Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síðsta útkall! TYSKVØLDID legði sjónvarpið fyri við tí fyrstu sendingini í eini rød um framtíð Føroya undir heitinum “2002". Við hesum sendingum vil sjónvarpið seta kikaran á spurningin, hvussu verður stætt í Føroum um år 2002. HÓAST mangt í sendingini vóru end- urtekur av slíkum, sum hevur verið frammi í fjølmidlunum í seinastuni, so fingu vit her eina heildarmynd av, hvussu fólk innan ymsar samfelags- greinar halda støðuna fara at vera um 8 år. Og tað er alt annað enn nøkur vøkur mynd. Tað er ein sera ræðandi og óhugnalig mynd vit fáa av framtíðini. Nú er hetta bert fyrsta sending av fleiri, so tað er skeivt nú at gera sær eina endaliga niðurstøðu. SERSTAKLIGA áhugavert men eisini deprimerandi var at hoyra teir báðar Magnussen og Strøm, sum åvikavist arbeida vid sosialum og sosiologiskum spurningum. Her fekst tú brådliga at vita frá tveimum fakmonnum, sum arbeiða við teimum veruligu trupul- leikunum, annar við hagtølum og hin við menniskjalagnum, hvussu skilið veruliga er í hesum landi og hvat vit kunnu vænta okkum av framtíðini, kemur eingin broyting í. Samrødurnar við teir báðar kendust so ærligar, sakligar og trúverdugar, at tú sum hyggjara festi teg við hvørt tað einasta orðið teir høvdu at bera fram. Nettup tí kendust tær eisini so óhugnaligar. Her fingu vit frá teimum røttu fólkunum at hoyra um nakrar av dagsins og komandi syndarligu veruleikum. NIDURSTØDA teirra var m.a. tann, at Føroyar eru við at gerast eitt tilaft- urskomið samfelag, har neyð og fá- tækradømi eru við at gerast ein alt stórri partur av gerandisdegnum hjá einum vaksandi tali av fólki. Gera vit - tvs. fyrst og fremst okkara politikarar - ikki okkurt ftøkiligt fyri at venda gongdini, so verður øskukalt her á klett- unum um ikki so mong år. Vit fara at fáa eitt klassasamfelag sum ongantíð fyrr, har nøkur fá hava tað heilt gott, og heilt mong hava tað sera ringt. Vit fáa eitt samfelag við einum ungdómi, sum fera at skapa sær sína egnu mentan í allari neyðini. Ein kann bara ímynda sær, hvat tað kann enda við. Einasta gongda leið hjá hópi av fólki er at fara av landinum og harvið siga farvæl við sítt móðurland. Henda burturflytingin fer at hava álvarsligar avleiðingar, soleiðis at tað um ikki so mong ár fara at doyggja fleiri enn tað verða fødd. Hetta vóru nakrir av spádómunum um framtíðina. 2002 spádómurin kennist sum ein gys- ari. Ein ræðumynd. Úttalilsini hjá sos- ialráðgevanum, sosiologinum og eisini geografinum fáa vónandi okkara polit- karar og onnur við ábyrgd og í lykla- stórvum í samfelagnum at taka krepp- una í størri álvara. Ikki minst teir politikarar, sum hava stýrt landinum hesi seinastu árini, og sum nú fegnir vilja stilla upp aftur til komandi val, hava eina eyka ábyrgd í hesum døgum. Tað eru tey, sum halda tað vera einki minni enn ein frekleika av hesum monnum at bjóða seg fram aftur, men vit liva í einum fríum landi, so hesir politikarar eiga sama rætt at stilla uppaftur sum øll onnur. Um teir skulu veljast aftur má eina og aleina vera veljarans avgerð. Men tað er greitt, at vilja teir halda fram í politikki, so hvílir sera sera stórt ábyrgd á teirra herðum her og nú at gera nakað fyri at finna loysnir burtur úr kreppuni. VIT kunnu so bert vóna, at