Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. februar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 38 — 24. FEBRUAR 1994 Síða 11 ítró ttur pennandi i Grand Prix- } kapping i Runavik Stórur áhugi var fyri Grand Prix-kappingini i fimleiki, sum var sunnudagin í ítróttarhgllini í Runavík. Høllin var stúgvandi full av fólki, og mong noyddust at standa Umframt, at fimleikararnir vóru nógvir í tali, ið sunnu- dagin vóru komnir til Runa- víkar at vísa tann frægasta kvinnufimleikin, Føroyar eiga, vóru eisini mong farin frá húsum fyri at hyggja at stóru Grand Prix-kapping- ini. Øll áskoðaraplássini, ið eru fram við gólvinum í høllini, vóru fullsett, og tað sama gjørdi seg galdandi við teimum stólunum, settir vóru upp í sambandi við kappingina. Ikki øll fingu sess, so ein stórur partur av fólkinum mátti standa undir kappingini. Undir innmarsjinum og eisini undir sjálvari kapp- ingini spældi Nes Sóknar Musikkfelag undir leiðslu av Greame Rudd, og hetta setti sín hátíðarliga og góða dám á kappingina, ið yvir- hevur eydnaðist sera væl. Kappast varð í tilsamans fýra ymiskum bólkum í kappingini: Pinkum, smá- gentum, gentum og kvinn- um. Allir bólkarnir kappaðust eftir-tónleiki, ið liðini sjálv høvdu valt sær, uttan tá kvinnurnar kappaðust í ambodsfimleiki. Tær kapp- aðust við gjarðum, og varð fimleikurin gjørdur eftir tónleiki, ið var settur framm- anundan. Kappingina hjá pinkum, ið eru 7-9 ára gamlar, vann Ljósið við 31,5 stigum. Hitt felagið, ið kappaðist í pink- unum, var Havnar Fim- leikafelag, ið fekk 30,5 stig. Ljósið vann eisini kapp- ingina hjá smágentunum, ið eru í aldrinum 10-12 ár, við 33,75 stigum, beint framm- an fyri Havnar Fimleikafel- ag, ið her fekk 33,75 stig. Trý lið vóru við í kapp- ingini hjá gentum, ið varð býtt sundur í tvey. Genturn- ar, ið skulu vera yngri enn 17 ár, kappaðust bæði í frí- um og við hoppibandi. Kappingina í fríum vann Ljósið við 16,85 stigum, Havnar Fimleikafelag fekk 16,5 og Støkk 15,45 stig. Í kappingini vid hoppibandi vann Ljósið eisini, vid 15,95 stigum, meðan Havnar Fim- leikafelag fekk 15,55 og Støkk 15,15 stig. Hjá kvinnunum, ið ikki havaaldursmark,vannStøkk samanlagt við 33,80 stig- um. Í fríum fekk Støkk 17,0 stig, Havnar Fimleikafelag 16,55 og Ljósið 16,50 stig, meðan Støkk eisini vann í amboðskappingini, ið var við gjørðum. Í teirri kapp- K vinnur frá Ljósinum í Grand Prix-kappingini í ítróttarhgllini í Runavík sunnudagin ingini fekk Støkk 16,80 arFimleikafelag16,10stig. kønum, at avrikid hjá Støkk stig, Ljósið 16,25 og Havn- Sagt verður av fimleika- var sera gott. hj. Ein av gentunum hjá Ljósinum roynir sítt besta í kapping- ini við hoppibandi, ið tær vunnu Myndir: Absalon Hansen Annbritt Højgaard og hinar úr Støkk vunnu kappingina hjá kvinnunum. Her ein mynd frá kappingini við gjarðum