Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 113 - 19. juni 2003 Nr. 113 - 19. juni 2003 31 Hóast tað er ólógligt at veita virkna deyðshjálp í Dan- mark, verður tað gjørt í fleiri førum VIRKIN DEYÐSHJÁLP Árni Joensen Samvitskudráp er ólógligt í Danmark, men ein grein í viðurkenda bretska lækna- tíðarritinum The Lancet avdúkar, at danskir læknar í fleiri førum medvirka til at framskunda deyðan. Greinin byggir á eina kanning, sum umfatar 200.000 deyðsføll í Dan- mark og fimm øðrum evro- peiskum londum, og úr- slitið vísir, at millum 20 og 50 prosent av sjúklingunum doyðu, tí læknarnir høvdu gjørt av at steðga viðgerð- ini. Í summum førum doyðu sjúklingarnir, tí læknarnir góvu teimum drepandi evni. Etiska Ráðið í Danmark umrøddi í 1996 spurningin um at loyva virknari deyðs- hjálp, men ein stórur meiri- luti í ráðnum mælti frá. Bara Holland og Belgia hava loyvt virknari deyðs- hjálp sum samvitskudrápi. UTTAN ÚR HEIMI Sviar vilja ikki hava evruna Um tríggjar mánaðir skulu sviar á fólkaatkvøðu um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, men meiningakanningar vísa, at tað kann gerast trupult hjá stjórnini at fáa meiriluta fyri evropeiska gjaldoyranum. Tann seinasta meiningakanning, sum kom í gjár, vísir, at 43,5 prosent av svensku veljarunum eru ímóti evruni, og at 33 prosent eru fyri. Kanningin vísir, at munurin ímillum partarnar er vaksin. Fyri einum hálvum ári síðani søgdu 40 prosent, at tey vildu hava evruna, og tá vóru 35 prosent ímóti. Svenska stjórnin hevur gjørt av, at fólkaatkvøða verður um evruna tann 14. september. Einki álit á IMF Grannskoðanardeildin hjá amerikansku Kongressini heldur lítið um arbeiðið hjá Altjóða Gjaldoyra- grunninum, IMF. Grunnurin er heilt einfalt ikki til at líta á, er niðurstøðan. Í einari frágreiðing skrivar deildin, at IMF bar seg sera klossut at undir búskaparkreppuni í Asia í 1997 og 1998, og lagt verður afturat, at hetta er minni enn so tað einasta dømi um, at IMF hevur svikið sína uppgávu. Nevnt verður, at grunnurin hevur víst stóran veikleika, tá tað snýr seg um at meta um gongdina í búskapinum í fleiri londum, og at nógv tær flestu metingarnar hava verið skeivar. Eitt nú stendur í amerikansku frágreiðingini, at tá IMF metti um handilsjavnahallið í 87 menningarlondum, fór grunnurin skeivur í 75 prosentum av londunum. Leiðslan í IMF ásannar, at hald er í einum stórum parti av tí, sum grannskoðanardeildin hjá Kon- gressini skrivar. Anna Krúger, varastjóri í IMF, ger tó vart við, at amerikansku grannskoðararnir hava misskilt fleiri av metingunum hjá grunninum, men viðgongur, at fleiri av atfinningunum eru rættar. Skuldsetingar um valsvik Í vikuni hevur val verið í Jordan, men valhølini vóru valla latin aftur, tá andstøðan kom við teimum fyrstu skuldsetingunum um valsvik. Størsti andstøðu- flokkurin vil vera við, at fleiri hundrað atkvøðu- seðlar vórðu falsaðir í einum valdømi har suðuri í landinum, og at aðrastaðni sluppu veljarar at velja meiri enn einaferð. Tjóðartingsvalið í Jordan er tað fyrsta frælsa valið í landinum síðani 1997, men valluttøkan var bert beint oman fyri 50 prosent. Serliga í høvuðsstaðnum Amman høvdu fólk lítlan áhuga fyri valinum. Har vóru bert 40 prosent á vali, sjálvt um Abdullah, kongur, hevði mælt fólki til at fara á val. 110 fólk manna jordanska tjóðartingið, sum Abdullah koyrdi til hús fyri tveimum árum síðani. Vallógin tryggjar