Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 39 — 25. FEBRUAR 1994 Sida9 Johnny Weissmuller, Brenda Joyce og Johnny Sheffield Sunnudagin kl. 15.20: Tarzan og leopardgentan Svart/hvítur am. filmur frå 1946 við Johnny Weissmuller í høvudsleiklutinum. Tarzan frættir, at leopardar hava lopið á nøkur ferðandi. Men hann heldur ikki, tað kann vera satt, tí tað plaga leopardar ikki. Har má okkurt annað búgva undir. Og tað ger tað eisini. Sunnudagin kl. 17.45: Isaac Singer og Anthony Burgess Í sambandi við eina bókaútgávu vóru rit- høvundarnir Isaac Singer og Anthony Burgesseinaferd staddir í Stockholm isenn. Svenska sjónvarpið bjóðaði báðum til eina samrødu í sjónvarpsstovuni — og har hoyra vit teir pråta um mangt og hvat — gott og Ónt, Gud og Satan, um kenslur og skil og kær- leika og ekstasu. Sunnudagin kl. 18.40; Eitt lív við túlli og blondum Jane Høeg Iversen úr Assentoft greiðir frå sínum lívi og arbeiði og stóra áhuga, sum er at selja brúðarkjólar. Sunnudagin kl. 20.40; Manna millum Petur Sofus Eidesgaard er føddur við sjúku, sum m.a. ávirkar sjónina, so ein at enda kann gerast heilt blindur. Hóast sjúkan Petur Sofus Eidesgaard versnaði nógv, gekk hann í barnaskúlan á Eiði øll árini og seinni í framhaldsdeildini á Oyrabakka. Petur Sofus er nú 31 ára gamal og næstan heilt blindur. Eftir at hava sitið og rippað húkar í mong ár, hevur hann nú fingið nýtt arbeiðspláss á Blindastovninum í Havn. Petur Sofus sigur livssøgu sina sum barn og ungur, meðan vit spáka í bygdini. Vit fylgja honum ein arbeiðsdag á Blinda- stovninum og síggja hvat annað tey takast við á stovninum. Petur hevur hús og bát. Mamma Petur Sofus og onnur, ið hava hjálpt honum, eru við í sendingini. Karl Martin Samuelsen syngur sang, sum Heri Nolsøe hevur yrkt til tey blindu. v 7 Bd sin: * Burt Reynolds og Christopher Reeve Sunnudagin kl. 21.35: Tekniskt óhapp Am. skemtifilmur frå 88 vid Burt Reynolds, Kathleen Turner og Christopher Reeve í høvudsleiklutunum. Christy er tíðinda- kvinna á eini sjånvarpsstød, har fyrrv. maður hennara er tíðindaredaktórur. Tá hon fellur fyri einum yuppie-handilsmanni og beinanvegin vil giftast og halda uppat at ar- beiða, roynir fyrrverandi maður hennara at sannføra hana um, at hon hvørki kann vera hann ella arbeiðið fyriuttan. Filmurin er grundaður á sjónleikin >The Front Page« eftir Ben Hecht og Charles MacArthur. Tysdagin kl. 20.40: Anno 2002 — eiga Føroyar eina framtíð? Ber til hjá eini tjóð, sum er í vanda fyri at missa ein munandi part av teimum ungu og virkisfúsu, at gjalda aftur 8 milliardir í uttanlandsskuld? Megna tey vinnuføru, sum um aldarskift- ið verða 4000 færri enn í dag, at gjalda døn- um skuldina umframt at rinda fyri fleiri pensiónir og stórri røkt? Ber til at fáa ein skáa, og ynskja vit tað? Hesir spurningar verða vidgjørdir í sein astu sendingini. Týsdagin kl. 21.15: Ran Japanskur filmur frá 85. Í 16. øld er Japan komið til endan á Samurai-tíðarskeiðinum, og landsins fúrstar liggja í stríði hvør við annan. Krigsharrin Hidetora er gamal, og nú hann kennir seg veikan, gevur hann elsta Hidetora fursti soninum alt, hann eigur. Hetta førir til hart maktstríð ímillum teir triggjar synir fúrst- ans. Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn. Mikudagin kl. 22.25: Minst til, at eg elski teg Am. sjónvarpsfilmur frå 90. 16 ára gamli Robert fær at vita, at ríku foreldur hansara ikki eru hansara røttu foreldur. Tey hava heldur ikki ættleitt hann, men stolið hann. Hann fer til býin, har biologiska mamma hansara býr og haðani hann varð stolin, tá hann var 2 ára gamal. Patty Duke Hanne Dam í barnavogninum er vertur Louise Robinson hevur framt tryggingar- svik Hósdagin kl. 22.35: Heldur rikur og friskur… Pengar eru ikki alt, siga vit, men hví brúka nógv okkara tá so nógva tíð til at vinna meira og meira pengar? Sendingin er um, hvussu tað er at vera so ríkur, at ein kann keypa sær alt í verðini, men eisini um, hvussu tað er at vera so fá- tækur, at ein ikki hevur til lívsins uppihald. Hósdagin kl. 21.05; Tey vælsignaðu børn Donsk sendirød um viðurskifti hjá bórnum og foreldrum. Gera vit tað rætta? Hvussu geva vit børn- unum ein góðan barndóm og harvið eitt gott stødi í lívinum? Hesar spurningar munnu flestu foreldur hava sett sær sjálvum. Og tað eru spurningar sum hesir, ið verða settir og svaraðir í teimum fimm sendingunum. Hanne Dam, ið var tíðindakvinna á blað- num Informatión í fleiri ár, er vertur í send- ingunum.