Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 37 — 23. FEBRUAR 1994 Síða 19 Les arabrøv Á ; Landsfelagið fyri sethúsaeigarar. Heimabryggj og Gammel Wangrk Núhavieg lisið tvær greinir hjá Rúsdrekkaráðnum við August Gabriel Wang á odda, og havi eg flent at báðum. Fyrsta greinin var um hvussu gott tað var at hækka prísin á brennivíni, tí tá drukku fólk heilt sikkurt minni, ja, heili 30 prosent, so tað var ein politikkur, ið dugdi. Og so vóru tað eisini ov nógv skeinkiloyvi givin í Havnini, og førdu tey til at fólkið drakk meira, ja, tað vóru heilt eitt fyri hvønn túsunda íbúgva. Sjálvur dámar mær væl at fáa eitt glas av víni afturvið búffinum hjá Muldi, skal eg nú drekka atn? Mær dámar eisini væl at vitja tey hugnaligu um- hvervini hjá Café Natúr, lurta eftir livandi tónleiki og njóta nakrar øl afturvið. Tekur tú loyvið frá teimum, verða tey kanska arbeiðsleys, og býurin tvey heli fátækari, har fólk gloyma tann dagliga dagin eina letu og hugflogið fer út har vindar venda. Næsta greinin er um at Toll- myndugleikamir kanna í løt- uni hvat verður innflutt, sum kann brúkast í sambandi við heimabryggj. Tá datt eg á rumpuna. Vil tað siga, at teir kanna hvussu nógv juice, sukur, rosinur, vatn, ger, hus- blas osfr. kemur inn í landið, og at tað stendur á pakkunum hvat fyri sukur baka við og hvat fyri sukur fólk bryggja við? Nei, August lítli, nú skal eg siga tær nakað. Tað er so nógv heimabryggj á marknaðinum, at tað er meira sjáldan, at ein fær ta réttu veruna, tá onkur bjóðar ein lítlan. Sjálvur fari eg inn í onkran matveruhandil, takið tær verur, eg skal brúka, og leggi so 92 krónur á borðið. Fyri hesar 92 krónumar fái eg 25 litrar av víni. Skal eg so fara niðan í Rúsuna at keypa ein litur av Poul Manon fyri 75 kr.? Ella hin vegin, um eg ikki fari niðan í Rúsuna at keypa, hevur tykkara rúsdrekkapolitikkur so eydnast? August, egh aldi at tit skulu taka tykkum saman, tí at tit eru farnir eina skeiva leið og er arbeiði hjá tykkum spill av dýrari tíð og peningi. Farið heldur eftir teimum, ið sniffa, fyri at verða inni í hinum heiminum í 3 min. Farið eftir teimum, ið roykja hasj, ella misbrúka narkotisk evni. Við hesum meini eg ikki at hækka prísin á gassi, terpentini ella hasji, men finna út av hví tey gera tað og hví fólk føla seg svikin. Eg vil enda við einari gátu, sum August skal gita, og geva mær svar uppá: Råsdrekkasøl- an er minkað, men líka nógv ganga og skinkla. Johan Fakfólk eru nú í Brunaráðnum Oyggjatíðindi nr. 13 frá miku- degnum 16. februar 1994, hev - ur eina merkisverda grein um eitt kvett í brunaráðnum, sum landsstýrið setur 4. hvert ár. Í grundini er greinin ikki eitt svar verd, men av tí at undir- ritaði, sum umboðar Landsfe- lag Slekkiliðsmanna, verður illgitingar, ið ikki kunnu vera í- spunnar av vanliga útstýrdum fólkaheila — so skal kortini henda viðmerking fella í sama stíli, sum greinin var skrivað. Brunaráðið verður, sum sagt, sett fjórða hvert ár. Fak- kunnleikin, ið antin er Vaktar- og Bjargingartænastan ella Ar- beiðseftirlitið ella tey bæði, halda sambært greinini, at teirra fortreffiligheitir áttu at verið evigheitslimur í bruna- ráðnum, meðan onnur kundu blivid skift út. So kundu V&B og Arbeiðseftirlitið (fyri at framskriva tangagongdina í Oyggjatíðindum), gjørt kvett, fjórða hvert ár, mótvegis øll- um hinum. Lat kortini eitt standa fast: Tað er, at meðan landsstýrið umhugsaði nýggja samanset- ing av brunaráðnum, var ein tvøråmadur formaður í lanás- felagnum fyri sløkkilibsmenn í Føroyum. Undirritaði er síðani valdur til formann í felagnum. LANDSSJÚKRA- HÚSIÐ 70 ÁR | SEINASTI FRAMSYNINGARDAGUR i DAG, mikudagin 23.02.94, er sein- asti dagur framsyningin er opin. Opid er frå kl. 14—17. i KVØLD, mikukvøldid, verda hesir fyrilestrar: kl. 19.00 Pål Weihe, umhvørvismedi- sinari: Kyksilvurkanningar kl. 19.30 August G. Wang, sålarlækni: Nordurlendsk i Føroyum. kanning rusdrekka- kl. 20.00 Jógvan Róin/Óli Jacobsen, int.med.: Endoskopitøkni kl. 20.30 Maria å Dul, fyristødukvinna: Sjukrarøkt i eini broytingartid Friggjadagin 25. februar kl. 10—15: Lungadagur å Tuberklastødini. Umsjónarmaðurin Afturat hesum er tað nevndin í