Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 38 — 24. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið Stórur spenningur var í Strangasta dóm nakrantíð fyri ærumeiðing: gongini í Føroya Rætti hálva tíman áðrenn dóm- urin fall í málinum millum blaðstjóran á Oyggjatíð- inum, Dan Klein, og ákærumyndugleikan, sum hevði stevnt Dan Klein vegna sorenskrivaran Joen H. Andreasen. Nógv fólk var saman- komið, nøkur av berum for- vitni onnur í arbeidsørind- um. Millum tey sum lurtaðu vóru hægstu umboð fyri åtinnandi og demandi valdið í landinum. Fútin M. Nepper Christensen var møttur og dómarin Joen H. Andreasen var ein av høvudspersånunum í hes- um rættarmáli.Eisini vóru sakførarar møttir og sym- patisørar hjá blaðstjóra og dómara. Umboð fyri teir týdningarmestu fjølmiðlar- nar vóru eisini møltir. Prátað varð dúgliga um hvønn dóm, setdómarin Jes Schigler var komin til. Men her vóru fólk varin, ongin tordi at koma við einum boði um úrslitið. Klokkan 16.00 stundi- sliga kom Jes Schigler. dómari, i rættarsalin. Øll reistu seg og sum siðvenja er stóðu øll meðan dómarin læs dómin . Hann byrjaði sum altíð við aldargamla setning- inum: >Thi Kendes for ret.< >Tiltalte, Dan Klein, > straffes med fængsel i 40 dage.« »Inden 14 dage skal tiltalte betale 20.000 kr. til sorenskriveren Joen H. Andreassen.« »De i anklegeskriftet nævnte citater fra Oyggja- tíðindi kendes ubeføjede, dog bortset fra vendingen ”inhabil” i forhold 6.« >Tiltalte skal optage denne dom i sin helhed, dog bortset fra gengivelsen af hans personlige data og citeringen af hans tidligere straffedomme, i Oyggja- tíðindi i en udgave.« »Tiltalte skal betale sagens omkostninger, dog at han kun skal betale 15.000 kr. + moms af salæret til den beskikkede dommer, mens resten af salæret betales av det offentlige.« Tøgn var eina litla løtu aftaná at démurin var lisin og síðan fóru Dan Klein og verjin Søren Søltoft Mad- sen åtum eina løtu at ting- ast. Løtu seinni komu teir aftur og bodadu frå at teir kærdu dómin til landsrættin vid kravi um fridøming. Teir høvdu ikki meir enn sagt hetta, so boðaði åkær- in, Michael Boolsen frá, at hann mótkærdi við kravi um harðari revsing. Dómarin boðaði frá at hann í síni meting bert hev- ur tikið stóðu til spurningin tað var grundarlag hjá Dan Klein fyri at koma við '40 dagar uppá vatn og breyð' Umframt hetta skal Dan Klein rinda 35.000 krónur og kunngera allan dómin, tað eru 13 tættskrivaðar A 4 síður, í einum blaði. Ærumeiðandi setningar í níggju útgávum av Oyggjatíðindum frá juli til september 1992 verða dømd deyð at vera við undantikid av einum setningi har dómarin verður skuldsettur fyri at vera innhabilur skuldsetingunum móti sorenskrivaranum, Joen H. Andreassen í greinunum í Oyggjatíðindum. Dómarin hevur ikki tikið stóðu, hvorki fyri ella ímóti skuldsetingunum móti fleiri sakførarum í samband við dupultsøluna av Tórs- hell. Heldur ikki er tíkin stóða samstarvsavtaluna millum P/F B.W. Møblasølan og P/F Målingahandilin, sum endadi vid at Birgir And- reassen fekk útgoldið end- urgjald frá íryggingar- felagnum Baltica. Við hesum varð ein stórur partur at tí sum Dan Klein og Bergur Wardum førdu fram undir rættarviðgerðini ikki nýtt sum grundarlag fyri dóminum. Málið snúði seg bert um dómarin var ærumeiddur og einki annað. Dómarin leggur dent á í viðmerkingunum til dómin at ábyrgdin hjá Dan Klein ikki bert kann metast ábyrgdin hjá einum blað- stjóra til vanligar dulnevnd- ar greinar. . Dan hevur skrivað grein- arnar