fríggjadagur 25. februar 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
|
SJÚKRABILURIN ÚR SAN
OYNNI ENDAÐI Í KIRKJUBØ
VIÐ SJÚKARI SMÁGENTU
— Var talan um eina vanlukku ella ein annan ålvarsligan tilburð, kundi ein
slík hending kostað nógv, sigur mamman at 16 mánaðar gomlu smágent-
uni, ið við sjúkrabilinum av Sa
in varð sett móti Havnini og Landssjúkrahúsinum
Hóast fólk gjarna tora at
seta álit sítt á sjúkraflutning
við sjúkrabili, ber eisini til
at verða snýttur av trygdini
við tí.
Hetta fekk ein mamma á
Sandi at uppliva sunnunátt-
ina, tá hon noyddist at fara á
Landssjúkrahúsið við sjúku
dóttir síni, ið bert er 16 mán-
aðir gomul.
— Dóttirin fekk herðindi
av andaneyð, so ikki bar til
hjá henni at anda. Vit sendu
tí boð eftir læknanum, ið
kom á staðið og staðfesti, at
best var at fáa dóttrina á
Landssjúkrahúsið, greiðir
mamman frá.
— Men tað tók langa tíð,
áðrenn sjúkrabilurin kom á
staðið — um ein hálvan tíma.
Tá høvdu menninir fyrst
verið og leitað aðrastaðni í
bygdini, hóast vit høvdu
sagt frá, hvat vit vóru.
Tá so sjúkrabilurin endi-
liga kom vegin fram, fóru
mamman og dóttirin avstað
til Skopunar, har Tróndur
var klárur at fara á Gomlu-
rætt við sjúkrabilinum.
— Eg sat sjálv aftanfyri í
bilinum saman við dóttrini
og ødrum manninum, ið var
við sjúkrabilinum, sigur
mamman.
Setti kós móti
Kirkjubø
— Tá vit so komu nidan frá
ferjuleguni á Gomlurætt,
snaraði bilurin til høgru við
kós móti Kirkjubø, í staðin
fyri at koyra til Havnar, so
vit kundu koma á Lands-
sjúkrahúsið sum skjótast.
Mamman sigur, at hóast
sjúkrabilurin ikki kom allan
vegin til Kirkjubíggjar, var
hann komin so langt av leið,
at hon út gjøgnum rútin så
bygdaskeltið, ið stendur við
vegin uttan fyri bygdina.
urin«, »Gentan í Somalia«, »Torva-
trøllid« og aðrir. Talan er um sangir
Vent varð so, og tá bar
betur til, so tey kundu koma
á Landssjúkrahúsið í øllum
góðum.
— Men hóast vit mistu tíð
av hesum ótrúliga mistak-
inum, helt eg ikki, at teir
skundaðu sær nóg mikið við
sjúkrabilinum, sjálvt um tað
var nátt og myrkur, sigur
mamman fyri Tíðinda-
blaðnum Sosialinum.
— Sjålvir umbóru teir seg
við, at tað vóru teir hvítu
stabbarnir fram við vegn-
um, ið ørkymladu. Men tað
kann gera tað sama, tí tað er
so náttúrligt at snara bein-
anvegin til vinstru, tákomið
verður nidah á vegin frå
ferjuleguni, at eg haldi tað
vera heilt ótrúligt, at teir
kundu finna uppá at leggja
leiðina til Kirkjubíggjar,
heldur enn til Havnar.
Tað kostaði sjálvandi tíð,
at sjúkrabilurin soleiðis fór
Martin og Margretha
iónleikarhúsinum
av bondunum >Summartíð<,>Vetr- Klaksvík fyri viku síðani, vóru ikki
artíð< og »Hugnaløta«. færri enn 200 og lurtaðu. Framman-
Konsertin í morgin í Sjónleikar- undan hava eini 400 verið og lurtað,
húsinum (Havn er liður í einarikon- = bara í Havnini,
sertrgð, ið hevur verið kring landið. bj.
Væl hevur verið av áhoyrarum, og tá
tey bæði vóru á palli í Lognbrá í
ndoynni var í Kirkjubø og vendi, áðrenn kós-
á skeivar leiðir, men tíbetur
fekk tann 16 mánaðir gamla
smágentan ikki fleiri herð-
indi av andaneyð, meðan
hon var í sjúkrabilinum.