felagnum, sum hevur innstill- að sítt umboð í ráðið. Hetta at undirritaði skal vera eitt >plantað< umboð fyri Havn- ina, mugu havnarfólk ikki rokna við, tí so verða tey vón- brotin. Umboðið fyri Landsfe- lag Sløkkilidsmanna umboðar tað, sum slekkiliðini standa fyri kring alt landið. Harvið er tað sagt! Av tí at undirritaði utanum vegir veit, at Landsfelagið fyri bjargingarfeløgini er biðið um at innstilla eitt umboð til brunaráðið, so kann nevnast, at LFB hevur biðið Súna Vinther, sum er limur í LFB, umboða felagið í brunaráðnum. Hetta ger Súni sum privatpersónur og av samfelagsligum áhuga. Tann, ið pástendur, at Súni á sama hátt er eitt plantað umboð fyri Tórshavnar slekkilið, kennir hann ómetaliga illa. Fakkunnleikin, sum man hava >plantað< søguna í Oyggjatíðindum, avdúkar sín fakkunnleika nakað so grú- somt við at billa fólki inn, at Tórshavnar Sløkkilid framyvir skal hava ein leiðandi leiklut í einum møguligum størri bjarg- ingartiltaki eftir eini vanlukku. Tilikt kann einfalt ikki lata seg gera. Og tað veit >fakkunnleik- in« ikki? — Júmen, so var tað kanska líka so gott, at teir blivu vippaðir út, tá teir báðir avdúka seg so eftirtrykkiliga við ikki at kenna landsins lógir. Ella var hetta kanska orsøkin til Kommunumar eiga tvey umboð í ráðnum. Bygdimar áttu bæði umboðini í fyrra 4- ára skeiðinum, tá admiralur var formaður. Í hesum umfarinum hevur Havnar komm-una annað umboðið —og hvatso um tað! Nú tá »Fakkunnleikin« er so dugnaligur, so kundi tað verið áhugavert, um fyrrverandi for- maðurin í ráðnu, Jóhan Ziska- son, stýrimaður, kundi komið við eini stuttari 4-árs frágreið- ing um hvussu skeiðið skarst; — hann kann fáa »arbeidseftirlit- ið< v/ Harra Eli Davidsen, maskinmeistara, at hjálpa sær. Men teir hava tá vónandi ikki gloymt, at tá Fakkunnleikin, Vá B og Arbeiðseftirlitið, vóru umboðað í brunaráðnum, var Havnargkið nettupp yvir- umboðað. Og eftir sum spurningurin er frammi, hvat hava fiskari- og arbeiðseftirlit at gera við kommunalu sløkkilidini og lógarbundnu uppgåvur teirra? Tað kunnu teir báðir >fakkunn- leikin< gera sær ein túr afturat, sum so mangar aðrar, út í fiskivinnuumsitingina í Tinganesi fyri at fáa uppklárað. Og so hatta við Petur Olsen og hansara samband við slekkiliðið í Tórshavn, nei, nú má undirritaði læa. >Fakkunnleikin< man hava væntað nógv av sær sjálvum — tí so vónbrotin, nú umboð fyri veruligu yrkisfelggini eru bið- in um at manna brunaráðið, har tey skulu royna seg næstu 4 árini Tað skal blankt viðgangast at enda, at nýggju umboðini fyri bæði feløgini eru valla tann úttsmandi Fakkunnleikin. Men munurin á samansetingini fyrr og nú er hóast alt, at nú er ráðið mannað við fólki, sum starvast við sløkki- og bjarg- ingartiltøkum á landi, afturí- móti fyrr, tá tveir almennir stovnar gjøgnum brunaráðið vildusleppa atráða yvir sløkki- liðunum hjá kommununum. So har hevur Thomas Arabo í hvussu so er ikki klokkað í tí, og Hilduberg líka lítið. Fyri Landsfelag slekkiliðsmanna ” Petur Jacobsen Avtakið oljugjaldið Í 1992 varð gjaldið fyri tungolju avtikid, til frama fyri framleidsluna. Nú vil Sethúsafelagið við undirskiriftsinnsavning heita á tingid, um at veita sethúsaeigarum tann lætta at avtaka oljugjaldið, til frama fyri húsarhaldið. Fyrsta tiltakið hjá Set- húsafelagnum, verður at leggja listar við áheitanini á ymisk stød í landinum, har høvi verður hjá fólki at skriva undir. Sethúsafelagið = hevur saman við arbeiðsbólki í Vági skipað fyri undir- skriftsinnsavningini. Mett verður, at sleppa húsaeigarar undan at gjalda oljugjald, lættir tað um húsahaldið. Oljuavgjaldið er í løtuni 95 oyru fyri litur- mm. Tá undirskriftsinnsavn- ingin er av, verdur hon send tinginum, vid åheitan um at at veita húsarhaldum tann lætta, at avtaka oljuavgjald- ið. Sethúsagelagið minnir samstundis á, at 25 pst. meirvirðisgjald eisini er á olju. Dagny Undirritaðu heita við hesum skrivi á Føroya Løgting, um at veita húsarhaldum tann lætta, at avtaka olju- gjaldið uppá 95 oyru pr. litur á sama hátt sum gjaldið fyri tungolju í 1992 varð avtikid til frama fyri fram- leiðsluvirksemi. Vit loyva okkum at minna á, at oljan herumframt rindar MVG uppá 25%.