Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 39 — 25. FEBRUAR 1994 Helena Dam á Neystabø um arbeiðsloysismálið: Ein spurningur um at vilja eina loysn - Verða trupulleikarnir um Arbeiðsloysisskipanina ikki loystir í vikuni, so mugu vit bara ásanna, at tímaglasið er runnið út fyri samgonguni, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður i Sjålvstyrisflokkinum - Sjålvstyrisflokkurin krev- ur bert, at tey arbeidsleysu skulu hava somu kor sum higartil - ið hvussu soer - tað sum eftirerav årinum, sigur Helena Dam å Neystabø, sum mikukvøldid i SvF gav Landsstyrinum kravbod at finnaeinaloysn viðvíkjandi ALS, í seinasta lagi fríggja- dagin. Kávalæti Hon heldur, at henda keði- liga stóða, har tey arbeiðs- leysu nú skulu bíða eina viku eftir útgjaldinum, ikki kann góðtakast, einamest tí hon heldur, at málið kundi verið loyst fyri langari tíð síðani. - Tá tað ber til at loysa bankamálið, mál sum brennistødir og hitamið- stødir 0.2., so er tað bert ein spurningur um vilja, eisini at fáa hetta málið loyst. - Tað líkist kávalæti, at so nógvir lutir ikki mugu rørast - eitt nú at Samhalds- fasti ikki kann halda fram í skipanini, tá so nógv fólk einki hevur at liva fyri, meðan onnur hava nógv. - Hjálpir tað ALS, um samgongan slitnar? - Kann samgongan ikki loysa málið um Arbeiðs- loysisskipanina, so haldi eg, at tímaglasið er runnið út fyri samgonguni. Eg haldi ikki, at tað merkir tað sama sum at seta tey arbeiðsleysu upp móti gðrum samfelags- bólkum. Tað er meir ein spurningur um samstarv og og góðan vilja. Er viljin ikki til staðar, er alt tos um ALS meiningsleyst. - Verða tey arbeiðsleysu ikki nýttir sum gíðslar í hes- um máli? - Vit noyðast at gera stød- una upp, út frá tí veruleika, at fólk nú ikki fáa pening út- goldnan úr ALS. Tey hava bíðað nóg leingi, og vit hava verið tolin, fyri at geva Landsstýrinum arbeiðsfrið. Almennar lønir útgoldnar - Hóast vit eru farin út um freistina viðvíkjandi út- gjaldinum í ALS, so rindar tað almenna sínar lønir til starvsfólkið. Tað kann ikki góðtakast, heldur Helena Dam á Neystabø. - Kann málið um ALS yvirhøvur loysast, um sam- gongan slitnar? - Kravboðið er ikki sett fyri at leggja trýst á Lands- stýrið. Trupulleikarnir í ALS kunnu altíð loysast við teimum møguleikum, sum eru til taks. Helena Dam á Neystabø heldur, at um Samhaldsfasti heldur fram i skipanini hetta årid år, og inngjaldid i ALS hjá teimum, sum hava góða løn, verður hækkað, so hevði tað býtt um skipan- ina. Helena Dam á Neystabø heldur ikki, at samgonguslit nú hevur nakra ávirkan á framtíðina hjá Arbeiðs- loysisskipanini. Tingið kann samtykkja mál, hóast einki landsstýri er. - Vit vilja bert ikki bíða longur. Um samgongan slit- nar, so er bert at siga, at hon kundi verið farin fyrr. Vit hava mist tolið, sigur Hele- na Dam á Neystabø. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at hann ongar við- merking hevur til tað, sum Helana Dam á Neystabø segði í SVF mikukvøldid, út frá tí sjónarmiði, at hann ikki vil skaða“ arbeiðið viðvíkjandi at fáa loyst málið. - Tá arbeiðið er gjørt, skal Helena Dam á Neystabg fáa svar, sigur Jóannes Eides- Tíðindablaðið || á Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjålvstyrisflokkinum: - Vit noyðast at gera stóðuna upp, út frá Ci veruleika, at fólk nú ikki fáa pening útgoldnan úr ALS Dagny Hildur Patursson, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin: Hjålpir ongum her og nú - Hgvuðsendamálið er at skapa arbeidsleysum manssømiligt lív. Tað er ikki avgerandi um tað verður gjórt um ALS. Tað kann eins væl verða at arbeiða fyri liðiligari forsorgarlóg, sigur Hildur Patursson Hildur Patursson heldur, at kravboðið hjá Helenu Dam á Neystabø í SvF, er tekin um spekulatiónspolitik. - Tað gagnar - ið hvussu so er ikki teimum arbeiðs- leysu her og nú, sigur Hild- ur Patursson. - Taðer vert at leggja sær í geyma, at útgjaldið í skipa- nini seinastu mánaðarnar er so lítið, at tað bert kemur teimum til góðar, sum eiga annað at dúva uppá. - Eitt nú um kona verður arbeiðsleys og maðurin he- vur fast starv, so er tað ikki av vegnum at fáa 3000 krónur um mánaðin. T.v.s., attey sum einki hava, noyð- ast at fáa stuðul á Al- mannastovuni kortini. Spurningurin er so, hvgrj- um bólki Helena Dam á Neystabg vil hjálpa, tá hon tvíheldur um at varðveita Hildur Patursson heldur, at Arbeiðsloysisskipanin er vánalig, av tí at útgjaldið er rullandi og minkar aðru- hvørju viku. Tað, sum fólk fáa td. eftir einum ári í skipanini, er so lítið, at eingin kann liva av ti. Samstundis nyttar lítið at minka um tíðina í skipanini, tí tað sparir ikki skipanini stórvegis í peningi. - Mær vitandi hevur heldur ikki verið upp á tal at minka útgjaldið, men tað hevði heldur ikki bøtt um støduna hjá skipanini nú. Hildur Patursson heldur annars, at Landsstýrið hev- ur ligið alt ov leingi á máli- num. Stødan er serstakliga álvarsom fyri stóran part av fólkinum, og tað kann ikki góðtakast. - Tað hevur verið sagt um hetta málið, at vit skulu standa saman, men tað nytt- | ' | i i ar lítið, at ein partur í måli- num bert hevur ein leist at ganga eftir, fyri 'at loysa trupulleikarnar, tí so kunnu vit ikki koma til nakra semju. Skulu vit finna eina loysn, er neyðugt at finna útav, hverjir møguleikar eru tøkir, og út frá hesum koma fram til eina semju. - Spurningurin er eisini, hvørjum vit vilja hjálpa. - Skulu vit hjálpa teimum sum hava tørv, skulu vit bjarga Arbeiðsloysisskipa- nini ella skulu vit arbeiða fyri eini lidiligari forsorgar- hjálp, sigur Hildur Paturs- son. ALS er ikki prinsipmál í sjálvum sær, men tað er eitt prinsipmál at arbeiða fyri at fólk fáa manssømiligt lív. Um tað er við Arbeiðs- loysisskipanini ella aðrari skipan, er ikki høvudsmål- ið, sigur Hildur Pattursson. Dagny Hildur Patursson, tinglimur: - Arbeidsloysisskipanin er ikki prinsipmål i sjålvum sær, men tað er eitt prinsipmál at arbeiða fyri at fólk fáa mansømiligt lív Lesið meira um síðu 8 málið á