Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vanvirðing av tí skrivaða orðinum SUM størsti andstøduflokkur og sum størsta blað í landinum áttu sambands- flokkurin og Dimmalætting at virt demokratiið og fría orðið hægri enn at borðreiða politiska boðskap sín fram undir dulnevndum lesarabrøvum, við- merkingum og nú eisini redaktionellum greinum, tvs. blaðgreinum. Hvør skuldi kent hesa skyldu meira heilaga enn júst tað blaðið, sum er í eini monopollíkn- andi stóðu, kemur inn í hvørt heim í landinum og hevur eina aldargamla traditíon og harvið drúgvar royndir at byggja á! Og hví kann sambands- flokkurin ikki spæla við opnum kortum! Hví byggja sítt valstríð á huldumenn! Hví yvirláta til feikar og falskar grein- skrivarar sum “kut" at:taka sær av gll- um tí skitna arbeiðinum! Hví tora tit ikki - leiðslan á Dimmaætting og leiðslan í sambandsflokkinum - tå tit reka eina reint persónliga herferð móti serstakliga javnaðarfólki, ikki at gera hetta undir tykkara egna kristna navnamerki? Og hetta eru fólkini, sum bjóða seg fram at stýra Føroya landi! Er tað ikki júst eina stórri opinheilt og sakligheit og ábyrgdarkenslu, sum tit eftirlýsa í tykkara herferð móti gørum flokkum! Var tað ikki meira ærligt tá at spælt við opnum kortum! Hvat sigur formaður sambandsfloksins til hetta! TAÐ er ongantíð rætt at generalisera ov nógv. Tú kanst ikki skera yvir ein kamb og tí er heldur ikki rætt av okkum at venda allan henda kritikk móti øllum sambandsmonnum ella gllum teimum, sum arbeiða á Dimmalætting. Men ára- long eygleiðing hevur fingið okkum at trúgva, at "there is something rotten" í hesum æviga hjúnarlagnum millum leiðslu Dimmalættingar og sambands- flokkin. At tú her hevur eina konstella- tión, sum í síðsta enda í veruleikanum vanvirðir og villeiðir tey mongu, sum altíð hava kent tað sum sína samfelags- skyldu at halda Dimmalætting. Tað á- liggur einum sera stór samfelagsá- byrgd at vera størsta blað í landinum og at koma inn í hvørt tað einasta heim í einum landi. Og ikki minst tå tú setir í títt skjaldamerki, at tú er óheftur av flokkum. HYGGJA vit eftir, hvussu blaðið letur "kut” (og helst saman við Fuglafjardar Hornorkestur sambandstlokkinum rindar honum pening fyri hetta “slóðbrótandi" arbeiði) vålka sær og niðurgera navngivnar javnaðarmenn og reka miðvísa hetz og forfylging av bara javnaðarfólki, tá kámast myndin av Førova størsta blað. blaðnum, sum formaður sambandsfloksins so misvísandi skýrir einasta blað, sum hýsir øllum meiningum. Vit skulu ikki koma nærri í á tað her, men tað var tann tíð, tá sjálvt framstandandi javnaðarpolitikarar ikki fingið innivist í Dimmalætting og hóast teir sótu í landsins leiðlsu vórðu fullkomiliga ignoreraðir. BLAÐIÐ , sum so flott saman vid blað- stjóranum á Oyggjatíðindum kunnger fyri Føroya fólki, at tað ongan stuðul fær og at tað tí er óheft av flokkum, rekur í veruleikanum ein politikk, sum hevur eittans endamál og tað er at brúka blaðsvertu og blaðrúmd til at lovprisa sambandsflokkinum og niðurgera javnaðarfólk. So einfalt er tað. At so onkrir tjóðveldis- og fólkafloksmenn fáa ein undir beltistaðið á vegnum er ikki nakað, sum munar. Her er annars ikki bara talan um vanliga meiningar - um at geva lesarunum innivist fyri sínum sjónarmiðjum. Tað er nógv meira enn tað. Hetta hjúnarlagið millum blað og flokk er so grundfest tvs. haturið og vanvirðingin fyri javnaðarfólki er so stórt, at tað er í mongum hetta, sum drívir verkið. Og kann ein spyrja: er tað hetta lýsarar blaðsins (sum eisini eru javnaðarfólk) gjalda