Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 39 —25. FEBRUAR 1994 Tibindabladid GSM Børn gera listaverk Friggiadagin kl. 19.00: Barnaløtan Annika og Birita eru farnar út at spæla við kaninirnar Petur og Petrinu. Tá kemur 14 ára gamli Pætur framvið. Hann hevur eina vinkonu við sær. Men hetta er ikki ein van- lig genta, tí Pætur ræður yvir henni. Síðani skulu tit síggja eina mynda- og ljóðségu um sólina og mánan. Frísi er aftur á fer. Nú er hann vilstur inn á Mjólkarvirkið. Og vit enda við at síggja, hvat tey 10 ára gomlu børnini fingu burtur úr í Listaskålanum. Eríggjadagin kl. 19.25: Børnini i Dundurdali -2:7 : Annar partur eitur: Ein óndur skómakari býr í Dundurdali. Skómakarin Rahr er als ikki fittur. Hann er altíð trútin og skeldar so skjótt hann sær børnini. Men hann hevur ein hund, og hann og Óli gerast bestu vinir. Ein dagin, tá Óli heintar skógvarnar fyri mammu sína, er einki vatn eftir í skálini hjá Svippi... Dinosaurarnir Fran og Earl hava mist teirra loyvi til at vera foreldur, og myndugleikarnir mugu taka ábyrgdina av børnunum. Sunnudagin kl. 19.00; Sára úr Avonlea — 12:13 (ft) Í eini stílakapping um, hvussu móðir og dóttur hava tað saman, skrivar Sára um seg og Hetty. Men Felisity sigur, at tað er svik, og fyri at hevna tað, senda Sára og Felix henni eitt bræv, og í tí stendur, at hon er eitt umbýtt barn. Felisity er púrasta frá sær sjálvari. Tysdagin kl. 19.10; Barnaløtan Vit fara fyrst at hoyra søguna um drongin og krokodilluna. Hetta er eitt afrikanskt ævintýr úr Burkina Faso. Ein drongur finnur eina krokodillu úti á savannuni og hjálpir hennir oman at ánni. Krokodillan heldur at gott skal lønast við illum, og tí ætlar hon at eta drongin. Kúgvin og rossið taka undir við krokodilluni. Men tá hara kemur framvið gongur alt annarleiðis. Síð- ani skulu vit síggja filmin um mannin, sum var akrobatur. Hetta er ein dukkufilmur. Hr. Prokouk arbeiðir í eipum sirkusi. Ein dagin etur leyvan hattin hjá honum, og tá hann vil hava fatur í hattinum, etur leyvan hr. Pro- kouk. Mikudagin kl. 19.00; Fólk í bygdini eru í villareiði, tá tey síggja Heidi koma, tí fjallaabbin er vorðin enn harðari og tvgrari enn hann var framman- undan. Men Heidi er glad, tá on sær tey øll aftur: Ommuna og Geita Pætur og fjalla- abban. Grannar Paul og Des bjóða til kort-kvøld, og Melan- ie ger tey bilsin, so væl dugir hon at spæla poker. Helen vinnur ein persónligan sigur. H Fríggjadagin kl. 21.05: Red Shoe Diaries f hesum partinum siggja vit Ely Pouget og Anthony Adabo. Tað er jólaaftan, og Chandler kennir seg einsamalla. Eftir at hava verið runt á øllum barrunum, metir hon Eddie, og tey eru saman tað, ið eftir er av jólunum. Fríggjadagin kl. 23.30: All Quiet on the Western Front Am. filmur frá 79 við Ernest Borgnini í høvudsleiklutinum. Seks týskir 18 ára gamlir dreingir melda seg til hertænastu og fara upp í fyrra heimsbardaga við stórari tjóðskaparkenslu og dirvi. Alla staðni síggja teir illa særdar hermenn og eisini deyðar. So við og við gongur upp fyri teimum, at kríggj er ikki eitt spæl, men ein bardagi um lív og deyða. Leygardagin kl. 17.25: Hot Lead and Cold Feet Am. western frå 78. Jasper Bloodsky hevur grundlagt ein westernbý, sum er lika óndur sum hann er sjålvur, og sonurin Wild Billy er ein sonn plåga f bynum. f somu løtu, Bloodshy sigur, at hann letur bådum synum sinum alt, hann eigur, doyr hann. Men eingin visti, at Wild Billy átti ein beiggja… Leygardagin kl. 19.00; Memories of Me Am. filmur frá 88. Hjartaskurðlæknin Abbie hevur ongantíð havt nakað tætt sam- band við pápa sín, og einasta hjarta, Abbie ikki er førur fyri at lekja, er sítt egna, or- søkin er pápin. Tá ið á hevur staðið, hevur pápin ongantíð dugað at hjálpt honum við ødrum enn einum klappi á herðarnar ella kanska sagt okkurt skemtiligt. Júst meðan Abbie er í ferð við eina skurðviðgerð fær hann ein hjartatilburð, og hann ásannar, at honum tørvar hvíld. Kona hansara leggur honum til at fara til California, og har metir hann pápa sínum... Leikarar: Billy Crystal, Alan King, JoBeth Williams, Janet Carroll 0.0. Sunnudagin kl. 22.35: Detective Sadie 8 Son Am. filmur frá 87. Sadie Rothman er ein vanlig tilkomin kvinna, sum hevur starvast 18 ár í løgregluni, og hon heldur seg vera góður detektivur. Nú stendur Sadie í boði at greiða eina morðgátu, fimm morð eru framd í tríggjar vikur, og hetta er júst slíkt arbeiði, hon hevur bíðað eftir! Mánadagin kl. 22.05: Christine Cromwell % 24 hu. = $ Tveir bróður, sum gera vín, fara at skeldast, og endin er, at líkið av gørum verður funnið... Mánadagin kl. 13.00: Diana & Diana Diana eita báðar — báðar eru klókar og kenslubornar. Tær eru mødgur. Eftir at hava búð langt frá hvgrji aðrari í mong ár, mótast tær aftur — og tær verða forelskaðar í sama manni... Tysdagin kl. 22.00: Married with Children Eftir at hava sloppid sær undan at vitja mammu Peggy, gleda Al og Kelly seg at hugna sær heima eitt vikuskifti. Men so verður Kelly sjúk og Al fær nógv um at Mikudagin kl. 19.00; Fótbóltur TV3 sendir beinleiðis frá einum dysti í endaspælinum í Europa Cup. Hósdagin kl. 23.00: Urge to kill Am. ræðufilmur frå 83. Eftir fýra árum á kemur hesin ungi maðurin aftur til heim-