Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 TÍÐINDASKRIV Tann 55. ársfundurin í Al- tjóða hvalaveiðinevndini (IWC) verður hildin í Ber- lin í døgunum 16. – 19. juni 2003. Tey seinastu árini hava Føroyar havt ein virknan leiklut í donsku sendinevndini í IWC. Millum annað av tí at Ísland gjørdi av í 2001 at melda seg innaftur í IWC eftir 10 ár uttanfyri, hava Føroyar fylgt væl við í samráðingunum um at finna eina varandi loysn til tess at IWC aftur kann virka sum umsitingarstovn- ur fyri stórhval. Støða Føroya er kortini framvegis tann, at økis- bundna samstarvið í NAMMCO (norðuratlants samstarvsnevndin fyri hav- súgdjór) er í fullum sam- svari við ásetingarnar í hav- rættarsáttmálanum um at lond skulu samstarva um vernd, umsiting og gransk- ing av hvali gjøgnum hósk- andi millumtjóða felags- skapir. Føroyar eru stovn- andi limur í NAMMCO saman við Noregi, Íslandi og Grønlandi. Bæði Noreg og Ísland royna at loysa ósemjuna um vinnuliga stórhvalaveiði í IWC heldur enn at brúka NAMMCO til samstarv um umsiting av stórhvalum. Grønland fær harumframt kvotur fyri stórhvalir í IWC høpi undir heitinum "upp- runafólkaveiði". Áhaldandi stóra ósemjan í IWC í mong ár setir tó spurningin, um altjóða hvalaveiðinevndin fer nakr- antíð í framtíðini at vera før fyri at taka avgerðir um umsiting av hvalastovnum og tískil aftur at virka sum ein hóskandi millumtjóða felagsskapur sambært havrættarsáttmálnum. Nøkur limalond í IWC hava sagt seg ongantíð vera til reiðar at góðkenna kvot- ur fyri vinnuligari stór- hvalaveiði aftur, hóast hetta er endamálið hjá IWC. Uppaftur fleiri lond vilja seta so mikið streng krøv til eftirlit fyri framtíðar vinnu- ligari stórhvalaveiði, at hon valla hevði loyst seg bú- skaparliga undir slíkum treytum. IWC reglur krevja, at tríggir fjórðingar av limalondum mynda eitt fleirtal fyri at taka umsit- ingarligar avgerðir, og eitt slíkt fleirtal sýnast fram- vegis ikki at vera til staðar millum tey 49 limalondini. Í fleiri ár hevur almenna kjakið ímóti hvalaveiði verið bygt á tað grundarlag, at hvalaveiði er "ólóglig" sam- bært IWC og at tað ikki ber til at tryggja eina burð- ardygga gagnnýtslu av stór- hvalum. Um so er, at IWC fer aftur at virka sambært sáttmálanum, kann hetta samstundis vera við til at fáa í rættlag aftur eina fatan av hvalaveiði sum vanlig vinnugrein, ið til ber at sam- starva um. Tað hevði havt stóran týdning fyri øll hvala- veiðilond, eisini fyri Før- oyar, uttan mun til um Før- oyar taka stórhvalaveiði up- paftur í framtíðini ella ikki. IWC og stórhvalaveiði - bakstøði • Í ár eru 21 ár síðan IWC samtykti (í 1982) eitt fyribils bann fyri vinnuligari hvala- veiði, sum kom í gildi í 1985/86. Ætlanin var, at hvalaveiðibannið skuldi endurskoðast í seinasta lagi 1990, við atlit at stovnsmet- ingum og einari nýggjari kvotuskipan, soleiðis at kvotur aftur kunna setast til tess at tryggja eina burðar- dygga gagnnýtslu av stórhvalastovnum. • Í 1992 var IWC vísindi- nevndin liðug við sínum arbeiði við at gera eina nýggja kvotuskipan fyri stórhvalaveiði, tann sokall- aða RMP (Revised Man- agement Procedure). RMP má sigast at vera ein av heimsins tryggasta skipan- um fyri umsiting av villini djórum, har, ið jú størri óvissan er um stovnsmet- ingar, jú lægri verða kvot- urnar. Tó er RMP skipanin enn ikki tikin í nýtslu, hóast hvalateljingar og aðrar umfevnandi kanningar hava síðan víst, at fleiri hvala- stovnar, m.a. flestu sild- rekastovnar, eru væl fyri og tola eina ávísa gagnýtslu. • Avgerðir um at seta í verk RMP kvotuskipanina hava verið útsettar meðan limalondini hava arbeitt í næstan 10 ár við at finna semju um eina eftirlitsskip- an fyri stórhvalaveiði – tann sokallaða RMS (Revi- sed Management Scheme). Umframt RMP, skal RMS eisini áseta neyvar