Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 19. juni 2003 27 27 Nr. 113 • hósdagur • 19. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Unglingafinalan, GÍ EB/Streymur 2-1 (1-1): Gøtumenn bastu sundalagsmonnum Tað vóru sundalags- menn, sum lógu eftirá, tá GÍ og EB/Streymur brustu saman í steypafinaluni hjá unglingum á Tórsvølli týskvøldið. Dysturin var sera tættur, og spenningurin helt sær til tað síðsta, men gøtumenn drógu longra stráið takka verið nøkrum framúr góðum bjargingum frá málverjanum og neyvleika framman- fyri málinum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Karmarnir vóru av teimum bestu, tá nakrar av okkara framtíðar fótbóltsstjørnum leiktu steypafinaluna í ung- lingum á Tórsvølli týs- kvøldið. Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn dysturin veruliga kom í gongd. GÍ legði seg nevniliga framum heilt tíðliga, og tað var Magnus Skoralíð, sum skoraði mál- ið. Hann fekk eina sending frá Høgna Madsen á mið- vøllinum. Hann sneiddi síðani ein verjuleikara av og langaði til við høgra beinið. 1-0 til GÍ, og áskoð- ararnir høvdu nóg illa funnið sær sess. Hetta var kanska tað, sum dysturin hevði brúk fyri. Leikararnir hjá EB/- Streymi vóru ikki heilt til dystin fús frá byrjan av, tí longu lítla løtu seinni vóru boð aftur eftir verjuni. Høgni Madsen slapp ígjøgnum mitt fyri og roynir seg við skoti, og málverjin Sámal Johan Samuelsen hálvbjargar. Bólturin hevur framvegis kós móti málinum, tá Bárð- ur Olsen í evstu løtu fær beint kúluna burtur av vandaleið. EB/Streymur tók yvir Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt beint frammaná, men sundalagsmenn ress- aðust skjótt aftur. Hesin kvøkkurin fekk teir at rakna við, og leikararnir fóru nú at berjast sum úlvur á skóg. Og viðhaldsfólkið úr Sundalagnum skuldi ikki bíða leingi, áðrenn tað aftur var javnvág í málskjót- ingini. EB/Streymur fær fríspark miðskeiðis millum miðjuna og brotsteigin. Hans Pauli Samuelsen hugsar skjótt og leggur bóltin út í vinstra borð til Bárð Olsen, sum tekur sær ta neyðugu tíðina, áðrenn hann leggur neyvt innfyri til ein púra leysan Leif Niclasen, ið bert skal seta høvdið á tætt undir málinum. Byrjanin av dystinum var sera ferðmikil, men torført var at halda hesa ferðina gjøgnum allan dystin. Í seinna helmingi av fyrra umfari stóð EB/Streymur seg betur enn GÍ. Hans Pauli Samuelsen var rætti- liga sjónligur hesa løtuna og skapti nógv frameftir vøllinum, men hann fánaði tíverri burtur eftir steðgin. Marni Djurhuus kom einaferð í góða skotstøðu á brotsteigarmarkinum, tá Hans Pauli legði ein bólt til hansara, men Marni misti fótafesti í avgerandi løtuni, og skotið gjørdist alt ov veikt. Brendi á Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði EB/Streym- ur tveir gyltar møguleikar at leggja seg framum. Fyrst gjørdist Brian Olsen brád- liga púra leysur beint uttan- fyri málteigin eftir ping- pong í brotsteiginum. Royndin hjá Briani varð tó bjargað út til horna. Støðan eftir hornasparkið gjørdist eisini vandamikil, men GÍ-málverjin Arnfinn í Bartalsstovu stórbjargaði einum høvdara, og síðan ruddaði ein verjuleikari burtur á strikuni. Leikar- arnir hjá EB/Streymi mundu iðra seg um, at teir ikki vóru á odda við steðgin. GÍ svaraði tó aftur, tá Per Jacobsen gjørdist einsa- mallur við