leygardagur 19. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 19. FEBRUAR 1994
Síða 9
Tíðindablaðið GS
Aldri uppliva slíkt í 37 ár:
=
Bert tvey byggi-
loyvi higartil Í ár
Byggideildin hjá Tórshavnar Kommunu hevur higar-
til í ár givið tvey byggiloyvi. Annað til eina lítla skriv-
stovu, og hitt seinra í samband við ein dur. Tað sigur
ikki so lítið um støðuna hjá føroysku byggivinnuni.
Vagnar Olsen hevur arbeitt
á byggideildini hjá Tórs-
havnar Býráð í 37 ár, Higar-
til í ár hevur hann í sínum
starvi upplivað nakað heilt
nýtt. At geva bert tvey
byggiloyvi eftir ársins
tveimum fyrstu mánaðum.
Vagnar Olsen sigur, at
hann hevur eini tvey smærri
byggimál liggjandi aftrat,
men hetta er annað lagið
enn tað áður hevur verið á
byggideildini hjá býráðn-
um.
Í fjør fór at minka
álvarsliga við byggiloyv-
um. Tá vóru 57 byggiloyvi
givin. Annars hevur talið á
givnum byggiloyvum í 90-
unum ligið um sløk 200.
Vagnar Olsen,
byggifulltrúi, situr her við
einum korti yvir Havnina.
Áður høvdu teir úr at gera
at geva byggiloyvi, men
nú er ødrvisi. Mynd.
Kalmar
Miðskeiðis í åttatiårunum
vóru sum vera man nógv
-Hetta havi eg ikki upp-
livað áður, síðani eg í 1957
kom í starv hjá býráðnum,
sigur Vagnar Olsen.
tór.-
Byggivinnan:
Størst afturgongd
Afturgongdin í lønargjaldingunum innan byggivinnuna
var í fjór 39 prosent í mun til árið fyri
Bygging
">>"
BS 888 3
1987 1988 1989
1990
Eingin vinna hevur verið
fyri tílíkari afturgongd sum
byggivinnan. Tað kenna
serliga tey á sær, sum sjálvi
eru, ella rættari sagt vóru, í
Strikumyndin hjá
Hagstovuni vísir, hvussu
løngjaldingarnar innan
byggivinnuna hava verið
síðani 1986. Í 1989 var
byggivinnan í hæddini.
Tað árið vóru útgoldnar
337 milliónir í lónum
innan hesa vinnu.
vinnuni. Men tað kemur
eisini tíðiliga til sjóndar í
tølunum frá Hagstovuni.
Í 1989 vóru samlaðu
løngjaldingamar í byggi-
vinnuni 337 milliónir. Í
1990 vóru tær 258, árið eftir
196, í 1992 vóru útgoldnar
165 milliónir og í fjør 100
milliónir.
Í prosentum er aftur-
gongdin frá 1990 til 91 24
prosent. Í 1992 var aftur-
gongdin í mun til 199116
prosent, og í fjør var aftur-
gongdin heili 39 prosent í
mun til árið fyri.
tór.-
Føroyskir húsasmiðir:
arbeiða
Í Noregi
Roknast kann við, at væl
fleiri føroyskir húsasmiðir
fara til Noregs at arbeiði.
I løtuni arbeiða einir 100
fóroyskir húsasmiðir
uttanlands. Flestu í Týsk-
landi
Einir 100 føroyskir hand-
verkarar, mest húsasmiðir,
arbeiða í løtuni uttanlands.
Teir flestu í fyrrverandi
Eysturtýsklandi, men tað
eru eisini onnur lond, sum
gerast alt meira áhugaverð
fyri arbeiðsleysar føroyskar
húsasmiðir.
Eitt teirra er Noregi, har
rættiliga stórt byggivirk-
semi tykist at vera.
Føroya Handverksmeist-
arafelag veit um tríggjar
byggimeistarar úr Havn,
sum hver við sínum hand-
verkarum, í løtuni arbeiða í
Noregi. Tað eru mest set-
hús, teir seta upp, men
onkur teirra hevur eisini
fingidonkra størri uppgávu.
Annars hevur handverks-
meistarafelagið enn ikki
fingið samband við norskar
arbeiðstakarar at vísa fleiri
áhugaðum føroyskum
húsasmiðjum á. Teir, sum
higartil eru farnir til Noregs
hava sjálvir sett seg bein-
leiðis í samband við norskar
arbeiðstakarar.
Frá handverksmeistara-
felagnum verður annars
sagt, at skattafyrimunurin,
sum nú er komin í gildi fyri
handverkarar, sum arbeiða
uttanlands, kom sera væl
við, tí matur og íbúð skulu
gjaldast, og haraftrat kostar
BILLUTIR
egast til
útv
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
TIL. Fax.
21605 21666
ferðin nógv.
Loysir seg væl
Frá onkrum handverkara,
sum, ætlar sær til Noregs,
hava vit fingið at vita, at
arbeidsumstødurnar = har
yviri eru góðar, og at onkur
teirra, sum arbeiðir í Noregi
í løtuni, hevur forvunnið
einar 25.000 krónur um
mánaðan. Ávísa skatta-
frælsið svarar áleið til tað,
matur og íbúð kostar.
Sagt verður eisini, at fleiri
fyrimunir eru at arbeiða í
einum landi sum til dømis
Noregi í mun til eitt nú í
fyrrverandi Eysturtýsk-
landi. Eingir máltrupulleik-
ar, lønarstødid er umleið tað
sama sum okkara, og har-
aftrat er talan um nógv
minni av formellum papp-
írsveldi.
Teir flestu føroyingamnir,
sum arbeiða uttanlands,
hava langan arbeiðsdag, og
fáa tí væl burturúr. Teir eru
farnir til tað sama. Eins og
útlendsku handverkararnir,
sum vóru í Føroyum í áttati-
árunum.
tór.-