fyri: at verða brúktir sum kastibløkur, ífyll og kitt millum alskyns 6sølubarar sambandsmeiningar og herferðir móti vanligum javnaðarfólki! Óli Breckmann var tó so frægur, tá hann rak hetz móti javnaðarfólki, at hann tordi at leggja navn til. Hesir sambandsdimmumenn goyma seg aftanfyri dulnevni. AT sambandsflokkurin og Dimma- lætting hava gingið í lag, hvgrja ferð javnaðarfólk skulu hongjast á krossin, er so heldur einki nýtt. Vit minnast, hvussu Dimmuleiðslan og sambands- flokkurin á sinni fyri at hálova sær og sínum brúktu ymsar sokallaðar kristnar heimabryggjarar til at niðurgera vanlig og ósek javnaðarfólk við at skýra tey kommunistar og harvið ateistar. Wurm- brand og Vágadal vóru tá dómarar teirra. Men hví taka hetta gamla fram- aftur vil onkur spyrja! Jú tí at tað me Rudd. Í gerðabókini hjá Fugla- fjarðar hornorkestri stendur minnir ikki sért um ta herferð, sum Dimmalætting og sambandsflokkurin nú løna tí dulnevnda huldumanninum “kut" at taka sær av. ONKUR vil kanska siga, at vit eiga ikki at virða henda persón so frægt sum at svara honum aftur. Til tað er at siga, at vit meta júst hetta mál av principiellum týdningi. Dimmalætting plagar vanliga at strika nøvn í lesarabrøvum, men hetta verður so ikki gjørt, tá talan er um at leggja eftir navngivnum og 6navn- givnum javnadarpolitikarum. Ni kann ein siga, at hetta er ikki tað sama. Ein má hava loyvi at finnast at politikarum og navngeva teir. Gamaní. Men hygg so eftir hvat tað eru fyri “svulstigheitir" hesin kut kemur við. Og hyggið eftir, hvønn hann leggur eftir! Er tað ikki undir alt lágmark av einum flokki og einum blað at løna ávísum fram- standandi sambandsmanni fyri at gera hetta skitna arbeiði undir dulnevni! HERFYRI varð Jógvan Adolf Johanne- sen hongdur út fyri - ikki sítt politiska arbeiði - men fyri arbeiði sítt sum reið- ari og vinnulivsmadur. Nakrar eykasetningar og nøkur superlativ, so hevur "kut” sprænt sitt eitur á vinfólk, næstringar og umhvgri eisini. Nú verður Atli Dam mistonktur fyri at hava bjargað Sjóvinnubankanum á sinni fyri at bjarga sínum egnu pengum osfr. So er tað loypt út í orð og so gongur myolan. Og keldan: sambandsflokkurin og Dimmalætting. Álvaratos. At ein hampamaður sum Edmund Joensen skal troysta sær at fáa greinar sínar prentaðar undir liðini á “kut" er ikki til at skilja. Tað átti Edmund Joensen at verið ov góður til. Edmund: heldur tú slíkt sømir seg fyri ein flokk og ein floksformann, sum fegin vil sleppa út í Tinganes at stýra landinum! OG til leiðsluna á Dimmalætting hava vit bert henda spurningin: tá tit brúka ta mannagongd at seta navn undir allar blaðgreinar, hví gera tit tá undantak hósdagin, tú ein "kut” er hevur blað- grein á síðu 3? Hesin sami “kut" hevur spakuliga men trygt troðkað seg longur og longur fram í blaðnum frá fyrst at hoyra til afturi á lesarabrævasíðunum til síðani at vera partur av síðuni hjá sambandsflokkinum fyri nú at enda á síðu 3 við eini grein/viðmerking um olju og bankar. Nú bíða vit bert í spenn- ingi eftir, at hesin sambandsins og Dimmalættingar huldumaður/stavna- eitt hornorkesur. Endamál taksmaður: Axel Jacobsen. maður skal enda á forsíðuni! Valið nærkast, so tað er ikki óhugsandi. SLÍKAR atfinningar sum hesar vit koma við vilja uttan iva millum nógvar sambandsmenn at hava somu ávirkan sum at sletta vatn á gás. Hvat billa teir sær inn á Sosialinum er reaktiónin osfr. Men álvaratos: eru tit ikki frægari menn - tit í sambandsflokkinum og á blaðn- um, at tit - um tað er so umráðandi at fáa sambandið til ræðið aftur - at tit