Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 19. juni 2003 23 Fyrsta fjarðastevnan í søguni er farin afturum bak, og eru fyrireikararnir stak væl nøgdir við úrslitið. Teir leggja tó dent á, at hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan tann holla stuðul teir hava fingið frá øllum STEVNA Ingrid Bjarnastein Strendur: Um vikuskiftið var fyrsta fjarðastevnan hildin nakrantíð, og varð hon hildin á Strondum. Fyriskipararnir eru væl nøgdir við stevnuna, og halda teir, at bygdarfólkini eisini vóru glað fyri hana. – Stevnan hevur gingið ótrúliga væl. Mánadagin vóru tríggjar vikur síðani vit byrjaðu at fyrireika stevnuna, so tað hevur rigga heilt væl, og fólk hava verið væl nøgd, sigur Albert Abrahamsen, sum er ein av fyrireikarunum. – Hesuferð høvdu vit eisini nógv meira á skránni enn vit plaga, og nógv spennandi tiltøk vóru. Til dømis høvdu vit eina café leygarkvøldið, har vit høvdu roknað við eini 80 fólkum. Men tá alt kom til alt, vóru tað eini 250 fólk, sum komu inn á gólvið. Kappróður Fyrsti FM-kappróðurin var so eisini á Strondum um vikuskiftið. Hann gekk væl, veðrið var gott og um- støðurnar vóru ógvuliga góðar til róðurin. – Vit fingu hósvíkingar at hjálpa okkum at leggja málið og so víðari, og teir hjálptu ótrúliga væl. Onki varð klárt fyrr enn fríggja- kvøldið, og hósvíkingar eiga eina stóra tøkk uppi- borna fyri hjálpina, sigur Albert Abrahamsen. Hann dylir ikki fyri, at stuðlararnir og hjálpararnir til stevnuna hava verið nógvir, og leggur hann dent á, at uttan tann holla stuð- ulin frá kommunu, fyritøk- um, einstaklingum og ikki minst bygdarfólki, so hevði stevnan ikki latið seg gera. Skipað var eisini fyri eini málningaframsýning, har ymsir persónar skuldu mála ein málning, sum síðani varð seldur á uppboðssølu. Har var tað Bergur í Garði, sum gjørdist toppskorari, tí hansara málningur varð seldur fyri 4100 krónur. Nógv spennandi hevur verið at farið til, og siga fyrireikararnir, at øll tiltøk- ini hava verið væl vitjað. – Stevnan hevur eydnast nógv betri enn vit høvdu væntað, og tað eru vit ógvuliga glað fyri. Men tað hevur eisini verið strævið. Tær seinastu vikurnar hev- ur verið arbeitt til klokkan 3-4 á morgni, men nú vit síggja úrslitið, so eru vit bara glað, sigur Albert Abrahamsen. Næstu ferð fjarðastevnan verður á skránni, verður tað í Vestmanna. Og síðani á Skála, so Strendur eiga ikki tørn aftur fyrr enn um trý ár. Rætting Av misgáum eru vit í gjár komin til at skriva, at Hans Ove Johansen og Ove Hentze eiga kioskina á keiini á Eiði. Hetta er ikki heilt rætt. Kioskin hoyrir undir partafelagið O.H.O við Bjartur Skipanes. Vit biðja orsaka, og undirritaða tekur sær fulla ábyrgd av mistakinum. Ingrid Bjarnastein Væleydnað fjarðastevna Fjarðastevnan hevur um vikuskiftið verið fyri fyrstu ferð á Strondum. Fyrireikararnir eru væl nøgdir við stevnuna Mynd: Jens Kr. Vang 23 22 Nr. 113 - 19. juni 2003 Føroyska oljufelagið er í løtuni er við at gera sáttmála um keyp av aktivum í enska partinum av Norðsjónum. Talan er um bæði framleið- andi felt, og felt, ið skulu útbyggjast. Somuleiðis er talan um bæði gas og olju OLJUVINNA Jan Müller Føroyska oljufelagið Atlan- tic Petroleum hevði aðal- fund týsdagin 17. juni. Fitt tal av partaeigarum – 2000 føroyskir partaeigarar eiga Atlantic Petroleum - lut- tóku á aðalfundinum, har nevndin greiddi frá virk- semi felagsins í farna ári og legði fram ársroknskap til góðkenningar. Somuleiðis varð greitt frá víðkan av virksemi felagsins uttanfyri Føroyar, nevniliga í Ong- landi. Felagið er virkið bæði í Føroyum og í Onglandi. Í Føroyum luttekur Atlantic Petroleum í oljuleiting saman við Amerada Hess, BG og Dong í loyvi 001, og í Onglandi er felagið partur í tveimum leitiloyvum, P1029 og P1027 saman við somu feløgum. Tó er enska Premier Oil partur í loyvi P1029. Í sambandi við leit- ing, so hevur Atlantic Pet- roleum luttikið í tveimum boringum. I 2001 varð bor- að í føroyska loyvinum 001 og í 2002 varð borað í loyvi P1029. Báðar boringarnar raktu við olju og gas. Nýggjur 3D seismikkur varð skotin í 2002, og verð- ur hesin saman við øllum teim brunnum samtakið hevur atgongd til, grundar- lag fyri víðari tulkingar- arbeiði í føroyska økinum og økinum sunnanfyri markið. Samtakið hevur bundið seg til at bora ein leitingarbrunn afturat í før- oyska loyvinum, og ein í enskum øki. Ensku loyvini Í oktober mánað í 2001 fekk Atlantic Petroleum góðkenning frá ensku myndugleikunum at luttaka í oljuleiting í enskum øki. Við góðkenningini frá teim ensku myndugleikun- um fór felagið formliga uppí samarbeiðið