hósdagur 24. februar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 38 — 24. FEBRUAR 1994
Endaloysnin!
John Smith vísti longu fyrst í 80-árunum á at Føroyar fóru at kollsigla. Hann gjørdi serliga vart við
støduna í Føroyum í 1989, við hugleiðingini >F LAKAVIRKIÐ FØROYAR«, har hann lýsti ta skeivu
gongdina innan serliga okkara Fiski-, Flaka- og Søluvinnu, og hann rópti eisini varskó í fyrilestri
sínum á Føroya Fólka háskúla, har hann vísti á tað ikki existerandi lønsemi innan okkara høvuds-
vinnu.
Umframt hetta hevur hann skrivað eitt ótal av greinum um okkara »skeiva« vinnulív, og okkara ad
hoc politikk í fiskivinnuspurningum, og tá serliga vantandi miðvísi, tá tað kemur til stovnsrøkt.
Við stødi í gongdini til á vári 1988 og tí sum síðan er hent fram til dagin í dag, skrivar John Smithum
útlitið, so sum hetta helst verður, um politiska kósin óbroytt verður hildin so sum nú.
Hann spyr og hugleiðir um spurningarnar hvørt Føroyar í komandi árum fara at gerast eitt
sjálvbjargið samfelag, ella (samb. Lise Lyck, Nóatún febr. 1994) eitt samfelag, sum langt inn í næstu
eld verður víst til at lívbjarga sær við tilfluttum peningi útifrá:
Útlit — avtalur
Við tí fyrivarni, at Tinganes
goymir ætlanir so nógv
annarleiðis enn tær, ið vit
onnur hava kunnleika til, so
tykist mest sannlíkt, at
seinni møguleikin er tann
Tað er ikki nógv um nak-
að, ið bendir á at talan verð-
ur um sjálvbjargni, tíanverri
so eru tað øll tekin til at
seinna alternativið fer at
gerast úrslitið av tí politiska
heilaspuna, sum í hesum
døgum verður umsettur til
lagnutungar politiskar av-
gerðir, ella ein kann iva-
leyst meira rætt kalla tað
»avtalurnar«, sum við
dominoeffekt falla upp å
plåss, sum ein konsekvens
av politiskum handlings-
Hvadan hava tær sin f-
blåstur? Hvadan eru tær
komnar? — hesar avtalur, ið
so sikkurt sum amen í kirkj-
uni—ein fyri og onnur eftir —
styttir um tjórið, hagar til
ein stendur, við hálsi at
hæli, húkandi, tigandi, til-
búgvin at svava!
Bygnadarnevndin
— Tinganes -Staturin
Hevur nakar áður hoyrt um
ella upplivað, at ein stjórn
skal hava latið seg ultima-
tivt niðurbunda til uttan orð
ella eið, blint og slaviskt, at
fylgja einum nevndartil-
mæli — sum í somu létu >av-
talan< sum bindur Føroya
landsstýri til at fylgja hes-
24
Fiskiskapur ella avtofting?
um tilmæli, er gjørd — ikki
longur er nakað álit ella til-
mæli, men broytir karakter
og gerst eitt diktat! — Er tí-
líkt ikki hazardspæl av ser-
liga grovum slagi, og er
hazardspæl ikki í stríð við
okkara lóggávu?
gera, og alt annað er mo-
ralskt forkastiligt.
Men avtalur valdast — ein
fortreyt fyri at halda gjørdar
avtalur er so avgjørt eisini,
at gjørdar avtalur byggja á
eitt moralskt og heiðurligt
stødi, og ikki — tilætlað ella
óvart — bera brá av tílíkum
ósketni, sum tað her kann
blíva talan um — hetta at av-
talurnar gerast ein vanlagna
fyri annan, í hesum føri
helst báðar avtalupartar, og
tað í somu løtu avtalurnar
binda.
Ketil gjørdi eisini eina av-
talu — hann seldi kúnna ...