kunnu seta tykkara fulla navn undir, tá tit fara í herferð móti ikki bert navn- givnum javnaðarpolitikarum men so sanniliga móti gllum javnaðarfólki. Hvat skuldi verið meira nátúrligt og ærligt enn at grunda dialogin á at spæla við opnum kortum? At blaðið letur seg misbrúka til slíkt halda vit vera stórt spell, tí sum miðlar hava vit eina stóra ábyrgd at hjúkla um og virða tað opna orðaskiftið - dialogin, sum er sjálvur kjarnin og grundarsteinurin undir demo- kratiinum og skrivifrælsinum. Enn meira spell er tað, at menn sum Edmund Joensen, sum hóma ein komandi løgmanssess fyri framman, vilja lata seg misbrúka í slíkum “selskapi". Tað átti tú at verið frægari maður til Edmund! Tú sigur so flott, at Dimmalættingin er einasta blað, sum hýsir øllum meiningum. Tú gloymdi at skoyta upp í, at hon eisini er tað blaðið, sum ongantíð - ALDRIN - finst at sínum egnu. Nær hevur tú sæð hetta blað í einum tí einasta orði finnast at ella seta spurnartekin við nakað, sum sambandsmenn hava gjørt, halda ella siga? ONGANTÍÐ. HELDUR tú slíkt byggir upp nakað álit og trúvirði til ein flokk, sum bjóðar seg fram at taka við landsins stýri! "Kut” er ikki bara ein tilvildarligur og einki- sigandi huldumaður. Hann er í veruleikanum ímyndin av ringu muruni hjá - ikki øllum - men nøkrum ávísum sambandsmonnum og teirra millum sambandsmonnum, sum hava staðið og standa Dimmalættingini næst. Í “kut" finna vit í veruleikanum alt tað, sum tann eftir okkara tykki ódemokratiski, sjålvrættvisi og ultrakonservativi part- urin av sambandsflokkinum stendur fyri. Tískil ger kut lesarunum eina stóra tænastu: hann letur umrøddu sam- bandsfólk úr hvgrjum plaggi. Sosialurin felagsins er at vekja ans fyri tónleiki her í bygdini og Johan Tónleika- Grannskoðari: Ellendersen. Eftir konsertina í Fugla- firði í kvøld skipar Fugla- fjarðar Hornorkestur fyri Stór hornkonsert í sambandi við 25 ára haldið hjá Fuglafjarðar Homor- kestri, hava tey ty or- kestrini í oynni konsertir í felag. Hini bæði orkestrini eru: Eiðis Ljómfelag og Nes Sóknar Musikkfelag Fyrsta konsertin verður í kvold kl. 19.30 á Eiði. Í morgin, leygardagin, verð- ur konsert á Skála kl. 16, og tann seinasta konsertin verður í fimleikarhøllini í Fuglafirði leygarkvøldid kl. 19. Konsertimar eru lagdar soleidis til rættis, at hvørt orkestur spælir sina skrå — og at enda spæla øll try orkestrini i felag. Undir konsertini i Fuglafirdi lita vit aftur um bak — og verdur eisini eitthvørt å skrånni til skemtunnar. Musikkstjóri hjá øllum trimum orkestrum er Grae- at lesa: 27. jan. 1969 komu menn saman á lærara- stovuni (i Fuglafjarðar skúla fyri at stovna eitt hornorkestur her í bygdini. Mønttir vóru: Finnur Olsen, Poul J. Hansen, Hjørleif Petersen, Axel Jacobsen, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal, Jørgen Ander- sen, Stanley Samuelsen, Rasmus Feilberg, Arnold Abrahamsen. Viðtikið varð at stovna felag, ið skuldi syrgja fyri at fáa stovnsett at spæla fyri fólki til ymi- skar hátíðir og stevnur. Viðtøkur fyri felagið varð latið upp í hendurnar á nevndini at fáa til vega og leggja fyri á fyrsta aðal- nevnd: Tveir úr nevndini og Heðin Kambsdal. veitslu fyri øllum trimum orkestrum. STRAX — STRAX — STRAX fundi til góðkenningar. Í fyrstu nevndina vórðu valdir: Arnold Abraham- sen, formaður, Jørgen Andersen, næst-formaður, Poul J. Hansen, formaður fyri musikkinum, Finnur Olsen, kassameistari, Frits Johannesen, skrivari. Til- 2 EGNARAR søkjast til norskan linubåt beinanveg- in. Siglt verður úr Álesund mánadagin 28. febr. Tlf. 47811