hósdagur 24. februar 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 38 — 24. FEBRUAR 1994
Marita Petersen, lógmaður:
Vit mugu taka í egnan
barm áðrenn vit biðja
um nakað frá ødrum
-Skulu vit til at biðja um nýggjar samráðingar við danir um m.a. at strika skuld, so
mugu vit fyrst sjålvi vísa, at vit eru fór fyri at fremja neyðugar broytingar hjá okkum
sjálvum sigur Marita Petersen, løgmadur í viðmerkingum til úttalilsini hjá danska
búskaparfróðinginum Lise Lyck hesa seinastu vikuna. Hon vísti við hesum m.a. til
broyttan bygnað innan fiskivinnuna, sum enn ikki er samtyktur, hóast hesin er liður
í seinastu avtaluni við danir.
Vit spurdu løgmann, hvørja viðmerking hon hevur til orðini hjá Lise Lyck um,
at vit føroyingar hava verið óðrvísi viðfarnir í bankakreppum enn td. tey á Born-
holm.
Tá Lise Lyck samanber
okkum við Bornholm og
sigur, at tað eru ikki bara
fólkið á Bornholm, sum
hevur goldið fyri at bjarga
einum banka har men allir
danir, so haldi eg, at vit
føroyingar mugu gera
støduna upp.
-Uppfata vit okkum
sum verandi eitt danskt
amt og hvat høvdu vit
sagt, um danir høvdu farið
við okkum, sum vóru vit
Bornholm.
Marita Petersen sigur,
at Bornholm er eitt danskt
amt, men tað eru Føroyar
ikki, og hon heldur ikki, at
føroyingar uppfata seg
ella leggja f at verda
mettir sum eitt danskt amt.
-Eg seti stórt spurnartekin
vid, um føroyingar ynskja,
at vit skulu vidfarast sum
vóru vit eitt danskt amt.
Vit hava jú í nokkso stór-
an mun, eisini har talan er
um felagsøki, biðið danir
um at halda fingrarnar
burtur. Tað frátekur tó
ikki teimum donsku
myndugleikunum ta
ábyrgd teir hava og áttu at
havt sigur Marita og
heldur fram:
-Ein kann sjálvandi
siga, at skipanin, sum kom
í 1948 og sum Lise Lyck
setir spurnartekin við, ikki
hevur virkað til fulnar.
Tað var so tann skipanin,
sum tað bar til at fáa
semju um millum danir og
føroyingar. Ein slík skipan
vil altíð vera merkt av
neyðsemjum, og tað er
eingin ivi um, at tað í
Heimastýrislógini eru við-
urskifti, sum áttu at verið
endurskoðað. Eitt nú í
felagsmálum, har ábyrgd
og kompetanca eru 6-
greið. Hetta átti at verið
Marita Petersen sigur
víðari, at vit haraftrat
an
4
RO
oe,
Marita Petersen, løgmadir: -Eg haldi ikki, at føroyingar
kenna seg sum eru vit eitt danskt amt og vit leggja heldur
ikki í, at danir uppfata okkum sum eitt danskt amt
innanhýsis áttu at komið
ásamt um eina skipan, har
tað ikki vera kommunalar
nevndir, sum stýra í veru-
leikanum.
-Kunnu vit fáa hetta
upp á pláss, so hava vit
politiskt verið við til at
skapa eitt grundarlag fyri
einum greiðari ábyrgdar-
og avgerðarbýti í hesum
samfelagnum.
Nýggj stýrisskipan
Løgmadur sigur, at tað
longu eru tíkin stig til eina
nýggja stýrisskipan. Upp-
skotið, sum liggur á borð-
inum, vísir okkum m.a.,
hvgrjir veikleikar eru í
okkara egnu innanhýsis
skipan og sum mugu broy-
tast. Uppskotið leggur
ikki upp til at broyta
sjálva Heimastýrislógina.
Men tað merkir ikki, at
hon kortini skal broytast
sigur Marita Petersen.
-Skulu vit frá før-
oyskari síðu fara at sam-
ráðast við danir um nakað
sum helst og seta nøkur
ynski fram, so mugu vit
eisini politiskt vísa, at vit
eru før fyri at fáa gjørt tær
neyðugu broytingarnar
heima hjá okkum sjálvum.
-Men er tað ikki júst á
hesum øki, at tað er so
trupult. Tá vit t.d. frá
serkønum fólki fáa at vita,
hverjar broytingar eiga at
gerast í eitt nú sjúkra-
húsverkinum, tá er alt á
gosi!
-Tað kann ein so siga,
men tað er jú veruleikin.
Eg haldi, at tað er av
avgerandi týdningi, skulu
vit fáa annað lag á, at
meta um teir veikleikar,
sum eru í verandi skipan-
um. Tað veri seg á sjúkra-
húsgkinum eins og á so
mongum ødrum økjum.