Saklig argumentasjón
—svik
Fyri 4-5 árum síðani var av
høgum og lågum stadfest, at
vit høvdu ein skeivan flota
(eina skeiva flotasamanset-
ing, sum er vordin enn
meira skeiv hesi somu år!)
I 1993 »stadfestir« bygn-
adarnevndin á Læraraskúl-
anum í Tórshavn, at eingin
saklig argumentatión er, ið
talar fyri at broyta flota-
samansetingina (Kj. Hoy-
dal, Lærarask., Tórsh.
1993).
—»Vit hava svikið okkara
tilfeingi< (Hjalti í Jákups-
stovu, Nóatún 1994).
Báðir eru tit fiskifrøding-
ar og eg spyrji ti: >Er tað við
vitanini um at tað er ov
seint! — ov seint at bjarga
stovnunum — at tit báðir við
einum áliti (ið bindur lands-
stýrið) senda ein nú kapital-
saneraðan partogaraflota út
aftur á grunnarnar?
— Og eg spyrji um tað ikki
er (nóg) saklig argumenta-
ti6n, tá víst verður á at alt
stórt sæð heldur fram sum
áður, at meira enn 90% av tí
ið (enn) verður veitt, stød-
ugt verður nidurgjørt til
blokk, tí at fiskurin ikki
kann nýtast til nakað annað?
I øllum fórum kann niður-
stødan av hesum ikki gerast
onnur enn at tað einaferð
enn hevur eydnast at fáa
okkara politikarar til at
stinga høvdid í sandin — ella
at leypa um garðin, har hann
er lægstur. — Spell, tí hesu
ferð býðst ikki bøtur. At
landsstýrið leggur á ting
uppskot til lóg um handils-
ligar kvotaskipanir, um
somu tíð sum partogaraflot-
in verður kapitalsaneraður,
alt eftir diktati frá bygnað-
amevndini og einum kon-
tórmanni niðri í Keyp-
mannahavn, Peter Ander-
sen at navni, kann — uttan at
ov rívan verður tikið til,
sammetast við totala sjálv-
destruktión í orðsins sanna
týdningi. Aldri áður hevur
ein stórri hóttan hingið yvir
okkara høvdum!
— Og so paradoxið sjålvt,
har tað nonchalant verður
sagt 1C ár fram — eru tit ging-
in heilt frá vitinum — tað er jú
til at gráta um — flestu okk-
ara megu vita at tað einans
fara at ganga 6 til 8 mánaðir,
so er oyðið — skilja tit ikki
hetta, harra landsbanka-
stjóri, frú Marita og hver
tað annars er, ið tvíheldur
um hesa deyðans gøtu? —
Skilja tit ikki, at hetta er at
spæla við eldin — at tað við
ongum avkasti av okkara
grunnum ikki er grundarlag
fyri nøkrum sum helst — at
tað ikki er gjørligt at gjalda
nakað tað slag — ikki gjørligt
at halda nakra sum helst
avtalu, sum ein konsekvens
av at halda hesa einu
avtaluna, uttan
reforhandling — hetta tykist
so langt av leið, at ein freist-
ast til at spyrja um okkara
embætisfólk og okkara
kosnu trúgva upp á jóla-
mannin!
Í ófóri
Tað er heilt greitt, at okkara
land við tí eftirverandi fólki,
sum er, — er um at vera av-
sagt.
Eitt er spurningurin um
milliardirnar, ið sum ein
straffur er lagdur út á skatt-
gjaldaramar (uttan arbeidi)
at bera aftur til statin yvir
landskassan, peningur, sum
Lise Lyck samanber vid
krigsskadabøtur av grov-
asta slag.
Í nýggjari søgu er greitt
frá teim óhugnaligu avleið-
ingunum, ið raktu tvørtur-
Tíðindablaðið
ae |
PP 25
John Smith skrivar
um landamørk f Europa
millum stóru kriggini bæði,
í sambandi við krígsskaða-
bøturnar, ið serliga Frak-
land kravdi lagdar á týska
fólkið eftir fyrra heimsbar-
daga.
