Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Skipið "Skålafjall": Fýra bankamenn eru nú eisini ákærdir fyri svik í sambandi við fíggingina av skipinum "Skålafjalli" Sakarmálið móti teimum, sum lótu "Skálafjall" byggja, skuldi verið byrjað í rættinum í heyst, men tað hevur drigið út, m.a. tí fútin ikki hevði avgjørt, um ákæra eisini skuldi reisast móti teimum fýra banka- monnunum, sum høvdu åbyrgina av våttanunum av eginpeninginum í skipi- num. Men nú er komið undir land, tí fríggjadagin av- gjørdi fútin at reisa ákæru móti teimum fýra banka- monnunum. Teir eru Hans Jórgen Laursen, fyrrver- andi stjóri í Føroya Banka, Niels Nattestad, fyrrver- andi stjóri og núverandi deildarleiðari i Føroya Banka, Eyðun Hammer, deildarleiðara i Føroya Banka, og so Helgi Fossa- dal, fyrrverandi stjóri i Fossbankanum. Fleiri ákærur Teir eru ákærðir fyri svik móti landsstýrinum, danska skipskredittgrunninum og danska ídnaðarmálaráð- num í sambandi við leiklut bankanna í fíggingini av M/S "Skálafjalli". Eisini“ eru teir triggir Heygadrangur og Skálafjall lið um lið á Skála, har teir báðir vóru bygdir. Heygadrangur varð bygdur við Skálafjalli sum fyrimynd Føroya Banka-menninir åkærdir fyri svik móti nevndini í bankanum í sam- bandi við skipsfíggingina. Teir fýra nokta seg allir sekar. Frammanundan vóru tríggir aðrir menn ákærdir í sambandi við byggingina av skipinum. Teir eru Jørg- en Bech, reiðari og stjóri í P/F Vál, sum læt "Skála- fjall" byggja, Magnus Pet- ersen, løgfrødiligi ráðgevin hjå Vål og Oli Zacharias- sen, sum var stjóri á Skála Skipasmiðju, tá skipið varð bygt. Hesir tríggir nokta seg eisini sekar. Tíðindablaðið Stórt mál Ákæruvaldið væntar, at alt verður tikið undir einum, so tað verður eitt stórt sakar- mål um figgingina av "Skálafjalli". Ikki er enn ásett, nær málið kemur fyri í Føroya rætti, men rættar- gongdin byrjar væntandi onkuntíð í vár, og helst verður málið minst líka drúgt sum Heygadrangs- málið, tí her eru fleiri ákærdir. randi Fær løn men ger einki Ferðsluráðgevin, sum landsstýrið setti á Ráðnum fyri ferðslutrygd í 1988, hevur seinasta hålva árið einki arbeiði havt, men løn fær hann í meira enn try ár aftrat Landsskúlafyristingin er komin í kløtur orsakað av ferðsluráðgevanum, sum settur var at starvast á Ráð- num fyri ferðslutrygd 1. september 1988. Maðurin er ikki meira á Ráðnum fyri ferðslutrygd, men løn hevur hann fram- vegis rætt til. Sum skilst hevur lands- stýrið gjørt eitt mistak, tå starvið varð lýst leyst, og hetta mistak kostar ikki einki. Lýst varð eftir ferðslu- ráðgeva, sum skuldi starv- ast á Ráðnum fyri ferðslu- trygd. Hetta var eitt tæn- astumannastarv, tíðarav- markað til fimm ár, stóð í lýsingini. Stóð Ikki í setanarbrævinum Hans Jákup Hermansen fekk starvið, men tá hann fekk sítt setanarbræv, stóð einki av nakra tíðaravmark- ing. Heimild var heldur ikki til at seta tíðaravmarkaðan tænastumann sambært fólkaskúlalógini. Hann arbeiddi á Ráðnum fyri terðslutrygd til 1. sep- tember í fjør, tá tey fimm árini vóru úti. Tá skuldi hann ikki long- ur vera á Ráðnum, sum ikki hevði ráð at lóna honum. Einasta orsøkin til, at hann varð uppsagdur á Ráðnum fyri ferðslutrygd, var, at Ráðið ikki hevði ráð at lóna honum longur, sigur Petur Jacob Sigvarden, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hann starvast eisini á Landsskúlafyristingini, sum nú varar av málinum. Gera okkurt annað Landsskúlafyrisitingin hevur higartil onga loysn sunnið, soleiðis at Hans Jacob Hermansen fær okk- urt at gera fyri sína løn. Ein slíkur tænastumaður kann ikki setast at gera, hvat tað skal vera. Starvsøkid skal á onkran hátt vera skilt við tað, hann átti at gjørt sam- bært setanarbrævinum. Tí Tá Hans Jacob Hermansen í 1988 varð settur í starv sum ferðsluráðgevi, sendi Ráðið fyri Ferðslutrygd hann í eitt ár til Noregs at útbúgva. Síðan 1. septem- ber hevur Hans Jacob einki gjørt, men løn fær hann undir øllum umstød- um langa tíð framyvir bar t.d. ikki til at seta hann sum skúlastjóra. Landsskúlafyrisitingin hevur tí umhugsað at sett hann sum ferðsluráðgeva í skúlaverkinum, men tað er ikki gjørt. Len í fleiri ár aftrat Spurningurin hevur eisini verið frammi um at siga mannin upp. Ein tænastu- maður kann sigast upp, sjálvt um hann einki galið hevur gjørt, og Landsskúla- ráðið hevur mælt til upp- søgn. Men tað er bara tað, at hann hevur uppsagnartíð í tríggjar mánaðir, og har- aftrat er bíðitíðin trý ár, og tá skal hann eisini hava løn. Lenin er umleið 20.000 krónur um mánaðin. Hans Jacob Hermansen bara bara bíðar, tí hann kann ikki gera við, at arbeiðið er tikið frá honum. Tað er landsstýrið, sum avger, um hann skal sigast upp. Tå Hans Jacob Herman- sen á sinni varð settur í starvið sum ferðsluráðgevi, sendi Ráiðið fyri Ferðslu- trygd hann yvir til Noregs eitt ár at útbúgva seg til ferðsluráðgeva. | Utbúgv- ingina fíggjaði Ráðið. randi VALUTAKURSIR USA Bretland Týskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Ísland Eysturríki Spania Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Grikkaland Drakmur 21.02.94 Skillingur 55,599 síðsta mán. 675, 75 1012, 14 388, 14 85, 09 90, 29 114, 28 18, 804 460, 95 346, 547- 0, 3975 121,07 9,25 55, 213 4, 801 3, 856 511, 08 6, 1905 971, 12 2, 701 672,75 994,32 390,91 84, 63 90, 27 114,94 18,975 463, 65 348,39 0,4018 121,27 9,26 4,782 3,850 501,98 6,3347 954,90 2,697 Kelda: Føroya Sparikassi