týsdagur 22. februar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pE
i
—
Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Sida5
Kalmar
Dan Klein, blaðstjóri aftur í rættinum:
Sjeynda ferðin
Dan Klein her avmyndaður saman við verjanum Søren Søltoft Madsen uttanfyri rættin månamorgunin. Mynd.
i fimtan ár
— Eg havi ongantíð tosað við dómaran um tað sum eg havi
skuldsett hann fyri. Dómarin hevur úttalað seg í sínum dómum,
tað er nóg mikið, segði blaðstjórin, tá hann var avhoyrdur
gjaramorgunin i Føroya Rætti
Maðurin, sum hevur meld-
að blaðstjóran á Oyggja-
tíðindum fyri fåtanum, Joen
H. Andreasen, er ongantíð
spurður um hann hevur
nakrar viðmerkingar til tær
skuldsetingar, sum hava
verið settar fram í Oyggja-
tíðindum í úíðarskeiðnum
frá 10. juli til 16. oktober í
1992. Hetia kom fram í
rættinum månamorgunin,
tá Dan Klein, blaðstjóri
varð avhoyrdur.
Rættarfundurin varð
stundisliga settur klokkan
09: 30 og møttir vóru Mic-
hael Boolsen, ákæri, J.
Schiøler, dómari, Søren
Søltoft Madsen, verji og
Dan Klein, ákærdi. Á
áhoyraraplássinum sótu
tveir tíðindamenn, tveir
áhugaði sakførarar og ein
eldri kvinniligur lesari hjá
Oyggjatíðindum.
Ákærin nýtti 50 minuttir
til framløgu. Hann læs
ákæruritið upp. Hetta er
býtt sundur í níggju partar
Á
Ákærin Michael Boolsen á veg í rættin mánamorgunin.
og hver partur snýr seg um Mynd: Kalmar
greinar skivaðar í Oyggja-
tíðindum. Orðið "lygn"
hevur ákæruvaldið serliga
heft seg við í skrift sum
ærumeiðandi, tí tá ákærin
endurgav greinar í Oyggja-
tíðindi, var orðið lygn í
ødrum hvørjum setningi.
Dan i stólin
Klokkan 10:30 byrjaði
avhoyringin av tí 44 ára
gamla Dan Klein, blað-
stjóra. Akærin Michael
Boolsen var fyrstur og hann
vildi hava at vita eitt sindur
um hvussu arbeidshåtturin
var á Oyggjatíðindum.
Ákærin vildi hava at vita
um Dan hevði skrivað
greinarnar einsamallur ella
saman við nøkrum ødrum?
-Adurnevndu greinar
hevur Bergur Wardum dikt-
erað fyri mær. Eg havi síðan
formulerað tær og gjørt tær
lesiligar, segði Dan Klein.
Akærin: >Kannaði tú eftir
um skuldsetingarnar móti
dómaranum vóru rættar<?
— Fyri tað fyrsta, so kenni
PÅ
l
eg nakad til målid um
dupultsøluna av Tårshøll
áðrenn eg avgjørdi at skriva
um hetta. Fyri tað næsta, so
hevði eg ikki serligar góðar
royndir við dómaranum.
Hann noktaði mær verja í
málinum mótvegis Albert
Mortensen og sum dømdi
meg tíggjar mánaðar
fongsul í hesum máli, segði
Dan Klein.
— Eg styðjaði meg eisini
til skjól, sum høvdu verið
frammi í rættinum, enntá í
fleiri instansum í samband
við rættarmálini hjá Bergi
Wardum, segði Dan Klein.
Ákærin: >Hevur Bergur
Wardum verið ráðgevi hjá
tær<?
— Nei, tað sum eg havi
skrivað er skrivað út frá
fakta og ongum Ødrum,
segði Dan Klein.
Ákærin: >Hevur tú tosað
við aðrar advokatar, meðan
tú hevur skrivað hesar
greinar»?
— Ja, tad havi eg, men eg
upplysi ikki hvørjar eg havi
tosad vid, segdi Dan Klein.