Eins og arbeiðarafjøldin,
tann bretska, franska, týska,
tann europeiska lendi í djúp-
astu armóð, so er eisini við
føroysku arbeiðandi fjøld-
ini, umframtteim fólkum og
fyritøkum, ið einans hava
lív lagað sum eina avleiðing
av at lónarfólkið hevur eina
ávísa keypiorku — gll eru tey
fjøtrad av hesum vanlukku-
ligu umstødum, ið standast
av atleggja óhýrligar skaða-
bøtur á føroysku skattgjald-
ararnar, við alt minkandi
møguleikum fyri lønandi
arbeidi.
Í ein ávísan mun eru eisini
danskar fyritøkur og tey
fólk, sum høvdu sítt breyð
hjá hesum fyritøkum, rakt
nå øll keypiorka er sogin
burtur år ti føroyska sam-
felagnum.
Samrådingar
Tað er greitt, at tå tað snýr
seg um pening, so ber tað
til, um ikki annað, so at
royna samráðingar. Men tá
tað snýr seg um grundar-
lagið undir okkara peninga-
kervi, tá er tað greitt, at tað
ikki ber til at samráðast —
tað ber nú einaferð ikki til at
fara suður á Munkagrunnin
ella út á Føroya Banka fyri
har at biðja um samráðingar
við teir leiðandi toskarnar
úti á miðum! Tað ber ikki til
at siga, at vit framyvir ikki
skulu gera sovorðnan gang
við okkara fleiri túsund
hestakreftum, tað ber held-
ur ikki til at siga, at vit fram-
yvir ikki vilja spenna ketur
út millum pørini til tess at
sorla og knúsa allar kora-
skógirnar við teirra pulser-
andi viðkvæmu økologisku
skipanum, tað ber heldur
ikki til at siga, at vit í kom-
andi tíðum vilja leggja
hvønn stein, sum vit hava
tíkið upp seinastu eitt
hundrað árini, upp á pláss
aftur, tí tað ber snøgt sagt
ikki til. V.Ø.0.: tað ber ikki
til at siga, at vit á ein ella
annan hátt vila reetablera ta
upprunaligu skipanina við
hennara myriadum av stórri
og minni klettum, túgvum,
vøkstri og gilum, alt hetta,
ið gav lívsneyðuga lívd
móti tí skiftandi rákinum, ið
valdar har fiskurin ynglar,
livir og doyr.
Lív ella týning
Sum sagt so ber ikki til at
samráðast við okkara lívs-
grundarlag! Og neyvan er tá
onnur gongd leið enn at á-
sana, at spurningurin um lív
her á hesum klettum, er
spurningurin um vit — hvor
einstakur av okkum — tekur
sær ábyrgd av grundarlag-
num fyri lívi— tí gera vit ikki
tað, tá hava vit oytt burtur
basalu fortreytimar fyri at
kunna liva sum føroyingur í
Føroyum. Tað er eingin
annar máti ella vegur, ti
alternativið er útlegd og
eftir einum og hálvum ætt-
arliði eru vit — með alla —
burtur sum tjóð!
Tað megu vera naivar
sálir, ið tevja stórri avkast
burtur úr stórri nøgdum um
borð á færri skipum — tað
ber ivaleyst til á einari teldu
við grónum skermi — í prak-
sis ber tað slett ikki til: Tí at
færri skip, ið fáa stórri
nøgdir, í flestu fórum verð-
ur til: stórar nøgdir, ið geva
hálvan prís og tá eru vit
komnir líka vítt sum sítt.
I ørviti
— Ivaleyst eru tað milli-
ardimar, ið elva til tilikan
ampa, at tær ørkymla ann-
ars góðu evnini og tann
góða viljan —.
Eisini hóast tann himmal-
rópandi — burtur úr vón og
viti — almannakunngjørda
ampa, landsbankastjórans —
viðvíkjand >stóru ferðini<,
ið uttanlandsskuldin mink-
ar við burtur úr aftur lands-
NG