Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 35 — 19. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið Framhald av síðu 2 vísi. Lise Lyck heldur held- ur ikki, at tað er nøkur loysn at lækka lønirnar. - Tað er eingin loysn. Ein veit ikki,hvussu verður við prisstødinum ol. Men tað kann so sjálvandi verða ein liður í eini swørri strategi, har ein hyggur at framleiðsluútrreiðslum i síni heild, og har kann tað so vera, at tørvur í ávísum fórum er at laga lønimar til støðuna. Men har er so nógv annað ein skal hyggja eftir, tá hugsað verður um at fáa eina løn- andi vinnu. Har er td. arbeidstilrættalegging, kapitalútreiðslur osfr. Lise Lyck heldur tað vera ikki so lítið av eini fiktién at leggja uppskot fram á tingi um at seta lønirnar niður við heilum 30%. Ein kann ikki frá degi til annan gera slíkar broytingar. Í Danmark hava teir konservativu lagt slíkt uppskot fram, men har var tað vinnulívið. sum segði, at tað bar ikki til. Lise Lyck heldur tað eisini vera skeivt av før- oyingum at leggja uppskot fyri tingið um at biðja danir strika skuld upp á 3 mía. kr. um ein sjálvur ikki hevur nakað at leggja fram so sum eina heild- arloysn. Fer at siga dønum frá støduni Danski búskaparfrgðing- urin ætlar sær at halda fram við at granska í føroyskum vidurskiftum, nå hon kemur aftur til Danmarkar. Hon ætlar sær at oysa av sínum royndum i Føroyum og lata vanligar danir fáa lut í teimum. M.a. hevur hon longu latið donskum politikarum eitt nú politisku- og búskap- arligu nevndini nógv av tilfari. -Eg hevði verið fegin, um vit kundu fingið eitt meira breitt orðaskifti. Lise Lyck sigur, at henn- ara ynski er, at bæði føroyingar og danir kunnu finna saman og loysa teir stóru trupulleikar, sum eru frammi. Hon fer tí nú at brúka part av síni gransk- ing til at arbeiða við hes- um spurningum. -Nú hevur verið sagt, at féroyingar hava manglað fakliga ráðgeving á nógvum økjum. Er tað so, at landsstyrid og vinnulivid hevur møguleika at brúka eitt nú Handilsháskúlan sum ráðgeva? -Tað hava teir so av - gjørt. jan Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 10. marts 1994 kl. 09.30 tvangsauktion, (AS 676/93) over matr. nr. 686 a, Tórshavn beliggende Sá- malsgøtå 4, Tórshavn. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn, tlf. 11145 (j. nr. 930941) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 2496 m? stor grund, det bebyggede areal udgør 98 m* i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.02.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm. TIDY-CAR -VÅRPAKKIN Nú er tíðin komin at gera bilin kláran til várið! SP HEKAR 600 kr. Í pakkanum er: co MOTORVASK o LAKKPOLERING við VÅRPAKKANUM hjá TIDY-CAR o DUSTSÚGVING co VINYLVIÐGERÐ o LAKKFORSEGLING cu RUTAPUSSING FYRI BERT 2.400,- v/ MVG Altíð vælkomin VEGURIN LANGI - TLF. 18040 - HOYVÍK UUU Haldið sosialin Framhald av síðu 11 hugan av, eftir at hava verið á fundi saman við føroyskum sjúkrasystrum, at tær eru ikki so lítið frustreraðar, nú tær ikki hava verið tiknar nógv við upp á ráð um, hvussu røktin og harvið ein týð- andi partur av heilsu- verkinum í Føroyum skal verða skipaður í fram- tíðini. Aftast í rgðini -Men kann ein orsøkin til hetta vera, at fakfelagið hjá sjúkrasystrum ikki er nóg virkið? -Tað kann vera og net- tup hetta er nakað av tí, sum eg havi undirvíst í. Vit eru nevniliga uppaldar til at vera nakrar fittar og vakrar gentur í hvítum skógvum, sum seta seg aftast í raðnum, og tað smittar framvegis av. -Tað hendir jú oftani, at tú verður ikki boðin við til borðs, men so mást tú sjálv fara og siga hvat tú vil, kann og ynskir. Leila Lindén heldur tað vera sera umráðandi, um sjúkrasystrarnar í Føroy- um kenna seg verða settar til síðis í sambandi við skipan av framtíðar bygn- aði fyri sjúkrahúsverkið, at tær so nú gera vart við seg. Hetta eru nakrir av teimum spurningum, sum hon og Anna Guttesen hava tosað við føroysku starvssystramar um. Leila Lindén viðgongur, at tað er ikki hvønn dag, at ein fakfelagsleiðari og cin av stjórunum á einum hospitali eru í lag, men í Danmark hava tey eitt sera gott samarbeiði. Taka stig sjálvi -Hvørji ráð hevur tú til sínar starvssystrar í Før- oyum? -Eg havi sagt teimum, at veit og kann ein okkurt, og ein kortini ikki verður eftirspurdur, so má ein sjálvur bera tað fram, um ein heldur tað hava týdning. Og eg haldi, at røktin er sera týdningar- mikil. Tí verða sjúkra- systrarnar noyddar til at taka initiativ. -Hevur tú brúk fyri nøkrum nýggjum størvum, so mást tú sjálv meta um, hvussu hesi stórv kunnu setast heldur enn at bíða eftir, at onnur skulu finna eina loysn. Hana skal tú finna sjálv og harvið vera við til at mynda framtíðar bygnaðin. Leila Lindén heldur tað vera sera løgid, at teir læknar, sum hava staðið fyri frágreiðingini um bygnaðin av føroyska sjúkrahúsverkinum, ikki hava havt tørv á at taka røktina við í tilrættalegg- ingina. Hon heldur fyri, at læknar og sjúkrasystrar á Ríkishospitalinum hava eitt sera gott samstarv. -Men er tað soleiðis, at sjúkrasystrar kenna seg undirmettar av t.d. lækn- unum? -Tað kann ein íkki útiloka. Sjúklingarnir koma á sjúkrahús, tí lækn- arnir duga og viðgera teir. Tað kann vera, at læknar halda, at:teir gera alt, men her er jú talan um at fås vidgerd og røkt at sam- virka. Brúk fyri sjúkrasystrum -Nú sigur tú, at sjúkra- systrar kenna á sær, at tær eru settar aftast í kgina, men er tað ikki so, at sjúkrahjálparar kenna seg settar uppaftur longur aftur í køina aftun fyri fyri bæði læknar og sjúkrasystrar? -Tað er rætt; at tað hev- ur verið og er eitt ávíst fakligt stríð millum sjúkrasystrar og sjúkra- hjálparar. Vit mugu annars minnast til, at tíðin sjúklingar liggja á sjúkra- húsi styttist í hvørjum og verður tí meira og meira kreyjandi. Talan er um stødugt tyngri sjúklingar og tí er eftirspurningurin eftir sjúkrasystrum stórri. Tað er greitt, at hesi sjúklingar hava meira brúk fyri sjúkrasystrum, sum jú eisini hava nógv breiðari útbúgving. -Tú er noydd til at gera broytingar eisini á hesum gkinum um somu tíð sum samfelagið og sjúkurnar broytast. Leila Lindén vísir á, at tá tað ikki ber til at seta nýggj størv við sjúkra- systrum, so eru tey noydd til at gera broytingar innan verandi karmarnar við m.a. at broyta sjúkra- hjålparastørv til sjúkra- Systrastørv. Hetta hava tey nógv dømi um á Rikis- hospitalinum jan