sjálvandi
bátin hjá sær, men tá teir
komu í gummibátin, vísti
tað seg, at alt ikki ruggaði
púra rætt, tí báturin lak og
hevði ilt við at halda sær
flótandi.
So lítið vantaði í, at eisini
gummibáturin sakk, at
hevði Teistin ikki komið so
skjótt á staðið, endaðu báðir
menninir á sjónum — uttan
bjargingarvestar!
— Báturin lak hjá teimum,
og tá teir so royndu at fáa
sett pumpuna í fyri at fáa
luft í bátin, riggaði áfyll-
ingarventilurin ikki, sigur
Johan Gaard Joensen á
Gummibátatænastuni.
— Hetta er eitt kent verk-
smiðjubrek, ið vit hava
fingið at vita um í 1992. Vit
hava eisini rættað tað á ein-
um ávísum tali av teimum
gummibátum, vithava fing-
ið inn til eftirlit, men frá
verksmiðjuni hava vit ikki
fingið at vita, at hetta brekið
var galdandi á so nýggjum
gummibátum, sum hesum,
talan er um.
Johan Gaard Joensen sig-
ur, at tað er plastikkið uttan
um ventilin, ið gerst hart og
hevur lættari við at fara, tá
gummibátarnir eldast. Tí er
umráðandi at fáa tað skift
út, áðrenn brúk brádliga er
fyri gummibátinum, sum
tað var í hesum førinum.
—So nú noydist eg at boða
verksmiðjuni frá, so teir fáa
Tórhallur Andreasen uymynduður efiir ein góðun kalvatúr við Zenith í heyst. Hann og
Fun Bærent:en, 5 áttu båun, vóru við, tá båturin sakk mikudagin
ið gjørdi at luftin fór úr
heuði hildið sær flót-
m Teistin ikki so skjótt á staðið,
nsen á Gummibátatænastuni
at vita, at eisini nýggjari
gummibátar, enn teir vit
hava fingið at vita um áðr-
enn, kunnu fáa brekið rætt-
að, so ikki fleiri koma í ta
keðiligu stóðu, teir báðir
menninir komu í mikudag-
in, sigur Johan Gaard Joen-
sen.
— Hesir gummibátarnir,ið
eru av slagnum RFD, eru
enskir, og teir verða ikki
seldir sum nýggir við neyð-
rakettum umborð, so tað má
sigast at vera heppið, at hes-
in var til eftirlit í september
1992, og tí hevur neyðút-
gerð umborð.
Annars er ikki lógarkravt,
at smærri bátar yvirhøvur
hava gummibát umborð, so
hóast Tórhallur Andreasen
og Finn Bærentsen vóru
óhepnir í óhappinum, kundi
verið mikið verri vorðið.
hj.
Fi
+
Set"
”
Mynd: Kalmar
Seinnapartin mikudagin
sakk glastrevjabåturin Ze-
nith av Argjum suðureystur
úr Borðuni. Tveir mans áttu
bátin, Tórhallur Andreasen
av Argjum og Finn Bærent-
sen úr Havn, og teir vóru
eisini báðir við hendan túr-
in.
—Vit vóru við hemaralínu
og vóru júst farnir í holt við
at rigga til at draga, tá vit
løgdu til merkis, at motor-
urin steðgaði, greiðir Finn
Bærentsen frá.
Teir báðir menninir vóru
har frammi og fingust við
eitt lossispæl, tá motorurin
steðgaði, so teir fóru aftur at
hyggja, havt mundi vera á
vási. Tá sóu teir, at maskin-
rúmið var rættiliga fult av
sjógvi.
— Eina løtu seinni byrjaði
báturin so at leggja seg á
stýriborðssíðu, so har var
einki annað at gera, enn at
royna at koma av honum,
sigur Finn. ;
Eg tók beinanvegin
gummibátin av brúgvatak-
Tíðindablaðið ÆSK"I,
Johan Gaard Joensen vísir á ventilin, ið hevdi verksmiðjubrek
= Maskinrúmið
… fult av sjogvi
inum og tveitti hann út, og
tað var rættiliga skjótt, at vit
einki annað høvdu at gera,
enn at sleppa okkum í bátin.
Finn torir ikki at siga heilt
nágreiniliga, nær hendingin
fór fram, men hann sigur, at
klokkan í hvussu er var far-
in av fimm.
— Tå vit vóru komnir í bát-
in, vísti tað seg, at hann lak,
tí har var okkurt galið við
einum ventili. Vit royndu at
sita í hvgr sínum enda á bát-
inum, og taeinu løtuna virk-
aði tað, sum um hann ikki
lak meira, men so var aftur
galið, sigur hann.
— Beinanvegin sendu vit
tvær neyðrakettir, og eina
ltu seinni, tá vit sóu eitt
skip, sendu vit ta triðju. Eis-
ini neyðblussið sendu vit,
hóast tað ikki gekk so vækat
fáa sent tað. Tað er ikki so
lætt at fáa gjørt nakað í ein-
um gummibáti, sum er sam-
ansmokkadur.
Men sæddir vóru teir, og
meðan båturin tømdist fyri
luft og tað gjørdist greitt, at
Mynd: Kalmar
hann neyvan fór at halda
sær leingi á floti aftrat, kom
Teistin á staðið og tók teir
báðar menninar upp. Létu
seinni kom Vesturbúgvin,
og við honum fóru teir so til
Havnar.
— Eg veit ikki, hvussu
leingi, vit vóru í gummibát-
inum, men tað hevur helst
verið okkurt um ein tíma,
heldur Finn.
— Vit komu báðir turrir
umborð á bátin, men vóru
vátir, tá vit vórðu tiknir upp
av Teistanum. Serliga Tór-
hallur, ið sat nærri hjá hol-
inum.
Zenith var glastrevjabåt-
ur frå 1976 av slagnum
Dueholm. Hann var tryggj-
adur, men ikki so høgt, sum
hann hevur verið tað fyrr.
Lán var eisini í tí 28 fót stóra
bátinum.
Í gjár var Tórhallur Andr-
easen úti við Spógvanum
hjá Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni og leitaði eftir
línuni.
hj.