hósdagur 24. februar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
$
#
3
Í
Tíðindablaðið ED Nr. 38 — 24. FEBRUAR 1994 Sida9
kassanum, so eigur at verda
samrådst aftur av nyggjum
um hesar milliardir — tær
tykjast at avlega alt annad.
Eitt er vist og tað er at
metingar og meiningar
landsbankastjórans megu
vera grundaðar á nakað
heilt annað og ødrvisi enn á
skeivu gongdina í føroyska
samfelagnum.
Í øllum fórum tykjast
fylgiárinini, og ræðuleikar-
nir, ið av teimum standast,
ikki at vera tíknir við í
prognosur landsbankastjór-
ans, tí eitt er framskrivingin
av gongdini viðvíkjandi utt-
anlandsskuldini — hvat við
framskrivingini, ið sýnir, at
landið er um at vera drenað
fyri arbeidsfør fólk og fyri
kvinnur, ið eiga føroyingar í
útlegd?
Nú, um eitt ár aftan á
deadline fyri bjarging av
okkara samfelag — av sjálv-
um hesum at kunna lív-
bjarga sær sum tjóð — er
farin í søguna, so er tað full-
komuliga markleyst at
hoyra sovorðið slutur og
vrøvl, sum hetta, ið lands-
bankastjórin og løgmaður
almannakunngera í fjøl-
miðlunum: at ein ov skjótt
minkandi uttanlandsskuld
skal fara at leiða okkum øll
út (í aftur) marglæti og
oyðsl. — Var tað nakað for-
gjørt í tí at Palleba hevði álit
á sínum banka — og er tað
ikki nettup hetta, ið er ein
nívandi trupulleiki í dag?
Latið okkum nøvnini á
teim oyðslarum, ið vóru,
hesir hvørs valuta — (x mia.
kr.) rentu- og skatta-
spekulatiónslán (1720 mió.
í 87 og herav ein einsa-
mallur við 50 innlånsmilli-
ónum) — umframt nøvnini á
hesum, sum eftir 20 mán-
aðum undir Sundstein, við
systematiskum bankafyri-
skipaðum likvidatiónum,
drenaðu landskassan fyri
uml. 2000 mió. kr. — ella á
hesum, ið vóru amboð hjá
búskaparligu skuggastjórn
landsins, hesi sum nú við
almennum peningi eru dup-
ult ella tríðupult sanerað við
milliardum, býttar út á ein
alsamt minkandi løntakara-
skara — øll hesi, ið hava
fingið teirra privatu låntøk-
ur fluttar inn í landskassan
til byrðu fyri onnur, ið
hvørki høvdu hugflog, evn-
ir ella moral til at luttaka i
hesum øra spæli! — Lat okk-
um nøvini å hesum!
Tað er avdúkandi og tað
er tragikomiskt, at frú løg-
maður og landsbankastjór-
in skulu vága sær at leggja
spott oman á skaða — og tað
er djúpt tragiskt at hoyra
hesi útvaldu fólk bera fram
tílíkt mannminkandi møsn
tí bæði kunnu tey saman
við tí samlaða landsstýrin-
um, øllum tess ráðgevum,
embætisfólki, nevndum og
serkønum, vera so æviga
viss um, at uttanlands-
skuldin verður aldrin aftur-
goldin, og tað av teirri ein-
føldu orsøk, at tann grund-
Rættur fiskihåttur?
kapitalur, ið er fortreytin
fyri — ikki bara afturgjald-
ingini av hesi skuld — men
undir øllum lívi í okkara
samfelag, henda grund-
kapital hevur man valt at
vága. >Hetta »stovnsfæ«,
hesin grundkapitalur er eftir
4 árum misbrúktur niður í
eina helvt og á Læraraskúl-
anum í Tórshavn medio 93,
varð lagt eitt bindandi álit
fram um at gera enda á hes-
um stovnsfæi, ella grund-
kapitali — og verður hetta
okkara higartil størsta mis-
tak gjørt til lóg, tå er ikki
neyðugt at vera landsbanka-
stjóri til tess at rokna seg
fram til eitt tómt O.
Stovnsfæi — grund-
kapitalur okkara
Í Nóatúni á fiskirannsókn-
arstovuni hanga talvur í
sýna viðkvæma kapital-
resours føroyinga. Við-
kvæmur, tí talan er um eina
livandi resoursu — fáur man
gáa um at tekur tú so rívan til
úr hesi resoursu, at eftirver-
andi nøgdin gerst minni,
enn náttúrligu fíggindarnir
hjá ymisku stovnunum
megu hava fyri egnan
munn, tá vil náttúrligi fígg-
indin eta seg gjøgnum
stovnin eftir einum sam-
døgri.
So -— ístaðin fyri at fáa tår í
eyguni av at stara eftir grønt
flimrandi uttanlandsskuld-
artølunum, roynið so og
framskrivið hvussu er statt
við okkara grundkapitali. —
Gera tit tað og taka við
framskrivingarnar í sam-
bandi við >deportatiónir-
nar< av okkara arbeidsføra
fólki, tá gevur rætta valið
seg sjálvt!
John Smith
Vindeygu og hurðar verða tett við tí |
UMVÆLINGAR |
væl umtókta slottslistanum. MM. { sl
Annað umvælingararbeidi, út Ring 5 »
sum inni, verður eisini gjørt skjótt, |
væl og fyri ein sámuligan prís. ||
Allar útreiðslur upp til 20.000 kr. | NF
kunnu dragast frá í skatti.
21.255
komandi
månadag
Joan Jakku
Vågsbotnur + Tórshavn