kvinnunum minst fýra sessir í tinginum. Leita aftur eftir Palme- vápninum Kavarar hjá svensku løgregluni fara nú at leita eftir einari skammbyrsu, sum liggur á botni á einum vatni í Dalarna. Skammbyrsan varð nýtt undir einum ráni í 1984, og kanningar av einari kúlu, sum varð funnin aftan á ránið, vísa, at kúlan líkist sera nógv kúlunum, sum vórðu funnar á Sveavegnum í Stockholm, tá Olof Palme, forsætisráðharri, varð myrdur har fyri góðum seytjan árum síðani. Ein av monnunum, sum vóru uppi í ráninum í 1984, hevur greitt løgregluni frá, hvar teir tveittu skammbyrsuna í vatnið, og nú fara kavarar hjá løgregluni at leita eftir henni. Sambært svenskum bløðum bíðar løgreglan í spenningi eftir at sleppa at kanna skammbyrsuna. Ein nýggj veljara- kanning í Bretlandi vísir, at tann kon- servativi andstøðu- flokkurin er bara fýra prosent aftan fyri arbeiðaraflokkin hjá Tony Blair, forsætis- ráðharra BRETLAND Árni Joensen Nýggja veljarakanningin er alt annað enn hugaligur lesnaður hjá forsætisráð- harranum, sum seinastu árini bara hevur sæð kann- ingar, sum vístu, at Labour lá langt framman fyri teir konservativu. Tí nú er vend komin í. Kanningin hjá The Times avdúkar, at teir konserva- tivu hava megnað at toga seg upp ímóti arbeiðara- flokkinum, og at teir við undirtøku frá 33 prosentum av veljarunum eru bara fýra prosent aftan fyri stjórnar- flokkin. Serliga hugvekjandi man tað vera hjá Blair at lesa, at tað eru fyrst og fremst kvinnurnar og tey meðal- løntu, sum hava vent hon- um bakið, tí tað vóru júst hesi, sum tryggjaðu honum tann fyrra valsigurin í 1997. Eygleiðarar í London siga, at tær hvøssu atfinn- ingarnar at avgerð forsætis- ráðharrans at fara í kríggj við Irak eru ein høvuðs- orsøk til afturgongdina hjá arbeiðaraflokkinum, og tað kemur Blair serliga illa við, at hvørki Bretland ella USA hava kunnað prógva, at Irak hevði tey hópoyð- ingarvápnini, sum vóru tann almenna orsøkin til kríggið. Sjálvur hevur Blair alla tíðina hildið uppá, at Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn, men veljarakanningin hjá The Times vísir, at veljararnir krevja prógv á borðið, áðrenn teir trúgva honum. Nógvir tinglimir hjá Labour vilja eisini hava prógv um, at Irak hevði hópoyðingarvápn. Í einari hoyring í Undir- húsinum týsdagin ávaraði Tony Blair sínar atfinn- ingarsomu floksfelagar og segði, at teir kunnu med- virka til, at Bretland aftur fær eina konservativa stjórn. Danskir læknar veita deyðshjálp Teir konservativu taka seg inn á Blair Tony Blair. Trúvirðið hansara er í vanda, tí hann hevur ikki verið førur fyri at prógva, at Irak hevði hópoyðingarvápn. Tað kemur andstøðuni væl við Mynd: Reuters Ørindagenta/- drongur Søkt verður eftir ørindagentu/-dreingi til skrivstov- una í Havn. Tað er ynskiligt,at tann,ið settur verður, kann byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin verður van- liga frá kl. 8-13, men roknast kann við, at viðkom- andi skal avloysa fulla tíð (8-16) á móttøkuni í summarfrítíð stovnsins, t.e. frá 21. juli-18. august 2002. Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um innan- og utt- anhýsis ørindi, avloysing á móttøkuni við telefon, posti og annað fyrifallandi arbeiði fyri skrivstovuna. Førleikakrøv Søkt verður eftir ungum fólki við students-, HF- ella HH-prógvi, og sum ætlar sær at fara undir víðari útbúgving um eitt ár ella so. Fólk, sum verða liðug við próvtøkuna í ár, kunnu eisini søkja. