Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ( Lesarabrøv ) | Útvarpið og sjónvarpið bróta lógina Nekur av starvsfólkum útvarp- sins og sjónvarpsins hava einki journalistprégv. Tann, ið sett ur verður í starv, skal hava journalistprógv. Tað er als ikki nokk, at tú hevur útbúgving sum td. lærari, bókaverður ella gartnari. Tú skalt hava lokið journalistprógv Tað hevði verið ímóti lógini, um journalistar vórðu setur í starv í fólkaskúlanum, tá lógin fyri fólkaskúlan sigur, at lær arar skulu starvast í fólkaskúl anum. Og hetta undrar meg, at fólk, sum starvast í útvarpinum og sjónvarpinum ikki øll hava joumnalistútbúgving. Lógin sigur, at tey, ið starvast skulu í útvarpinum ella sjónvarpin- um, skulu hava journalistiit- búgving. Hver ertað, sum tekur sær av starvssetanini hjá útvarpinum og sjónvarpinum? Antin er tað eingin, ella er tað ein nevnd, sum svevur. Og hvussu ber tað til, at báðir stovnarnir, sum er ualmennir, taka ólærd fólk í starv ella fólk við aðrari út búgving, tå ið lógin sigur, at tann, ið settur verður, skal hava journalistprógv Og til seinast: Hvussu ber tað til at bert tey somu venda plátum í útvarinum? Hesi hava annað arbeiði at taka sær av Hví ikki eisini lata onnur sleppa framat, sum hava góðar tónlistagávur ella áhuga fyri tónleiki? Ójavnt er býtt. Tekk fyri upptøkuna. Ein, ið fylgir væl við llltonktur — Mistonktur Sjónvarpið hevði fyri stutt síð- an ein film, ið teir kallaðu >Il!- tonktur«, tað var um ein mann, sum var mistonktur fyri morð. Áuti tað ikki at:staðið »Mis- tonktur« í staðin fyri, ella er tað eg, ið taki feil, eg spyrji bara? Tað sama ger seg galdandi í kveld, nú er aftur filmur á skránni við navninum »Ill- tonktur I<. Er hatta rætt ella ikki? Í mínari verð er ein maður, sum er illtonktur, ein ið tonkir ilt um onnur. Eitt annað havi eg at siga við sjónvarpið, tað er, at tað er syndarligt, at tit skulu hava danska talu á einum svenskum barnafilmi; skulu børnini einki læra uttan danskt? Ella hvat er ingin? M.J. Viðv. starvssetan á Sjóvinnufyrisitingini Í sambandi við at Oyggjatíð- indi skriva á fyrstu blaðsíðu 23.02. um, at eitt fólk skal vera sett í starv á skipaskrásetingini í heimildarloysi, vil eg av- sanna hetta við hesum reglum: Sjóvinnufyrisitingin søkti herfyri eftir tveimum starvs- fólkum, einum til skipaskrá- setingin og einum til sjóvinnu- fyrisitingina. Eg kann vísa til brot úr starvslýsingini: Tey, sum sett verða, skulu burturav arbeiða við sjóvinnu- málum og skipaskráseting v.m. umframt vanligt skriv- stovuarbeiði á stovninum og kunnu verða skift ímillum målsøkini. Skrivstovufólkið, Oyggja- tíðindi skriva um, søkti og fekk annað starvið. Hon hevur fulla lærutíð og starvstíð hjá Føroya landfúta, har hon m.a. hevur verið knýtt at deildini fyri Tað er beinleiðis skeivt og sera ágangandi at leggja eftir einum av okkara starvsfólkum og familju hjá viðkomandi. Tá ið Oyggjatíðindi skriva, at viðkomandi er sett í heim- ildarloysi sum triðja fólk á skipaskrásetingini, verður far- ið heilt við síðuna av, tí triðja skrivstovufólkið, sum setast skal í starv á Sjóvinnufyrisit- ingini, skal arbeiða í partafe- lagsskrásetingini. Starvið er ongantíð lýst leyst, tískil er eingin settur í starv, tí heimild fyri hesum fyriliggur ikki enn. Partafelagsskrásetingin er í dag mannað við einum skriv- stovufólki frá Føroya landfúta, sum er útlánt fram til 1. apríl 1994. Við heilsan Eyðun Berth Jacobsen Stovnsleiðari Sjálvstýrislóg Nú hugsað verður um eina nýggja sjálvstýrislóg, kundi eg hugsað mær at spurt, um tað ikki hevði