Ræðist tankan
— Eg tori næstan ikki at
hugsa tankan, hvussu tað
hevði verið vorðið, um talan
var um sjúkraflutning frá
einum álvarsligum ferðslu-
óhappi ella onkrum so-
vorðnum. Ella bara um tað
hevði hent, at dóttirin aftur
fekk herðindi av andaneyð í
bilinum, sigur mamman.
— Tá var tað ólíka betur
við Óskari Óskarsson, ið
hevði sjúkrabilin um hendi
fyrr. Við honum vistu vit al-
tíð, at besti innsatsurin varð
gjørdur. Hann kláraði upp-
gávuna betur einsamallur í
bilinum, enn hesir báðir til-
samans klára tað.
hj.
Í
|
|
Nr. 39 — 25. FEBRUAR 1994
Borgarstjórin í Klaksvík fekk í
vikuni hóttanarbróv, har hann
fær at vita, at hann skal ansa
sær, so hann einki mistak ger, tí
annars er deyðin honum vísur
Norðlýsið skrivar í dag,
at borgarstjórin í Klaks-
vík, Jógvan við Keldu,
týsdagin í vikuni fekk
eitt hóttanarbræv í post-
inum.
Hóttanarbrævið tók
stóran til, og varð borg-
arstjórin beinleiðis hótt-
ur við lívinum. Orða-
ljóðið í brævinum, sum
»fani«. (sitat endad)
Brævið er stemplað á
posthúsinum í Klaksvík
21. februar 1994, og er
tað adresserad privat til
borgarstjóran á hansara
bústaði heima.
Aftan fyri á bræv-
bjálvanum stendur, at
brævið bert má verða
latið upp av Jógvani við
Norðlkýsið kann al- Keldusjálvum.
mannakunngera í dag, er Norðlýsið sigur, at tað
soljóðandi: eisini fyrr er komið fyri,
Ansa eftir hvat tú gert | atborgarstjórin er vorð-
Jógvan við Keldu ein inhóttur.
feil so ert tú deyður tín hj.
== æ
LJ
Borgarstjorin:
Ofta verið
hóttur fyrr
— Bæði eg og familjan taka tað
róliga, sigur Jógvan við Keldu.
- Hatta er heldur ikki fyrstu
ferð, at eg eri hóttur soleiðis
Jógvan við Keldu, borg-
arstjóri í Klaksvík, tekur
sær ikki stórvegis tykni
av hóttanini, hann fekk í
postinum týsdagin, har
hann verður hóttur vid
lívinum:
— Eg havi av og á fing-
iðslíkar hóttanir, men eg
havi ongantíð tikið mær
tykni av tí. Nú eri eg so
róligur av náttúru, og
bæði eg og familjan taka
tað sera róliga, er hans-
ara viðmerking til Tíð-
indablaðið Sosialin.
— Tað kom eisini fyri
fyrst í 80'unum, at eg
fekk sovorðin hóttanar-
brøv, men eg havi ong-
antíð gjørt nakað burtur
úr teimum. Eg eri ikki
farin til politiid, og tað
ætli eg mær heldur ikki
at fara hesaferð, tí eg eri
ikki áhugaður í, at nakar
skal verða revsaður fyri
at gera sovorðið. Tað er
bara gott, at tað ikki eru
veikari fólk enn eg, ið
fáa slík hóutanarbrgv, ið
sjálvandi ikki eru stutt-
lig at fáa.
Jógvan við Keldu sig-
ur, at hann ikki dugir at
metaum, um hetta bræv-
ið, hann nú hevur fingið,
er komið frá sama per-
sóni, sum eisini fyrr hev-
ur sent honum hóttanar-
brøv.
— Men sum sagt, so eri
eg ikki nakað serlig
ávirkaður av hesum, og
eg eri væl fyri, livi væl
og sovi eisini væl um
annars gangi eg rættiliga
nógv úti í náttúruni, so
um onkur vil hava fatur á
mær, so eri eg ikki ring-
ur at finna, leggur hann
smílandi aftrat.
hj.
Síða 3
—————