Ákærin: »Hevur tú nak-
rantid tosað vid dómaran og
spurt hann um viðmerking-
ar til skuldsetingarnar í
Oyggjatíðindum<?
— Nei, tað havi eg ikki. Eg
havi hildið meg til teir
dómar, sum hann hevur
avsagt, eg havi hildið meg
til fakta, segði Dan Klein,
Ákærin: >Men er tað ikki
góður pressusiður, at fáa
viðmerkingar frá einum
sum verður skuldsettur í
blaðnum?
— Eg havi hildið meg til
fakta, segði Dan Klein,
blaðstjóri og grundgav ikki
meira.
So spurdi Dómarin J.
Schiøler, um tað var nøkur
ávís orsøk til, at navn ikki
stóð undir greinunum í
Oyggjatíðindum. Schigler
er dani og kemur úr Ros-
kilde Retskreds at dóma í
hesum máli.
Dan helt tað ikki verða
nakra ávísa orsøk. Hann
segði at tann eini blað-
maðurin skrivaði "initial"
undir greinarnar, men hann
skrivaði ikki sjálvur.
Tórshell fekk
stórt virði
Dan Klein varð síðan
avhoyrdur um dupultsøluna
av Tørshøll. Tað er serliga
viðferðin av hesum máli,
sum hevur givið íblástur til
skrivingina móti dómar-
anum.
Her var tað serliga verjin
hjá Dan Klein, Søren Søltoft
Madsen, sum spurdi, hann
vildi hava Dan at útgreina
skrivingina.
— Tað sum vakti mín
áhuga í hesum máli var, at
nakrir sakførarar royna at
kroysta ein lítlan klient til
fyrimuns fyri ein stóran
klient. Bergur skuldi kroyst-
ast fyri at Málingahandilin,
tann stóri, skuldi sleppa
framat. Her var talan um eitt
kollegialt | samráð við
teimum fýra sakførarunum
Magnus S. Petersen, Halgir
Winther Poulsen, Dánjal
Magnussen og Sigurð Joen-
sen, sála. Teir skuldu fyri
ein hvønn pris koppa
Berguri. Í dag munnu teir
sanna, at Bergur var ikki so
lættur at koppa, segði Dan
Klein.
— Tað løgna í øllum heum
var at Dánjal Magnussen
var sakførari hjá Bergi
Wardum. Av eini ella aðrari
orsøk skiftir hann síðu og
fer at arbeiða móti Bergi,
segði Dan Klein.
— Bergur varð tvingaður
út í nakrar fiktivar rættar-
sakir orsakað av eini ting-
lýsing í Térshøll. Hendan
tinglýsing hindraði Berguri
í at disponerað yvir ognini
og hann misti nógvan
pening av hesum, ja hann
gjørdist ein fátækur maður,
segði Dan Klein.
— Eg ivist ikki í at belæg
hevur verið fyri skrivingini.
Hevði dómarin latið verða
við at tinglýst ognina hjá
Bergi tá, so hevði málið
gingið síðan rættvísu
gongd, segði Dan Klein.
Bergur í stólin
Seinnapartin í gjár var
Bergur Wardum avhoyrd-
ur. Allur seinnaparturin var
avsettur til at avhoyra Berg
og tá varð dupultsølan at
Tórshell vidgjørd út í æsir.
Í dag verður sorenskriv-
arin, Joen H. Andreasen
avhoyrdur.
jústinus
Skar
upp dekk
Sunnumorgunin tók po-
litið á Tvøroyri ein
mann, sum er skuldsettur
fyri herverk.
Maðurin varð sæddur
skera upp dekk á bilunum
uttanfyri TB-húsið.
Rock-skeið í Hósvík
Langtíðar dansiskeið byrjar í Bygdar-
húsinum í Hósvík mikukveldið 23.
febr. kl. 20.00. Dansað verður 6 miku-
kveld.
Tilmelding á tlf. 22368.
Kom og dansa