við Ame- rada Hess, British Gas og DONG viðvíkjandi tveim- um av teim trimum loyvun- um, ið vóru tillutað feløg- unum í 19. enska útbjóð- ingarumfarinum í juni 2001 (P. 1027 & P. 1029 ið liggja í blokki 176/20 og 204/16 & 21). P.1029 Í tíðarskeiðnum sept-okt 2002 boraði samtakið sín fyrsta leitibrunn 204/16-1 á økinum. Hendan boringin er liður í metingini av før- oyska fundinum, ið varð gjørt í loyvi 001 árið frammanundan. Í brunnin- um varð borað ígjøgnum fleiri kolvetnisberandi sandsteins-fláir. Mett varð tó at grundarlag ikki var fyri royndarframleiðslu. Neyvari metingar av bor- ingini verða nú gjørdar. P.1027 Enn hevur einki borivirk- semið verið í økinum. Met- ingarnar av 3D seismikkin- um, ið varð skotin á økin- um á sumri 2002 verða nú gjørdar, og tá hesar eru klárar er ætlanin at ein leiti- brunnur skal borast. Hesin brunnur verður helst borað- ur í 2004. Víðkan av virkseminum Greitt varð á aðalfundinum frá, at í 2002 hevur verið arbeitt víðari við at kanna felagsins vakstrarmøgu- leikar uttanfyri Føroyar. Serliga hevur verið hugt at bretska partinum av Norð- sjónum. Hetta einamest tí felagið hevur loyvi frá DTI til at virka í bretskum øki. Nógvu samanleggingarn- ar og yvirtøkurnar innan oljuvinnuna seinastu árini hava fingið størri feløgini at selja smærri ognarpartar, ið ikki hóska til broyttu umstøðurnar. Tað kann eitt nú vera, tí ognarparturin er lítil, ella liggur uttanfyri eitt kjarnuøki hjá felagnum. Fleiri áhugaverdir møgu- leikar at keypa seg inn í felt í enskum øki hava verið kannaðir nærri, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr hesum. Tað skilst, at tað er av stórum týdningi at møgulig keyp uppfylla tey krøv, felagið hevur ásett í síni virkisætlan. Her verður serliga hugt at stødd, av- kasti og restlivitíð fyri verkætlanina. Greitt varð frá á aðal- fundinum, at felagið í løt- uni er við at gera sáttmála um keyp av aktivum í enska partinum av Norðsjónum. Talan er um bæði framleið- andi felt, og felt, ið skulu útbyggjast. Somuleiðis er talan um bæði gas og olju. Greitt varð frá, at tá ið ein av hesum handlum verður gjøgnumførdur, so er At- lantic Petroleum eitt full- borið oljufelag við fram- leiðslu uttanfyri Føroyar. Hetta hevur eisini verið partur av virkisætlanini frá tí, at felagið varð stovnað. Atlantic Petroleum sam- starvar við onnur smærri feløg í sambandi við at meta um og finna framleið- andi aktiv, ið passa til feløg av stødd við Atlantic Petro- leum. Til at taka sær at enska virkseminum, hevur At- lantic Petroleum P/f sett á stovn eitt enskt dóttirfelag, Atlantic Petroleum UK Ltd. Nevnt varð á aðalfundin- um, at navnframi Richard Hardman, fyrrverandi leiti- stjóri hjá Amerada Hess verður partur av nevndini í Atlantic Petroleum UK. Metingar av ymiskum feltum verða gjørdar í sam- starvi við serfrøðingar í Onglandi og í Føroyum. Atlantic Petroleum hevur fígging tøka til eitt møgu- ligt keyp. Nevndarvæl Petur Even Djurhuus og Poul Mohr vórði afturvaldir í nevndina. Í nevndini sita Kjartan Hoydal, Poul Mohr, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Petur Even Djurhuus, Kjartan Hoydal er formaður. Fyrilestur hjá Richard Hardman Eftir formliga aðalfundin, hevði Richard Hardman ein áhugaverdan fyrilestur um framtíðar oljuleiting og nýtslu av fossilum orku- keldum. Hann greiddi ma. frá, at funnar eru 1765 milliardir tunnur av olju, framleiddar eru 895 milli- ardir tunnur so eftir eru 870 milliardir tunnur at brúka. Hann vísti á, at heimsnýtsl- an í dag er 27 millardir tunnur um árið, og at bert 6 milliardir tunur verða funn- ar um árið. Mett er, at 135 milliardir tunnur eru eftir at finna. Hann nevndi somu- leiðis, at um tyngri olja verður tald kunnu við, kunnu hest 500 milliardir tunnur leggjast aftur at ver- andi tilfeingi. Richard Hardman metir, at oljuframleiðslan fer at toppa í 2010. Víst varð á í fyrilestrin- um, at størsti parturin av heimsins oljutilfeingi finst í arabiska heiminum og at Iraqkríggið helst var eitt kríggj um olju og um ávirk- an á olju. Atlantic Petroleum víðkar sítt virksemi Eingin ivi er um, hvat hesir báðir tosa um. Meðan Richard Hardmann tosar um »crude« ráolju roynir formaðurin í Umhvørvisfelagnum Erling Simonsen at skapa áhuga fyri meira umhvørvisvinarligu rapsoljuni Mynd Jan Müller Nógv fólk hevði leitað sær til aðalfundin í føroyska oljufelagnum. Mynd Jan Müller Ein partur av nevndini í felagnum, Poul Mohr, Kjartan Hoydal og Mortan Johannesen, Wilhelm Petersen, stjóri og Richard Hardmann, sum nú er nevndarlimur í enska felagnum, sum er stovnað Mynd Jan Müller C M Y K 22