málverjanum hjá EB/Streymi. Hann royndi at lyfta bóltin uppum mál- verjan, men Sámal Johan bjargaði. Fleiri málmøguleikar vóru báðar vegir í fyrra hálvleiki, og liðini kundu havt skotið fleiri mál, um leikarar vóru meira nær- lagdir. Seinni hálvleikur stóð tó ikki mát við fyrra, tá hugsað verður um mál- møguleikar. GÍ leggur seg framum Beint eftir hálvleik hevði Arnfinn enn eina flotta bjarging. EB/Streymur vann sær eitt hornaspark, og ein EB/Streymur leikari slapp nærum ótarnaður beint uttanfyri málteigin at seta høvdið á bóltin. Mál- verjin hjá GÍ bjargaði tó enn einaferð. Hetta var í veruleikanum seinasti møguleikin hjá EB/Streymi í dystinum. Tá sjeyti minuttir vóru leiktir, fekk GÍ vinnandi málið, og tað var aftur Magnus Skoralíð, sum stóð fyri tíð. GÍ fekk fríspark beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Vanligt er ikki at skjóta uppá mál í slíkari støðu, men Magnus Skora- líð sendi eitt flatt og hart skot móti málinum. Um bólturin rakti onkran leikara á vegnum er ógreitt, men bólturin slapp so at ferðast millum vinir og fígg- indar í netið, hóast ein leik- ari hjá EB/Streymi tveitti seg á strikuni og toygdi seg í hvørjari lykkju í eini roynd at forða einum máli. Málverjin og verjan hjá EB/Streymi munnu iðra seg stórliga um hetta málið, tí eitt fríspark úr hesi støðuni eigur ikki at kunna ferðast beinleiðis í netið. Eftir hetta var eingin veru- ligur málmøguleiki, og ser- liga GÍ verjan stóð stinn seinastu løtuna. Eitt vanda- mikið innlegg frá Búgva Øster var alt, sum EB/- Streymur hevði at bjóðað uppá. Tað sást á øllum brøgd- um, at megin var farin at ganga undan hjá báðum pørtum, og leikarar fóru av álvara at møðast á gras- vøllinum í Gundadali. Tað var sostatt GÍ, sum fór avstað við Thomas Dam steypinum hjá unglingum, og liðformaðurin Magnus Skoralíð slapp at taka ímóti steypinum. GÍ-EB/Streymur 2-1 (1-1) 1-0: Magnus Skoralíð 1-1: Leif Niclasen 2-1: Magnus Skoralíð GÍ: Arnfinn Bartalsstovu, Bjarni Justinussen, Poul Arni Jacobsen, Kaj Enni- garð, Hanus Jacobsen, Sím- in L. Jacobsen, Høgni Mad- sen, Símun Samuelsen, Sverri Jacobsen, Per Jacob- sen, Magnus Skoralíð. Eykaleikarar: Jan Poul- sen, Eyðun Sørensen, Steingrím Ranghamar, Sam Jacobsen, Arnfinn Nesá. Venjari: Pauli Jarnskor EB/Streymur: Sámal Jo- han Samuelsen, Gert Han- sen, Petur Sigurd Johanne- sen, Rólant W. Dam, Bárð- ur Olsen, Brian Olsen, Marni Djurhuus, Hans Pa- uli Samuelsen, Búgvi Øst- er, Leif Niclasen, Arnbjørn T. Hansen. Eykaleikarar: Jóan Petur Joensen, Rógvi Johansen, Hjalmar Johannesen, Tonny Kruse, Edvard Pauli Andre- assen. Venjari: Magnus á Stong- um Rólant W. Dam hjá EB/- Streymi fer her avstað við bóltinum frammanfyri Han- us Jacobsen hjá GÍ. Tað var tó GÍ, sum fór avstað við sigrinum í steypafinaluni hjá unglingum Mynd: Jens Kr. Vang FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Liðformaðurin hjá EB/- Streymi heldur, at GÍ hevði munin í finaluni, og at tað var uppiborið, at gøtumenn fóru við sigrinum. – Teir vóru favorittar undan dystinum, men vit høvdu avgjørt okkara mál- møguleikar, sigur ein vónbrotin Gert Hansen. Hann heldur, at GÍ vann dystin á miðvøllinum, tí at teir miðvallarleikararnir hjá GÍ spæla vanliga við 1. deild, og tað kom teimum til góðar. Unglingaliðið hjá EB/Streymi skal síðst í juli til