Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (571) Síða 12 Nr. 37 —23. FEBRUAR 1994 Allan sum venjari Teir báðir fóroyingarnir, ið spæla í Vejle, 19 ára gamli Ian Højgaard og 20 ára gamli Magni á Lakjuni, hava alt gott at bera Allan Simonsen sum venjara: — Hann er hardur og setur krøv til spælararnar, men samstundis er hann eisini ein menniskjansligur venjari, siga teir Hóast fleiri kanska grunadu tað frammanundan, tykist tað vera sannur fongur, Fót- bóltssambandið hevur fing- ið í nýggja landsliðsvenjar- anum Allan Simonsen. Tíðindablaðið Sosialurin prátaði fyrrapartin í gjár við teir báðar ungu føroysku spælararnar, ið eru í Vejle, 19 ára gamla lan Højgaard úr Rituvík, ið hevur spælt við NSÍ, og 20 ára Magna á Lakjuni úr Fuglafirði, ið hevur spælt við ÍF. Báðir eru teir vid í høv- uðshópinum hjá Vejle, ið telur 26 spælarar og fevnir um manningarnar á 1. og 2. liði. 1. lið er í kappingini um at flyta upp í Superligaina, meðan 2. lið í fjør flutti úr Danmarkarseriuni og niður í Jútlandsseriuna. lan og Magni eru samdir um, at Allan Simonsen er ein sera góður venjari: — Hann er professionellur allan vegin igjøgnum, og har er eingin slingur í vals- inum, sigur lan, ið hevur verið í Vejle í eitt ár og ein mánað. lan hevur spælt á elitu- unglingaliðnum, sum í fjør vann bronsu í landskapp- ingini og vann steypakapp- ingina hjá unglingunum. Eisini hevur Ian verið við á U23-liðnum hjá Vejle. Á lan Højgaard hevur verið í Vejle Boldklub í yvir eitt ár. Hann hevur spælt við elituunglingunum og U23, og nú skal hann | eisini royna seg á 2. liði, ið spælir í Jútlandsseriuni báðum liðunum hevur hann spælt sum offensivur mið- vallarspælari. Gingist honum væl í Vejle Tað hevur gingist honum rættiliga væl í Vejle, og á unglingaliðnum átti hann sín part í bæði bronsupláss- inum og steypaheitinum við teimum 10-12 málunum, hann legði fót ella høvd til. Tá tað byrjaði at ganga illa hjá 2. liði hjá Vejle, ætl- aði Allan Simonsen at seta fýra av unglingaspælarun- um á Danmarkarseriuliðið, men tað slapp hann ikki, tí unglingarnir vórðu mettir at Allan Simonsen fær bestu s unum, ið royna seg sum fótbóltsspælarar í Vejle Boldklub, lan Højgaard og Magna á Lakjuni vera á hægri stødi enn 2. lið. Sum dgmi um dygdimar á U23-liðnum hjá Vejle, sum lan eisini er við á, kann nevnast, at í einum av dyst- unum varð spælt móti OB. Tann dystin tapti Vejle við einum máli, men tá vóru átta Superliga-spælarar á OB-liðnum, meðan Vejle hevði sjey av elituungling- unum á sínum liði. — Sjálvur havi eg annars ongantíð verið so væl fyri og í so góðari venjing, sum eg eri tað nú, sigur lan Høj- gaard. Hann fylti 19 ár sunnu- dagin, og er sostatt ov gam- al at vera við í unglingahóp- inum. Í mun til í Føroyum eru unglingarnir í Danmark eitt ár yngri. Mynd: Kalmar Noyddust at renna hvønn morgun — Vit hava júst verið á eini venjingarlegu í Middelfart í fýra dagar, og har koyrdi hann rættiliga nógv á okk- um. Eitt nú skuldu vit upp hvønn morgun kl. 7.30 at renna sjey kilometrar. Har vareingin bøn. Hann leggur sera stóran dent á, at allir menn eru væl fyri, tá kapp- ingin byrjar, og tí er venj- ingina kanska serliga hørð júst nú. Magni á Lakjuni hevur roynt seg í Vejle í hálvan- annan mánað, og hevur hann verið við í tveimum báðum dystunum, 2. lið => Allan fer at gera lands- liðið meira tekniskt og álopskent Ian Højgaard, ið hevur spælt við Vejle í meira enn eitt ár, er sann- førdur um, at Allan Simonsen fer at taka fleiri tekniskt góðar spælarar ut til EM-landslidid Allan Simonsen er tann allarbesti fótbóltsspæl- arin, danir hava átt, og eins og hann sum spæl- ari var kendur fyri sítt -ålopskenda spæl, hevur hann eisini sett hendan stílin høgt í sínum yrki sum venjari í Vejle. — Eg eri vísur í, at All- an Simonsen fer at taka ar spælarar út til lands- liðið, enn talan hevur verið um frammanund- an, sigur lan Højgaard, ið hevur verið í Vejle í yvir eitt ár og spælt við liðnum og 2. liði, sum nú er í Jutlandsseriuni, — Er tað nakað, sum Allan Simonsen hatar, so er tað defensivt spæl, so tí kann eg ikki hugsa mær annað, enn at lagt verður á annan bógv á landsliðnum. Tað er so venjingini her í Vejle, at tað er offensivt spæl, Allan Simonsen vil hava fram, at eg ivist ikki í, at hetta eisini verður gald- andi, tá talan er um før- oyska EM-landsliðið. Alopsfótbóltur Hetta var eisini nakað av ti, nyggi landslids- venjarin hevdi upp å hjarta, tå hann måndagin á tíðindafundinum í ÍSF- húsinum greiddi frá sín- um ætlanum landsliðn- um: — Tey, sum kenna meg frá Vejle og í Danmark yvirhøvur, vita at eg standi fyri álopskendum fótbólti, men tó við skili. Taðætli eg mær eisini at satsa uppá við føroyska landsliðnum, men alt velst um tað tilfar, eg fái atarbeiða við, segði All- ingini, og vónandi fáa vit okkurt, ið fáur hevdi roknað við. bj.