Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ALS má vera við í eini heildarloysn Í gjárkveldið varð skipað fyri al- mennum pallborðsfundi í Vestmanna við luttøku av umbodum úr flestu av teimum politisku flokkunum. Evnið á fundinum var arbeiðsloyið: hvat kann verða gjørt fyri at bjarga ALS og annars at bóta um umstødumar hjá teimum mongu, sum ganga arbeiðsleys og sum - við verandi gongd - fara at fáa minni og minni í arbeiðsloysisstuðuli fyri síðani at detta heilt úr skipanini. NEYVAN er tað nakar spurningur, sum er so akuttur og álvarsligur at viðgera nú sum júst arbeiðsloysið og ALS. Í Føroyum eru nærum 4000 arbeiðsleys. Arbeiðsloysisskipanin orkar ikki longur at fóða - um tað kann kallast so - hesi mongu fólkini. Partarnir á arbeiðs- marknaðinum og politikararnir eru ósamdir um, hvat skal gerast og meðan ráðaloysið og vónloysið ræður gerast tey arbeiðsleysu fátækari fyri hvønn dag. Tess longur tey hava verið í skip- anini tess daprari sær stóða teirra út. Tey, sum herfyri fingu nakrar túsund krónur útgoldnar við hvgrja útgjalding, eru nú niðri á ngkrum fáum hundrað krónum, tá skattur er farin frá, og tað sigur seg sjálvt, at hetta kann eingin liva av. UTTAN mun til hvat tey ymsu meina er rættast at gera, so kunnu vit íkki lata eyguni aftur fyri tí sannroynd, at mong av teimum arbeiðsleysu hava ikki fyri klæði, býli ella mat. Nú verða so mong teirra tvingað inn undir forsorgarskip- anina, men tað hon gevur er heldur ikki til at liva av. Vit kunnu bara ímynda okkum støduna hjá teimum, sum hava stóra sethúsaskuld og nógv børn í húsi og har antin annað ella bæði foreldrini eru arbeiðsleys. Hvussu teir ymsu partarnir enn bjarga ALS so er tað kortini ein sannroynd, at ein bjarging nú í evstu stund bert er at meta sum lapparíir, tí útgjaldið hjá mongum er so mikið lítið, at tað ger hvorki frá ella til. TAÐ er lættari sagt enn gjørt at loysa hetta málið. Landsstýrið heldur ikki, at tað er rætt at skjóta almennar pengar inn í skipanina og hevur landsstýrismaðurin á gkinum fleiri ferðir víst á, at verandi skipan er tann besta í løtuni og koma fleiri hendur í arbeiði, so loysir málið seg sjálvt. Spurningurin í dag er tann, hvat tey arbeiðsleysu skulu fyritaka sær, nú útgjaldingin minkar og verður útsett! Um somu tíð sum tosað verður um at koyra hesi fólk inn undir forsorgarskin- anina verður tosað um, at forsorgarskip- anin fer ikki at klára eitt økt trýst. DANSKI biskarfrødingurin Lise Lyck sigur við Sosialin leygardagin, at stødan hjá teimum arbeidsleysu er so mikið álvarslig, at landið má taka um endan. Hon heldur fyri, at ber hetta ikki til Sethúsafelagið við landsstýrið: Munagott útspæl nú beinanvegin Sadie Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - -fyri at bjarga teimum ringast stæddu Landsfelagið fyri Sethúsa- eigarar í Føroyum varð stovnað á fundi í Norður- landahúsinum hin 15. febr. 1994 við hesum endamáli. a) arbeiða fyri sethúsaeig- arum, soleiðis at teir eftir førimuni kunnu rgkja sínar fíggjarligu skyldur. b) virka fyri at fólk, ið hava mist húsini, kunnu fáa ser- køna hjálp, so hesi aftur kunnu fáa fótur undir egið borð. c) umboða limirnar mót- vegis almennum myndug- leikum, peningastovnum og ødrum. Í nevnd felagsins vórðu hesi vald: Súsanna Dam, Sofus Hansen, Hilmar Gaardbo, Johannes Dam Hansen, Magni Fles, Aki Bertholdsen og Annvør Pet- ersen, eykalimir Kjartan Madsen og Regin Jóanesar- son. Á fundi í gjár skipaði nevndin seg soleiðis: For- maður Súsanna Dam, næst- formaður Sofus Hansen, kassameistari Hilmar Gard- bo. Adressa felagsins er: Postbox nr. 3280, 110 Tórshavn. Nevndin fer beinanvegin undir at stovnaseta eina skrivstovu. Fyrsta er at fáa skrásett limir felagsins og uppkrevja limagjaldid, tí uttan pening gerst onki. Adalfundurin setti lima- gjaldið til kr. 100 um árið. Á teimum fundum, ið hildnir vórðu kring landið áðrenn felagið varð stovn- að, teknaðu nógv fólk seg sum stuðlar, og verða tey skásett sum limir, um tey ikki innan 14 dagar hava boðað frá, at tey ikki vilja gerast limir. Avgjørt varð at senda hjá- lagda mótmæli til landsins myndugleikar, av tí at tað er átrokandi neyðugt, at okk- urt