Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 35— 19. FEBRUAR 1994 Avgjørt neyðugt at úthúgva sjukra- systrar I Førovum -Føroyskar sjúkrasystrar liggja einki aftan fyri danskar sjúkrasystrar og útbúgv- ingin í Fóroyum heldur ikki. Stórur dentur eigur at leggjast á at útbúgva sjúkra- systrar í Føroyum, m.a. ti at tað í Føroyum finnast sera góð praktikplåss. Tær sjúkrasystrar, sum so ikki fáa arbeiði í Fóroyum, eru vælkomnar til Danmarkar at arbeiða, har tað er stórt trot á sjúkrasystrum. Hetta sigur Anna Guttesen úr Havn, sum hesi seinastu 17 árini hevur verið formaður í størstu deildini undir Dansk Sygeplejeråd, nevniliga høvudsstadar- økinum við meira enn 10.000 limum. Anna hevur júst vitjað í Fóroyum, har hon hevur givið sínum starvssystrum góð ráð av ymsum slag. Hon vísir á, at tað er sera umráðandi at taka røktina vid, tá framtíðar bygnaðurin av heilsuverkinum verður tilrættalagdur, ti róktarparturin stendur fyri teimum størstu útreiðslunum. Anna heldur tí eisini, at tað er rætt at seta ein sjúkrasystrastjóra í fóroyska sjúkrahúsverkinum at arbeiða við liðina á læknastjóranum. Hetta fer at vera ein munandi sparing upp á longri sikt. Anna Guttesen hevur í meira enn 17 ár verið formaður í sjúkrasystra- felagnum í størsta amts- kredsinum í Danmark, har tað eru meira enn 10.000 Kon hevur hesi árini luttikið í nógvum samráð- ingum um sjúkrahús- leiðslu ol. bæði á Rík- ishospitalinum og á hinum sjúkrahúsunum í høvuds- staðargkinum. Anna hevur júst vitjað í Føroyum, har hon hevur verið við á einum tema- degi um fakfelagsvið- urskifti og leiðsluspurn- ingar. Hon var eisini við á fundi fyri sjúkrasystrar og sjúkrahjálparar í Havn seinasta månakvøld. Anna Guttesen er fødd í Havn, men hevur verið í Danmark stóran part av lívi sínum. Hon byrjaði at útbúgva Tær báðar sjúkrasystr- arnar, Anna Guttesen og Leila Lindén, sum hava vitjað í Føroyum og givið fóroysku starvs- systrum sínum góð ráð. Mynd kalmar seg sum sjúkrasystur í Føroyum í 1964, men eftir at hava verið í Danmark í eitt ár valdi hon at gera útbúgvingina lidna á Kommunuhospitalinum í Keypmannahavn. Hon var liðug í 1968. Síðani ar- beiddi hon sum sjúkra- systur á intensivari deild og seinni gjørdist hon deildarsjúkrasystur og fór síðani á Danmarks Syge- plejehøjskole at fáa sær eftirútbúgving. Eftir tað var hon við til seta á stovn eina eftirútbúgvingardeild á Kommunuhospitalinum og hevði so leiðsluna har í eina tíð. Tá var tað, at Anna fekk hug á fakfelagsarbeiði og varð hon vald sum for- maður í tí størsta fak- felagnum undir Dansk Sygeplejeråd. Har hevur hon verið síðani - í heili 17 ár og verið afturvald á hverjum ári uttan nakran mótkandidat. Nógvir føroyingar Onnu dámar sera væl sítt arbeiði og hevur hon sera tætt tilknýti til sínar limir. Nógvir av teimum eru føroyingar. Hon sigur, at tað altíð hava verið nógvar føroyskar Tidindabladid EST, sjúkrasystrar í Danmark, men nú er talið nógv vaksið. Hetta m.a. av tí at tað ikki hava verið tíknir nýggir næmingar upp á sjúkrasystraskúlanum í Føroyum. Anna Guttesen heldur fyri, at sleppa ungar før- oyskar gentur ikki inn á sjúkrasystraskúla í Føroy- um so er tað eitt gott hug- skot at fara til Danmarkar á skúla. Hon heldur, at danska útbúgvingin er góð, og her eru so eisini møguleikar at fáa arbeiði. -Okkum tørvar nakað so heilt nógv av sjúkra- systrum. Í løtuni innflyta vit hópin av sjúkrasystrum úr Svøriki, so eru tað sjúkrasystrar í Føroyum, sum einki arbeiði hava, tá eru tær hjartaliga væl- komnar at royna eydnuna í Danmark leggur hon aftrat. Undir vitjan síni í Før- oyum nú um dagarnar greiddi Anna Guttesen sínum føroysku starvs- systrum frá, at so stórur er tørvurin á sjúkrasystrum í Danmark, at bara í Keyp- mannahavnarøkinum kundu allar sjúkrasystr- arnar, sum í dag eru í Føroyum, fingið arbeiði. Týdningarmikið við útbúgving í Føroyum Anna heldur, at føroyski sjúkrasystraskúlin er ein sera góður skúli og vónar hon, at hann fer at taka uppaftur næmingar á hverjum ári í framtíðini. -Tit hava sera góð prak- tikpláss í Føroyum eisini. Og tá vit vita, at sjúkra- systrar ikki skulu út- búgvast sum specialistar í síni grundútbúgving, tá er føroyska sjúkrahúsverkið og heilsutænastan í heila tíkið vælegnað til praktik- pláss | Hon vísir eisini á, at tað er sera nógv vert fyri eitt sjúkrahús at hava næmingar. Tað er ein inn- blástur fyri allar partar. Tí heldur hon eisini, at júst at útbúgva tey ungu er tað, sum ein eigur at leggja seg mest eftir í Føroyum. Vit spurdu eisini Onnu Guttesen, hvgrji ráð hon hevur at geva sínum starvssystrum í Føroyum og teimum, sum standa fyri fakfeløgunum! -At felag og leiðandi sjúkrasystrar tosa saman og leggja felags strategi. Eg kann ikki koma við nøkrum ráðum um, hvussu hetta ftøkiliga skal gerast. Eg kann bert siga, hvussu vit hava gjørt. Brúk fyri sjúkra- systrastjóra eisini Vit spurdu Onnu Gutt- esen, um Føroyar eru nóg stórt øki til at seta ein sjúkrasystrastjóra við lið- ina á læknastjóranum? LÅ