Broyta hugburå
Løgmadur sigur vidari, at
skulu vit royna at finna
eina politiska loysn, so
mugu vit frá føroyskari
síðu vísa, at vit evna at
gera nakað.
-Hvør skal gera tað?
-Allir teir politisku
flokkarnir. Eitt er tað, at
vit kanska vilja gera tað á
pappírinum, men vilja vit
veruliga gera hesar broyt-
ingar og broyta hugburð
samsvarandi?
Marita Petersen heldur
fyri, at vit sjálvandi kunnu
stinga út í kortið og siga,
at nú skal kommunulógin
broytast, vallógin á sama
hátt men tað, sum tørvur
er á, er ein broyting í
hugsunarháttinum hjá
okkum øllum.
-Eg meini íkki vit
kunnu fara til nakran og
biðja um at fáa strikad
skuld, um vit ikki eru
samd um, at nakað skal
gerast her hjá okkum
sjálvum eisini.
-Men onkur má koma
við útspælinum!
-Hyggja vit eftir, hvat
longu er gjørt, so er tað
ikki so lítið. Vit hava tikið
stig til eina nýggja nýggja
stýrisskipan, sum er eitt
stig á røttu leiðini. Har-
aftrat hava vit tikið stig til
at fara undir arbeiðið á tí
Tíðindablaðið (SK
figgjarliga økinum, tvs.
har tann stóri veikleikin er
í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark.
M.a. har vit vilja peika á,
at okkurt ikki hevur verið
føroyskt sermál men har
danir hava havt ábyrgdina,
Danir hinvegin hava sagt,
at vit hava heimastýri, og
tí hava teir ikki viljað
blandað seg so nógv upp í
og hava hildið seg utt-
anfyri. Og hetta hevur
kanska eisini verið ynskt
frá báðum síðum.
Fólk eru tí farin undir
at kanna kapitaløkid og
hvat skal gerast fyri at
forða fyri, at søgan ikki
endurtekur seg. Her skal
nú gerast eitt analysuar-
beiði.
Tann felags dansk-før-
oyska nevndin, sum nú
skal kanna búskaparligu
gongdina í Føroyum í 80-
unum, skal eisini kanna
hetta og annars nógv
annað m.a. hvønn tydning
tað hevur havt fyri okkum,
at vit hava fingið stuðul úr
Danmark, ast vit hava
sama gjaldoyra sum danir,
at kreditfelagslán hava
kunnað streymað inn í
landið uttan nakað eftirlit
osfr.
Undirskotið á
fíggjarlógini
-Um nú skeivt er atborið í
øllum bankamálinum og
danir hava sett okkum
treytir og krøv út frá
skeivum grundarlag, vil
tað tá ikki vera rætt at
taka uppaftur samráðing-
arnar við danir?
-Tað er møguligt, at
okkurt kundi verið gjørt
ødrvisi. Eg eri ikki ósamd
við Lise Lyck í tí, at tað
var skeivt at fremja nið-
urskurðir og leggja byrðar
á føroyingar upp á eina
hálva milliard á vetri í 92,
og at tað bara forsterkaði
verandi gongd.
Tá danir nú vilja hava
okkum at minka um und-
irskotið á fíggjarlógini við
eini kvart milliard, so er
tað eisini við úl at nið-
urfrysta føroyska búskap-
in. Men ein kann eisini
hinvegin siga, at skuldu
vit havt eina hálva
milliard meira í undirskoti
í fjør og 250 mill. meira í
undirskoti í ár, so skuldu
vit onkursvegna fíggja tað
undirskotið, og tað er ein
av stóru trupulleikunum
Marita Petersen viðg-
ongur, at danir sjálvandi
eisini hava eina stóra
ábyrgd av gongdini, men
skulu føroyingar verða
mettir trúverdugir av døn
um og ødrum, so mugu vit
eisini sjálvi vísa, at vit eru
før fyri at bøta um og
rætta upp tað skeiva sum
er gjørt.
Nýggj samráðing
við danir
-Hvat sigur tú til at biðja
danir um at strika 3 mia.
av skuldini?
-Tað kann vera, at tað
er skilagott at gera tað,
men sum stødan er nú, so
tyngja tær ikki okkum
idag. Kunnu vit fáa við-
urskiftini í okkara egna
samfelag: okkara politisku
skipan, kapitalmarknaðin,
vinnulívið osfr. í rætt lag,
so hava vit eitt grundarlag
at fara víðari við. Vit
kunnu tá siga, at vit at
gjørt so mikið nógv, at tað
hevur skapt tað neyðuga
trúvirðið, til tess at vit
kunnu biðja um eina
nýggja samráðing við dan-
ir.
Løgmaður sigur, at vit
hava gjørt eina avtalu við
danir um endurfígging,
uttan at vit verða tyngd
Framhald á síðu 19
i
F
|
i