munagott útspæl kemur haðani beinanvegin, fyri at bjarga teimum ringast orsakað av avtaluni við danir, so mugu føroyingar fara aftur til Keypmanna- havnar og greiða dønum frá broyttu og akuttu støduni. BÍÐAÐ hevur verið eftir einum útspæli frá landsstýrinum nú í eina tíð, og áhugavert verður at frætta, hvat tað gongur út uppá. Í gjårkvøldid var sum sagt fundur um málið í Vestmanna. Um landsstýrismaðurin tá fór at avdúka nakað um landsstýrisins ætlanir var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar seinnapartin í gjár. Tað stendur tó púra greitt, at okkurt má henda. Tað vil vera ein vanlukka um ALS brádliga stegðar upp. Hvat er altemativið? ØLL eru vit samd um, at tað finnasta ongar lættar loysnir hvørki í hesum ella ødrum málum. Men ein ella onnur loysn má so finnast. Hesa seinastu tíðina hevur annars verið nógv tosað um heilarloysnir, og tað er greitt, at fyri at bóta um støduna hjá bæði ALS og samfelagnum annars, so er ikki nokk bara at spræna almenna pengar í skipanina. Tvingandi neyðugt er, at bankarnir eisini vísa stórri vilja til at sanera skuld, og at landsstýrið um somu tíð gera álvara av "lyftinum” um at lækka skattin aftur. Bólturin liggur í hondunum á landsstýrismanninum hevur verið sagt nú í eina tíð, tá tosað verður um framtíðina hjá ALS. Men so einfalt er tað neyvan. Bólturin liggur so sanniliga eisini í hondunum á fíggj- armálaráðharranum, sum nú eigur at staddu. Vinarlig heilsan Landsfelagið fyri sethúsaeigarar Landsfelagið fyri sethúsaeigarar Amnesty International Skrivstoven í Vågsbotn! er opin mánadag, tfs- "dag og friggjedag kl. 10-10. TL 15816..— - vísa í verki - og ikki bert í orðum - at skatturin fer at lækka aftur og at bankarnir fara harvið fara at vísa stórri vilja at sanera ella hvat teir nú kunnu finna upp á. ALT bendir tí í løtuni á, at tað ber íkki til at viðgera ALS og tey arbeiðsleysu fyri seg. Talan er um stórmál, sum gll so ella so hanga saman og mugu verða loysn í eini heild heldur enn at brikkarnir - sum nú - bara verða fluttir aftur og fram. Tí má ein pall- borðsfundur um ALS eisini nema við aðrar tættir í samfelagnum so sum sethúsaskuld, sanering og skattatrýst. Í Tinganesi er meira neyðugt enn nakr- antíð, at høgra hond veit, hvat hvat vinstra ger, tvs. at fíggjarmálaráðaharrri og almannamálaráðharri ganga í lag og fremja heildarloysnir. Tess skjótar tað ber til at finna heildarloysnir, har bæði tað privata og tað almenna samvirka, tess stórri møguleika hava vit fyri at kunna bjarga teimum arbeiðsleysu og ikki minst: at steðga teirri hóttandi burturflytingini år Føroyum í onnur lond. Bjarging av ALS snýr seg tí um so nógv annað eisini, og ikki minst at fáa fólk at stødast í hesum landi og vera við til at fáa gongd á aftur onkursvegna. Tað hvílir stór ábyrgd á landsstýrinum í hesum døgum. Lise Lyck eftirlýsti meiri virkisfýsni frá landsins myndugleikum. Komandi tíð fer at vísa, um bæði landsstýrið og tingið annars megna at liva upp til tað. SOSIALURIN Mótmæli Síðani 6. okt. 1992 hava myndugleikar landsins týggjað sær sum tey ómælandi, so at bert tey sterk- astu koma undan. Tað hevur ongantíð, fer ongantíð, at verða tekin um menniskjaliga styrki at misrøkta tær skyldur, ein hevur átikið sær. Ein sera vanvirðilig stóða, ikki bert fyri myndug- leikarnar sjålvar, men fyri okkum gl, at vit lata um okkum ganga, at nøkur liva undir 6sømiliga vánalig- um korum, ið einans verða ásett eftir hvussu tilvildin lagaði inntøkumøguleikarnar. Orsakað av skilaleysum oyðsli fóru bankarnir á húsagang. Føroya Landsstýri hevur tí skuldarbundið alla tjóðina, til at »bjarga peningakervinum«, og læt samstundis øll tilverurættindi okkara upp í hendur- nar á hesum sama peningakervi. Myndugleikarnir eru greiðir yvir, at tey mest grundleggjandi mannarættindi hvønn dag verða brotin, og eru tí samsekir. Slíka framferð ganga vit ikki undir longur og krevja munagóð tiltøk sett í verk nú, fyri at steðga yvirganginum frá peningakervinum. Einans so dygg tiltøk, at Føroyar aftur gerast eitt upplýst fólkaræði, verða góðtikin. Alt annað er so vanæriligt, at vit ikki lata tað um okkum fara. Tórshavn, 18. februar 1994