Danmarkar at spæla í eini kapping í Ålborg, og hetta var eitt gott høvi at royna seg á grasi undan hesi ferðini. Gert Hansen, liðformaður hjá EB/Streymi: – Betra liðið vann FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Liðformaðurin hjá GÍ, sum eisini skeyt bæði málini hjá GÍ, heldur, at finalan kundi koppa báðar vegir. – Málverjin hjá okkum hevði fleiri fantastiskar bjargingar, og tað gav okk- um sigurin, heldur Magnus Skoralíð. Hann er tó ikki nøgdur við spælið hjá sínum liði. -– Tað kom ongantíð glið á spælið hjá okkum, og vit kundu spælt betur, sigur liðformaðurin. Hann held- ur, at orsøkin er, at leikarar ikki eru vanir at spæla á grasi, og tí er tað torført at fáa tað vakra spælið fram. Magnus Skoralíð, liðformaður hjá GÍ: – Kundi farið báðar vegir C M Y K 26 Heiðursforsetin í týska fótbólts- sambandinum helt løtuna vera framúr, tá ið Brandur Enni sang bæði tann týska og føroyska tjóðsangin LANDSLIÐSMINNI Jóannes Hansen Tað hava verið nógvar við- merkingar til løtuna miku- kvøldið í síðstu viku, tá ið smáu Føroyar tókust við størstu europeisku fótbólts- tjóðina, Týskland. Í FSF hava tey serliga lagt til merkis heilsanina, sum FSF formaðurin hós- dagin í síðstu viku fekk frá Egedius Braun. Í týskum, europeiskum og altjóða fót- bólti hevur hann ikki verið hvør sum helst. Nú er hann fráfarin fyri aldur. Men hann var í síni tíð bæði máttmikil formað- ur í týska fótbóltssamband- inum og næsti maður hjá Lennart Johannson, for- manni í UEFA. Síðani Egidius Braun fór úr mátt- miklu stólunum, hevur hann verið heiðursformað- ur í týska fótbóltssamband- inum. Tað er eingin loyna, at Egidius Braun altíð hevur verið sera áhugaður í Før- oyum og føroyskum fót- bólti. Eitt nú fekk FSF vakra takkarkvøðu frá hon- um, tá ið týskt regiónslið fyri tíggju árum síðani hevði verið her og spælt ímóti føroyska kvinnu- landsliðnum. Egidius Braun og Torleif Sigurðs- son eru persónligir vin- menn. Í heilsanini, sum heiðurs- forsetin í týska fótbólts- sambandinum sendi síðsta hósdag, sigur hann soleiðis: - Sum í millóna talið av øðrum týskarum sat eg í gjárkvøldið og hugdi í sjón- varpi at EM undankapping- ardystinum millum Føroyar og Týskland. Eg sá upp til tykkara spælarar og undraðist á áhaldandi stríðið, sum teir løgdu í uppgávuna. Tað var ikki frítt, at eg kendi meg í eini tvístøðu. Eg vónaði, at liðið hjá okkum fór at vinna, men samstundis hevði eg eina vón um, at liðið hjá tykkum skuldi megna at varðveita javn- leikin, sum teir bara vóru heilt lítla løtu frá at røkka. Eg vil fegin serliga heilsa málverjanum hjá tykkum. Kunnu tit gera so væl og bera honum tær bestu heils- ur frá mær og siga honum, at hann var framúr góður. Tað rørdi meg djúpt, tá ið tann fjúrtan ára gamli før- oyski drongurin so frágera væl og kensluborið sang báðar tjóðsangirnar. Fyri mær kendist tann løtan sum hæddarpunktið á kvøldin- um. Eg ynski liðnum hjá tykkum alt tað besta og fleiri stig í dystunum, sum eru eftir í hesi undankapp- ingini, segði Egidius Braun, sum harvið var samdur við øllum teimum, ið halda, at ein landsdystur er ein heildar uppliving. Hon byrjar, tá ið spælararn- ir ganga inn á vøllin, og løt- an, tá ið tjóðsangirnir ljóma og spælararnir standa rættir sum umboð fyri føðilandið, er framúr. Hetta tykist føroyska sjónvarpið ikki at