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- málanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Umsóknir Umsóknir verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skriv- stovuni í hendi í seinasta lagi 23. juni 2003. Merkið brævbjálvan »Umsókn eftir ørindafólki«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast á tlf.311333 og tosa við Levi Hentze. Fólk søkist til handilin Feriuavloysarar Avloysari at taka til (t.d. vegna sjúku) Fólk til vikuskiftini Arbeiðstíðirnar eru hesar: kl. 06.00–13.00 kl. 13.00–19.00 kl. 19.00–23.30 Skrivlig umsókn at senda til: P/F Frants Restorff Tórsgøta 13 Postsmoga 41 110 Tórshavn Tlf. 311060 Spyr eftir Louisu. Verkfrøðingur/ Byggifrøðingur Søkt verður eftir verkfrøðingi/byggifrøðing til spennandi starv innan byggi- og anleggsarbeiði. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða sum plássleiðari. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til P/F J & K Petersen Á Hjalla Postboks 3179 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 26.06.2003 Tlf. 315060 e-mail: JKP@JKP.FO Mánaðarskiftið august/september 2003 byrjar nýggjur teldustøðingarflokkur á Føroya Handilsskúla. Teldustøðingaútbúgvingin verður roknað uppí tær hægru útbúgvingarnar. Kravið at koma inn á útbúgvingina er tí miðnáms- prógv ella edv-útbúgvingarprógv á í minsta lagi líknandi stigi. Lýkur tú ikki hesi krøv, men hevur hollar royndir t.d. í edv- yrkinum, kanst tú søkja um undantaks- loyvi. Útbúgvingin tekur 2 ár. Tá ið upptikið verður, verður fyrst og fremst dentur lagdur á próvgóðsku, vinnuligar royndir og kunnleika í enskum og støddfrøði. Í støddfrøði krevst stig B, sum tó kann takast sum stakroynd í byrjanini av lestrinum. Vilt tú vita meira um útbúgvingina vinarliga hygg á heimasíðuna www.fh.fo, http://heima.olivant.fo/~jonsen ella vend tær til skúlan tel 317177 eftir tilfari. Innskriving: Í seinasta lagi 25. juni 2003 á serligum umsóknarblaði, sum fæst á heimasíðu skúlans www.fh.fo. Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn, tel 317177, fax 313374 TELDUSTØÐINGAÚTBÚGVING (Datamatikaraútbúgving) FØROYA HANDILSSKÚLI Team85 • 358000 FISKISKIRANNSÓKNAR- STOVAN Starv sum frøðingur á Fiskirannsóknarstovuni Til eina verkætlan um møguleikarnar fyri fiskiskapi eftir prikkafiski verður søkt eftir fólki við hægri út- búgving fyri eitt áramál uppá 3 ár. Arbeiðið er at savna tilfar um fiskiskap eftir prikka- fiski bæði úti og heima, verða við fiskirannsóknar- skipi og fiskiskipum á kanningartúrum og í roynd- arfiskiskapi eftir prikkafiski, viðgera tilfarið lívfrøði- liga og á annan hátt.Og í samstarvi við trolvirkir og vinnu annars finna fram til hóskiligan reiðskap. Verkætlanin er í samstarvi við Fiskirannsóknarstov- ur í Noregi og Íslandi. Førleiki til starvið hava fólk við hægri útbúgving í fiski/lívfrøði og við støddfrøðiligum kunnleika ella hegni. Starvið kann eisini søkjast av fólki við hægri útbúgving innan støddfrøði ella verkfrøði við áhuga fyri lívfrøði. Starvið verður lønt eftir avtalu millum Føroya Landsstýri og viðkomadni yrksifelag. Umsóknir kunnu sendast til Fiskirannsóknarstov- una Att. Hjalti í Jákupsstovu innan 1. juli 2003. Miðað verður eftir at seta starvið so skjótt sum til ber. Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 110 Tórshavn Fiskirannsóknarstovan er ein stovnur undir fiskimálaráðnum. C M Y K 31 30