partvíst dikterað av Bergi Wardum og eisini saman við Bergi Wardum. Dan Klein hevur broytt orðingina soleiðis, at tekst- urin var lættari at skilja hjá lesarunum og hann hevur almannakunngjørt tekst- irnar Dómarin leggur dent á, at Dan beinleiðis hevur góðkent greinarnar og hev- ur havt ítgkiliga ávirkan á teirra uppseting og innihald. Dómarin, Jes Schigler sigur, at Dan Klein hevur ikki prógvað, at Joen H. Andreasen hevur handlað soleiðis sum hann er skuld- fyri skuldsetingarnar, at Dan átti at sæð, at tær ikki vóru rættar. Bergur er sannførdur Jes Schiøler ivast ikki f, at Mynd: Kalmar Bergur Wardur hevur livað seg so langt inní síni sjónar- mið, at hann er sannførdur um, at tey eru rétt. Tað sama kann helst eisini galda fyri Dan Klein. Men skuldsetingarnar móti dómaranum eru, sæd- dar uttanífrá, so órímiligar Jes Schigler, dómari, er her á veg í rættin týsmorgunin. Seinnapartin fall dómurin. at tær minna um útspilling og Dan Klein hevur havt »enhver normal mulighed for at forstå dette.< Démarin gjørdi sina skyl Vidvikjandi stevningini, sum sakføraramir vegna Bergur Wardum fingu lysta å skjeytid til Térshøll, metir dómarin, at sorenskrivarin bert gjørdi sína skyldu sum tinglýsingardómari. Hendan stevning gjørdi, atBergur Wardum ikki fekk disponerað yvir ognini. — Veruleikin er, at um dómarin ikki hevði gingið áheitanini hjá sakførarun- um á meti um at tinglysa stevningina, so hevði hann handlað 'pligtstridigt',. Hann hevði ikki gjørt sina skyldu og P/F B.W. Møbla- søla hevði verið í vanda fyri rættartapi. Tað er einki at finnast at dómaranum viðvíkjandi tinglysingini av dómaranum. sigur Jes Schigler í viðmerkingunum til dómin. Dómarin sigur víðari, at tað er einki prógv fyri, at sorenskrivarin hevur givið loyvi til til “fíktivar rættar- sakir“ Heldur ikki er nakað hald í veruleikanum um skuld- setingarnar um at dómarin skuldi hava luttikið í trygg- ingarsviki. Dan mótmælti Ikki habiliteti Dómarin ger eisini við- merkingar til habilitets- spurningin hjá Joen H. Andreassen í rættarmálin- um millun Dan Klein og Tommy Petersen. Sorenskrivarin segði tá hann varð avhoyrdur sum vitni týsdagin, at hann í dóminum hevur skrivað, at hann á einum fyrireikandi rættarfundi 14. apríl 1992. hevði boðað Dan Klein frá, at hann ikki metti seg at vera innhabilan. Dan Klein kærdi ikki hesa avgerð til landsrættin. Jes Schigler sigur í við- merkingunum til dómin, at tá landsrætturin eitt ár eftir at greinarnar hava staðið í Oyggjatíðindi, sigur, at Joen H. Andreassen ikki átti at dømt. Hetta hendir ti hann aftaná at málið varð tikið til dóms hevði meldað Dan Klein fyri fútanum, fyri tað mál sum nú er vidgjørt í rættinum. Hetta ger ikki viðmerkingarnar hjá Joen H. Andreasen í dóminum skeivar. Skrivingin í Oyggjatíð- indum um at dómarin skal hava logið í dóminum mill- um Dan Klein og Tommy Petersen verður eisini afturvíst av Jes Schigler sum prógvað. — Umframt at tað er skyldan hjá tí ákærda (Dan Klein) at prógva, at skriv- ingin í rættarbókini er 6- sonn, leggur rætturin dent å at åkærdi og Bergur Ward- um í teirra frágreiðingum ikki hava givið fatan av neyðturviliga at skilja allar smálutir í einum rættarmáli rætt, sigur dómarin í við- merkingunum. Dómarin sigur víðari, at skuldsetingarnar í Oyggja- tíðindum 'er af en sådan karakter" at tann vanligi lesarin ikki uttan vidari kundi skilja tær. Men tær vóru so grovar, at vóru tær rættar, so høvdu tær verið revsibærar fyri Joen H. Andreasen og hann hevði noyðst at farið úr starvi.-