Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-22, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1994síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 36 + týsdagur 22. februar 1994 Seinnapartin í gjár skrivadu Fótbóltssam- band Føroya og danski venjarin Allan Si- monsen undir sáttmála, ið gongur fram til 30. november 1995. — Eg gleði meg til at fara und- ir uppgávuna, og eg ætli mær at seta Føroyar aftur á heimskorti, sigur landsliðsvenjarin Nýggi venjarin hjá fót- bóltslandsliðnum eitur All an Simonsen! Seinnapartin í gjár hevði Fótbóltssamband Feroya tíðindafund í ÍSF-húsin- um, har tað langt um leingi varð endaliga avdúkað, hver er nýggi venjarin hjá fótbóltslandsliðnum. — Eg vil fyrst og fremst takka Fótbóltssambandin- um fyri, at teir góvu mær hetta starvið, sum eg nú undir við stórum spenn- ingi, og eg havi sett mær sum mál, at Feroyar aftur skulu koma á heimskorti, segði Allan Simonsen, tá hann fekk orðið aftan á for- mannin í Fótbóltssam- bandinum og sáttmáli varð undirskrivaður = millum partarnar, id inniber, at All- an Simonsen verdur lands- liðsvenjari fram til 30. nov- ember 1995, tá EM-undan- kappingin er fingin frá hondini. — Eg havi kanska ikki so drúgvar royndir sum venj- ari, men kortini vil eg vóna, at royndir mínar í europe- iskum fótbólti í tíggju ár og alt tað, eg havi lært av yms- um venjarum gjegnum ár- ini eisini kann koma lands- liðnum og feroyskum fót- bólti til góða. Hetta verður ein torfør uppgåva, men eg fari undir hana við góðum huga. At tað gjerdist Allan Si- monsen, er eitt lítið sindur av tilvild. Fyrstu ferð Fót- bóltssambandið setti seg í samband við hann, var tá nekur umboð fyri Fótbólts- sambandið vóru í Man- chester 22. januar í sam- bandi við EM-lutakastid. Aftan á sjálvt lutakastið, tå føroysku umboðini vóru komin á hoteilið, slerdi Jens Erik Magnussen upp á tráðin til Allan, mest fyri at fåaat vita, um hann hevði okkurt upplagt venjaraevn- ið. Prátið gjerdist drúgt, og endin varð, at tað endaði við avtalu um at hoyrast nærri, tí hann fyrst skuldi forhoyra seg hjá familjuni og Vejle Boldklub, ið hann er venjari hjå eisini. — Eg havi fingið góða av- talu í lag við Vejle Bold- klub, ið gevur mær frí, tá eg havi brúk fyri at taka mær av feroyska landsliðnum og skal vera saman við fer- oysku spælarunum, sigur Allan Simonsen. Sum venjari hjá Vejle hevur Allan Simonsen upp- livað at bygt eitt lið upp frá grundini av, og í fjer vann Vejle 1. deild í Danmark, ið liggur beint undir Super- ligaini. Nú er líðið við í Super Kval-ligaini, ið telur tey liðini, ið kappast um at koma í bestu deildina aftan á summarsteðgin. — Í hópinum hjá mær í Vejle havi eg tveir góðar feroyingar, lan Højgaard Framhald á síðu 14 Lesið annars ein hóp av tilfari um nýggja landsliðsvenjaran á síðunum 12, 13 8 14 FÆR LØN — MEN GER EINKI A jv? ÓLI JACOBSEN, STÝRISLIMUR Í ALS: Nýggi landslidsvenjarin: ALBYL ER MIKIÐ IKKI NOG síða 6