halda. Føroyingarnir heima á landi sóu ikki, tá ið Eyðvør Pállsdóttir í føroyskum búna og við síni vøkru rødd sang føroyska tjóðsangin í Reykjavík. Hóast tað er ilt at skilja, at tað so ofta skal koma fyri, so mugu vit góðtaka, tá ið teknisk brek bera svartan skíggja við sær. Men tað er at undrast á, at frásøgumaðurin bara staðfestir, tá ið hann endi- liga sleppur framat, at einki er hent, burtursæð frá at íslendingar hava havt ein møguleika, og so at tjóð- sangirnir eru spældir og sungnir. Um SvF eigur ta løtuna í kassanum, so áttu teir at unt føroyingum hana í ítróttarsendingini. Í hvussu so er tykist tað sum um, at Egedius Braun hevði verið samdur við øllum teimum, sum ikki enn hava sæð og hoyrt Eyðvør, og sum tolin bíða! Ein mánaður til marathon-renning- ina, og nú hevur Bragdið fingið altjóða góðkenning til teinin, sum er neyvt 42.195 metrar MARATHON Jákup Mørk Tað hevur áður verið frammi, at Føroya fyrsta marathon-renning verður fyriskipað í summar. Leyg- ardagin, 19. juli, fer kapp- ingin av bakkastokki, og í Bradginum, sum skipar fyri kappingini, hava tey úr at gera, til tess at fáa allar fyrireikingar greiddar. Fyri góði viku síðani vóru soleiðis tveir íslend- ingar á vitjan hjá Bragdin- um, og grundað á egnar royndir við Reykjavíkar Marathon, kunnaðu teir so føroysku vertirnar nakað um, hvussu teir høvdu valt at fyriskipa renningina. Ein partur av arbeiðinum hjá hesum báðum í sam- bandi við vitjanina var eis- ini at máta neyvt, hvussu langur teinurin er. Tað er nevnliga ikki bara so, at ein teinur á einar 42 kilometrar verður stungin út í kortið, áðrenn rennararnir verða sendir avstað. Teinurin skal vera neyvt 42.195 metrar, og fyri at tryggja hesum er tørvur á altjóða góðkendum rutu- uppmátarum. Sighvatur Dýri, ið var annar av gest- unum, hevur altjóða góð- kenning, og saman við fyri- reikarunum frá Bragdinum syrgdi hann so fyri, at rutan er í lagi. Hetta er at kalla stórarbeiði. Vanliga verður roknað við, at tað tekur ein- ar fýra dagar at máta rutuna upp, og seinasti krossurin varð heldur ikki settur á blaðið fyrr enn fáar tímar undan fráferðini hjá teim- um báðum. At rutan nú hevur altjóða góðkenning, er altavger- andi fyri framtíðina hjá kappingini. Ætlanin er nevnliga, at talan skal verða um afturvendandi tiltakt, og vónin fyri komandi árini er, at fleiri útlendskir rennarar – kanska í altjóða flokki – eisini skulu koma hendavegin. Í stuttum kann sigast um rutuna, at hon byrjar við einum 5,8 km longum teini kring sjálvan Miðbýin í Havn. Eftir hesa rundrenn- ing, har øll hava møguleika at vera við, verður tað álv- ara, tá marathon-rennar- arnir halda fram. Runnið verður nú úr Miðbýnum oman móti Kongabrúnni, yviri við Strond og síðani eftir Hvítanesvegnum líka til Kaldbaks. Har verður vent, og eftir at hava runnið sama teinin heimaftur, er sjálvt málið at finna í Miðbýnum. Egidius tók á við Føroyum Sjálvur heiðurforsetin í týska fótbóltssambandinum var imponeraður av føroyska avrikinum á Tórsvølli, og sum hann sigur, so tók hann næstan synd í okkara monnum, tá Miroslav Klose stútaði týskarar framum Rutan er klár Teir báðir, Ágúst þorsteinsson og Sighvatur Dýri Guðmundson, vitjaðu Bragdið fyri góðari viku síðani, og sum partur av hesum er føroyska marathon-rutan nú máld neyvt upp við altjóða góðkenning