týsdagur 22. februar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 36 — 22. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin ]
Frå Argja Hospitall
til Landssjúkrahús
Leygardagin var hátíðarhald á Landssjúkrahúsinum, í
sambandi við at Landssjúkrahúsið fyllir 70 ár 23.
februar. Kristianna Rein, formaður í stýrinum fyri
Landssjúkrahúsið helt røuduna, sum vit prenta her
Nú vit í dag skulu lata eina
framsýning upp í sambandi
við at Landssjúkrahúsið
fyllir 70 ár, fari eg í stuttum
at tíva í nøkur søgulig
Tað er sera lítið vit vita
um heilsuviðurskiftini í
Føroyum tær fyrstu øldir-
nar, fólk búðu her í oyggj-
unum. Fleiri sagnir siga tó
frá um svarta deyða, sum
herjaði um meginpartin av
Europa og eisini her í Før-
oyum miðskeiðis í fjúrt-
andu øld.
Føroyingar vóru kristið
fólk, so tað er eingin ivi um,
at læknakgnir prestar og
munkar hava tíkið sær av
sjúkum fólki og annars
hjálpt uppá heilsuna. Fyrsti
lækni, sum kom til Føroya,
er bartskerarin Gabriel Mit-
ens, sum var lækni her frå
1584 til 1619, sum umframt
at virka sum lækni, ein part
av embætistíð síni eisini var
sorenskrivari.
Stovnað í
katólskari tíð
Fyrsta sjúkrahúsið í Føroy-
um var Argja hospital. Nær
Argja hospital er bygt, vita
vit ikki, men vit vita, at tað
var har í 1547. Um stovan-
ina av Argja hospitali vita
vit bert, at tað er stovnað í
katólskari tíð, t.v.s. fyri trú-
bótina í 1539, og tað hevur
uttan iva ligið undir bispa-
setrinum í Kirkjubø. Argja
hospital var bygt at húsa
spitalskum sjúklingum, og
Lucas Debes skrivar í bók
síni frá 1673, at hospitalið
fyrr í tíðini kundi hýsa 12
spitalskum. Men Argja
hospital var ikki bert tilhald
hjá spitalskum. Onnur, sum
vóru fyri sosialari van-
lagnu, kripil og 6fullfør
fingu eisini innivist har.
Seinasti spitalski sjúk-
lingurin á Argjum doyði í
1740, men seinasti Argja-
limur, sum sjúklingarnir
vórðu nevndir, doyr tó ikki
fyrrenn í 1752.
Argja hospital verður selt
á uppboð í 1828 og keypti
Andrass Mortansson av
Hólalagnum í Hvalba ogn-
imar. Árið eftir fluttu
Andrass og kona hansra
Elsupa, sum var ættað av
Kjalnesi í Kollafirði, á
Argir at búgva og grundaðu
Argjabygd. Tey vóru rgsk,
ágrýtin og dugnalig fólk og
eftirkomarar teirra eru
kendir langt út um landodd-
arnar, teir eru bæði arbeiðs-
samir og dugnaligir, hvør á
sínum gki.
Sjúkrahúsið
í Lågabø
Fyrsta veruliga sjúkrahús í
Føroyum varð í 1829 bygt í
Lågabø, norðan fyri Sharp-
holið í Havn. Hetta hospital
varð bygt fyri peningin,
sum fekst fyri søluna av
ognunum á Argjum og var
skuldarfrítt, tá ið tað varð
tikið í brúk. Tað var Till-
isch, amtmaður, sum saman
við landskirurginum Mani-
cus skipaði fyri byggingini.
Hospitalið var nærmast ein
sjålvsognarstovnur, sum
fekk rakstrarpening frá
Kongaliga Einahandlinum
og kongsjørdini, og hevði
eitt fimm manna stýri,
mannað við landsins
fremstu embætismonnum.
Hesa skipan við sjúkrahús-
stýri hava vit havt síðan.
Tillisch amtmaður má
hava verið sannur fram-
burðsmaður at hava fingið
til Fóroya. Við almennari
Kristianna Rein, formaður
í stýrinum fyri Landssjúk-
rahúsið, helt réðu á
hátíðar haldinum í
samband við at Lands-
sjúkrahúsið nú er 70 ár.
Á framsýningini í Veitsluhøllini
eru nógv gomul amboð, sum hava verið nýtt gjøgnum
tíðirnar. Her er ein respirator frá 1930. Eingin minnist tó, um hann hevur verið brúktur.
Marner Simonsen, fyrrverandi yvirlækni sigur, at hann ikki hevdi verið nýttur, tá hann
kom á sjúkrahúsið at arbeiða í 1940. Jenny Kragesteen tosar her við Marner
peningainnsavnan fekk
hann saman við ødrum sett
á stovn ein arbeiðsskúla í
Fútastovu — Fútastova er
húsið har sum handilin hjá
Carl á Lag er. Hann fekk
amboð og tilfar at virka við,
og har virkaðu 20 gentur á
skúlanum. Tær virkaðu alt,
ið tað nybygda hospitalið í
Havn tørvadi, seingjar-
klæði, teppir, løk, hand-
klæðir o.a. Jú, tey vóru
sanniliga sjálvbjargin her í
Havn. Taðerneyvan nakar í
Føroyum í dag, sum heldur
seg til at virka alt, ið Lands-
sjúkrahúsinum tørvar av
seingjarklæðum, hand-
klæðum o.s.fr.
1000 sjúkrasystrar
Hospitalið á Lågabø var í
nýtslu í næstan eina heila
øld og her byrjaði útbúgv-
ingin av sjúkrasystrum í
Føroyum, tá ið tvær
Diagonissur síðst í 1890'un-
um fóru at læra ungar, før-
oyskar gentur sjúkrargkt.
Seinni, um 1935, kemur ein
meira skipað útbúgving,
sum fylgdi útbúgvingini í
Danmark og sum gav
Gamlar bøkur eru á
framsýningini, har ymisk
hevur verið skrivað upp.
Her síggjast blóðgevarar,
sum hyggja í bók, har fólk
vóru skrásett. Hergerð
Joensen, laborantur í
básinum fyri laborantar
sjúkrasystrunum eitt góð-
kent prógv. Sjúkrasystra-
skúlin í dag varð stovnaður í
1960. Tað munnu vera
meira enn 1000 føroyskar
gentur, sum gjøgnum tíðina
hava fingið útbúgving og
livsstarv sum sjúkrasysur,
sum hava lært her, og eru
nógvar av teimum farnar út í
stóru verð at arbeiða við
hesi góðu barlast. Tað er
mín vón, serliga í hesum bú-
skaparliga ringu tíðum, at
sjúkrasystraskúlin verður
styrktur og kann útbúgva
enn fleiri sjúkrasystrar enn í
dag, tí hetta er ein sera góð
altjóða góðkend útbúgving
og stórliga brúk er fyri
sjúkrasystrum um allan
heimin.
Í 1924 verður nýtt sjúkra-
hús bygt. Dronning Alex-
andrines Hospital varð bygt
úti við Sandágerð og tað var
H.C. W. Tórgarð arkitektur
í Havn, sum teknaði nýggja
hospitalið og havnarmenn
arbeiddu. Tá ið Christian
10. kongur og Alexandrina
drotning vóru og vitjaðu í
Havn í 1921 varð grundar-
steinurin til tað nýggja
hospitalið lagdur og sam-
stundis gav drotningin loyvi
til at hospitalið bar hennara
navn.