úttalilsini hjá umrøddu fólkum í SvF verða tíkin fyri fult á rætta stað. Kanska eru tey seinasta útkall - seinasta ávaringin. Vit vilja fegnir bera hesa ávaring teirra - hetta varskó - víðari. Stødan er so mik- ið álvarslig, at allir politikarar eiga at taka atfinningar sum eina umbøn um, antin at leggja frá sær ella vísa, at teir vilja og megna at fremja broytingar, sum fær landið aftur á rættkjøl. LANDSSTÝRIÐ hevur onga lætta uppgávu, tí trupulleikarnir eru ikki bara sjålvgjørdir men skyldast eisini umstødur, sum vit lítla ávirkan hava á. Men ætlar hetta landsstýrið sær at vera sitandi eftir eitt komandi val, so má tað sjålvt taka stig til at fremja broytingar og her er nýggj stýrisskipan eitt stig á røttu leiðini. Men akuttu trupulleikamir, sum hava vid arbeidsloysid og veruliga neyð at gera mugu viðgerast her og nú og uppskot mugu leggjast fram, sum kunnu beta um støðuna hjá teimum mongu, sum eru ringast fyri. At verða arbeiðsleysur er nóg ringt í sær sjálvum. Men haraftrat at sleppa teimum arbeiðsleysu upp á fjall, tað er einki minni enn at vanvirða. Hvør so enn hevur ábyrgdina av støduni má okkurt henda skjótt. Vit hava ikki til at tað verður spælt ping pong við teimum arbeiðsleysu í hesum døgum. SOSIALURIN Dan Petersen, eykamaður um sambandsmenn í 80-unum: Teir riðu við á alduni '- Javnaðarflokkurin fær skyldina fyri allar syndirnar, sum gjørdar eru seinastu árini, meðan sambandsmenn vaska sínar hendur. Men hvør var tað, sum bara á Skálafjórðinum skuldi hava tríggjar undirsjóvartunlar? Tað var sambandsflokkurin skrivar Dan Petersen, varatingmaður javnaðarfloksins í Eysturoynni í greinini Nú um dagarnar hevði Edmund Joensen eina av- dúkandi grein í Dimma- lætting. Avdúkandi um seg sjálvan og sínar egnu. Eg haldi, at tað má vera eitt minstakrav til ein floksformann, at hann heldur seg til sannleikan. Edmund man vera ógvuliga stuttmintur, tá hann viðger politisku syndirnar framdar her á landi. At leggja eftir ødr- um um somu tíð sum tú fjalir út yvir egnar syndir er lítið mansligt. Smáir politikarar, ið ongan boðskap hava, plaga vanliga at draga gamlar syndir hjá hinum flokkunum fram, men gloyma at teir búgva í glashúsi, meðan teir steina. ” Fyrst fegnast hann um, at sambandsflokkurin stendur til at fáa 12—14 tinglimir, men eg fari at mæla honum frå at selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Javnaðar- flokkurin fer í góðum treysti út í valstríðið, tá ið tann tíð kemur, væl vitandi at vit hava eina hugsjón at verja, sum í verki hevur prógvað, at hon er best. Hygg at Nordurlondum, Edmund. Billar tå tær inn, at tað eru norrønu sam- bandsflokkarnir, sum hava bygt hesi vælferðarsamfe- løg, so fert tú grúsommiliga skeivur. Edmund sigur seg hava kannað gomul Dagblød, Dimmalættingar og Sosial- ar og sæð krav javnaðar- manna um svartkjaftavirkir og -skip. Eitt svartkjafta- virki í Gøtu og eitt í Kolla- firði. Hann >gloymir< at Agnar Nielsen at í Vest- manna og fonglaðist við planum um svartkjaftavirk- ing har. So javnaðarmenn vóru ikki einsamallir. Í Dagblødum, ið Edmund ó- ivað liggur inni við, kann hann lesa um Eiler Jacob- sen, sum legði eitt spildur- nýtt svartkjaftaskip á Kolla- fjørð uttan neyðug loyvir at trýsta tásitandi landsstýri. Og Dagblaðið førdi rokni- skapyvir, hvussu