reglur fyri eina altjóða eftirlits- skipan, m.a. við IWC eyg- leiðarunum umborð á hvalabátum. Fleiri og størri krøv hava verið sett síðan 1994 um, hvørjar reglur ein endalig RMS eigur at áseta, og ósemjan millum IWC limalondini um hesa skipan er seinasta tøkniliga forð- ingin í dag fyri at kvotur aftur kunna verða samtykt- ar í IWC. IWC í Berlin 2003 • Eitt av høvuðsevnunum á fundinum í Berlin verður eitt uppskot til samtyktar - tað sokallaða Berlin Initia- tive on Strengthening the Conservation Agenda of the International Whaling Commission. Sæð frá før- oyskum sjónarhorni, er uppskotið ein roynd at skil- marka av nýggjum orðið conservation (vernd), og við hesum eisini óbeinleið- is at endurtulka endamáls- greinirnar í IWC sáttmálan- um til bert at fevna um vernd og ikki gangnýtslu av stórhvalum. Uppskotið nevnir als ikki RMS-til- gongdina, tvs. alt arbeiðið við at finna varandi loysnir til tess at IWC aftur fer at umsita stórhvalastovnar. • Verður hetta uppskotið samtykt í Berlin, uttan sam- stundis at fáa ein greiða trygd fyri, at RMS skipanin verður endaliga samtykt skjótast gjørligt, so verður gjógvin millum hvalaveiði- londini og hini uppaftur djúpri enn frammanundan, og ein endalig loysn fyri vinnuligari hvalaveiði longri burtur enn nakrantíð. Kunning um Føroyar í IWC høpi • Støða Føroya er tann, at IWC onga heimild hevur at umsita veiði av smáhvalum, sum grindaveiði í Føroyum. Hetta hevur ikki minst sam- band við, at Føroyar sam- starva millumtjóða um smá- hval gjøgnum limaskap í NAMMCO og hava ynkst at styrkt støðu NAMMCO sum samstarvsfelagsskapin á økinum. • Hendan støðan varð staðfest eftir IWC ársfund- in í Dublin í 1995, tá ein samtykt (einmælt) viður- kendi ábøturnar í drápshátt- inum í grindadrápi, og varð í veruleikunum við til at taka kjakið um grind (og í størri mun eisini umsiting av smáhvalum sum heild) av dagskránni í IWC. Síðan kom í 1997 ein endalig nið- urstøða hjá umsitingar- nevndini í NAMMCO, grundað á ráðgeving frá NAMMCO vísindanevnd- ini, um at grindaveiði í Før- oyum er burðardygg. • Høvi verður kortini brúkt í IWC høpi at kunna IWC limalond um seinastu veiðitølini, broytingar í reglum og samstarv Føroya í NAMMCO, tá ið tað snýr seg um grind. Dentur verður lagdur á, at slík kunning er óformlig fyri einstøk lond, og ikki formliga løgd fram á IWC fundum. Kunningartilfar: Whales and whaling in the Faroe Islands - Update on catches, research and other activities 2002 - 2003 (Løg- mansskrivstovan, June 2003) The Faroe Islands & Inter- national Cooperation on Whale Killing Methods (Løgmansskrivstovan, juni 2003) • Síðan Føroyar fóru at innflyta stórhvalatvøst úr Noregi í mars 2003, hevur málið vakt ans í øðrum lond- um og fleiri spurningar eru settir um grundarlagið fyri hesum handli í mun til altjóða reglur og samtyktir. Í IWC høpi verða handils- spurningar ofta frammi í kjakinum, hóast IWC onga heimild hevur at viðgera handilsspurningar. Eins og við grind, verður høvi brúkt í IWC høpi at kunna onnur lond beinleiðis um grundar- lagið og treytirnar fyri inn- flutningi av stórhvalatvøsti úr Noregi, uttan at góðtakast kann, at hetta málið verður viðgjørt í nevndini. Kunningartilfar: Imports to the Faroe Is- lands of minke whale meat from Norway (Løgmans- skrivstovan, juni 2003) Føroyar og IWC - Altjóða Hvalaveiðinevndin - 2003 C M Y K 29 28 AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall Mat- seðilin Hósdagin 19.juni: Hakkibúffur Fríggjadagin 20.juni: Enskur búffur Leygardagin 21.juni: Lambakotelettir Mánadagin23.juni: Urtagarðsgrýta Týsdagin 24.juni: Rivjasteik Mikudagin 25.juni: Lasagna *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 20,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 28,00 Matstovan í Hoyvík Lesið Sosialin