verið eitt gott hug- skot fyrst at kannað eftir, hvussu tær verandi lógir land- Tá ið Isle of Man verður brúkt sum fyrimynd, so skulu vit hugsa um, hvussu nógvar heimastýrislógir Stóra Bret- land hevur. Isle of Man hevur sjálvstýri, tí tað kostar ikki Bretlandi nak- að, meðan Hetland einki sjálv- stýri hevur, og er tí meira bund- ið fíggjarliga at Stóra Bret- landi. Er tað nakar, sum trýr, at vit kunnu hava sjálvstýri og sam- stundis vera fíggjarliga bundin at Danmark? Teir, sum hava stýrt landin- um tey nógvu seinastu árini, hava í flestu førum lært í Dan- mark, og harvið eftirlíknað teirra umsitingarmynstri. Hetta hevur kostað okkum dýrt. Tí vil eg heita á Føroya løg- ting um at lýsa landið í kreppu- stóðu og býta Føroyar sundur í fýra búskaparlig eki; norðari, eystari, syðri og vestari partur, har hver partur verður styrdur av trimum fólkum. Eg haldi, at løgtingið eigur at senda henda spurning út til fólkaatkveðu. Skulu vit hava yvirmenn um borð á einum skipi, er neyðugt at hesir hava síni pappír í lagi! Men tíverri, fyri at vera politikari nýtist einum ongan politikk at hava. Virði Viggo Holm, Skála Rættleiðing til Jákup Olsen, komandi logtingsmann...! Í grein í Dimmalætting, dag- fest 28.12.93, undirritað av Jákupi Olsen, stendur hetta brotið at lesa: — Fyri umi. 5 år- um síðani heittu tit tjóð- veldismenn so miriliga á dan- ir um at »avrætta« EIN føroy- ing (citat slut) Sum javnaðarmaður kann eg ikki lata sita á mær, at tjóð- veldismenn fáa allan heiðurin av, at hava givið tær fótin í reyvina, Jákup Olsen. Tí geri eg vart við, at í veruleikanum høvdu vit javnaðarmenn upp til fleiri fingrar við í spælinum, fyri at fáa teg út av vaktini. Heilsan Hegni Mohr Í Nr. 39 — 25. FEBRUAR 1994 Siða | YVIRLÝSING Í sambandi við samrøduna, sum Útvarp Føroya hevði við formannin í Føroya Arbeiðsgevara í gjårkvøldid skal FA gera vart við, at tað er ikki rætt, tá FAG vil vera vid, at bert fakfeløgini undir seinastu samráð- ingunum ynsktu ein eitt-ára sáttmála. Báðir partar vóru samdir um at sáttmálin skuldi vera eitt ár. Vit skilja heldur ikki, at FAG sigur upp sáttmálan eftir einum ári, tá teir samstundis siga seg hava ynski um tvey-ára sáttmála, og er her tí bert talan um káva- lótir, sum helst verða nýttar fyri at káva út yvir hvør hevur ábyrgdina av, at samfelag okkara møguliga verður kastað út í eitt verkbann ella verkfall, sum kann fáa ålvarsligar avleiðingar fyri land og fólk okkara. Tá FAG hevur sagt upp sáttmálan fer FA sjálvsagt at seta fram krgv síni til nýggjan sáttmála, og skulu hesi krøv náttúrliga geva løntakarunum betri sømdir enn núverandi sáttmáli. Vísast kann á, at fakfeløgini, fyri at visa sín góða vilja, og tí arbeiðsgevararnir vístu á, at hetta fór at skapa fleiri arbeiðspláss, til seinastu samráðingar góðtóku, at broyta skipanina við vaktarskifti, men feløgini kunnu bert ásanna, at hesar broytingar ikki hava skapað fleiri arbeiðspláss, og tí fara feløgini ikki undir nøkrum umstødum at góðtaka nakrar broyt- ingar, sum gera sáttmálan verri fyri løntakararnar, men fara vit, sum nevnt frammanfyri, at seta fram krøv um betri sømdir fyri limir okkara. Tórshavn tann 23.2.94 Føroya Arbeiðarafelag Ny auktion Det meddeles herved, at der pá tidlig- ere bekendtgjort tvangsauktion (AS 741/93) v/ Advokatskrivstovan jr. nr. 930318 over matr. nr. 57 i, Nordragøtu, der var berammet til torsdag den 17. februar 1994, kl. 10.00, er begæret ny auktion, der afholdes torsdag den 10. marts 1994 kl. 09.25 Færøernes fogedret, den 23.02 94 Mette Søgaard-Nielsen dím. r Í