Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 113 - 19. juni 2003 Hálvur føroyingur Bjarni Åkesson Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri, ið er tann bygdin í Føroyum, sum Bjarni kennir best. Fam- iljan búði nøkur ár í Før- oyum, tey búðu í Vest- manna, í Havn, og á Tvøroyri. Pápin, ið var verkfrøðingur, var settur í starv hjá Føroya Løgtingi sum eftirlitsmaður, hann hevði eftirlit við ymiskum byggiarbeiði, sum t.d. vatnbyrgingunum í Vest- manna og ymiskum byggi- arbeiði í Havn og á Tvør- oyri. Mamman, Sonja Åkesson Filholm er dóttir ein svenskan innflytara, Albin Åkesson og Mathilde Mortensen, ættað av Tvør- oyri. Abbin, Albin Åkesson kom úr Svøríki í byrjanini av 1900-talinum og ar- beiddi í kolanámum og upp á veg í Suðuroynni. Hann var við til at byggja vitarnar í Akrabyrgi og í Mykinesi. Familjan flutti til Dan- markar, tá Bjarni var 3 ára gamal. Eftir tað ferðaðust tey ofta til Føroyar í summ- arfrítíðini. Familjan ferðað- ist altíð við ferðamanna- skipinum Tjaldur hjá Skipafelagnum. Tað var um hesa tíðina, at Bjarni bleiv so hugtikin av hesum so sera vakra skipi. Familjan Filholm búsett- ist á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og bleiv stu- dentur í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Danmarks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður. Seinastu meira enn 20 árini hevur hann arbeitt sum bókavørður á Hjørring Bibliotek. Hesi árini hevur hann skrivað í ymiskum bløðum og tíðar- rritum um tónleik og bók- mentir, serliga um føroyska sigling. Eisini hevur hann arbeitt sum bókaummælari í ymiskum samanhangum, eitt nú í Dimmalætting í 70- unum og 80-unum. Tað var Johannes Enni á Tvøroyri, sum heitti á hann um at ummæla ymiskar føroyskar barnabøkur fyri Dimma- lætting. Nýggja bókin sum kemur út í august 2003 verður umleið 120 síður, nakrar síður verða í litum. Bókin verður ein nágreinilig lýs- ing av teimum fýra skipin- um hjá Skipafelagnum við navninum Tjaldur. Í 1999 gav Bjarni Åkesson Filholm út bókina "Tjaldur". Bókin er um ferðamannaskipið Tjaldur hjá Skipafelagnum Føroyar, ið kom sum nýtt til Føroya í 1953. Í august kemur ein bók um fýra ferðamannaskip við navninum Tjaldur BÓKAÚTGÁVA Magnus Gunnarsson Eftir at hava skrivað eina bók um ferðamannaskipið Tjaldur, sum var bygt á Aalborg Værft og kom sum nýtt til Føroya í 1953 og um Smiril sum var bygdur í 1932, er enn ein bók á veg frá Bjarna Åkesson Filholm um føroyska skipasøgu. Fyribils eitur bókin "Fire skibe med navnet Tjaldur". Bókin er um tey fýra ferðamannaskipini hjá Skipafelagnum Føroyar við navninum Tjaldur, sum hava siglt millum Føroyar og Danmark. Tað fyrsta Tjaldur bleiv keypt frá ØK sum átta ára gamalt. Tað byrjaði at sigla í 1925 og sakk á Mjóvanesi í 1946. Í 1947 keypti Skipafelagið Føroya íslendska ferða- mannaskipið Gullfoss, ið eisini fekk navnið Tjaldur. Tað skipið sigldi til 1953 tá nýggja stásiliga ferða- mannaskipið, Tjaldur, ið varð bygt á Aalborg Værft, kom til landið og sigldi til tað bleiv selt í 1967. Tá bleiv 22 ára gamla norska ferðamannaskipið Astrea keypt og fekk navnið Tjald- ur. Hetta bleiv ta seinasta Tjaldur hjá Skipafelagnum. Árið eftir, í 1968, varð skipið selt av landinum. Hesi eru skipini sum nýggja bókin hjá Bjarna Åkesson Filholm handlar um. Hann hevur fingið nógv tilfar til vega, so talan verður um eina sera áhuga- verda bók fyri okkum før- oyingar. Fyrra bókin, Tjaldur, sum kom út í 1999 og bleiv prentað í 1000 eintøkum, bleiv útseld eftir einum ári og verður ikki prentað aftur. So tey sum kundu hugsað sær ta fyrru bókina kunnu ístaðin keypa nýggju bókina, sum kemur út í august í ár. Tað er danska forlagið Nautilus sum gevur bøkur- nar út. Forlagið Nautilus bleiv stovnað í 1999 við tí endamáli at geva út bøkur um danskar ferjur og ferðamannaskip. Fyrsta- bókin ið forlagið gav út var bókin Tjaldur hjá Bjarna Åkesson Filholm. Síðan eru fleiri áhugaverdar bøk- ur komnar frá Nautilus. Bók um fýra »Tjøldur« kemur í august Bjari Åkesson Filholm er hálvur føroyingur. Hann er føddur í Vestmanna í 1952, mamman er føroysk og pápin dani. Bjarni arbeiðir dagliga sum bókavørur á Hjørring Bibliotek, samstundis sum hann eisini gevur bøkur út. Fyrsta Tjaldur hjá Skipafelagnum varð St. Thomas, sum bleiv keypt frá Øk í 1925. Hetta Tjaldur sigldi til 1946, tá tað sakk á Mjóvanesi Í 1947 keypti Skipafelagið íslendska ferðamannaskipið Gullfoss, ið eisini fekk navnið Tjaldur Í 1953 kom fyrsta nýggja Tjaldur hjá Skipafelagnum. Skipið varð bygt á Aalborg Værft. Hetta var í mong ár flaggskipið hjá føroyingum Í 1967 kom tað seinasta Tjaldur hjá Skipafelagnum. ≠Skipið bleiv selt longu árið eftir, í 1968 C M Y K 24 Nr. 113 - 19. juni 2003 25 25