nógv mal- sjónskheitin hjá landsstýr- inum kostaði Eileri, tí hann ikki beinan vegin fekk lut í svartkjaftaævintýrinum. Eiler er mær vitandi ikki javnaðarmaður. | Kannar Edmund víðari síni gomlu blød, so sær hann eina tekn- ing av einum stórum svart- kjaftaskipi, sum Jógvan Ingvard Olsen ætlaði at byggja. So tað vóru aðrir enn javnaðarmenn, ið trúðu upp ásvartkjaftin. Og hevur javnaðarflokkurin ábyrgd- ina av svartkjaftaævintýr- inum, so eigur sambands- flokkurin ta ivasomu æru av gass- og Global-skipunum. Í so máta er stødan fifty- fifty. Og so til tey mongu berg- holini hjá javnaðarflokkin- um, sum hann hevur lisið sær til í gomlum bløðum. Hvussu mong berghol sam- bandsflokkurin ætlaði upp á landsplan er ilt at siga, men bert á Skálafjørðinum skuldu teir gera 3 undir- sjóvartunnlar. Iltmangul var á fjørdinum, og hetta skuldi sambandið greiða við einum undirsjóvar- tunnli eystur á Lambavík og somuleiðis skuldu teir bora seg úr Skálafirði norðurá Funningsfjørd, fyri at fáa út- skifting á Skålafjørdinum. Men sakkunnleikin segði, at hetta vildi hava somu effekt sum at seta eina kanylu í ein stóran vatnbrunn. Og var tað ikki sambandsflokksins „grand old man«, Jógvan Olse, sum lá við seiðakikara yviri á midfjørdi og kannaði, hvar hann frægast kundi grava seg yvir á Strendur? Jú, ørskapurin var stórur, og syndirnar vóru mangar, og sambandsflokkurin helt seg ikki aftur. Og viljanum hjá sam- bandinum til samstarv við javnadarflokkin skal ongin ivast í. Tað innbjóðandi svarið hjá Edmundi til javn- aðarflokkin var, at vildi javnaðarflokkurin føra borgarligan sambandspoli- tikk, so vóru teir altid til reidar. Hesi ord eru søgulig. Eina aðra ferð hevdi hann ikki stundir til tingingar, tí Dan Petersen skrivar hann skuldi keypa jóla- gávur. Hesi orð eru eisini søgulig. So viljin hevur sanniliga verið so sum so. At hann torir at nevna samgonguna 1989-90 er ótrúligt. Vit høvdu jú onki stýri hesi árni. Ti bleiv javn- aðarflokkurin stórur. Ein- asta gleðiliga hesi árini var ráfiskabýtið, sum førdi til myttarí í sambandsflokkin- um. Skiparn var blakaður fyri borð, og yngsti maður varð settur á brúnna. Tá ið Edmund siterar onkran hissini Paldam at halda hånt um Anker Jørg- ensen, so kunnu vit sitera ein annan danskara, sum segdi, at »samband er ikke et parti, men en tilstand«, hann kundi eins væl sagt >stilstand<. Edmund hevur onga føling við veruleikan- um, tá hann við Paldam leggur eftir Anker Jørgen- sen og sosialdemokratun- um. Danski javnaðarflokk- urin hevur glasilig úrslit at vísa á, ja sjálvt vælferðar- samfelagið, sum allur heim- urin hevur til fyrimynd. Sambandsflokkar hinvegin hava onki lívsgrundarlag uttan í samfeløgum við hús- kallastødu. Tí væntar Ed- mund framgongd nú. Hús- kallalyndið kemur týðuliga til sjóndar, nú teir lifra við E.S.-grunninum, teir kunnu mjólka. Hvat nyttar fríur marknaður, tá ið fransmenn og spaniólar fara at fiska í klettin. Men henda pro- blematikk nerta teir ikki. Skal Edmund føra poli- tikk, so skal meira til enn at lesa gomul blød. Eg fari beinleidis at mæla honum frå hesum virksemi, ti kem- ur hann nóg langt aftur í ár- gangirnar hjá Dimmu, so fer sjálvt Edmund Joensen at rodnaav skomm, og tað skal nógv til. Dan Petersen, Fuglafjørdur Ringið! - og vit skriva (O11820